Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 215 - 12. november 2003 Nr. 215 - 12. november 2003 3 Burtur við Rumsfeld 26 demokratiskir limir í amerikanska Umboðsmanna- tinginum vilja hava á George W. Bush, forseta at sleppa sær av við verjumálaráðharran, Donald Rumsfeld. Áheitanin stendur í einum uppskoti til samtyktar, sum teir misnøgdu demokratarnir hava lagt fyri Umboðs- mannatingið. Teir 26 demokratarnir siga, at nógvir kongresslimir taka undir við teimum, men at teir vilja ikki siga sína hugsan alment. Demokratarnir halda, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri amerikonsku hermenninar í Irak og amerikanskan uttanríkispolitikk, fer Rumsfeld frá. Víst verður á, at verjumálaráðharrin villleiddi am- erikanska fólkið, tá hann undan krígnum í Irak gjørdi sínar metingar av viðurskiftunum í landinum, og at kríggið var illa fyrireikað. Tað er tó lítið, sum bendir á, at uppskotið hjá teimum 26 demokratisku tinglimunum verður samtykt í Kongr- essini, tí republikanararnir hava meiriliuta. Norðmenn flyta til býirnar Tøl hjá norsku hagstovuni vísa, at norðmenn trívast best í býarsamfeløgum. Í hvussu er búgva 80 prosent av norska fólkinum nú í býunum. Hagtølini vísa, at næstan triðingurin av norska fólkin- um býr í ella nærhendis býunum Oslo, Bergen, Stavang- er og Tróndheimi.Tað seinasta árið eru 17.000 fólk flutt til teir fýra býirnar, og tað svarar til næstan helmingin av vøkstrinum í norska fólkatalinum hetta árið. Tølini vísa, at tann 1. januar í ár búðu 1.320.000 fólk í Oslo, Bergen Stavanger og Tróndheimi, og hetta eru eisini teir einastu býirnir við meiri enn 100.000 íbúgvum. Í Finnmørkini gongur tað tann øvugta vegin, vísa hagtølini, tí har minka býirnir. Samstundis sæst, at tað eru tær minstu bygdirnar, sum veksa mest. Í bygdum, sum hava millum 200 og 500 fólk, er fólkatalið vaksið 3,3 prosent tað seinasta árið, og hetta er galdandi fyri alt landið. ES stuðlar brúgvagerð ES-nevndin kunngjørdi í gjár, at hon er til reiðar at veita stuðul til ætlanina at byggja eina brúgv millum Týskland og Danmark. Tann sonevnda Femarn-brúgvin hevur verið umrødd í fleiri ár, men donsku og týsku myndugleikarnir hava ikki verið heilt samdir um, hvussu stóran týdning hetta sambandið hevur. Nú sigur ES-nevndin, at hon metir sambandið sum eitt av teimum týdningarmestu,og at verkætlanin er millum tær trettan samferðsluverkætl- aninar, sum ES er til reiðar at stuðla. Sambært danska útvarpinum er ES til reiðar at lata 30 prosent av út- reiðslunum sum stuðul. ES sigur, at fast samband millum Danmark og týsku oynna Femarn fer at fáa stóran týdning fyri vinnulívið báðu megin sundið. Harafturat fer brúgvin at gera tað møguligt at skipa fyri beinleiðis toksambandi ímillum Keypmannahavn og Hannover. Nazi-útvarp fær ikki stuðul Danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, hevur gjørt av, at tann nazistiska útvarpsstøðin Oasen skal ikki fáa almennan stuðul longur. Eins og aðrar útvarpsstøðir hevur Oasen fingið stuð- ul frá tí almenna. Í ár hevur støðin fingið 78.000 krónur til at gera sendingar fyri, og hon hevur fingið tilsøgn um sama stuðul næsta ár. Síðani Oasen fór atsenda fyri seks árum síðani, hevur hon fingið 400.000 krónur í al- mennum stuðuli. Men eftir einum lógaruppskoti, sum mentamálaráð- harrin legði fram í gjár, fær Oasen neyvan eina krónu afturat úr ríkiskassanum. Higartil hevur støðin fingið stuðulin sendandi, men í framtíðini skal hon søkja um at fáa stuðul, og soleiðis sum reglurnar í lógaruppskot- inum eru orðaðar, er lítið, sum bendir á, at Oasen fær stuðul aftur. Eitt nú verður tað eitt krav, at støðin skal hava eina lutfalsliga stóra lurtarafjøld, og ta treytina megnar Oasen ikki at uppfylla. UTTAN ÚR HEIMI Amerikanski hermað- urin Jessica Lynch, sum gjørdist kend um allan heimin, tá hon bleiv tikin