hósdagur 3. juli 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news
Fuglafjørdur - lykilin
til havsins silvur
Oddagrein
ILLA hevur gingist hjå føroiyingum at fåa
nóg nógv burturúr teimum ferdandi (pe-
lagisku) fiskastovnunum. Ikki tí, bæði sild,
makrelur og svartkjaftur, gulllaksur o.s.fr.,
eru í stórum nøgdum á okkara leiðum ávísar
árstíðir. Vit liggja snogt sagt mitt í rokinum.
SILDIN er nú komin aftur, og einki er at taka
seg aftur í, at vit fáa ov lítið burturúr henni.
Orsøkin er snogt sagt, at vit hava ov vánaligar
fortreytir á landi at arbeiða sildina, eins og
annan uppsjóvarfisk.
TÁ ið sildin var her seinast, fingu vit bara
væl burturúr. Í sildatíðini vóru einir 1000
mans á sild, og onnur 2000 løgdu sild um og
vidgjørdu hana á landi. At bøta gørn um
veturin gav manga kærkomna krónu til
húski runt um í oyggjunum.
ALT broytist - so gjørdust veiðiháttur og
marknaðarviðuskifti eisini. Tað sóu teir
eisini, ið løgdu grundarsteinin til Havsbrún.
HÓAST nógv hevur verið roynt at fáa burt-
urúr uppsjóvarfiskinum, bæði Per og Pól
hava roynt seg, so er tað ein veruleiki, at
hetta er einasta virkið, ið hevur klárað seg
oll árini, uttan at fara tungu gongdini í fúta-
rættin. Og meir i enn tað! Tá ið daprast sá út
fyrst í nitiårunum, arbeiddu fuglfirðingar vid
midvisum ætlanum um, hvussu nakad-
skuldi fáast burturúr sildini, tå ið hon kom.
UNDANFARNA landsstyri hjálpti- hóast allar
verðsins kreppur- til. Teir góvu loyvi og stuð-
ul til havnaútbygging, sum so var grund-
arlagið undir teimum alneyðugu tunni-
Isfrystigoymslunum.
OG sildin kom! Men hvat-útbyggingin er ikki
endaliga liðug- tí fer ov nógv sild til mjøl og
ov lítið arbeiði.
LANDSMYNDUGLEIKARNIR vilja íkki
hjálpa til at figgja hesa lívsneyðugu útbygg-
ing. Orsekin er nokk tað gamla, foroyska
bygdaklandrið og tað vælkenda “so skulu
vit eisini hava“. Hesum mugu vit koma burt-
urfrá, so eigur ikki at vera.
LANDSPOLITIKARAR! Takið tykkum um
reigg) og hjálpið til at fáa Fuglafjorð til ein
veruligan pelagiskan miðdepil, ið kann
verða lokomotivið í einum føroyskum
vinnuvirksemi, grundað á tey ferðandi
fiskaslogini. Hetta kann blíva hornasteinurin
í einari skipan har ónyttu fiskavirkini koma
til heður og æru.
HETTA hendir bert, um lokalpolitikkur fer
út og vinnulívspolitisk hugsan sleppur
framat. Her er uppgávan hjá Fuglafirði at
verða krumtappur. Teir duga hasi tingini- ti
er rætt at tora at satsa- men tað má verða
nå!
GODA VARMAKELDUSEVNU!
