fríggjadagur 4. juli 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 125 — 4. JULI 1997
Elektronisk
grindabod
tidindabladid
Til tess at fylgja grindahvalinum å ferdum hansara um
høvini, er ætlanin at festa sendarar å nakrar hvalir, sum
síðan verða friðaðir
EDVARD JOENSEN
Tann tíðin, tá "sjóstúkan
hejses í højen mast” til tess
at boða grindaboð, tykist
vera farin. Nú skulu grind-
irnar finnast við elektron-
iskum fráboðanum yvir
fylgisvein. Í øllum førum
onkrar útvaldar.
Men bíðað nú. Ongum
nýtist tó at vera bangin fyri,
at vit ikki fáa tvøst undir
Sendararnir skulu festast í hornið á hvalinum
tonnina aftur. Talan verður
bara um sjey hvalir, sum
skulu miérkjast í fyrstu
syfiu. .
Men tað krevur, at allur
bólkurin, teir ferðast saman
við, verður friðaður.
Plottaður hvalur
Dorete Bloch Danielsen á
Náttúrugripasayninum sig-
ur, at tey hava fingið játt-
aðar 700.000 krónur frá
Miljøstyrelsen. Hesin pen-
ingur skal brúkast til at seta
sendarar' å nakrar hvalir,
sum so ber til at fylgja on-
line yvir fylgisvein.
Hetta virkar soleidis, at tå
hvalurin kemur upp at
blása, fer eitt signal frá
sendaranum, sum fylgi-
sveinurin eftir einum fjórð-
ings millisekundi skrásetir
og sendir aftur til eina land-
stød í Fraklandi. Til ber so
at fylgja ferðini hjá hesum
ávísa hvalinum á einum
skermi.
Dorete Bloch sigur, at
Sjónvarp Føroya er sinnað
at vísa ferðingina hjá einum
merktum hvali, í Degi og
Viku. Soleiðis ber til at
fylgja við, um nú ein grind
við merktum hvali er á Før-
oyaleiðini
Tað er nevniliga soleiðis,
at er bert ein slíkur hvalur í
eini grind, sum funnin verð-
ur, skal øll grindin sleppast
Benn í tvø)
Ætlanin er at royna at
merkja nakrar hvalir í Mið-
vági í summar.
Nú vita allir føroyingar,
at ikki ber til at siga, hvar
grindin kemur, men Mið-
vágur plagar at roynast væl
Tí er ein serfrødingur í
hvalamerking komin til
Miðvágs, og skal so bíða
har, til ein grind kemur, har
hann kann merkja burturúr
Tað skal vera ein lítil
grind, og best hevði verið,
um til bar at merkja fleiri
hvalir í sama bólki.
Hans Christian Joensen,
grindaformaður í Miðvági,
heldur, at tað frægasta
plássið at gera arbeiðið, er
millum brimgarðarnar. Har
er sandbotnur, sigur hann,
og gamalt hevur verið at
goyma grind júst har.
Grindirnar plagdu at leggja
seg at grindast, so tað átti at
farið at borið til aftur, metir
hann
Hans Christian Joensen
roknar ikki við, at nøkur
måøtstøda fer at vera í móti
at merkja grind og so sleppa
henni aftur
Grind hevur fyrr verið
ríkin út aftur, tá ov nógv
hevur verið dripið framm-
anundan, vísir hann á. Men
hann heldur tó, at vágamenn
helst munnu fara at vilja
sleppa at drepa eina grind
fyrst, áðrenn teir fara at
merkja. Fólki dámar jú at
hava eitt sindur í fløtunum.
Sýslumaðurin í Vágum,
Regin Jespersen, sigur, at
teir fara at samarbeiða við
vísindafólkini um merking-
ina
Enn er ikki avgjørt heilt
nágreiniliga, hvussu tað
praktiska skal fara fram.
Men sýslumaðurin sígur, at
hann fer at hava fundir um
málið í Vágum. Fyrst við
formenninar og síðan helst
eisini ein størri, kunnandi
grindamannafund.
Regin Jespersen, sýslu-
maður, sigur, at honum
kunnugt er grindahvalur
ongantíð merktur soleiðis
fyrr. So tað er eisini spenn-
andi at verða við í fyrstu
royndunum av hesum slagi.
Tað krevjast sjálvandi eis-
ini fólk og bátar til slíkan
rakstur eins og til vanligan
grindarakstur. Og tá alt so
skal rekast út aftur, skuldi
ein hildið, at menn íkki
vildu vera við.
Men sýslumaðurin sigur,
at teir, sum luttaka, fara at
fáa samsýning fyri mista
arbeidsinntøku, meðan teir
luttaka.
Tað verður tó ikki soleið-
is, at hver sum helst bara
kann meta upp og krevja
samsýning. Neyðugt verður
(æfi fr
Føroyskir bátar skulu brúkast at reka og goyma við
at avtalað við nakrar ávísar
mans um at luttaka.
Í grind við beru
Dorete Bloch Danielsen
sigur, at hóast ætlanin er at
brúka vanligar føroyskar
bátar at reka og goyma
grindina við, meðan merkt
verður, ber ikki til at brúka
teir til sjálvt arbeiðið
Her verða nýttir gummi-
bátar, sum eru lægri og liði-
ligari.
Sum sagt er ikki roynt
fyrr at merkja grindahval,
men í Grønland: hava liv-
frødingar merkt nåhval og
hvitfisk, sum eru smærri
hvalir enn grindahvalurin.
Har varð gjørt soleiðis, at
ein bera av troli, heft á tvær
stengur, varð tíkin undir
hvalin, sum síðani varð lyft-
ur upp millum tveir gumm-
ibåtar, har hann so lå, með-
an arbeitt varð.
Ætlanin er at merkja
grindahvalin á tann hátt, at
hol verður gjørt í hornið
Síðan verður sendarin
skrúvaður fastur, og hval-
urin sleptur aftur
Hvalurin fær ongan skaða
av hesum, tí hornið er bert
sigg, og hvalurin følir einki,
hóast borað verður í hornið.
Tað verður ikki soleiðis,
at hesin sendarin verður sit-
andi á hvalinum fyri lívstíð.
Leygard. 5. & sunnud. 6. juli
frå kl. 12.00
Matskrå:
Marinerað føroysk oða i hvítvínssós,
gratinerað við osti
Lungabringa við Waldorffsalati
og sólberjasós
Sum alt annað slítist og ferst
hann eisini.
Dorete Bloch sigur, at í
Grenlandi hevur tað eydn-
ast at hava ein sendara sit-
andi á einum hvali í knappar
300 dagar. Men tað er eisini
met. Hon vónar at kunna
fylgja onkrum hvali einar
100 dagar, sigur hon.
Eisini hava vit fjølbroytta a la carte matskrå
Borð kann bíleggjast á tlf. 17500
Vælkomin á
.
*:..
Tlf. 17500
er í Í