mikudagur 12. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 215 - 12. november 2003
Nr. 215 - 12. november 2003
5
Uttan at gera stórveg-
is háva burturúr sær
sjálvum hevur Sam-
bandsflokkurin
skotið seg langt fram
um hinar flokkarnar.
Tað vísir nýggjasta
veljarakanningin.
Fólk vilja heldur hava
stabilitet og siðilig-
heit enn buldur og
brak. Í dystinum um
veljaran mugu Fólka-
flokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin lúta.
Javnaðarflokkurin
stendur í stað, hóast
hann ofta reiggjar
svørið
GREINING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin
er
framvegis størsti flokkur í
Føroyum. Ein veljarakann-
ing sum Gallup hevur gjørt
fyri Dimmalætting og SVF,
vísir greitt, at sitandi sam-
gongu missir størri og
størri undirtøku millum
veljararnar, meðan and-
støðan gongur fram.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur mist heili 4 prosent stig,
síðan seinasta løgtingsval,
meðan Sambandsflokkurin
hevur tikið eitt risalop, og
nærkast einum triðingi av
samlaða veljaraskaranum í
Føroyum.
Tað er eisini hugvekj-
andi, at Miðflokkurin, sum
vanliga klárar seg illa í
veljarakanningunum,
stendur til at fáa tveir mans
inn á ting, um val hevði
verið í morgin
Heili 10 tingmenn
Føroya elsti flokkur, Sam-
bandsflokkurin, hevði sam-
bært veljarakanningini heili
10 tinglimir, um val var í
morgin.
Seinast,
nakar
flokkur fekk so stóra undir-
tøku til eitt løgtingsval, var
í 1990, tá Javnaðarflokk-
urin hevði metval, og fekk
10 umboð í løgtingið.
Lisbeth L. Petersen sigur
í viðtalu við Dimmalætting
í dag, at orsøkin til góða
úrslitið er, at veljararnir
trúgva á stevnuskránna hjá
Sambandsflokkinum.
Hvussu er og ikki, so er
tað ein sannroynd, at størsti
andstøðuflokkurin hevur
hildið seg í bakgrundini
hetta valskeiðið. Flokkurin
hevur latið samgonguna
stríðast í friði og náðum.
Sammetir tú leiklutin hjá
andstøðuflokkunum báð-
um, Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin, so er tað
Javnaðarflokkurin, ið hevur
leikað meira í.
Meðan Javnaðarflokkur-
in seinastu mánaðarnir
hevur verið í opnum stríði
við
serliga Tjóðveldis-
flokkin, hevur Sambands-
flokkurin verið meira ein
afturhaldin andstøðuflokk-
ur, og tað hevur eftir øllum
at døma givið úrslit.
Lisbeth L. Petersen, at
flokkurin leggur minni í
profiliering av persónum
og einstøk rokmál. Henda
støða lýsir væl Sambands-
flokkin 2003. Flokkurin
hevur ikki verið í and-
glettinum í nøkrum av rok-
málunum hetta valskeiðið,
sum aðrar flokkar hava
verið.
Tað er heldur ikki nakað
dulsmál, at flokkurin ikki
hevur ein so eyðsýndan
floksleiðara
sum
hinir
flokkarnir. Sammett við
hinar floksleiðararnar, so
skerst
ikki
burtur,
at
Lisbeth L. Petersen hevur
minni gjøgnumslagskraft,
men hvussu vendur og ikki,
so vísa úrslitini, at flokk-
urin er á rættari kós.
Nýggj andlit
Seinasta løgtingsval vórðu
fleiri nýggir tinglimir fyri
Sambandsflokkin valdir á
ting, og nýggi tinglimirnir
hava givið flokkinum sterk-
ari bein at ganga á. Nýggju
tinglimirnir leggja størri
dent á sosialpolitisku síð-
uni hjá flokkinum, enn
ríkisrættarligu støðuna.
Gjøgnum stóran part av
nítiárunum var tað serliga
ríkisrættarliga støðan hjá
flokkinum, ið var í hásæti,
meðan borgarligi politikk-
urin var í bakgrundini.
Nýggju andlitini, Johan
Dahl, Kaj Leo Johannesen
og Bárður Nielsen tykjast
hava størri tokka til borgar-
liga politikkin hjá flokkin-
um, enn ríkisrættarligu
støðuna og tað styrkir um
veljaragrundarlagið
Góða úrslitið hjá Sam-
bandsflokkinum skal helst
síggjast í ljósinum av, at
flokkurin hevur hildið burt-
ur frá teimum stóru rok-
málunum, bæði innanhýsis
í samgonguni, og millum
serliga Tjóðveldisflokkin
og Javnaðarflokkinum, sum
eftir øllum at døma hevur
gjørt størri skað enn gagn
hjá hinum flokkunum.
