Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið Nr. 125 — 4. JULI 1997 Frágreiðing frá Búskaparráðnum ÆTTIS EIRIKUR LINDENSKON Í gjár kom frágreiðingin frá Búskaparráðnum um búskapargongdina 1997 Nevndin sigur, at tey búskaparligu hagtelini vístu í 1996 sum heild framgongd Fráflytingin var fyri fyrstu ferð í átta ár minni enn tilflytingin, lønarit- gjaldingarnar øktust í so at siga øllum vinnugreinum, landingar til føroyskar fiskakeyparar øktust, toska- og hysufiskiskapurin vid Føroyar vaks munandi, inn- flutningurin av tilfari til vinnuvirksemi øktist, nýtsl- an hjá húsarhaldumunum - ikki minst av bilum øktist, gjaldsjavnin hevði avlop, uttanlandsskuldi er minkað munandi og landskassin og kommunurnar fingu mun- andi betri fíggjarlig úrslit enn árini frammanundan Búskaparliga afturgongd- in byrjaði í 1989 og var í hæddini í 1992 og 1993 Tey fyrstu tekinini til, at aft- urgongdin var við at vera av, komu longu í seinnu helvt av 1994. Hagtelini, sum eru tek fyri fyrsta part av 1997 vísa, at framgongdin heldur fram, hóast hon ikki er eins stór og vittfevnandi í samfelag- num sum í 1996. Hóast hetta, eru útlitini Mæla til umsetilig fiskirættindi fyri tey komandi árini held- ur ivingarsom, fyrst og fremst orsakað av støduni innan fiskivinnuna, sigur Búskaparráðið, sum mælir til at fylgja tilráðingini frå ICES um niðurskurð í fiski- skapinum Búskaparráðið mælir eis- ini til - fyri at fáa eina skjóta og lætta tillaging av flot anum, at fiskirættindini gerast umsetilig Grundað á tey vånaligu útlitini fyri fiskiskapin við Føroyar verður eisini mælt til, at landskassi og kommunur føra eina sera varnan figgjarpolitikk Ásanna ikki týdningin av effektivum fiskiflota Politiska búskaparliga kjakið snýr seg í ov stóran mun um fiskirættindi hjá teim ymsu skipabólkunum og økju- num í landinum, heldur Búskaparráð- 10, sum ávarar politikarar um at lata seg tøla av dreyminum um eina møguliga oljuvinnu P CgIS IKK £g£Ja Í AVSKTIY ingarnar Henda myndin gerst upp aftur greiðari, tá ið hugsað verðu um, at íløgustuðulin stendur sum inntøka á rokn- skapunum, medan minsta løn og dagstudningur ikki standa sum útreiðslur Tað er órógvandi, at fesk- fiskaflotin ikki ber seg, hó- ast fiskiskapurin - íkki minst eftir toski og hýsu - hevur verið so sera góður Tað er alneyðugt at taka stig til at tryggja, at flotin ber seg. Skal ein fáa tað mesta burtur úr føroyska búskapi- num, má samstarvast um at fáa skipanina innan fiski- vinnuna at virka erftir ætlan Fæst skipanin at virka, eru tortreyt fyri. at onnur sera týðandi mál kunnu røkkast * Endurnygging av flota num. Ein frotreyt fyri at kunna endurny ggja flot- an er, at fiskivinnan kast- ar nóg nógv av sær. Ein fær ikki eitt gott úrslit av at veita stuðul til endur- nýgging av flotanum, um ein ikki tryggja lønsemi í rakstrinum, annars bera tey nýggju skipini seg kortini ikki - og tey verð- a helst tey fyrstu, ið verða seld av landinum + Íløguhugur og våga- fysni. Um flotin kastar nógv av sær, so verður áhugi fyri at gera iløgur í skip * Størri eginpeningur. Um flotin kastar n6gv av sær, so verður áhugi fyri at lata vinnuna forrenta kapitalin heldur enn við passivari íløgu * Góðar manningarhýrur Um flotin ikki er búskap arliga effektivur, so verð ur ov lítð til manningar nar. Tað, sum darvar búskaparliga eftektivitet inum hjá flotanun ikki sb nógv kostnaðurin av at reka fiskisk ip, mer I væl stórri m ur it virð 3 fremst ti tann fiskaða nøgdin hjá hverjum bát er ov líti + At tilfeingisrentan ikki fer fyri skeyti. Um kapa siteturin í flotanum er ov stórur, fer tilfeingisrentan til at gjalda olju, hýrur og aðrar rakstrarútreiðsl- ur til tey skip, sum eru til avlops. Um hon fer fyri skeyti, kann hon vera vit til at styrkja fiskivinnuna og kanska aðrar vinnur fíggjarliga. Hon kann eisini hugsast at kunna gera nyttu í samfelagnum upp á annan hátt, í. d. kann hon kanska geva møguleika fyri at lækka skattatrýstið. * At flest møgulig fiska- sløg kunnu koma til sættis Um skipini bera seg, so kunnu fiskasløg, sum ikki geva so høgan pris betri nytast sum ískoyti til raksturin * At fiskavirkini bera seg. Ein búskaparliga veikur floti fer ofta eftir løtuvinningi, eitt