mikudagur 12. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 215 - 12. november 2003
Nr. 215 - 12. november 2003
7
Føroyingar hugsa ikki
bara um tað, sum
hevur stert. Størsta
frambrotinum í
føroyskum vinnulívi í
ár, stóð ein
teldufyritøka fyri
ÁRSINS ÁTAK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ofta verður sagt, at føroy-
ingar hugsa bara um tað,
sum hevur stert.
Tað passar nokk so væl.
Men tað passar ikki heilt.
Tvørturímóti
var
tað
innan telduheimin, at tað
størsta vinnuliga frambrot-
ið í føroyskum vinnulívi í
ár hendi.
Tað heldur í hvussu so er
Vinnuhúsið.
Fríggjadagin
útnevndi
Vinnuhúsið Vaðhorn Sea-
food á Strondum til at vera
ársins virki.
Men samstundis hevur
vinnuhúsið eisini gjørt av at
heiðra eina aðra fyritøku
fyri at hava staðið fyri árs-
ins átaki í føroyska vinnu-
lívinum.
Og hendan heiðurin fekk
teldufyritøkan Formula. fo í
Havn.
Hesin heiðurin verður
ikki minni av at tað ikki er
á hvørjum ári, at heiðurs-
lønin fyri ársins átak verður
latin.
Hava tikið stór tøk
Vinnuhúsið hevur frá fyrsta
degi boðað frá, at Føroyar
eru so lítlar, at tað verður
ikki á hvørjum ári at hen-
dan virðislønin verður lat-
in.
– Men henda trupulleika
hava vit ikki í ár, sigur
Vinnuhúsið.
Endamálið við ársins
átaki er at heiðra eitt virkið
ella eitt fólk, sum hevur
gjørt eitt serligt átak til
frama fyri vinnulívið.
Hóast nakrar vinnugrein-
ar hava havt tað trupult í ár,
eru tað eisini nógvar aðrar,
ið hava tikið stór tøk.
Nøkur reiðarí hava útveg-
að nýggj fiskiskip, Norrøna
er komin til landið og privat
felag hevur sett rættiliga
gongd á at vinna orku
burturúr vindi.
– Vit hava leingi tosað
um alternativar vinnur. Út-
flutning, sum ikki hevur
stert. Men higartil vísa út-
flutningstølini, at enn hevur
tað mest verið talan um tos.
Kortini metir dómsnevndin
hjá Vinnuhúsinum, at tað
størsta nýskapandi fram-
brotið í føroyskum vinnu-
lívi í farna árið, hendi í KT
vinnuni.
Hetta hendi, tá ið For-
mula.fo fekk í lag sam-
starvsavtalu við altjóða
risafyritøkuna Siemens um
at marknaðarføra og selja
eitt serligt forrit, sum før-
oyska telduvirkið hevur
ment .
Trýr uppá føroysku
fyritøkuna
Talan er um forritið »Total
View«, sum hevur til enda-
máls at gera alt telefon-
samskiftið hjá einum virki
við viðskiftafólki nógv
effektivari.
Og hendan skipanin er so
góð, at enntá Siemens hev-
ur fingið áhuga fyri hana
og hevur bjóða sær til at
selja og marknaðarføra
hana fyri Formula.
– At Formula sleppur inn
á sølunetið hjá Siemens,
ger, at Formula kann brúka
orkuna uppá at støðugt at
menna forritið, sum er
teirra styrki, samstundis
sum Siemens tekur sær av
marknaðarføringini,
við
teimum royndum, tey hava.
Dómsnevndin hjá vinnu-
húsinum sigur, at tað sum
er serstakt í hesum máli, er,
at innan telefonsamskifti,
er tað bara »Total View«,
sum hevur hesa støðu hjá
Siemens.
Og dómsnevndin heldur,
at hetta er eitt avrik, sum er
vert at heiðra sum Ársins
Átak.
– Fyri føroyskan KT
útflutning, kann avtalan við
Simens gerast ein varði,
sigur dómsnevndin hjá
Vinnuhúsinum.
– Vit hava sett okkum
høg mál og tí ert tað
neyðugt hjá okkum at
líta út í heim, sigur
Torkil Holm Petersen,
stjóri á Formula í
Havn
ÁRSINS ÁTAK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á føroyska telduvirkinum,
Formula, hava tey sett sær
høg mál.
Men fyri at røkka málum,
hava tey eisini verið til
reiðar at vága nakað.
