Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 1997síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið Nr. 124 — 3. JULI 1997 Aldurnar tala við serskiltum ljóði Hann hevur búð í Fuglafjirði alt sítt lív. Hann var 47 ár á sjónum, og nú hevur hann í knópp 20 ár verið við til at reka virksemi á landi, sum hevur við sjógvin at gera Tað er varmakeldustevnu komandi vikuskifti, og vit ætla í tí sambandinum at gera eitt sindur burturúr Fuglafirði og fuglfirðingum í einum av blødunum í hesi vikuni. Hevdi tú kunnað gjørt so væl at tosa við onkr- an fuglfirðing Hetta var ynskið hjá blað- stjóranum, og hugskotið var har beinanvegin at hitta ein hin elsta vinnulívsmannin í Føroyum Hann eitur Jåkup Oluf å Lakjuni, og hóast hann fyri jól fór um tey åttati, so er hann framvegis virkin. Saman við fýra ødrum eigur hann trolvirkið Vónina, og har hevur hann verið stjóri í mong ár. Nú er ein stjóri settur afturat, men Jákup Oluf hevur framvegis á byrgd og er á arbeiðspláss- inum so at siga hvønn dag Hann er neyndarformað ur í Beta, sum eigur teir so- kallaðu Cuba trolararnar Hann var stjóri í felagnum, men hann legði frá sær, tá virksemið varð flutt úr Fuglafirði og út í Runavík- ina. Teir heittu á hann um at koma í neyndina og at vera formaður. Tað játtaði hann, og har er hann fram- vegis Møtast skiljast Jåkup Oluf å Lakjuni er fuglfirdingur. Hann er fødd- ur í Fuglafirði, og her hevur hann altíð búð og virkað í og út frá Hann heldur, at lívið hev- ur verið ríkt og spennandi — Eg havi fingið loyvi til at vera uppti nógvum, og eg kann siga, at uttan mun til, hvar eg havi verið, og hvat eg havi tykist við, so hevur tað verið spennandi, og eg havi kent tað soleiðis, at tað hevur altíð verið hugaligt at hugt frameftir. Eg var á sjónum í 47 ár, og eg havi so ofta sagt við konuna, at tá vit fóru avstað, so var størsta takið at koma út um Ennið. Tá fóru vit at gleða okkum til at koma heim aft- ur, og heimferðirnar vóru altíð nakað serligt. Hjá ein- um sjómanni snýr tað seg nógv um at metast og skilj- ast, og hóast man trívst væl á sjónum, so eru tey har heima altíð fremst í hugan- um, og tú gleðir teg til at síggja tey aftur. Jákup Oluf á Lakjuni eru giftur við Mariu ella Miu, elstu dóttir Rikku og Victor Danielsen. Tey hava verið gift í meiri enn hálvt hundrað år. og tev eiga seks synir. Dreingirnir eru eisini í meiriluta í tí næsta ætt- arliðnum. Av teimum 23 Jákup Oluf á Lakjuni á veg inn í seyðahúsið, har hann hevur nógvar hugnaligar løtur barnabørnunum eru sekstan dreingir, men tá tað fyrsta í triðja ættarliðnum sá verð- ina sama dag, sum vit vóru á gátt, so var tað ein genta. Beinrakin Prátið fellur niður á barn- dómsárini, og á sangin, sum elsti sonurin, Victor á Lakj- uni, hevur yrkt um smá- dreingin, sum spældi á sandinum og sum nú er ein gamal maður — Eg má siga, at hasin sangurin er so sera bein- rakin. Hann sigur akkurát tað, sum eg upplivdi, tá eg var barn. Nú eri eg vorðin ein gamal maður og hugsi ofta aftur á ta tíðina Hvussu var tann tíðin? — Hon var góð, og hon var long. Tað tóktist sum hon tók ongan enda. Í mín- um huga stendur árið 1927 — tá var eg 11 ára gamal — sum eitt so ógvuliga langt ár. — Vit hildu til niðri á sand- inum, har vit ímyndaðu okkum, at vit vóru til skips, trillaðu gjør, setti lokk eftir skurðunum og so mangt annað. Vit spældu eisini fót- bólt har niðri. Innkast var bara, tá bólturin fór á sjógv. Var tað høgætt, so rak hann frá landi, og so fekk onkur karm, tí vit áttu bara ein bólt, og