hósdagur 3. juli 1997síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ENE RE
Nr. 124 — 3. JULI 1997 tidindabladid Saur 17
Sum smádrongur lítil
Í prátinum, sum vit hava við Jákup Oluf á Lakjuni, sipar
hann fleiri ferðir til sangin, sum elsti sonur hansara, Victor
á Lakjuni, hevur yrkt um lítla drongin, ið spældi á
sandinum, og sum nú er vorðin ein gamal maður
Ein annar sonur Jákup Oluf á Lakjuni, Jógvan, gav í
1986 út bandið Heima. Jógvan kallaði bólkin, sum sang
og spældi Bros, og millum sangirnar á bandinum var hesin
um smádreingin. Jógvan og Eyðun á Lakjuni eiga lagið
Vit loyva okkum at endurprenta yrkingina hjá Victori á
í Beta. Síðani tá havi eg
verið uppi í hesum
Men eg skal íkki dylja,
at tað er torført at leggja av
at vera sjómaður. Onkur
hevur sagt, at tað er torførari
at leggja av at vera sjómað
ur, enn tað er at leggja av at
roykja, og tað kann gott ver
a, at tað er nakað í hasum
Jákup Oluf
og
Tú hevur ikki prátað leingi
við mannin, sum vit eru inni
á gólvinum hjá, áðrenn tú
varnast, at hann hevur stór-
an áhuga fyri seyði
Fyri nakað nógvum ár
um síðani keypti eg eina
hálva gyllin Innandals. Har
gongur nógv uppá mørkina
Hálva gyllinin ber fýra ær,
og so havi eg okkurt annað
frælsi, so um vetrarnar eru
einar átta ær í kjallaranum
undir hjallinum. Nú eru tær
í haganum
Tad er vælsignað at vera
saman við seyðinum. Tú
kennir tað, sum um alt ann
að er útistongt, eingin sigur
nakað, og tú kanst sita lang-
ar løtur og eygleida seyðin,
meðan hann etur
Heimferðin
Hóast høga aldurin, so fylg
ir vinnulívsmaðurin og fyrr
verandi skiparin væl við í
øllum ti, sum fyriferst í
landinum. Hann hevur
avgjørdar politiskar
åskodanir, og hann hevur
ofta givid til kennar, at hann
heldur tad vera so sera tydn-
ingarmikið, at tad ikki bara
verdur lurtad eftir serfrød
ingunum, sum hava verið
burturi og lært. Lívsroyndir
og lívsvísdómur telja nógv
hjá honum. Men hann ber
ikki agg til teirra, sum hann
so ofta hevur havt orðadrátt
við. Ordaskiftid við summ
ar av hesum lærdu monn-
SKORSTEINS-
SÓPARIN!
Reinsan av skorsteinum
og roykrørum
Søla og uppsetan av:
V Reinsilúkum
V
V
V
Skorsteinssóparin
ynskir ollum
eina góða
varmakeldu
Roykhattum
Fugla-ristum
Isokern
unum hevur gjørt, at teir eru
vornir vinmenn, men Jákup
Oluf verður ongantíð samd-
ur við teir
Vit eru lidnir at práta. Tá
ið vit heilsa farvæl, heldur
hann fyri
- Ja, eg havi altíð kemt
tað, sum at framtíðin hevði
nakað spennandi og ríkt at
bjóða, og hóast eg eri farin
um tey áttati, so kenni eg
hetta framvegis at vera so
leiðis
Jákup Oluf tekur afturí
aftur sangin hjá elsta son-
inum. Í síðsta ørindinum
verður tikid til: Til hús eg
nú raggi so tungur á fóti
sum tíðin hon rennur, sum
vindurin skjóti — og brátt er
tað kveld, eg má siga far
væl. Men ljósið og sandin á
strondunum gyltu, har gleð-
in er ævig, sum her vit ei
skiltu. — ta sjón eg skjótt
síggja nú skal
Ja hatta er so beinrakið.
Telefon
Jákup Oluf á Lakjuni á
sandinum saman við
tveimum abbasynum
Nú bíði eg eftir, at Frelsarin,
sum tók sær av mær, tå eg
var ungur, skal taka meg
heim til sín. Tað er tað besta
at hyggja fram ímóti og
gleða seg til.