Úrslitið av hesum fekk
Formula fyrr í ár, tá ið tey
sluppu inn í hitan hjá
størstu fyritøku í Evropa,
sum er týska fyritøkan, Sie-
mens, ið hevur starvsfólk í
hundraðtúsundatali í nógv-
um londum.
Fríggjadagin fekk For-
mula eina viðurkenning
afturat, tá ið ein dómsnevnd
undir Vinnuhúsinum gjørdi
av, at velja samstarvsavtal-
una ímillum Formula og
Siemens til ársins átak í
føroyskum vinnulívi í ár.
Formula Fo, sum hevur
stívliga 20 ár á baki, er
størsta telduvirki í Føroy-
um. Tað arbeiða 62 fólk í
fyritøkuni, sum seldi fyri
88 milliónir í fjør.
Hava stór mál
– Sum størsta fyritøka í
landinum á hesum øki, eiga
vit at ganga á odda og at
vísa á nýggjar leiðir, sigur
Torkil Holm Petersen, stjóri
í Formula.
Hann dylir ikki fyri, at
tey á Formula hava sett sær
høg mál.
– Og hóast føroyski
marknaðurin als ikki skal
undirmetast, verður tað
neyðugt hjá okkum at royna
at fáa vørur okkara út í
heim, tí tað skerst ikki burt-
ur, at føroyski marknaðurin
er ikki so stórur.
– Hin møguleikin er at
seta sær lægri mál, men tað
hava vit ikki hug til.
Torkil Holm Petersen
sigur, at tað er dýrt at seta
sær høg mál.
Men eitt úrslit av hesum
er forritið »Total View«,
sum Formula hevur ment
og sum stóra fyritøkan, Sie-
mens, nú skal selja fyri tey,
eins og vit hava greitt frá í
aðrari grein í blaðnum.
Hann
vil
ikki
siga,
hvussu nógv tað hevur
kostað at ment forritið
»Total View«, men hann
sigur, at tað hevur kostað
eina tveysiffraða millióna-
upphædd og at tað hevur
tikið teimum seks ár.
– Skulu vit framvegis
hava so høg mál, sum vit
vilja hava, verður tað so-
statt neyðugt at líta út í
heim.
Í hesum førum hevði Sie-
mens ment ein nýggjan
telefonvekslara, men teir
høvdu onki forrit til hann
og tað endaði so við, at Sie-
mens fekk so stóran áhuga
fyri okkara forriti, at tey
vilja selja tað fyri okkum,
sigur Torkil Holm Petersen.
Útlitini góð
Hinvegin verður forritið
»Total View« eisini selt í
Føroyum.
Og Torkil Holm Petersen
er ikki minst fegin um
søluna á heimamarknaðin-
um.
– Tað ger tað møguligt
hjá okkum at menna forrit-
ið hjá góðum og krevjandi
samstarvsfeløgum í nær-
umhvørvinum.
Hann nevnir eitt nú, at
Mentamálaráðið
brúkar
skipanina og tað eru teir
avbera fegnir um, tí tað
hevur gjørt, at tað ber til at
menna forritið, so at tað er
heilt liðugt, áðrenn tað fer
út í heim.
– At vit hava fingið eina
fyritøku sum Siemens at
selja forritið, er eisini ein
fortreyt fyri at tað skal
eydnast, tí hon er stór og
sterk og marknaðarføringin
er so dýr, at tað er næstan
vónleyst hjá eini fyritøku
sum okkara.
Men tað hevur eisini tann
fyrimun, at so kann For-
mula brúka alla orku uppá
at menna forritið alla tíð-
ina.
– Endamálið er at byggja
forritið úr og at koma við
nýggjum útgávum javnan,
so at tey, sum brúka tað, fáa
størri og størri gleði av tí
alla tíðina.
– Men at vit eisini fáa selt
tað uttanlands, hevur so eis-
ini tað við sær, at tað ber til
at selja tað í Føroyum fyri
sama prís, sum tað verður
selt uttanlands. Og skuldi
tað bara verðið selt í Føroy-
um, hevði tað verðið nógv
dýrari. Tað er ógvuliga dýrt
at menna slík forrit og skal
tað gerast til føroyska
marknaðin
burturavav,
hevði prísurin verðið lut-
falsliga høgur fyri at vinna
útreiðslurnar innaftur, tí at
føroyski marknaðurin ikki
so stórur.
Stjórin á Formula sigur,
at enn verður »Total View«
selt í Danmark, Noregi og í
Svøríki. Seinni verður tað
eisini selt í øðrum londum.
