leygardagur 5. juli 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
Johan Olafsson, fráfarni stjórin í Eimskip í Føroyum:
Gerið tykkum heilt
greitt hvat slag av
samfelag tit ynskja
-Fóroyar eru eitt ómetaliga ríkt land. Her eru menn-
iskjanslig virði, sum tit ikki mugu sleppa. Ein mógulig
oljuvinnu kemur at skapa broytingar, sum kunnu gera, at
tit koma at standa á egnum beinum. Men hon kann eisini
ganga hinvegin og forkoma nógvum. Tí hevur tað ótrú-
liga nógv at siga, at tit gera tykkum greitt, hvat slag av
samfelag tit ynskja sigur Johan Olafsson, sum er íslend-
ingur við eini fóroyskari rót.
Júst sum hann var við at fáa
fótin fastan á føroyska jørð
g gerast føroyingur komu
yðini frá høvudsskrivstov
ni í heimlandinum, Íslandi
Johan - ger teg tilreidar
at fara undir eina nýggja
uppgåvu. Tú skal til
Moskva til at menna og út
byggja virksemið hjá Eim-
skip. Framúr góðu úrslit tíni
Føroyum, títt treiska lyndi
g tín vinsæla og fryntliga
medferð skulu nú koma
Eimskip til góða aðrastaðni
í verðini
Hetta vóru boðini Johan
Olafsson fekk úr Reykjavík
fyri stuttum - eftir truliga
at hava røkt sítt arbeiði hjá
Eimskip í Føroyum í seks
ár
Hesa tíðina lærdi Johan
at tosa føroyskt, hann lærði
at kenna føroyingar kring
alt landið, og hann lærdi at
vera góður við alt, sum før
oyskt er
Hesa åsannanina fær tu
tá tå hevur tosað vid Johan
í bert fáar minuttir. Hóast
avbjóðingin at fara til
Moskva er stór og spenn
andi, so hevur Johan ilt við
at fjala sínar kenslur fyri
Føroyum og føroyingum
Farvæl og
vælkomin
I sambandi við vaktarskiftið
á Eimskip var almenn mót-
tøka í pakkhúsinum á Eyst-
aru Bryggju í Havn nú um
dagarnar
Eftir at leiðarin fyri út-
lendska virkseminum hjá
Eimskip alment boðaði frá
vaktarskiftinum ynskti Es-
mar Simonsen vegna starvs-
fólið hjá Eimskip í Føroy-
um, Svavari vælkomnum
og Johan farvæl
Hann takkaði Johan fyri
ta góðu tíð við honum við
róðrið hjá Eimskip í Fer-
oyum
-Tú hevur verið okkum
ein dugnaligur og ótróytt-
iligur leiðari. Vit fara at
ynskja, at tær má gangast
eins væl í Moskva og tað
hevur gingið í Føroyum
Esmar ynskir so eisini
Svavari vælkomnan. -Var
Johan føroyingur, so vænta
vit ikki minni av Svavari,
hvers kona um stutta tíð fer
at føda ein føroying, kanska
í Føroyum. Vælkomin vinur
- farvæl vinur segði Esmar
Simonsen undir hátíðar-
haldinum, har umboð vóru
fyri bæði býráð, landsstýrið
og onnur. ;
Eina føroyska rót
Hann viðgongur, at hesi
seks árini í Føroyum hava
broytt nógv í hansara lívi -
ikki tí hann kennir seg
framvegis sum íslending
men tað er líkasum, at hann
hevur fingið eina rót aftrat,
eina føroyska rót
Síðani Johan Olafsson
kom til Føroya hevur hann
bygt Eimskip upp til eina
stóra fyritøku her - og hesa
tíðina er siglingarleidin
hjá hesum íslendska vinnu
livsrisanum løgd um, so
leiðis, at Føroyar eru vornar
ein miðdepil á farleiðunum
hjá Eimskip millum Ísland
og umheimin
Til Føroya í ringastu
krepputíð
Johan kom til Føroya, tå
kreppan byrjaði av álvara
Tað var sjálvandi ikki
hugaligt at skula byggja upp
eina fyritøku í eini niður
gangstíð, men hetta var so
kosturin hjá Johan. Og tá
hann í dag lítur aftur um
bak, so er hann ikki sért
errin av, at spírin, sum tá
varð lagdur, hevur borið so
góðan åvøkstur
At skula fara til Moskva,
nú landið har hevur verið
gjøgnum kreppur og er í
kreppu, minnir ikki so lítið
heldur um ta uppgávu hann
fekk litið upp í hendi í
Føroym fyri meira enn seks
årum sidani. So vid sær til
Moskva hevur hann ein
týdningarmiklan førning
nevniliga trúnna uppá at tað
skal bera til
Johan sigur, at hesi árini í
Føroyum hava verið ómeta-
lig lærurík fyri hann. Og
hvat hevur hann so lært!