Ivamálið um sjálvstýris-
sleistin hjá samgonguni
kemur eisini avgjørt Sam-
bandsflokkinum til góðar, tí
flokkurin tykist verða tað
einasta greiða alternativið
til samgonguna. Javnaðar-
flokkurin hevur søguliga
sæð bæði rúmað sjálv-
stýrisfólk og sambandsfólk,
og tí er støðan hjá flokk-
inum vanliga heldur ógreið
í sjálvsstýrisspurninginum.
Helst hava fólk trupult við
at skilja, hvat Javnaðar-
flokkurin vil, tí hann brád-
liga sigur seg liggja fremst í
sjálvstýrisstríðnum.
Aftur á gamlar gøtur
Samfelagsfrøðingurin,
Jóannes
Hansen,
vísti
mánakvøldið í Degi og
Viku á, at nakað bendir á, at
Tjóðveldisflokkurin er á
veg aftur á gamlar gøtur.
Søguliga sæð plagar flokk-
urin at liggja á einum fimt-
ingi av samlaða atkvøðu-
talinum.
Á løgtingsvalinum í 1998
hevði Tjóðveldisflokkurin
metval, og legði seg undir
liðina á hinum stóru flokk-
unum við góðum 25 %.
Síðan hevur gingið javnt
niður at bakka hjá flokkin-
um, og sambært veljara-
kanningini hjá Dimma-
lætting og Gallup fær
flokkurin bert 19,9 % av
atkvøðunum, um val var í
morgin
Tað er ein sannroynd, at
sjálvstýrismálið koyrir við
einum lægri blussi, enn tað
hevur gjørt. Tað hevur havt
við sær, at høvuðsmálið, ið
helt Fólkaflokkin og Tjóð-
veldisflokkin saman, er
farið nakað í bakgrundina
sammett við seinasta sam-
gonguskeið.
Hetta hevur havt við sær,
at onnur mál eru farin at
seta politisku dagskránna,
har hugsjónarligu mótsetn-
ingarnir hjá Fólkaflokkin-
um og Tjóðveldisflokkin-
um rættiliga koma fram í
ljósið. Fleiri dømi eru hetta
valskeiðið um rokmál í
samgonguni, har serliga
samgongulimir
í Tjóð-
veldisflokkinum og Fólka-
flokkinum hava verið í
opnum stríði í fjølmiðlun-
um.
Hóast báðir flokkarnir
hava sagt alment, at innan-
hýsis stríðsmál skulu við-
gerast innanhýsis í sam-
gonguni, og ikki í fjøl-
miðlunum, so tykist stríðið
millum Tjóðveldisflokkin
og Fólkaflokkin halda fram
Afturvendandi stríðsmál-
ini millum samgongulimir
skapa neyvan nakað álit til
veljaran, og tað kann tí
tykjast sum um, at sam-
gongan verður revsað fyri
vantandi
samgongustev
hetta valskeiðið.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum, Høgni Hoydal,
sigur við Dimmalætting, at
tað er bráðneyðugt, at Tjóð-
veldisflokkurin fær nøkur
praktisk úrslit á borðið.
Hann sipar til, at tað verður
avgerandi fyri Tjóðveldis-
flokkin, hvussu yvirtøku-
lógin fer at eydnast. Tað
tykist rættiliga avgerandi
fyri samgonguflokkarnir, at
yvirtøkulógin fer at eydn-
ast, tí annars bendir nógv á,
at fullveldisætlanin hjá
sitandi samgongu kollsiglir.
Hjá Tjóðveldisflokkinum
tykist ringast standa til, tí
flokkurin kann væl full-
komiliga enda uttanfyri
ávirkan eftir komandi løg-
tingsval, um flokkurin ikki
fær víst meir enn hann kann
í dag á sjálvsstýrisleið.
Hin
stóri
samgongu-
flokkurin, Fólkaflokkurin,
gongur eisini aftur. Hann
fær bert seks tinglimir, um
val var í morgin. Kortini
tykist Fólkaflokkurin hava
eitt eyka kort í hondini, um
sitandi
samgonga
ikki
megnar at halda fram. Ein
møgulig samgonga millum
borgarligu flokkarnar tykist
ikki verða heilt veruleika-
fjar. Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin borga báðir
fyri borgarligum politikki,
og ein semja um ríkis-
rættarliga spurningin nýtist
ikki verða heilt ógjørlig, tá
ein veit um, at innanhýsis í
Fólkaflokkurin eru bæði
sambands- og sjálvstýris-
sinnað.
