Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 125 — 4. JULI 1997 tíðindablaðið Felagsskapur fyri íbúgvafrgðingar Í vikuni helt ein nýggjur fe- lagsskapur sín fyrsta fund í Havn Tað vóru fólk, sum hava áhuga í demografi ella íbúgvafrgði, sum hittust ct tosa saman um felags á- hugamál, bæði viðvíkjandi nútíðarligu demograttini í Føroyum, sum er merkt av stórum broytingum, men eisini tí meira søguliga part inum, so sum gamlar fólka- teljingar, kirkjubøkur og annað skjalatilfar Tiltakið kallast KRIFF/ FIDEL, og hetta stendur fyri KanningarRingur fyri IbigvaFrødi Føroya, ella á eingilskum Faroe Íslands Demographic Lyceum (lyceum merkir fundarstað- ur). Vit spurdu stigtakaran Rolf Guttesen, sum er lekt- or í geografi á Universitet- inum í Keypmannahavn Hvussu nógvir vóru tit, og hvønn umboða tit? - Vit vóru einir tiggju, men hetta er eingin stongd- ur felagsskapur, øll sum hava áhuga fyri hesum, eru vælkomin. Kanska er skeivt at kalla hetta ein felagsskap, tí vit hava hvørki limagjald, lógir ella formann. Hetta er kanningarringur ella áhuga bólkur, sum hittist og tosar um ting, sum hava felags áhuga Vit umboða ongan. Men hava hver sær arbeiðspláss ella serkunnleika á hesum øki, sum ger at okkara saml aða vitan soleiðis hevur eina serliga styrki. Her eru fólk, sum arbeiða á Hagstovuni, Landsskjalasavninum, Landsbókasavninum, Fróð- skaparsetrinum. Her eru fólk í privatari vinnu, fólk sum hava serkunnleika til kirkjubøkurnar og so eg sum arbeiði á universitet niðri Hvenn týdning hevur í- budafrødin fyri tykkum, og hvat kann hon brúkast til? Vit hava ymiskar faklig ar tilgongdir til hetta evnið Sjálvur eri eg geografur, og síggi tí følkatøk, flytingar, tal av føddum og alt hetta ísambandi við hesi trý høv- uðsorð: Náttúrutilfeingi- Framleiðsla-Fólkatal. Søgu- menn hava ein annan sjón- arvinkul, og samfelagsfrød- ingar uppaftur ein tridja Vitan um demografi kann brúkast til samfelagsplan- legging å øllum stigum Kommunur planleggja bæði skúlar, ellisheim og nýggj- ar býlingar. Landið plan leggur sjúkrahús, hægri út- búgving og roynir at leggja karmar, so vinnulívið trív- ist. Er einki ella ov lítið vinnuliv, so flyta fólk av landinum, sum vit sóu fyri fáum árum síðani Hjá teim søguhugadu kann demografiska gongd- in hava stóran týdning fyri at skila nær og hví sterri samfelagsligar broytingar henda. Til dømis vísa tey demografisku grundtølini, at fólkatalið í Føroyum fór at vaksa umleið 1770, men steðgur kom í tey fyrstu 20 árini í 1800'talinum. Síðani kom tann óbrotni vøkstur- in, sum vardi fram til skrædlið í 1990. Tann natúr- ligi fólkaveksturin var størstur beint áðrenn fyrsta heimsbardaga, tá slupptíðin blómaði Hvat fara tit at takast við nu? Fyrsta tiltak verður eitt stutt skeið á Landsskjala- savninum, hvussu hetta er 5 skipað. hvat finst av tilfar Hetta sigst vera ein sonn gullmina. Annars er ætlanin av og á at geva eitt lítið tíð- indbræv út til luttakararnar Og endaliga kann eg siga, at næsti ársfundur verður mánadagin 22. juni 1998 í Havn. Ég rokni við at har verða fyrilestrar, orðaskifti og prát um mangt og hvat Tú segði, at eingin for- maður var Men hvønn kunnu tey, sum hava áhuga, venda sær til? — Fólk í Føroyum kunnu venda sær til Hans Paula Strøm á Hagstovuni í Havn (tlf. 14636). Fólk niðri kunnu venda sær til Rolf Guttesen, Geografisk Insti- tut í Keypmannahavn, tlf 3532 2500 Cruise - ferð til norðurlendsku høvudsstadirnar Oslo, Stockholm, Helsinki og Keypmannahavn 6. - 15. september ——"———w ——" Rætting Av misgávumvarð upplýst í Sosialinum í gjár, at Jákup Mørkøre, stjóri í Fiskavirking, var nevnd- arlimur í nevndini fyri Faroe Seafood Prime Tað er ikki rætt. Jákup Mørkøre fór úr neyndini á seinasta aðalfundi í felagnum. Í hansara stað varð Beint eftir summarsiglingina verður skipað fyri eini 10 daga cruise-ferð. Steðgað verður ein heilan dag í hvØrjum av teimum 4 høvudsstødunum. æ Høgni Hansen, stjóri ps Blaðst. Samráðingar verða nú aft- ur um markið Eftir steðg í meira enn eitt ár verða samráðingarnar um markið millum Føroyar og Bretland tíknar uppaftur. Landsstýrið boðar frá, at partarnir hava avtalað at halda fund í Keypmanna- havn 16. juli. Hetta verdur so fyrstu fundurin millum londini, síðani at ein nýggj bretsk stjórn tók vid herfyri Á seinasta fundinum, sum var í maí í fjør, komu føroyingar við einum út- spæli. Væntandi var so, at bretar skuldu koma við sínum útspæli á fundinum, sum varð avtalaður at verða 2. apríl í ár. Men orsakað av bretska valinum varð hesin fundur útsettur. Tað er óvist um bretar fara at koma við nøkrum nýggjum útspæli, sum er merkt av, at landið hevur fingið nýggja stjórn. Sosialurin veit at siga frá, at fleiri av oljuteløgunum og annars oljuíðnaðurin í Bretlandi sum heild eru farin at ótolnast, tí markna- trætan ger, at stór áhugaverd eki millum londini kunnu ikki troytast í leitingini Eisini skilur blaðið, at:trýst verður lagt á stjórnina at fáa loyst málið, tí kemur málið enn meira í drag, kann hetta koma at seta kílar í viður- skiftini millum londini. At løgmadur hevur tíkið av innbjóðing at vitja Olju- noreg um somu tíð sum hann ikki letur vid seg koma í sambandi við eina inn- bjóðing frá Bretland, hevur fingið ymsar ávaringar- klokkur at ringja í Bretlandi Júst tí verður áhugavert at vita, hvat nýggja stjórnin hevur av útspæli Í Oslo mánad. 8. sept. Skipað verður fyri hvønn dag, meðan b Á ferðini fyri góðum undirhaldi umborð. p t Um á vaksin eru í ferdalag > í einum 4-koyggjukamari, B: fáa tann 3. og 4. ferðandi = bysskle ávikavist 20 og 40% í AS avslátti. kl. 8:00 - 17:00 áhugaverdum útferðum bit tey Farið verður úr Føroyum leygard. 6. sept. kl.10:00, komið verður aftur mánad. 15. sept. kl.14:00 Í Helsinki lid. 11. sept. É kl. 9:00 EM Þ verður skipað