Partur av einum
heilum samfelag uppá
og ilt
-Ég eri vorðin meira skandi-
navi. Eg havi líkasum fingið
ein nýggjan hugburð á hes-
um øki. Og so er tað hetta,
at tå í Føroyum er partur av
einum heilum nútímans
samfelag, sum ikki stendur
aftanfyri onnur vælferðar-
samfeløg. Her er nógv
lættari at fylgja við og tú
upplivir hvenn dag eitt heilt
samfelag uppá gott og ilt -
afturímóti at tú í einum
stórri samfelag bert vildi
verið ein lítil brikkur í ein-
um lítlum parti av sam
felagnum. Júst hetta hevur
lært meg nógv og hevur
havt stóran týdning fyri
meg
Johan heldur tað eru bæði
plussir og minussir við tí
føroyska eins væl og við ti
íslendska samfelagnum
Hann viðgongur, at Ísland
hevur verið fyri útlendskum
árini - ikki at tað burturav
er amerikaniserad, sum
onkur vil vera vid - men
heldur, at åvirkanin hevur
verið meira anglosaksisk,
ein blandingur av ameri
konskum og enskum. Hetta
hevur so sanniliga ersim
sínar fyrimunir, eitt nú eru
íslendingar skjótir at taka
við tí nýggja innan handil
og tøkni, og tað hevur so
aftur góða ávirkan á vinnu
lív Ld. Tað tú vinnur frå hesi
ávirkan missir tú so aftur
aðrastaðni, nevniliga vid at
fólk eru minni saman og
koma hverjum ðrum
minni við
Varðveitið tey
menniskjansligu
virdini
Her heldur Johan, at Før
oyar eru eitt frálíkt land at
búgva i, nevniliga tí, at vit
hava dugað at varðveita so
mong av teimum menni-
skjansligu virðunum. Hetta
at kunna vera saman, at hitta
fólk og kunna tosa opið við
tey, hetta at fólk koma
hverjum ødrum meira við,
og at fólk geva sær stundir
til so nógv týðandi ting. Tað
má ikki bara vera forrætn-
ing og arbeiði - ein má duga
at kombinera hetta við rætt
og slætt at liva.
Nettup her heldur Johan,
at Føroyar enn eiga ein dýr-
grip, sum føroyingar eiga at
verja og hjúkla um. Men
hann er eitt sindur óttafullur
um, at vit - um vit ikki
hugsa um tað - kunnu missa
hesar eginleikar av hondum
ella forkoma teimum.
-Eg hugsi t.d. um oljuna.
Nr. 126 — 5. JULI 1997
Ikki tí - eg haldi tit í eimi
meguligari oljuvinnu eiga
stórar møguleikar, sum
kunnu gerast týdningar-
miklir fyri Føroyar. Men tað
er eisini týdningarmikið at
vera á varðhaldi, soleiðis at
henda nýggja vinnan ikki
tekur tykkum av bóli og
fremmandager tykkum í
egnum landi
Johan Olafsson sigur víð-
ari, at tað eru bara føroy
ingar sjálvir, sum kunnu
avgera hetta, tí tað eru vit,
sum seta spælireglarnar og
gera av, hvat skal henda
Brúka vit okkara vit og skil
og alla tíðina hava í huga
num. at tann menniskjans
ligi so týðandi parturin av
samfelagnum skal ikk: fara
fyri skeyti, so ber eisini til
at stýra gongdini til egnan
fyrimun. Men er ein ikki
ómetaliga varin, so kann
ganga tann skeiva vegin
-Tú mást gera av, antin tú
bara vil hava eitt vinnulív
og eitt samfelag, sum virkar
perfekt ella tú eisini vil hava
eitt samfelag. sum leggur
dent á mentanina,. ja
framhaldandi at liva í „The
Land of Mabye“. Tað er
eisini hetta, sum hevur sín
sjarmu, men sum sjálvandi
skal kunna sameinast við
annað. Alt skal eisini vera
við máta og lagast eftir
hverjum ødrum
Johan heldur tað tí vera
so ómetaliga týdningar-
mikið, at føroyingar seta
seg niður og spyrja seg
sjålvar: -Hvat er tað fyri eitt
framtíðar Føroyar vit ynskja
okkum!
Maktjavnvágin kann
broytast til fyrimun
Johan hevur eisini gjørt sær
sínar tankar um Føroyar
sum ein komandi oljutjóð.
Hann heldur - um vit finna
nógva olju - at Føroyar
kunnu koma at hava eina
heilt nýggja stóðu í Norð-
uratlantshavi. Tá verða vit
bráddliga ikki lítlibeiggi
Johan Olafsson hevur í
mong år havt russiskar
trolarar sum granna á
bryggjuni. Nú fær hann so
russar til granna í
Moskva
fyri sunnan ella norðan. Tá
kundi lættliga hent, at hesir
fáu íbúgvar búskaparlig sæð
verða stóribeiggi hjá ødrum
Eg haldi tað er sera spenn
afidi at ímynda sær júst
maktjavnvágina millum
londini her, um Føroyar
finna olju
Hvat heldur Johan so um
føroysku politikararnar og
ónggdina hjá fólki við
politikarar í heila tíkið eftir
kreppuna herfyri!
Það er rætt at havast at
politikarunum, um tú hevur
nakað at hava hetta í. Men
tað er eftir míni hugsan á-
byrgdarleyst bara at leggja
alla skyldina yvir á polit
ikararnar, um tú sjálvur
einki hevur at seta ístaðin
Tí haldi eg tað er ábyrgdin
hjá hverjum einstøkum av
okkum, sum eru ónagd við
hetta og hatta, at vera við
til at betra støðuna og ikki
bara geva ávísum politik
arum skyldina og so venda
bakið til veruleikan
Mugu halda avtalur
-Nú nevndi tú fyrimunir
við Føroyum, hverjar
vansar kanst tú taka fram,
nú tú hevur livað saman
við feroyingum í fleiri år?
-Skal eg velja eitt burtur
úr rúgvuni, so er tað hetta,
at føroyingar oftani hava
ringt vid at halda eina av-
talu. Hevur tå eina avtalu
um, at henda veran ella
tænastan skal vera frammi
tá og tá, so má tað halda
Tú brúkar alt ov nógva tíð í
Føroyum við at skula fylgja
slíkum upp og koma aftur-
um aftur og at bíða.
Annars heldur Johan eis-
ini, at føroyingar kanska
hava lyndi til at trúgva ov
lítið uppá seg sjálvar
-Blívur tú við at mis-
trúgva tær og tínum og
——""ði N