Fullveldissamgongan
13 tinglimir
Tað er rættiliga hugvekj-
andi, at gamla fullveldis-
samgongan frá 1998 í
veljarakanningini bert fær
13 tinglimir. Sjálvstýris-
flokkurin missir sína um-
boðan í Løgtinginum, með-
an bæði Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin missa
ein tingmann.
Fullveldissamgongan við
Sjálvstýrisflokkinum,
Fólkaflokkinum og Tjóð-
veldisflokkinum fær sostatt
bert 13 tinglimir av teimum
32. Vantandi undirtøkan
fyri fullveldissamgonguni
má sigast at verða eitt
veruligt
tekin
um,
at
undirtøkan fyri sjálvsstýris-
leistinum hjá samgongu-
flokkunum minkar í hvørj-
um
Miðflokkurin
gongur fram
Einasti samgonguflokkur,
ið gongur fram í veljara-
kanningini, er Miðflokk-
urin. Hóast Bill Justinussen
ikki heilt vil taka undir við,
at fosturtøkuspurningurin
hevur verið við til at geva
Miðflokkinum
vind
í
seglini, so er tað uttan iva
ein av høvuðsorsøkunum.
Miðflokkurin hevur mið-
víst hetta valskeiðið verið
út um seg við greiðum
sjónarmiðjum um etisk
mál, og tykist hava givið
flokkinum størri undirtøku
millum føroyska veljaran.
Fosturtøka, samkynd, rús-
drekka og pornografi eru
øll evni, sum Miðflokkurin
hevur verið í miðdepilinum
við farna árið.
Etisk mál hava flestu fólk
eina støðu til, og hóast júst
tey evnini ikki vanliga eru
ein týðandi partur av
politiska
kjakinum
í
Føroyum, so er tað ein
sannroynd, at etisku málini
hava fingið størri rúmd í
politiska kjakinum, enn tey
hava gjørt leingi.
Miðflokkurin ger sær
dælt av, at flokkurin fyri
fyrstu ferð er í samgongu,
og harvið fær ein gyltan
møguleika at føra sína
grundsjónarmið fram. Tað
kann ikki takast frá flokk-
inum, at hann hevur megn-
að sína uppgávu til fulnar,
tíhann gongur nógv fram.
Stóra undirtøkan fyri
flokkinum er áhugaverd, tí
Miðflokkurin stendur seg
vanliga illa í veljarakann-
ingum, og tí kennist tað
óivað rættiliga fjálgt hjá
miðflokkafólki í hesum
døgum.
Stilla eksplosjónin
- Eg haldi, at sitandi
bygdaráð hevur gjørt
nokso fitt fyri at bøta
um umstøðurnar í
Svínáum, men eg
ásanni, at neyðugt er
at gera nakað við eitt
nú ljósini í bygdini,
sigur Tordur Niclasen
SVÍNÁIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tordur Niclasen, bygda-
ráðsformaður á Eiði, er
samdur við Dan Kruse
Thomsen í Svínáum, um, at
gamla bygdin er alt og
myrk, og at neyðugt er at
seta fleiri ljós upp við
bygdarvegin.
Ljós og ferðsla
- Ljósini við vegin eru ikki
nøktandi, og bygdaráðið fer
at fremja neyðugu ábøturn-
ar.
Tordur sigur seg fegnast
um, at borgarar gera vart
við viðurskifti, sum ikki
eru nøktandi.
- Eg dugi ikki at siga, um
vegaforðingar verða gjørd-
ar á bygdarvegnum, tí eing-
in avgerð er tikin um tað í
bygdaráðnum. Men persón-
liga haldi eg, at hetta er ein-
asta loysnin, um ferðin eftir
vegnum er ov nógv. Tað
vísa eisini kanningar, sum
gjørdar eru.
Spurdur, hvussu verður
við vegnum omaná lend-
ingina, har eingi gøtuljós
eru, sigur Tordur, at hetta
dugir hann ikki at meta um
í løtuni.
- Men bygdaráðið fer at
gera tær ábøtur, sum mettar
eru at verða neyðugar.
Ymiskt er gjørt
Bygdaráðsformaðurin
í
Eiðis kommunu sigur, at
sitandi bygdaráð hevur
gjørt ymiskt, sum hevur
verið til bata fyri Svínáir.
- Vit hava fingið kloakk-
viðurskiftini í rættlag, fing-
ið í lag støðuga vatnrenn-
ing, og vit hava eisini sett
upp eitt tiltrongt busskýli.
Tordur Niclasen sigur, at
nógv grundøkir eru til sølu
í Svínáum, og hesi liggja
um 50.000 krónur hvørt.
