Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 125 — 4. JULI 1997 9 nógvar týðandi upplýsingar frá leitingini vestan fyri Hetland, sum nú kemur sera væl við á føroyska skinum Tad hevur gingið stiltið at finna keldur, men kanning arnar øll hesi árini hava gjørt, at feløgini í dag skilja nógv betur jardfrød ina í hesum økinum, og vónandi kann hetta hjálpa teimum við kanningunum við Feroyar Teir hava fingið ein góð- an analog, sum teir kunnu fáa nógv burtur úr at brúka á føroyskum øki Hesar sannroyndir fara vónandi at gera, at tað verður skjótari at finna okkurt Bora á 2000 -Nær fara tit at bora við Føroyar? -Tað verður neyvan fyrr enn ár 2000, men tað byggir so á, at oljufyrisitingin lýsir fyrstu útbjóðingarrunduna tíðliga í 1998, at tað so ganga seks mánaðir til út- bjóðingarfreistin er úti og at loyvi síðani verða móti endanum á 1998. Eftir hetta skulu gerast seismiskar kanningar og eisini um- hvørviskanningar, og 1999 fer til tær kanningarnar Á fundinum í Tinganesi vístu umboðini fyri tey trý oljufeløgini løgmanni eitt spildurnýtt kort, sum vísir tey plássini á føroyska land- grunninum, har Texaco, Conoco og Murphey halda bestu møguleikar eru at finna olju Kortið vísir, at stórur áhugi er fyri fleiri økjum ymsa staðni á landgrunn- inum og ikki minst tætt upp at teimum umstríddu økjun um. Charles Abernethy sigur, at tað eru fleiri sera áhugaverð øki stutt úr landi í Føroya Bankarennuni í ein útsynning úr Føroyum Hvat viðvíkur landøki so hava teir ikki sæð tekin til nakað har Rætt ikki at vera við í Texaco var ikki við í Lopr ansboringini. Vit spurdu Charles Abernethy, um hetta ikki var eitt mistak Tad halda vit ikki. Vit halda at hetta var ein skilagóð teknisk avgerð, tí vit mettu ikki, at Lopransholið var rætta staðið tekniskt sæð fyri at fáa virðismiklar upp lýsingar. Vit vistu eisini, at tað var ein stórur møguleiki fyri bara at koma niður á vulkansk jarðløg, og tað kanst tú ikki brúka í sam bandi við verandi seismikk Tí gjørdu vit av ikki at vera við -Heldur tú, at hini fel- øgini tå hava gjørt eina skeiva iløgu? -Eg rokni við, at tey hava havt sínar grundir til at bora í Lopra. Vit gjørdu burturav eina tekniska meting, og hana hava verið verið nøgdir við. Vit halda heldur ikki, at vit hava mist nakað tí vit ikki vóru við. Peng arnir, sum vit kundu havt brúkt í Lopra, hava vit brúkt til annað, eitt nú kanningar av føroyskum gróti Vit spurdu kanningar stjóran hjá Texaco, um tað kann koma uppá tal at taka onnur oljufeløg við í bólkin -Hatta er ein góður spurn- ingur. Fram til lisensrund- una verða tað hesi trý fel- øgini, sum fara at vera sam an. Vit fara eisini at søkja um loyvi saman. Tað kann vera, at vit á einum ødrum stigi fara at hyggja eftir ðrum partnarum. Urslitið av fundum í Føroyum kann benda á, at hetta er ein veg- ur at ganga, men vit hava ongar ætlanir í so máta í løtuni, og vit hava heldur ikki nakað ávíst felag í kik aranum Annars heldur Charles Abernethy, at teir hava ein sera góðan bólk. Texaco og Conoco arbeiða saman vestan fyri Hetland, og Texaco og Murphey hava fingid teigar i 17. rundu i bretskum øki, nærhendis Rock All. Haraftrat kemur at Murphey er partnari i Schiehallionfeltinum Tydandi vitan Samanumtikið haldi eg, at her er talan um trý olju feløg, sum hver sær og sam- an hava eina rúgvu av vitan og royndum, sum gera okkum før fyri at vera ein verdugur bólkur á féroyska landgrunninum. Vit hava ein rúgvu av upplýsingum sum vit kunnu leggja saman Alment oljufelag Men hvat heldur hann um ætlanina at seta á stovn eitt alment føroyskt oljufelag Royndirnar visa, at nógv lond gera tað við rættiliga góðum úrstiti. Vit føla tað so, at er hetta tað, sum føroyska samfelagið ynskir, so hava vit als ongan trupul leika við tí. Okkum dámar sjálvandi ikki at taka slík feløg við í dýrum iløgu- stigum, men vit góðtaka, at føroyska samfelagið ikki hevur møguleikarnar og ikki hevur neyðuga kapital in til tess. Okkara bólkur kennir seg tí heilt væl við einum almennum føroysk um felag sum luttakara Mazda 323 Stór sending komin Vit spurdu kanningar stjóran hjá Texaco, nær hesi trý feløgini meta tað vera útlit til at fara undir eina veruliga oljuframleidslu við Føroyar! Hann vísir á, at um oljuboringin er væl- eydnað og somuleiðis ein útbyggingarfasa, so tosa vit um at hava eina veruliga framleiðslu vid Føroyar i fyrsta lagi år 2005-2006 Tað veldst um, hvussu væl tað gongur frá útbygging til startskotið Greenpeace órógvar Nú vit hava frætt, at Green- peace hevur roynt at órógva seismikkskjótingina vestan fyri Hetland og spurdu vit hann, um teir síggja hetta sum ein framtíðar trupul- leika! Það er torført at siga, tí Greenpeace hevur sími sjónarmið, um oljuleiting skal fara fram í heila tíkið í hesum økjunum nærhendis Rock All og Føroyum. Teir halda, at ongar kanningar skulu gerast JOHS. BERG - Á Hálsi - Tlf. 13535 - Vit royna at gera tað vit kunnu fyri at fara væl um umhvervið, og tí ætla vit ikki at lata okkum ræða av Greenpeace Uppá fyrispurning nær teir kunnu rokna við at hava ein boripall kláran til før oyska økid sigur Charles Abernethy, at teir í løtuni hyggja at einum boriopalli Tað er Trancocean Leader sum er leigaður fyri tvey ár og kann leigast eitt ár aftrat Vit hyggja so eisini a! einum ødrum palli, sum vit kunnu hava frá 1999 til ár 2001. So svarið er, at vit hava boripallar klárar til føroyaøkid umleið ár 2000 Vit spurdu Charles Aber nethy, hvussu hann metir støðuna, um tað bråddliga verða funnin fleiri stór oljufelt á føroyskum øki - hvussu kann hetta koma at åvirka føroyska samfelagið! -Alt hetta er knytt at ti lóggávu, sum verður frå før oyskari síðu Tað er so eisini ein spurn- ingur, um Ígroyingar ynskja, at olja og gass skal takast i land i Føroyum -Tað er kanska ikki tann mest skilagóða loysnin og er í hvussu er ikki búskap- arliga tann skilabesta loysn- in. So eg síggi heldur fyri mær, at føroysk arbeiðs- megi og tænastur fara alt verða brúkt í eini oljuvinnu um olja verður funnin, so- leiðis at føroyska samfel- agið tann vegin fer at fáa ágóðan av hesum útvikling inum