hósdagur 3. juli 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 124 — 3. JULI 1997
virki fáa sum best burtur úr
Í hesum arbeiðinum
verður tú noyddur til at vera
standa by, nær tað skal vera
Bátar kunnu ringja um nátt
ina, nær tað skal vera. Tú
mást vera klárur. Eg minn
ist einaferð, at har var so
nógv at gera, at eg fór til
arbeiðis sunnukvøld og var
ikki heima aftur fyrr enn
seint mikukveld
Jákup Oluf dylur ikki fyrr,
at Havsbrún hevur verið eitt
frálíkt arbeiðspláss og held
ur fyri, at virkið hevur havt
stóran týdning fyri Fugla
fjørð
Spinnandi galið at
síldin skal fara til
mjøl
Men har er eitt stórt MEN
Honum hóvar lítið ella als
einki, at so nógv av fiski-
num fer til mjøl
-Eg haldi tað er spinnandi
galið, at sildin, sum vit nú
hava bíðað eftir í so mong
ár, skal fara til mjøl, tá vit
geli vita, at sama sild kundi
verið við til at givið nógv-
um fólkum kring landið
arbeiði - varð hon skorin til
matna
Jákup Oluf tekur rættiliga
dýran til, tá prátið kemur
meira inn á sildina og
hvussu vit handfara hana
Hann tosar seg heitan og
sigur bart út, at tað er ein
vanlukka, at her er eitt stórt
tilfeingi, sum føroyingar
lata fara fyri skeyti
Hetta er ikki nøkur å-
breiðsla til sítt egna arbeiðs-
pláss, sum hevur virkað
mjøl í samfull 31 år. Tað er
so í stóran mun burtur úr
idnadarfiski sum lodnu og
svartkjafti, ið annars ikki
hevur egnað seg eins væl
til matna sum sildin, ið nú
er komin aftur.
Jákup Oluf heldur tað
bara vera so syndarliga hug-
stoytt, at okkara myndug-
leikar ikki vilja ganga und-
an at skapa umstødur fyri
einum fiskaidnadi, ið ar-
beiðir eitt nú ta feitu sildina
til matna.
Hetta er so eisini tann
boðskapur, sum fuglfirðing-
ar hava roynt at greiða
myndugleikunum frá nú í
eina tíð, men sum tíanverri
ikki tykist verða tíkin í nóg
stórt álvara í eitt nú Tinga-
nesi
Hví skulu vit ikki klára
hetta, tá aðrir kunnu tað
spyr Jákup Oluf og vísir til
royndirnar bæði í Danmark,
Noregi og Íslandi, har tað
er so vanligt at taka ímóti
sild og virka hana ul matna
Hetta verður gjørt við at
køla part av sildini umborð
og síðani, tá hon verður
landað. at flyta hann í bing)
um við ísi i, til tey pláss,
sum nú halda seg til at ar
beiða fiskin til matna
Jákup Oluf vísir á, at fugl-
firðingar hava gjørt royndir
at betra um møguleikarnar
at arbeiða eitt nú makrel til
matna, men framleiðslu- og
frytstiorka er alt ov av-
markað til, at hetta skal
muna nakað í landshúsar
haldinum
Hann vísir til royndirnar
á Pelagos og somuleiðis á
Handils- og Frystivirkinum
at skera markel til matna
Hetta er rætti vegurin, men
tað skulu gerast fløgur í
bæði kuldagoymslur og í
havnaanlegg fyri, at hetta
kann verða nøktandi, og her
er tað, at okkara myndug-
leikar svíkja. Eitt nú máttu
tey í Fuglafirði bíða í
drúgva tíð, áðrenn tey fingu
nakað svar í Tinganesi í
sambandi við eina stóra
verkætlan at gera Fugla-
fjørð út til at kunna taka
ímóti stórri nøgdum av fiski
serstakliga til matna
-Ég eri stórliga bangin
fyri, at vit eru ov seinir á
sjóvarfallinum. At sildin
longu er gloppum okkum av
hondum, hóast alt bendir á,
at vit her hava við havsins
gull at gera. Tað svimur rætt
og slætt framvið strendur
okkara, uttan at føroyskar
hendur nema síldina. Eg
havi ikki orð fyri hesum
sigur Jákup Oluf, sum eisini
heldur fyri, at tað er lagn-
unar speisemi, at nú vit hava
bíðað í so mong ár eftir
sildini - og hon bráddliga
er komin aftur - at hon so
gleppur okkum av hondum
Eingin gevur sær fær
um sildina
Hann heldur tað vera legið,
tá menn ymsa staðni kring
landið tosa um tað ringa
skilið, ið er vorðið, nú flaka-
virkini ongan fisk fáa. -Teir
tosa um at fara í gongd aftur
á Sandi. Hví tosa teir ikki
um sildina. Hví kann sildin
ikki brúkast, har eingin
toskur ella upsi er. Høvdu
tað verið virki kring landið,
sum høvdu viljað tíkið ímóti
sild til matna, so er eisini
givið, at fleiri av skipunum
høvdu lagt leiðina inn til
okkara vid bæði fiski til
matna og til mjøl. Tá mót-
tøkuorkan at virka sildin
ella markel til matna er so
vánalig, so missa vit henda
meguleika leggur Jákup
Oluf aftrat.