- Eg vil siga, at vit hava
gjørt nokso fitt til tess at
bøta um viðurskiftini í
bygdini, men eg ásanni, at
enn liggur ymiskt á láni,
sum krevur ábøtur, sigur
hann at enda.
Dan Kruse Thomsen,
sum er ættaður av
Eiði, men býr í
Svínáum, heitir á
Eiðis kommunu um
at bøta um ferðslu-
viðurskiftini og
gøtuljósini í Svínáum.
- Tað eru nógvir bil-
ar, sum koyra alt ov
skjótt gjøgnum bygd-
ina. Eftir bygdar-
vegnum eru bert seks
gøtuljós, og tað er
bæði ótrygt og vanda-
mikið hjá fólki at
ganga úti, tá ið tað er
vorðið myrkt, sigur
hann
FERÐSLUTRYGD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Dan Kruse Thomsen heldur
ikki, at allir borgarar í Eiðis
kommunu, sum eisini fevn-
ir um Ljósáir og Svínáir,
fáa somu sømdir.
- Eg hugsi serliga um
ferðsluviðurskiftini í Svín-
áum, sum eru út av lagi
vánalig. Dagliga koyra bil-
ar við alt ov nógvari ferð
gjøgnum bygdina - og
sjálvur eri eg næstan vorðin
yvirkoyrdur av skilaleysari
koyring á bygdarvegnum.
Myrkasta bygd
Dan fýlist eisini at gøtuljós-
unum í Svínáum, sum hann
heldur vera alt og fá.
- Eg haldi, at Svínáir er
myrkasta bygd í Føroyum.
Eftir bygdarvegnum eru
bert seks gøtuljós, og oman
til kaiøkið eru eingi ljós.
Hann sigur, at tað er bæði
ótrygt og vandamikið at
ganga úti um kvøldarnar, tí
vegurin er so illa upplýstur.
- Her í Svínáum hevur
rætt og slætt einki verið
gjørt í nógv ár. Skulu fólk
trívast og støðast í bygdini -
og skal nøkur menning
verða, noyðist Eiðis bygda-
ráð at geva okkum somu
sømdir, sum fólk í komm-
ununi annars.
Dan heldur, at ein gongd
leið fram ímóti líkinda við-
urskiftum hevði verið at
fingið fleiri gøtuljós fram
við
bygdarvegnum
og
oman til kaiøkið.
- Vit eiga eisini at fáa
vegaforðingar á bygdarveg-
in og fleiri gøtuljós. Aftrat
hesum eiga skelti, sum vísa
loyvdu hámarksferðina, at
verða sett upp.
Vandamikið
Eiðismaðurin, sum býr í
Svínáum, sigur, at tað er
væl meira tung ferðsla eftir
bygdarvegnum, enn fólk
hugsa sær, og her er talan
um bæði trailarar og lastbil-
ar.
Spurdur, um onkur koyrir
eftir bygdarvegnum heldur
enn landsvegnum oman-
fyri, tí tað kann tykjast
stuttligari at koyra eftir tí
smala vegnum, sigur Dan:
- Ja, tað er nokk ikki frítt,
at ung fólk stundum hava
hug at stuttleika sær á
bygdarvegnum.
Hann sigur, at tað var eini
slíkari hending, hann var
úti fyri seint í summar.
- Eg stóð á vegkantinum
við garðin hjá grannanum,
tá ið tveir bilar komu kapp-
koyrandi suður gjøgnum
bygdina.
Dan sigur, at hann kendi
ikki bilarnar, men tað rest-
aði ikki nógv í, at hann kom
rættiliga illa fyri, tá ið ungu
bilførararnir fuku fram við.
Hann sigur, at nýggi
býlingurin norðast í bygd-
ini hevur gøtulós, men á
leiðini suður til gamla
býlingin standa tvey hús.
- Eg haldi, at Eiðis
bygdaráð eigur at taka seg
um reiggj og gera nakað
her suðuri, sigur Dan Kruse
Thomsen.
- Vit eru fyri vanbýti
í Eiðis kommunu
Ljósini í Svínáum krevja ábøtur
- Eg dugi ikki at siga, um
vegaforðingar verða gjørdar á
bygdarvegnum,
tí
eingin
avgerð er tikin um tað. Men
persónliga haldi eg, at hetta er
einasta loysnin, um ferðin
eftir vegnum er ov nógv, sigur
Tordur Niclasen
- Vit eiga at fáa
vegaforðingar á bygdavegin
og fleiri gøtuljós. Aftrat
hesum eiga skelti, sum vísa
loyvdu hámarksferðina, at
verða sett upp, sigur Dan
Kruse Thomsen, sum býr í
Svínáum
Mynd:
Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
5
4