nú við at royna at dúva upp á løtuvinning * Byggja upp aðrar alt ernativar vinnur. Hug burðurin í høvudsvinnuni bevur stóran tydning fyri hugburðin í samfelag num øllum, og við at leppa av við yvirkapasi fiskivinnuni kunnu dugnalig fólk úr fiski vinnuni verða við at byggja nýggjar vinnur upp. Obeinleiðis hevur effektiviteturin í høvuds vinnuni týdning fyri kappingarferið í øllum samfelagnum Tað er tískið ein sera týðandi partur av kjaki- num, hvert skipanin fyri fiskivinnuna tryggjar rent- abilitet í fiskivinnuni, sigur Búskaparráðið. Politiskt búskaparliga kjak- ið í dag viðger fyrst og fremst spurningin um fiski- rættindi hjá teim ymsu skip- abólkunum og økjunum í landinum. Tað tykist ikki at åsanna tydningin av einum effektivum fiskiflota. Helst er hetta orsøkin til, at polit- iska skipanin ikki tekur ta stóra st riði, sum skal til fyri Búskaparráðið ávarar ímóti, at vit lata okkum tøla av møguligum oljunntøkum at fremja skilagóð tultøk innan fiskivinnuna Utlitini til at finna olju å føroyskum øki gera kanska, at politiska hugsanin er, at tørvurin å at gera nakad ver- uligt vid hesar trupulleikar verdur minni, helst ti ein vónar, at oljan fer at hava vid sær, at møgulig mistøk ikki fåa so ålvarsligar av- leidingar. Av fleiri orsøkum er hesin hugsunnarhåttur ikki skilagóður. Fyri tað fyrsta er tað alt ov vánaligt at grunda tann førda poli- tikkin á sera óvissar fram- tidarinntøkur. Fyri tað næsta liggja møguligar oljuinn- tøkur ov langt frammi í tíð ini til, at tær kunnu loysa dagsins trupulleikar. Fyri tað triðja verða trupulleik- arnir uppaftur truplari kanska ómeguligir - at loys- a, um teir ikki verða loystir, tá ið teir verða ásannaðir Og síðst, men ikki minst, er tað av ovurstórum týdningi, at stílað verður ímóti, at all- ar vinnur - eisini fiskivinnan - skulu verða sjålvbjargnar, hóast møguligar oljuinntøk- ur. Krøvini frå ICES kosta 250 mió kr Búskaparráðið mælir til, at vit fylgja tilráðingini frá ICES, sum mælir til munandi niðurskurð í fiskiskapinum undir Føroyum. Verður tilráðingin fylgd, minkar útflutningsvirði okkara við 250 milliónum krónum Í tí seinasta tilmælinum frá ICES verður mælt til mun- andi niðurskurð í veiðini undir Føroyum eftir nøkrum av teimum mest týðandi fiskasløgunuim, sigur Bú- skaparráðið í frágreiðing síni — Sostatt verður mælt til, at fiskiskapurin eftir toski verður í mesta lagi 23- 27.000 tons. Eftir Upsa í mesta lagi 10.000 tons. Hýsufiskiskapurin verður hildin at verða á livfrødi- ligum burðardyggum stødi, um veiðitrýstið er sum nú, t. e. fiskað verður um 10.000 tons. Tilráðingin frá ICES er grundað á, at fiskifrødingar vænta, at fiskastovnarnir vid Føroyar fara at minka munandi, um veiðitrýstið ikki verður linkað. fiski- fréðingarnir mæla til eitt meira javnt trýst, sum ikki er ov høgt. Sambært teirra metingum, kann samfelagið kortini fáa meira årtøku úr sjónum, enn eitt ov høgt veiðitrýst gevur. Sæð frá einum búskaparligum sjón- armiði, hevur tann skiftandi årtøkan, sum fríur fiski- skapur hevur við sær, sera óhepnar fylgjur, tí óvissan ger tað sera trupult fyri vinnuna at gera ætlanir yvir longri tíðarskeið. Hesar skiftandi umstødur hjá høv- udsvinnuni ávirka allar partar av samfelagnum. Nógv hevði verið unnið, um búskapargongdin var eitt sindur javnari. Sambært tilráðingini eig- ur fiskiskapurin undir Før- oyum ikki at vera meira enn tilsamans uml. 70.000 tons, av hesum kunnu føroyingar fiska uml. 65.000 tons ella umleið tað sama sum í 1994, ið var eitt av teimum vánaligast — fiskiårunum. Vidrid av veidini kann t6 kortini roknast at gerast frægari enn í hesum árinum, tí parturin av toski og hýsu er munandi øktur. Um fiskiskapurin skal minka við uml. 15.000 tons av toski, 7.000 av upsa og 3.000 tons av ødrum fiska- sløgum, merkir tad, at av- reiðingarvirðið minkar við uml 175 mió krónum. Út- flutningsvirðið minkar við hesari upphædd, um ein roknar við, at niðurskurð- urin í fiskiskapinum hevur við sær, at útflutningurin av óvirkaðum fiski minkar til- svarandi. Um ein roknar við, at minkingin hevur við sær, at fiskavirkini fáa til- svarandi minni nøgd til virkingar, so minkar útflutn- ingsvirðið við út ímóti 250 mió. krónum