hósdagur 3. juli 1997síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið + + >
. 124 — 3. JULI 1997
Nordvesten-97 eitt frålikt tiltak:
Vit hava brúk fyri
at samstarva
-Tað kennist so stimbrandi, at vit, hvór á sín hátt, hava
okkara egna, royna at klára okkum, men at vit ongantíð
gloyma, at vit hava brúk fyri at samstarva, og at vilja
samstarva. Hetta skrivar Andrea Lervig, fyrrverandi
bygdaráðslimur í Fuglafirði í sambandi við tiltakið Nord-
vesten 97, sum fegnast um.
Eitt hålvt ár er nú liðið, síð-
an nýggj bý- og bygdaráð
vórðu vald kring landið at
taka við leiðslu og avgerð-
um.
Undirritaða var ein av
teimum, sum ikki helt fram
í hesum týdningarmikla ar-
beiði, men eftir eitt langt
tíðarskeið í tílíkum virk-
semi, so hevur tú framvegis
stóran áhuga í tí, sum fyri-
ferst. Tú hugsar um mál,
sum vóru komin undir land,
og onnur, sum íkki vóru
búgvin til avgerð. Einstak-
ar fyrispurningar fekk und-
anfarna býráð í Fuglafirði
ikki tíð til at taka stæðu til,
tí so langt var útliðið á árið
"96, at neyvar upplýsingar
o.a. ikki kundu fåast til
vega, og so sjålvandi ikki
grundarlag fyri, at taka eina
avgerð. Ein av hesum fyri
spurningum var frá Klaks-
víkar kommunu, um íkki
Fuglafjarðar = kommuna
vildi saman við teimum
standa fyri tiltakinum Nord-
vesten '97, sum allir fugl-
firðingar nú hava fingið eitt
blað um til kunningar, hvat
tiltakið snýr seg um og hví.
Sum øllum kunnugt hev-
ur nýggj leiðsla tíkið yvir í
Fuglafjarðar kommunu, og
her skuldi so hesin fyri-
spurningur takast til við-
gerðar og síðan stødutakan
á býráðsfundi.
Av arbeiðsávum kundi eg
tíverri ikki fara at hoyra
henda fund, men fregnaðist
sjálvandi, hver avgerðin
bleiv, og fekk at vita, at
meirilutin í býráðnum (sam-
gongan) var ikki sinnað í
hesum samstarvi við Klaks
víkar kommunu. Eitt áhuga
vert týðandi mentanartiltak
varð av ongum
Ég spurdi sjálvsat, hver
grundgevingin var. Jú, so
vítt eg skilti var árstíðin ikki
tann rætta. Flest all høvdu
summarfrí, so ikki var lætt
at tilrættisleggja. Nevnt
varð eisini kr. og oyru uttan
at vita eitt ávíst kr.-tal.
Satt at síga var eg eitt
sindur bilsin. Í mínari verð
er alt nógv lættari, tá ið eg
havi frí frá mínum pro-
fessionella arbeiði, og heilt
erligt hevði eg væntað mær
meira av hesum, sumøll
rokna við so framfýsna
meiriluta. Men tíðin er so
kort fráliðin enn
Men hendan varð so av-
gerðin, og Nordvesten '97
projektið saman við Klaks-
víkar kommunu fór sostatt
úr mínum hugaheimi. Men
nú um dagarnar stendur at
lesa í bløðunum um hetta
tiltak, og eftir øllum at
døma var Fuglafjørdur við
í myndini. Hetta er nú stað-
fest, síggi eg, tá ið rúgvis-
mikið blað kemur í hvert
hús, við frágreiðingum, lýs-
ingum, skrá og myndum, og
tú hevur varhugan av, at
umdømi Fuglafjarðar fyllir
líka nógv og væl í bladnum,
sum tað ger fyri Klaksvík
Hetta er eitt vælatiltak, og
tey eiga stóra tékk uppi-
borna, sum hava hug, hegni
og hava lagt sína orku til at
hetta kundi fáast í lag
Hvat er meira náttúrligt
og føroyskt, at tå ið vinur,
granni ella hver tað nú er,
heitir á teg um gerðabýti,
eini ráð ella eina jálpandi
hond, so verður ikki kubb-
að á stokki við brestin, men
tosað verður saman, hvussu
og hvat er frægast at gera,
soleiðis at umsíðir fáa báðir
partar nakað burturúr
Hendan umboðanin av
Fuglafirði í hesum saman-
hangi, sum lagt er upp til,
smæðist ikki burtur. Og
sjálvandi eru ongar orsøkir
til tess. Hvat vit fáa burturúr
er ilt at síga, í øllum fórum
í kr. og oyrum, men at vina-
bond verða knýtt, er eingin
ivi um, og altíð hevur ligið
frammarlaga í sinni føroy-
inga vinabond og ættar-
bond.
Einki er at ivast í, at vit
eru mong, sum gleðast yvir
ymisk tiltók og eisini hetta
Her í Fuglafirði eru vit
hver í sínum lagi farin at
stákast til Varmakeldu
stevnu, og eru sostatt væl
uppløgd ul vitjan av vinum
og kenningum frá nær og
fjar
Eg frøddist rættuliga, tá
ið eg fekk Nordvesten '97
blaðið, og satt at siga rørdi
hetta mínar persónligu
kenslur við. Á næstu síðun-
um eru myndir av Fugla-
firði, míni heimbygd, og av
Klaksvíkini, har eg havi
mína dagligu gongd til ar-
beiðis
Í mínum hugaheimi kenn-
ist so sumbrandi, at vit, hver
á sín hátt, hava okkara egna,
royna at klára okkum, men
at vit ongantíð gloyma, at
vit hava brúk fyri at sam-
starva, og at vilja samstarva
Eg vil bert ynskja Klaks-
víkar kommunu og Fugla-
fjarðar framtaksfelag og
individuellu fyrireikarunum
góða eydnu við tiltakinum
Andrea Lervig
A
Dr. iahahsensgæta 19. 196 Torshavn. er