Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 3. JULI 1997 19 f Frits Johannesen hevur verið við hvert ár. Í år verða einir 200 málningar á listaframsyning á Varmakeldu. 17 listafólk eru vid, 13 førøvsk, tvey donsk og tvey norsk 17 listafólk sýna fram á Varmakeldu Í gjár læt upp málninga- framsýning í Fuglafjødri, og hon verður opin alla Varma- keldustevnuna til sunnudag- in, tá ið hon letur aftur Opið er hvønn dag frá klokkan fýra seinnapartin, til klokkan átta um kveldið Tilsamans 17 listafólk eru við á framsýningini, 13 før- oysk, tvey donsk og tvey norskt Tilsamans hava tey eini 200 málningar at vísa fram. Málningaframsýningin er fastur síður á Varmakeldu, tí hetta er 29. ferð, at hon er. Listafólkini eru sjálvandi komandi og farandi, men nøkur nøvn eru kortini, sum ganga aftur. Frits Johannesen hevur verið við øll árini, men eis- ini Heðin Kamsdal, Ossur Mohr, Anni Haraldsen og Rúna Hansen hava verið við í fleiri ár. Hini føroysku listaf6lkini eru Fridbjørg Hjelm, Marj- un f Lambanum, Marita Ør- e, Randi Gunnarsdóttir, lan, Luid Øre, Oddvør å Lakj- uni, Såmal Toftenes og Eyðfríð Abrahamsen Tey bædi Donsku lista- fólkini eru Ivér Iversen og Tommy Wølk og tey bæði norsku eru Tove Bjørdal og Lise Jensen Tann gløggi lesarin hevur longu varnast, at konufólk- ini eru í meiriluta og tað man vera sjálvdan á so fjøl- mentari framsýning. Til suttleika kann nevnast, at 10 av teimum 17 listaf6lkunum eru konufólk Nógv fólk plagar at vera á framsýningarnar á Varm- akeldu. Vanliga hava eini 500-600 fólk verið hvert ár -Åki- Triggir favorittar | Fjórða umfar i súkklukapp- ingini, „Grand Prix Føroy- ar" verdur å Varmakeldu nå um vikuskiftid Súkklað verður leygar- dagin klokkan 15 Hetta umfarið starta súkklararnir hver sær, við tveimum minuttum ímill- um. Teir einstaku súkklararnir byrjað soleiðis, at tann, sum er aftastur í kappingini sam- anlagt, byrjar fyrstur, tann, sum er næstaftastur, byrjar næstfyrstur, o.s.fr. Súkklað verður úr Fugla- fjórði ígjógnum bergholid til Leirvíkar og aftur til Fuglafjarðar eftir tí gamla vegnum. Tilsamans er tein- urin 16 kilometrar. Umframt vanligu útgerð- ina, skulu allar súkklur hava ljós bæði framman og aftan fyri at sleppa við Tríggir favorittar Uttan at taka nakað frá nøkrum, slepst valla uttan- um, at tað eru tríggir fav- orittar í hesi kappingini. Og tað eru teir tríggir, sum lógu fremst í kapping- ini á Jéansøku, nevniliga Jóhann Brend, Sverri Mohr Edvinsson og Eyðun Poul- sen Johan, sum er fremst í kappingini samanlagt, hev- ur at kalla gjørt einstakl- ingastartin til sína sergrein Hann stóð seg m.a. væl í undankappingini, „Statoil kring Føroyar” í mai. Hann bleiv eisini føroyamistari á 30 kilometrum í einstakl- ingastarti í 1992 og hevur fingið tvey heiðurmerki aft- urat síðani tá. Hinvegin tykist. Sverri ikki at vera so fegin fyri einstaklingastarti, hóast hann er nóg sterkur til at standa seg væl Men hann stendur nú við rygginum ímóti múrinum, tí hann má vinna Johann Brend fyri at taka seg fram- um hann samanlagt. Eyðun hevur ongantíð verið serfrødingur í ein- staklingastarti, men eftir tvær venjingarlegur uttan- lands í år, er hann kortini so væl fyri, at tað kann væl henda, at tað verður hann, sum endar ovast á sigur- sskamlinum leygardagin, tá ið avtornar Tórshavnar Súkklufelag væntar, at einir 10 súkklarar verða við í kappingini leyg- ardagin. ; -Aki- Skipa fyri folkafundi Í á Altarinum Fyrireikararnir halda ikki, at nakar, sum er hampuliga væl fyri, nýtist at setast aftur, tí talan er um javna brekku Verður veðrið til vildar, so ætla fuglfirðingar sær niðan á Altarið í annaðkveld klokkan tíggju. Altarið er toppurin omanfyri Rust- kambin. Hetta er gamla far- leiðin til Hellurnar, og tá teir vóru komnir upp higar var hálvagingið Tað er fornminnisfelagið, sum skipar fyri túrinum, og tá tey koma niðan á verður fólkafundur. Teir rokna við, at nógvir av fremmandu gestunum. sum eru í Fugla firði í sambandi við ment- unardagarnar, fara at vera við í ferðalagnum. Frits Jo hannesen fer at bera fram réðu, og hann fer at tala á skandinavískum máli, upp lýsir Petur Martin Petersen, formaður í fornminnis- felagnum í Fuglafirði Felagssangur verður á skránni, og horndrkestrið plagar at seta dám á. 1a0 vóna teir í fornminnisfel- agnum, at teir eisini fara at gera í annadkvøld. Í fleiri ár hava teir í Fugla- firði fyrsta vikuskiftið í aug ust skipað fyri túri niðan á Skarði, og tað fara teir eisini at gera til ta tíð. Fólkafundur á Boganum Í skránni fyri varmakeldu er ein rúgva av fólkafundum Vit hava aðra staðni í blaðn- um í dag nevnt setanina av stevnuni og fundin, sum verður leygarkveldið úti á Varmakeldu Sunnudagin klokkan 14 verður fólkafundur á Bog- anum, og tá fer Jógvan Róin at vitja heimbygdina og ber a fram rødu Eitt av storstu trolvirkjum Í | norðurlondum K. rækjutrol |-- botntrol ”- flótitrol. Se "semipolagiek trol ej ——— . vaska og mpregnera nótir * levera komplettar fortoyningar, akker, | tog v.m. U Se Annars er oll útgerð til trol, nótir og alivinnuna. Vit hava eisini skiljiristir til oll endamál. Deildir í For 530 Fuglafjørdur Tlf. 44246 (Hovuðsskrivstova) 370 Miðvágur Tlf. 32946 800 Tvøroyri Tlf. 72246 um: 100 Tórshavn - Tlf. 14391 SEN Á VÓNIN im. Eitt av størstu trolvirkjum í norðurlondum