Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Nr. 126 — 5. JULI 1997 tíðindablaðið PM r 15 halda, at tå klårar hetta ikki ja, so endar tað vid, at tå klárar tað ikki. Tit eru eitt gott fólk, so hví skulu tit ikk: hava álit á tykkum sjálvum Eiga at standa á egnum beinum Johan vil treydugt leggja seg út í føroyskan politikk men tá vit bønliga biðja hann siga sína hugsan um samband og sjålvstyri og loysing. ja viðurskiftini millum Feroyar og Dan mark, so kemur tað frá hon um, at vit Ísroymgar áttu at staðið á egnum beinum Tess meira tú leggur teg í hendurnar á ødrum, tess torferari hevur við at standa á egnum beinum Eins og hver einstakur eigur at taka ábyrgd av sær sjálvum, so heldur Johan eisini, at føroyingar sum fólk og tóð áttu at tíkið ábyrgd av sær sjálvum Og tað er grettt, at hann við hesum sipar til, at Før oyar åttu at kunna styrt sær sjálvum, eins og íslendingar hava gjørt tað nú í langa tíð Men eru vit ikki ov fá til at hava eitt sjålvstødugt land spurdu vit Johan! Eg haldi ikki. Ein kann kanska siga, at Island er ov stórt til at vera sjålvstødug tjóð, tí tað at hava eitt stórri land kostar eisini nógv. So kanska - hver veit - kanska eru Føroyar tverturímóti tann ideella støddin hjá ein um sjålvstødugum landi! Hann leggur aftrat, at var hann føroyingur, so heyði hann viljað bestemmað sjálvur í egnum landi Danska ávirkanin hevur søguligar røtur, og tað tekur sjálvandi tíð ul at broyta hana. Johan heldur. at um støður, sum kunnu koma at broyta hesa stæðu, kann vera ein komandi oljuvinna sum fer at gera, at føroy ingar kunnu koma til at standa á egnum beinum Kemur aftur Johan Olafsson, sum var vorðin partur av býarmynd ini í føroyska hevuðsstaðn um, ætlar sær ikki at slíta við Føroyar. Hann hevur nógvar vinir her, og tí fer hann at brúka eitthvert høvi til at vitja aftur á klettarnar Hann hugsar longu um at venda „heimaftur“ til jóla Men er hann ikki bangin at skula fara til Moskva, nú tað ljóðar, at tað mangan er so ófriðaligt har! Ber tú teg rætt at og alla tíðina ger tær greitt, hvar tú er, so beri eg ikki ótta fyri at vera har Johan Olafsson, sum nú er farin frá Eimskip i Før oyum, vónar, at tað fer at bera til at hava í hvussu er tvey farmaflutningsfeløg í Føroyum í framtíðini eisini Hann heldur, at pláss er fyri tveimum feløgum, og held ur eisini, at tað er sunt og gott við kapping. Tíðin er farin frá monopolinum, og hóast hann fullvæl veit, at deildin i Føroyum hevur ein „Stórabeiggja“ í Íslandi í rygginum, so er tað kortini ein sannroynd, at Skipa felagið, kappingarneytin í Føroyum, hevur stórra part in av marknaðinum Minnist nú til, at halda fast um tað, sum er gott Henda broytingar, gloymið tá ikki røturnar. Vit síggjast í Moskva endar Johan, sum letur føroyingar, sum leggja leiðina eystureftir, vita, at teir altíð eru vælkomnir á dyrnar hjá Johan Olafssyni í Moskva DONORKORT Vaktarskifti å Eimskip i Føroyum: skulabonk at læra seg føroyskt ” JAN MULLER Herfyri fór fram vaktarskifti hjå islendska farmaflutn ingsfelagnum EIMSKIP í Føroyum. Johan Olafsson, sum hevur verið leiðari á deildini í Føroyum í samfull seks ár takkaði fyri seg, meðan Svavar Ottósson varð boðin vælkomin Johan hevur fingið eina nýggja og ikki minni spenn andi uppgåvu, nevniliga at byggja upp virksemi hjá Eimskip í Ruslandi. Í hans ara stað er so komin Svavar Ottósson, sum seinastu 8 år hevur arbeitt á teknisku deildini hjá Eimskip í Reykjavík Svavar er útbúgvin mask inverkfrødingur og hevur drúgvar royndir á farma flutningsøkinum Hann hevur ståran kunnleika til shipping og sambart stjór anum fyri ellum virksemi hjá Eimskip í útlandinum, Erlendi, so hevur Svavar góð evni og hesi heldur hann verða væl brúkt í Føroyum Svavar sigur vid Sosialin, at hann er fegin um nyggja arbeiðið men viðgongur alt fyri eitt, at tað verður ikki nøkur løtt uppgáva at skula taka yvir eftir Johan, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði ta tíðina hann hevur staðið á odda fyri Eimskip í Før- oyum Svavar Ottósson ætlar tó at gera alt hann er mentur fyri at føra arbeiðið hjá starvsfelagnum víðari og royna at taka við, har Johan slepti og halda fram við at menna fyritskuna Pláss fyri báðum Eg haldi avgjørt, at tað er brúk fyri Eimskip í Før- oyum. Eisini haldi eg, at tað er pláss fyri bæði okkum og Skipafelagnum, og vit mugu so heldur íkki gloyma, at tað er gott og sunt við kapping. Hon tænir bæði okkum og kappingar- neyta okkara, og so er hon sera týdningarmikil fyri allar okkara kundar, sum hava krav uppá eina góða tænastu Svavar dylur ikki fyri, at Føroyar verða mettar sum ein miðdepil hjá Eimskip. og tí verður eisini hildið fram við at menna deildina her Hann ivast heldur ikki í, at marknaðurin fer at vaksa og vísir her m.a. til ta olju- vinnu, sum er við at hómast. -Vit fara sjálvandi at fyri- reika okkum til at taka ímóti tí stóru avbjóðing, sum ein komandi oljuvinnu kann gerast og leggja okkum eftir at kunna veita eina góða. trygga og skjóta tænastu á hesum nýggja økinum sigur nýggi stjórin hjá Eimskip Vil læra Men tað, sum liggur næst í huganum hjá Svavari, er at finna rætta stevið í Føroyum og her heldur hann málið verða av stórum týdningi Eg fari skjótt á skúla bonk at læra meg føroyskt soleiðis at eg kann skifta orð við okkara kundar á teirra egna móðurmáli sigur Svavar, sum hevur sett sær sum mál at kunna samskifta við føroyingar á føroyskt frå årsskiftinum Annars hevur hann ferå- ast kring oyggjarnar saman við undanmanni sínum, sum eisini hevur givið hon- um nógv góð ráð