-Hetta er einki minni enn
ein vanlukka. Sildin í 50-
unum vardi í fýra ár, og vit
vóru vónbrotin, tá hon
hvarv. Í hesi longu bíðitíðini
er stovnurin so komin fyri
seg aftur, og nú bendir nógv
á, at sildin fer at vera her
komandi 8-10 árini. At alt
skal fara til mjøl, tå hon
ístaðin kundi givið nógvum
fólkum arbeiði kring landið
og harvið eisini betrað um
landsbúskapin, er ræðuligt.
Jákup Oluf kemur síðani
við eini inniligari áheitan á
okkara myndugleikar um -
hóast hann heldur tað er um
at vera ov seint - at taka
sildamálið upp í størsta ál-
vara.
-Vit tosa um olju, og tað
haldi eg er í lagi. Men
Fuglafjørdur fer at koyra
víðari í sama lag við ella
uttan olju. Vit hava bæði
svartkjaft og lodnu at dúva
uppå til okkara mjølfram-
leidslu, sum eisini kann
sigast at vera eitt slag av
matvøruframleidslu, ti
mjølid fer til at metta laksin
í alibúrunum. So har hevur
framleiðslan á Havsbrún
alstóran týdning.
Men tá tað kemur til
sildina og makrelin, so eru
hetta fiskasløg, sum egna
seg væl til at skera og frysta,
og tá fleiri av virkjunum
standa stongd kring landið
i dag, tí botnfiskastovnarnir
eru so illa fyri, so er tað ein
vanlukka, at eingin hugsar
um møguleikarnar í sildini.
-Eg trúgvi uppá sildina -
at hon fer at vera her i 10
år. Men bara um vit ganga
væl um hana, og tad gera
vit bert, um hon fer til
matna, tí tá nýtast vit ikki
at hugsa so nógv um nøgd-
irnar
Jákup Oluf her framman
fyri sítt arbeiðspláss sein-
astu 30 árini
Havsbrún hevur havt stór-
an tydning fyri Fuglafjórð
Jákup Oluf sigur, at tað
er lítið hugaligt at síggja írar
og skotar fiska sildina við
troli, tí tå ger ein skjótt av
við stovnin.
Hann heldur tað annars
vera stórt spell, at vit ikki
hava fleiri skip til at taka
tann nógva pelagiska fiskin,
sum svimur í okkara sjógvi.
At vit bert hava eitt skip,
sum kann fara eftir svart-
kjaftinum sigur kanska alt
um, hvussu illa vit troyta
møguleikarnar. At vit so
haraftrat bert hava fá skip
til at fara eftir sildini til
matna sigur kanska upp-
aftur meira um, hvussu illa
vit eru brynjaðir til at meta
nýggjum og góðum tíðum.
Alt hetta eru vit við at for-
koma av berum kleyvar-
skapi - tí eingin hugsar um
tað. Ella ov fá. Syrgiligt
men sætt.
ÍSLENDSK
MÁLING
við kappingarførum
prísum fæst nú hjá
BECKERS
MÁLING
N. Finsensgøta 25 TI. 18181
Vit senda um
sit land