Vit takka fyri prátið og
ynskja Miu og Jákup Olufi
eina góða varmakeldu-
stevnu og framvegis eitt
gott summar.
Lakjuni
Sum smádrongur lítil eg rann her á sandi,
og nú millum piltarnar aftur eg standi;
fram fyri meg renna øll minnini kær
Ég síggi teir oman mót alduni renna,
at aldan brátt aftur teir fær
Teir renna og tuska og spæla so kátir
og merkja ei á sær, at teir eru vátir,
tí regnið nú oysir tað himinum frá.
Eg standi væl bjálvaður í einum jakka
við hettuni smoygdari langt upp um nakka,
og skelvi og skultri mær á
„Kom her, tú mín lítil!“ Hann kemur við skundi
„Greitt frå mær um slektina kanska tú kundi?“
so bilsin hann hyggur í andlitið mítt
„Mín faðir er Dánjal, og abbi er deyður,“
so fryntligt hann svarar, væl dámdur og reyður,
og brosið er dámligt og blítt.
„Ég kendi tín abba, her mangan vit spældu,
vit runnu á sandi og oman mót aldu.“
Hin lítili, hann stendur og lýðir væl á
„Nú eri eg gamal, men væl enn eg minnist,
tá vit vóru smáir — nú flokkurin tynnist
— Tó, alt er tað sama sum tå
Hin lítli, hann lurtar, við høvdinum nikkar,
gerst ótolin, bráður runt um seg hann kikkar;
hann smílist og sigur: „Ég fara nú má!“
— Á barnsliga, reina, ódálkaða gleði,
tá lívið var eydnusamt á hverjum degi,
— tað aldri eg aftur kann få
Eitt bil enn eg standi og hyggi um sandin,
í bróstinum kenni eg kenslur sum brandin,
og aldurnar tala við serskiltum ljóð.
Har piltarnir renna so kátir og spæla,
— tann myndin er ævig — hon má við meg tala.
Tann tíðin var stutt, ljós og góð.
Til hús eg nú raggi so tungur á fóti,
— sum tíðin, hon rennur, sum vindurin skjóti —
og brátt er tað kveld, eg má siga farvæl.
Men ljósið og sandin á stróndunum gyltu,
har gleðin er ævig, sum her vit ei skiltu,
— ta sjón eg skjótt síggja nú skal.
Tað hevur gingið
= »
væl hj
Boðasteini
Hevur gjórt tíggju túrar higartil í ár, sum hava givið
ímillum ellivu og tólv milliónir krónur
Boðasteinur, trolarin hjá
fuglfirðingum, sum áður
hevur itið bæði Rock Ama-
dor og Beinir, er á veg inn
at landa í Wales.
Teir royna eftir búrfiski
suðuri við Azorurnar, og tað
hevur gingið væl higartil í
ár.
Hesa ferð hava teir 47
tons av búrfiski, trý tons av
stinglaksi og níggju tons av
blandaðum. Teir landa í
Milford Haven í Wales, og
fiskurin verður seldur á
uppboðsselu í Boulogne í
Fraklandi.
Prísurin á búrfiski liggur
um 20 krónur kilo, og tá
hesin túrurin er av, hava teir
selt fyri ímillum 11 og 12
milliónir higartil í ár. Tað
hava teir á tíggju túrum
fingið fyri umleið 500 tons
av búrfiski, og so nakað av
stinglaksi, langasporli, hávi
og ødrum fiskasløgum.
Tad eru trettan menn vid
Bodasteini, og skipari er
Harry å Lakjuni. I løtuni
loysir styrimadurin, Simun
Einarson, av á brúnni.
Bara í búrfiski
Fuglfirðingar fóru at reka
Boðastein stutt fyri jól í
1994. Teir hava mest sum
bara verið í búrfiski síðani
tá. Ein túr vóru teir á konga-
fiskaveidu í Irmingarhav-
inum, og teir hava verið ein
ísfiskatúr eystanfyri.
Í ár hava teir bara verið á
búrfiskaveiðu. Teir fóru úr
Føroyum 2. januar. Tað
hoyra einir 15-16 menn til
bátin, og summir hava verið
heima okkurt skiftid, síðani
teir fyri einum hálvum ári
síðani fóru úr Føroyum.
Nú kemur báturin heim,
tí onkrar smávegis umvæl-
ingar og eftirlit skulu gerast.