fangi í Irak og seinni fríað, hevur nú skrivað eina bók um tað, sum hendi henni. IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Í bókini skrivar Jessica Lynch, at hon varð neyðtik- in, meðan hon var fangi hjá irakskum hermonnum, men tað avsanna irakar. Beint eftir at hon varð tikin, bleiv Jessica Lynch flutt á eitt irakskt sjúkrahús, tí hon varð særd. Jamal al-Saeidi, lækni, sum kannaði hana á sjúkrahúsinum, sigur við Reuters, at tað er ikki satt, tá Jessica Lynch sigur, at hon varð neyðtikin. Hon var í øllum klæðun- um. Tey vóru heil, og at tað vóru eingi tekin til, at nakar hevði gjørt seg inn á hana, sigur Jamal al-Saeidi. Amerikanska herleiðslan gjørdi nógv burturúr, tá ein servand deild fór inn á sjúkrahúsið eftir Jessicu Lynch, men seinni varð av- dúkað, at tilburðurin var als ikki soleiðis, sum amerik- anararnir søgdu. Millum annað kom fram, at tað var ein av teimum ir- aksku læknunum, sum hevði boðað amrikonsku hermonnunum frá, at Jess- ica Lynch var á sjúkrahús- inum. Amerikanararnir vildu vera við, at hon varð fríað aftan á ein harðan skotbardaga inni á sjúkra- húsinum, men tað hava ir- aksku læknarnir avsannað. Teir hava tvørturímóti sagt, at eingir irakskir hermenn vóru á sjúkrahúsinum. Tað er størri vandi fyri, at yvirgangs- menn fara at søkja at málum í London enn í New York, stendur í einari nýggjari frá- greiðing. YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Frágreiðingin, sum stovn- urin Central Risk Group hevur gjørt, sigur, at av- gerðin hjá bretsku stjórnini at hjálpa amerikanarunum í krígnum í Irak hevur økt vandan fyri yvirgangi í Bretlandi. – London er vorðin fremsta yvirgangsmálið í Vesturevropa, sigur Jake Stratton, sum er granskari hjá Central Risk Group. Hann sigur, at bretska lut- tøkan í krígnum í Irak hev- ur gjørt, at tann muslimski heimurin metir Bretland sum tann fremsta stuðulin hjá USA. Jake Stratton sigur, at London er eitt sera áhuga- vert yvirgangsmál hjá víð- gongdum muslimskum kreftum. Í frágreiðingini hjá Central Risk Group stendur, at vandin fyri sjálvmorðsatsóknum er serliga stórur. Stovnurin hevur kannað viðurskiftini í teimum ymsu londunum og er komin til ta niðurstøðu, at tey vandamestu londini í heiminum eru Burundi, So- malia, Liberia, Irak, Af- ghanistan, Pakistan og Kol- ombia. Men ein skal heldur ikki kenna seg tryggan í Evropa. Í okkara heim- sparti eru Kosovo, Albania og Bosnia tey vandamestu londini at vera í. Hon varð ikki neyðtikin London er fremsta yvir- gangsmálið í Vesturevropa Jessica Lynch hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum og aðrastaðni, síðani hon kom aftur úr Irak. Her er hon avmyndað á einum hátíðarhaldi í New York mánakvøldið, tá hon varð heiðrað Føroyar og Hetland hava undirskrivað eina samstarvsavtalu á mentanarøkinum. Avtalan fevnir um mentan, list, ítrótt, barna- og ungdóms- arbeiði og gransking. Fyrstu samstarvs- evnini verða eftir øllum at døma ein granskingarráðstevna um Dr. Jákup Jakob- sen og ein kapping í ymiskum ítrótta- greinum í Hetlandi komandi summar Mentanarsamstarv Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í Mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, og umboðið fyri Shetland Islands Coun- cil, Edward Knight, skriv- aðu seinnapartin mána- dagin undir eina sam- starvsavtalu innan mentan millum Føroyar og Het- land. Endamálið við avtal- uni er at menna og styrkja mentanarliga samstarvið sum millum londini bæði. Avtalan er í samráð við tær politisku ætlanirnar í Norðurlandaráðnum um, at norðurlendskt samstarv skal víðkast til eisini at fevna um grannarnar fyri sunnan og vestan. Sam- starvsavtalan millum Het- land og Føroyar er gjørd fyri at skapa gróðrarbotn fyri størri samstarvi innan mentanarøkið sum heild. Mentan, list, ítrótt, barna- og ungdómsarbeiði og gransking eru evnir, sum londini