Og fyribils er hann væl
nøgdur við úrslitið, tí hóast
forritið kom á marknaðin
fyrr í ár, hevur undirtøkan
verið góð. Kortini heldur
hann, at tað gongur eitt ár,
áðrenn tað ber til at siga,
hvussu úrslitið verður. Men
útlitini eru góð.
Total View er ikki einasta
forrit, sum Formula selur
uttanlands. Torkil Holm
Petersen nevnir eitt nú, at
eitt annað forrit hjá For-
mula, sum eitur Patsec, og
sum er til sjúkrahús, verður
eisini nokk so nógv selt og
í Danmark eru tað nú eini
45% av sjúkrahúsunum,
sum brúka tað.
Kann gerast ein varði
í føroyskum vinnulívi
Føroyska teldufritøkan Formula hevur sett sær høg mál og tí er
tað neyðugt hjá okkum at líta út í heim, sigur Torkil Holm
Petersen, stjóri á Formula fo. Her er hann í Norðurlandahúsin-
um fríggjadagin, tá ið fyritøka hansara vann heiðurin av at
standa fyri ársins átaki hjá føroyskum vinnulívi í ár
Stutt um
»Total view«
Forritið hjá Formula, sum hevur fingið heitið »Total
View« og sum Siemens hevur átikið sær at selja, er
eitt forritt, sum kollveltir telefonsamskiftið ímillum
eina fyritøku og viðskiftafólkini hjá fyritøkuni.
Í stuttum er hetta gjørt við at tann sum tekur tele-
fonina sær á telduni, hvør tað er sum ringir.
Á telduskerminum sæst millum annnað eisini, hvør
í fyritøkuni síðst hevur tosað við hetta fólkið og um
tað starvsfólkið, tað vil hava fatur á, er í húsinum, um
tað er bundið, ella um tað situr á fundi.
Møguleiki er eisini at víðaristilla telefonina til far-
telefonina hjá starvsfólkinum. Og skal boð leggjast til
starvsfólkið, tí tað ikki er at hitta júst tá, ger teldan av
sær sjálvum ein teldupost kláran til starvsfólkið um at
ringja til hetta fólkið, ið hevur ringt.
Úrslitið av skipanini er betri arbeiðsumhvørvið,
betri tænasta til viðskiftafólkini, lægri kostnaður og
størri smidleiki.
Hava satsað nógv fyri at sleppa út í heimin
Starvsbólkar forða barnamenning
Fak- og starvsbólkar,
ið fáast við børn, ar-
beiða hvør í sínum
lagi, og tað er størsta
forðingin fyri, at nak-
að munagott verður
gjørt við stóru trup-
ulleikarnar, sum alt
ov nógv børn í Føroy-
um hava. Tað sigur
Finnur Helmsdal,
leiðari á Barnaheim-
inum. Samskipan og
samstarv eru lykla-
orð, skal komast
víðari
PSYKIATRIVIKA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Nógvar føroyskar familjur
virka ikki nóg væl, og tað
eru børnini, sum rinda høga
prísin.
Tað var greiði boðskap-
urin frá Finni Helmsdal,
leiðara á Føroya barna-
heimi, tá hann helt tann
fyrsta fyrilesturin í Psyki-
atrivikuni, sum varð sett í
Útvarpshøllini mánakvøld-
ið. Eini 70 fólk vóru møtt.
Nógv ymisk evni undir
heitinum »Gevið sinninum
gætur« vera tikin upp, og
Finnur Helmsdal legði fyri
við børnunum.
Alt ov nógv
Børnini kunnu ikki bíða
longur,
heldur
Finnur
Helmsdal, og vit hava øll
ábyrgdina.
– Eg havi eingi hagtøl at
vísa á, tí á hesum øki eru
Føroyar eitt menningar-
land. Men út frá egnum
royndum vil eg pástanda, at
alt ov nógvar familjur í
Føroyum virka ov illa. Alt
ov nógv børn í Føroyum
rinda ein sera høgan prís.
Og hóast nógv orka verður
løgd í, so er úrslitið langt
frá nøktandi, sigur Finnur
Helmsdal bersøgin.
Avleiðingin av skeivu
gongdini er, at nógv børn
og ung trívast illa. Tey
mennast seint ella skeivt og
hava ilt við at klára seg.
Summi gerast atferðartrup-
ul og alt ov nógv fáa sálar-
ligar trupulleikar.
