fríggjadagur 4. juli 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SV
Nr. 125 — 4. JULI 1997
>=
þf
(S
SAVNSHJÁLPARI
til
Føroya Náttúrugripasavn
Eitt hálvtíðarstarv sum savnshjálpari á
Foroya Náttúrugripasavni er leyst at seta
15. august.
Uppgávurnar hjá savnshjálparanum
verða serliga:
* at taka sær av skúlaflokkum og oðr-
um bólkum, sum vitja framsýning-
arnar við at vísa runt og greiða frá
framsýningunum.
* at gera ymiskt upplýsandi tilfar í
sambandi við framsýningarnar, fyrst
og fremst tilfar til skúlaflokkar
* at taka lut í gerð av framsýningunum.
* at hava ábyrgd av lutunum í savns-
kioskini.
* taka sær av skráseting og røkt av
arkivunum á plantudeildini.
* annars taka lut í ollum fyrifallandi
arbeiði á stovninum
Fyrimunir kunnu vera, at umsøkjarar
hava læraraútbúgving við sergrein í
náttúrufroði, ella á annan hátt hava fak-
ligan kunnleika til nåtturuvidurskifti og
frálæru. Aðrir fyrimunir eru arbeiðsroynd-
ir innan teldunytslu, serliga tekst- og
databasuviðerð. Umsekjarn eigur at
hava vanligt koyrikort.
Starvið verður lent sambært sáttmála
við avvarðandi yrkisfelag.
Hærri upplýsingar fáast um starvið við
at ringja til Annu Mariu Fosaa, Feroya
Náttúrugripasavn.
Umsóknir, saman við frágreiðing um ar-
beiðsroyndir v.m. skulu vera Náttúru-
gripasavninum, V. U. Hammershaimbs-
gøta 13, Postsmoga 1295, FR-110
Tórshavn, tlf. 12306 i hendi í seinasta
lagi 15. juli.
KUNNGERÐ
frá Telefonverkinum
Av tí at telefonrokningin fyri juli ársfjórð-
ingin var ov seint send út, verður gjald-
freistin fyri telefonrokningarnar fyri juli
mánaða útsett frá 10. til 17. juli 1997.
Telefonverk
Føroya Løgtings
Texaco, Conoco og Murp
hy Oil vitjaðu lógmann:
Í lagi við almennum
foroyskum oljufelag
-Gera fóroyingar av at stovna eitt alment oljufelag, sum skal vera við saman
við útlendsku felógunum, tá olja verður funnin, so kunnu vit væl liva við tí
sigur kanningarstórin hjá Texaco, Charles Abernethy. Hann heldur føroying-
ar eru í eini serstóðu í so máta, tí møguleikarnir her eitt nú at útvega kapital
eru avmarkaðir.
Edmund Joensen, løgmaður, Árni Olafsson, formaður í Oljuráðleggingarneyn
fyristigingini her saman við umboð fyri oljufeleg, Charles Abernethy, Texaco,
Close. Conoco, Sam Dalziel, Conoco og Dave Peace, Texaco.
Í farnu viku vitjaðu ikki
færri enn 12 umboð fyri trý
útlendsk oljufeløg í Føroy-
um. Feløgini eru øll ameri-
konsk, Texaco, Conoco og
Murphy. Hetta er so fyrstu
ferð, at umboð fyri Murp-
hey Oil eru í Føroyar. Tað
var herfyri, at felagið gjørd-
ist partur av Texaco/Conoco
samtakinum - bólkinum
Umboðini kunnaðu Olju-
fyrisitingina og løgmann
um seinastu úrslitini av sín-
um kanningum, og tey hava
eisini havt fund vid Føroya
Oljuídnað, har tosað hevur
verið um møguleikarnar at
brúka føroyska arbeiðsmegi
og læra upp føroyingar til
eina komandi oljuvinnu.
Millum luttakararnar i
ferðalagnum var eisini stjór-
in fyri øllum kanningunum
hjá Texaco á øllum Atlants-
mótinum, Charles A. Aber-
nethy.