fara at samstarva um í framtíðini. Mentanar- avtalan millum londini bæði er ikki tíðaravmarka, men verður endurskoðað so hvørt. Ítróttur og Dr. Jakobsen Mentamálaráðið og Shet- land Islands Council hava avgjørt, at á hvørjum skulu ávísar verkætlanir raðfest- ast høgt. Í løtuni eru verk- ætlanarevnini ikki komin endaliga upp á pláss. Kortini eru tvey sam- starvsevni, sum longu nú liggja pørtunum nær. Ein granskingarráðstevna í Hetlandi í 2005 um Dr. Jákup Jakobsen og ein fyri- reikandi kapping millum Hetland og Føroyar innan ymiskar ítróttagreinar í 2004. Í 2005 skipa hetlend- ingar fyri Oyggjaleikum, og teir vilja gjarna royna seg ímóti føroyingum longu komandi summar. Hetlendingurin, Brian Smith, ið starvast á Natio- nal Archives í Hetlandi, sigur seg verða ovurfegnan um, at føroyingar og het- lendingar fara at samstarva um granskingarverkætlan- ina um Dr. Jákup Jakobsen. – Dr. Jákup Jakobsen er ótrúliga væl dámdur og nógv virdur í Hetlandi. Virðingin fyri honum er eins stór sum í Føroyum, og samstarvsavtalan millum londini er ein frálíkur møguleiki at vísa honum ta virðing, hann hevur uppi- borið, sigur Brian Smith. Á sumri í 2005 er ætlanin at skipa fyri eini gransk- ingarstevnu um Dr. Jákup Jakobsen. Stevnan verður grundarlag fyri eini vís- indaligari útgávu um Dr. Jákup Jakobsen, sum í mong ár búði í Hetlandi. Ætlanin er, at felags granskingarstevnan millum hetlendingar og føroyingar verður hildin í Leirvík á sumri 2005. Royna umstøðurnar Á sumri 2005 skipa het- lendingar fyri fyrstu ferð fyri Oyggjaleikunum. Í samband við leikirnar eru stórar íløgur gjørdar í ítróttaøki, og sum liður í fyrireikingunum til teir veruliga Oyggaleikirnar í 2005, vilja hetlendingar hava føroyingar at royna umstøðurnar komandi summar. Tað er framvegis ikki av- gjørt, hvørjum ítróttagrein- um kappast verður í. Sølvi Reinert Hansen sigur, at tað verður upp til tey ymisku sersambondini í Føroyum, um tey eru áhugað í, at kappast móti hetlendingum komandi summar. Munagott samstarv Bæði landsstýrismaðurin í Mentamálum, Annita á Fríðriksmørk og umboðið fyri Shetland Council, Ed- ward Knight, eru á einum máli um, at nýggja sam- starvsavtalan fer at gera góðan mun. – Vit hava eina langa søgu við ymiskum sam- størvum, tað verið seg fót- bólt og nú Norrøna, og at vit nú hava eina formliga avtalu, er rættiliga týdning- armikið, sigur Edward Knight. Hann væntar, at innan serliga vinnulív fara lond- ini at fáa eitt umfatandi samstarv. Edward Knight vísir á, at longu nú sam- starva Føroyar og Hetland innan oljuvinnuna, og góður møguleiki er fyrim at londini eisini fara at hava samstarv á fiskivinnuøkin- um. Annita á Fríðriksmørk heldur tað er av stórum týdningi, at føroyingar fara at samtarva við onnur lond, enn vit eru von við, tí tað letur upp nýggjar dyr. – Tað kann tykjast løgið, at henda avtala ikki er komin í hús áður, tí Hetland er eitt upplagt samstarvs- evni, sigur Annita á Fríð- riksmørk. Hon leggur afturat, at samstarvsavtalan er ein liður í ætlaninum hjá føroy- ingum at menna samstarvið við vestnorrønu økini. Mentanarsamstarv millum Føroyar og Hetland Anita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður í Mentamálum, og Edward Knight fyri Shetland Islands Council undirskrivaðu mánadagin eina samstarvsavtalum innan mentan millum Hetland og Føroyar. Endamálið við avtaluni er at menna og styrkja mentanarliga samstarvið millum londini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2 Vitja eisini okkara nýggja handil á www.maersk-air.fo Maersk Air · Handilskjarnin · FO-100 Tórshavn · Tel.: 35 74 74 · Fax: 35 74 75 Prísirnir eru uttan avgreiðslugjald á Dkr. 220,- Til Keypmannahavn . . . . . . . Prísir úr Dkr. 1.695,- Til Billund . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Prísir úr Dkr. 1.733,- Minst til títt Maersk Air Bonuskort