tað mátti leggjast nógv fyri, so hann ikki fór til havs. — Dreingirnir f bylingun- um hildu saman, og eg minnist aftur å minar barn- dómsvinir vid Gjógvará, t. d. Andreas Eliasen hjá Líggjasi, sum flutti niður at búgva, Sofus Eliasen, Meinhard Jacobsen á Gull- drangi, Jóan Jakku Breiða- skar og Ingvard Eliasen Sóu frameftir Tað vóru fimm flokkar í skúlanum í Fuglafirði tá, og mær dámdi einki at ganga í skúla. Vit vístu, at vit skuldu gerast sjómenn. Tað vóru bara børnini hjá reiðarunum og keypmonnunum og kanska sýslumanninum, sum hildu fram við skúla- gongdini. Hinir dreingirnir skuldu verða skipsmenn, og tað sóu vit fram ímóti Vit høvdu torv á Ytra dali, har timburhandilin nå er, og eg minnist væl, tå eg onkra ferdina vid leypi å nakkanum så onkran eing- ilskan trolara å Pollinum Longsilin f mær var at ger- ast sjómaður Vit vóru ellivu systkin Tað var nógv fiskaarbeidi um sumrarnar, og mamma gekk í fisk. Vit plagdu at hjálpa henni, og tað gjørði at hon vann eitt sindur meir- i. Alt fiskaarbeiðið varð lent eftir avriki Um vetrarnar gjørdu vit nyttu við at bera kava. Eingi frystarí vóru, men tað var íshús í bygdini, og vit fingu nøkur oyru fyri hvønn kava- leypin Jákup Oluf á Lakjuni fór til skips í 1931. Tað var við klaksvíksskipinum Fugloy Símun Fuglø førdi skipið, sum Jóan Jakku á Viðareiði átti. Hann var giftur Billu, sum var fastur at Jákup Ol- ufi, og pápi hansara Poul Øregaard ella Poul á Lakj- uni, sum hann var nevndur, var kokkur — Eg minnist, at vit vóru tveir túrar á Eysturlandinum hetta árið. Ég fekk 1200 fiskar báðar túrarnar, og úr- tøka min var tilsaman 157 krónur Kennir nógv fólk Jákup Oluf á Lakjuni lærði til setiskipara veturin 1941/ 42, og tað, ið eftir var av krígnum sigldi hann við Vón, sum Sigurd Simonsen átti. Skipið var bygt á næsta artusund! Orð Jóannes Hansen Myndir Jens Krisjan Tórshavnar Skipasmidju, og hetta var fyrsta skip, sum varð bygt í Føroyum Í 1946 fór Jákup Oluf at føra Vón, og tað gjørdi hann til á heysti í 1949, og eftir at hava verið við fleiri trol- arum í styttri skifti, fór hann í 1952 at sigla sum stýri- maður við trolarunum hjá Kjølbro, har Kaj Johanne- sen var skipari - Eg var í tí reiðarínum í ellivu år, og eg má siga, at tað dámdi mær stak væl. Gamli Kjølbro og Evald Kjølbro vóru teir, sum stóðu fyri, og teir vóru tveir stás menn Í 1964 var Jákup Oluf biðin at vera skipari á Olavi Halga, sum Samvinnufelag- ið í Fuglafirði átti. Har var hann 12 år, og tað er iva- leyst frá tí tíðini, at flestu fuglfirðingar minnast Jákup Oluf á Lakjuni best Har vóru nógvir menn við í styttri ella longri tíð, og nógvir fulgfirðingar og dreingir aðra staðni frá stóð- u fyrstu ferð á skipsdekki umborð hjá okkum. Tað er ein rúgva av fólki, sum heilsar, tí teir sum ungir hava verið saman við mær, og tað er tíverri so langt frá altíð, at eg kenni teir bein- anvegin - Tað er ikki so langt síð- ani, at ein miðaldrandi mað- ur kom inn á gólvið eitt kveldið. Hann bíðaði eftir farti í nakrar tímar, og hann segði seg ongan annan kenna her í bygdini uttan meg. Hann hevði verið við mær til skips, tá hann var blaðungur, men eg kendi hann ikki beinanvegin. Hann var tilkomin maður, og hevði fingið ålitisstarv á sjónum. Havid Jåkup Oluf var farin um tey seksti, tå hann legðist uppi: — Tað kom seg bara so- leiðis. Olaf Olsen, sum eis- ini er ein av ánarunum av trolverkstaðnum Vón, bað meg koma at hjálpa til, og tá hann gjørdist landsstyr- ismadur í 1981, bleiv eg stjóri bæði í trolvirkinum og If.