Hann sigur við Sosialin,
at teir hava greitt myndug-
leikum og løgmanni frá
seinastu kanningarúrslitu-
num frá féroysku undir-
grundini. Hesi síggja rætti-
liga lovandi út leggur hann
aftrat.
Tað snýr seg serstakliga
um seismisku kanningar-
úrslitini men eisini um geo-
kemiskar analysur, sum eru
gjørdar av gróti og ødrum
tilfari, ið varð savnað i
oyggjunum í fjør.
Legmaður gav sær
stundir at lurta
Sosialurin skilur, at olju-
feløgini vóru rættiliga leingi
inni á skrivstovuni hjá løg-
manni, har tey greiddu hon-
um frá áhugaverdu úrslit-
unum.
-Men hvat søgdu tit
løgmanni?
- Vit søgdu honum, at tað
vit síggja í undirgrundini er
sær sera lovandi út, og at
vit síggja fram til, at 1. út-
bjóðingarrunda verður lýst
og sjálvandi eisini, at lóg-
gávan verður samtykt í løg-
tinginum.
Umboðini fyri tey trý
oljufeløgini høvdu eisini
vid sær eitt spildurnytt kort
yvir føroyska landgrunnin,
sum visir tey mest åhuga-
verdu økini.
Charles Abernethy
greiddi løgmanni frá, at tað
finnast nógv åhugaverd øki
kring Føroyar, har møgu-
leikar eru at finna olju og
gass.
Her er talan um føroyskt
øki og ikki um umstriddu
økini.
- 120 er ov tidliga enn at
siga, um tað fer at eydnast
okkum at finna olju og gass
í føroyskum øki, men øll
tekin, sum vit hava fingið
frá okkara seismisku kann-
ingum, geokemisku kann-
ingum og jardfrødiligu við-
gerðini benda tann rætta
vegin. Vit halda tí, at tað er
góður møguleiki fyri, at vit
í framtíðini fara at síggja
spennandi úrslit á føroysk-
um eki.
Charles Abernethy dylur
tó ikki fyri, at teir undirmeta
ikki basaltið, sum fer at
verða ein rættiliga stór forð-
an bæði hvat viðvíkur at fáa
seismiskar upplýsingar og
at bora.
Fyri at fáa enn betri
upplýsingar fara tey trý
feløgini at gera kanningar
við kaðali á havbotninum
við Føroyar. Tað verður í
september, og tað er seis-
mikkfelagið PGS, sum
stendur fyri hesum arbeið-
inum. Endamálið við hesum
kanningum er at finna ein
teknikk, sum ger teir betri
førar fyri at síggja niður
gjøgnum basaltið.
Hóast trupulleikar at
síggja niður gjøgnum ba-
saltið, so hava felggini gjørt
sínar útrokningar og met-
dini og Martin Heinsen, leiðari á Olju-
Martin Wh iteley, Murphy. Philip
ingar. Hesar eru sum áður
víst á rættiliga lovandi. Tær
vísa, at tað finst tað teir
kalla „sourcerock“, sum er
ein avgerandi fyritreyt fyri
at kunna finna olju yvir-
hevur
Hetta liggur so mikið
djúpt, at tað skal hava borið
til at generera olju og gass
Teir halda seg eisini síggja
stór reservoir, og aðrar
fyritreytir tykjast eisini vera
tilsteðar, sum eru avgerandi
fyri at kunna finna olju og
gass. Øll hesi tekini íbirta
vónir, men tað verða so
eisini tekniskir trupulleikar,
sum skulu loysast.
ottandaaki? gott at
it spurdu Charles Aber-
nethy, hvussu hann metir
útlitini at finna olju við
Føroyar, um vit samanbera
við ta leiting og tey fund,
sum eru gjørd vestan fyri
Hetland.
Hann vísir á, at tað er
lættari at leita vestan fyri
Hetland, tí her er einki
basalt men viðgongur, at tað
eru borað meira enn 120 hol
har og at tað bert eru gjørd
fá fund.
ØM trý feløgini í bólk-
inum hava útvegað sær