Sosialurin
Ábyrgðarblaðstjóri: |
Jan Múller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Lysingar og søla:
Marjun Dalsgaard
Blaðstjórnarfulltrúi:
Randi Jacobsen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Eirikur Lindenskov,
Dagny Joensen, |
Grækaris D. Magnussen |
Eyðun Klakkstein,
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
vari, u tín nt:
pg ppseting og pre
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
| Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
sosialur 8 olivant.fo
7
Løgmadur er firtin
Løgmadur er firtin um eitt
dulnevnt lesarabræv, sum
var undirskrivad sjålvstyris-
maður, og sum hevur staðið
í Sosialinum. Somuleiðis
førir hann fram, at sam-
bandsmenn verða háðaðir i
Sosialinum fyri luttøkuna í
75 ára heimastýrisveitslu
álendinga, og heldur leg
maður fram, at sambands
menn sambært Sosialinum
við hond og fót stríðast
ímóti sjálvstýri í egnum
landi, sambandspolitikkur
er at >holde på det bestå-
ende
Løgmadur er so firtin, at
hann ikki kann bara sær, vid
tad at hann ikki kann skrå
seta dulnevndarskrivingina
í Sosialinum, tí hann ikki
kann lesa ættartalvuna, ta
politisku sjálvandi, soleiðis
at finnast kann fram til,
hvørjari av teimum minst
sjey »forvirradu« sjálv-
styrisættum hesin sjålvupp-
gjørdi »Stakkalin« er runn-
in av
Tað er júst teimum for-
virraðu sjálvstýrisumboð-
unum, fyri at brúka egnu
orð løgmans, tað eru tey,
sum halda saman upp á for-
virraðu samgongu løgmans
Men sjálvt um sjálvstýris-
umboðini sambært leg-
manni eru forvirrað, so
skuldi løgmadur Føroya tó
verið so mikið at sær kom-
in, at hann ikki eyknevnir
politiskar persónar, soleið-
is sum Føroya løgmaður ger
við at siga, at skrivarin er
ein sjålvuppgjørdur stakk-
al. Tað er undir beltið, harra
løgmaður
Men tey. sum lesa blød-
ini og serliga Dimmalætt-
ing. skilja løgmann væl, ti
onkran má hann lata sína
misnøgd ganga út yvir. Ti
talar hann at sínum egnu
partamonnum, sum fleiri,
áðrenn teir blivu partamenn
løgmans, so sanniliga hava
verið bæði limir og valevni
bæði hjá fólkaflokkinum og
hjá javnadarflokkinum, og
finnist løgmadur at teimum,
so kundi verið, at teir gjørdu
sum Finnbogi Arge, at teir
stungu í sekkin. Tað er einki
at dylja yvir, at løgmaður
hevur stórar trupulleikar
Orðalagið undan valin
um, sum førd: til, at sam
bandsflokkurin kom til ræð
ið, var > Vit hava loysnirnar
útskriva val<
Loysnirnar eru ringar at
fáa eyga á, nú aftur stundar
ímóti vali. Tað skuldu verið
onnur álvarslig mál, sum
upptóku løgmann, heldur
enn eitt dulnevndarbræv í
Sosialinum.
Stórar yvirskriftir frá
partamonnum løgmans í
fleiri fylgjandi Dimmalætt-
ingum skuldu órógvað eitt
sindur
Tann 21. juni 1997 skriv-
ar figgjarnevndarformadur-
in soleidis: »Vit eru dump-
aðir í heimastýri og mugu
ganga amtið umaftur — ella
Lesarabrav
hvat«
Somuleiðis sigur figgjar
nevndarformaðurin frá, at
samgongan spælir jólaniss
ur á hægstu summartíð, við
at gjalda milliónir út úr
landskassanum, uttan at
peningur er tøkur, og held
ur hann fram, at fíggjarlóg-
in er farin út um alt mark,
jólamenninir býta bert tað
út, sum onnur hava goldið,
ella fara at gjalda, og hetta,
harra løgmaður, veður sagt
av einum av tínum egnu. Og
tann 17. juní á síðu 7, har
skuldsetir Jákup Joensen
landsstýrismannin = John
Petersen fyri at ganga ímóti
løgtingsins samtykt og hótta
Suðuroyar tinglimir sam
bandsfloksins við misálitis
váttan til fólkafloksmannin,
og í Dimmalætting nr. 115
24. juni, sum tó er fram-
skrivað til 3. september
1997. har sigur sambands-
formaðurin á løgtingi, vara
maður løgmans. Atli Han-
sen: John Petersen vanvirðir
løgtingid
Og eisini Bjørn å Heyg
um er frammi vid ålvars
ligum atfinningum
Ikki so lítið ørkymlandi,
ja, sjálvt dagfestingin hjá
Dimmalætting er skeiv
Jú, einki at siga til, at
løgmaður er eitt sindur við
síðuna av sær sjálvum, og
so ørkymladur, at hann
gloymir í aftursvari sínum
at siga frå, at tann gloymsk
an er helst við vilja, at um
tað er so, at hann hevur
vunnið landið aftur, so var
tað tey sjey árini, hann var í
samgongu við javnaðar-
flokkin. Løgmaður sigur í
grein síni, at tað tók sam
bandsflokkinum tvey ár at
vinna okkum landið, frælsið
og heimastýrið aftur, men
tað eydnaðist, og vit sluppu
undan útlendskari umsiting
Í dag eru bindingarnar
burtur, sum loysingarflokk-
arnir góðtóku, tær hava vit
kastað av okkum
Er Danmark og ríkis-
felagsskapurin at rokna sum
útlandið, um so er, so er væl
skiljandi, at løgmaður ikki
bara er firtin, men eisini ør-
kymlaður
Sverre Midjord
KO.
————————WWW...
Til blaðst
jóran á Oyggjatíðindum
Viðmerkingar til grein í
Oyggjatíðindum 27. juni
1997 við yvirskriftini
Starvsfólk hjá Strand-
ferðsluni stjól heilan trail-
ara við gomlum jarni.
Sum Oyggjatíðindum so
líkt, so ikki so mikið sum
geva teir fólki ein møgu-
leika fyri at gera sínar við-
merkingar til tær grovu
skuldsetingar, teir seta móti
teimum — í hesum førinum
móti mær og starvsfólki á
SL sum heild.
Lat meg fyrst rætta heitið
starvsfólk. Ég eri parttíðar-
settur til ávísar bundnar
uppgávur á SL, men arbeiði
annars fyri meg sjálvan hin
partin av degnum, — m.a.
við keypi og sølu av goml-
um jarni. Ég vil undirstrika,
at eg umboði ikki starvsfólk
á Strandfaraskipum Land-
sins sum so, og vil ikki hava
sitandi á mær, at starvs-
fólkini á stovninum soleiðis
ógrundað verða løgd undir
stuldur, við teimum skaði-
ligu avleiðingum, tað kann
hava bæði fyri tey sum per-
sónar og fyri stovnin
Í desember 1996 varð eg
av einari smiðju á Eiði bið-
in um at taka tveir stórar
goymslutangar til betong og
flyta teir til Havnar onkun-
tíð, tá stundir og høvi vóru
til tess, haðani teir síðani
skuldu sendast av landinum
sum gamalt jarn. Tangarnir
eru sera tungir, hávetur var,
og sum sagt var tað ikki
nakað, sum hastaði, so tað
dró út.
Í apríl mánað 1997 sá eg,
at tangarnir vóru komnir
suður, uttan at eg hevði
verið uppii, og teir vórðu
settir á eitt øki hjá Tórs-
havnar Havn. Uttan at gera
mær nakra nidurstødu ann-
ars, roknaði eg við, at eig-
arin sjálvur hevði syrgt fyri
flutninginum suður. Ég
hevði so ikki frætt nakað
annað, men gekk út frá, at
avtalan um víðariflutningin
framvegis var í gildi
Nakað seinni spurdu
havnarmyndugleikarnir, um
tað var eg, sum átti hetta, tí
teir vildu hava tað beint av
vegnum skjótast gjørligt, og
eg játtaði.
Kanska gjørdi eg eitt mis-
tak, at eg ikki kannaði hetta
nærri, men eg hugsaði so
ikki um tað tå
Eg gjørdi síðani fyrireik-
ingar til at fáa tað flutt av
landinum, og annar tangin
fór so avstað vid Norrønu
fríggjadagin 13. juni 1997
Mánadagin 16. juní varð eg
uppringdur av løgregluni,
sum boðaði mær frå, at
Sjårdur Sivertsen hevði
meldad meg fyri stuldur av
hesum tangunum
Tá kom so fram, at Sjúrð-
ur Sivertsen hevði avheint-
ad sendingina og var bidin
um at syrgja fyri vidari-
flutninginum — uttan at eg
varð kunnaður
Skuldsetingarnar í grein-
ini í Oyggjatíðindum meti
eg at vera sera ålvarsligar
og ærumeiðandi bæði fyri
meg sum privatpersón og
fyri starvsfólkið á stovnin-
um annars, og biði eg við
hesum um at frágreiðing
mín verður prentað á eins
sjónligum staði í Oyggja-
tíðindum sum greinin 27.
juni
Tórshavn hin 1. juli 1997
Såmal Knudsen