Tað vísir seg at vera trup-
ult hjá mongum at stovna
vælvirkandi familjur, sigur
Finnur Helmsdal, og tíðin
er komin at gera nakað
álvarsligt.
Tekin í álvara
Spurningurin er, hví tað er
komið so langt. Hví fáa
børnini ikki hjálp nógv
fyrr, tá talan er um viður-
skifti, sum er teimum til
ampa og beinleiðis kann
gerast lívshættisligt.
– Øgiliga ofta hoyra vit,
at trupulleikin er duldur.
Vit fáa ikki eyga á hann,
fyrr enn ballónin brestur.
Tað ber ofta til at siga,
hvussu tað fer at laga seg
hjá onkrum familjum, men
tað ber ikki altíð til at
síggja trupulleikan. At-
burðurin hjá børnum kann
siga okkum nógv, men ofta
verður einki gjørt, fyrr enn
tað er ov seint, sigur Finnur
Helmsdal.
Tekin skulu takast í
álvara. Tá ið vit tosa um
umsorganarsvík eru nógv
tekin at hyggja eftir. Lik-
amligur ágangurin hevur
ofta sjónlig tekin. Sálarlig-
ur ágangur snýr seg eitt nú
um trýst, misnýtslu hjá for-
eldrum ella harðskap mill-
um foreldur. Kynsligur
ágangur fyrigongur oftast í
tí dulda. Og so er tað
kenslulig vanrøkt.
Hvat er tað vit skulu duga
at síggja? Børn og ung í
vanda kunnu hava trupul-
leikar við rúsdrekka, tey
virða kanska ikki mørk,
nýta harðskap uttan grund
ella megna ikki at verja seg.
– Yvirlivarar klára alt,
men tey flestu vera meira og
minni merkt av umsorgan-
arsvíki. Nógv fáa trupul-
leikar at dragast við, men
tað ber til at fyribyrgja. Fyri-
byrging er ein frasa, eg veit,
men ov lítið verður gjørt fyri
at fyribyrgja. Tað er lívs-
neyðugt, tí fyribyrgja vit
ikki, so er ov seint. Og tað
skal byrja so tíðliga, sum til-
ber, sigur Finnur Helmsdal.
Við botni fyri eyguni
Samskipan og samstarv eru
lyklaorð. Finnur Helmsdal
sigur, at tað ikki er vantandi
orka, sum ger, at trupulleik-
arnir hjá børnum sleppa
ígjøgnum alla skipanina. Tí
ein rúgva av fólkum hava
sum starv burturav av at
fáast við børn.
– Um vit taldu saman,
hvussu nógv eru um børn-
ini, frá tí tey verða fødd til
tey eru vaksin, so høvdu vit
dottið av stólinum. Men
onkursvegna sleppa trupul-
leikarnir ofta gjøgnum.
Jarðamøður, heilsusystrar,
pedagogar, sjúkrasystrar og
lærarar eru óivað øll um-
hugsin og gera eitt gott ar-
beiði. Men tíverri sleppur
trupulleikin ofta ígjøgnum,
uttan at nakar gera nakað
við hann, sigur Finnur
Helmsdal.
Talan er um ein hóp av
fólki og peningurin, ið
brúktur verður, er eisini
nógvur, hóast tað kundi
verið meira av báðum. Men
trupulleikin er, at øll ar-
beiða eftir sínum forskrift-
um við hvør sínum serlig-
um endamáli.
– Her eingin samskipan!
Mangan eru forðingar í
ymisku fakbólkunum. Hvør
fakbólkur hevur sínar visj-
ónir, men tær verða hildnar
innan fyri mark. Tíverri
verður ikki arbeitt út frá,
hvussu barnið hevur tað
aðrastaðni. Fólk ganga við
botni fyri eyguni og hyggja
ikki inn á grannaøkið. Vit
gera øll okkara besta, men
var innsatsurin samskipað-
ur, so gagnaði tað børnun-
um og familjunum nógv
betur, sigur Finnur Helms-
dal.
Tað snýr seg ikki um at
broyta
arbeiðsuppgávur.
Tað er einki galið við dag-
liga arbeiðnum. Men fólk
og starvsbólkar mugu og
skulu lata sína vitan um eitt
barn fara víðari til aðrar
fakbólkar.
Alneyðug fráboðan
Nýggja barnaverndarlógin
kann gerast eitt amboð. Øll
hava longu nú eina fráboð-
anarskyldu, um tey gerast
varug við, at eitt barn er
misrøkt, men í nýggju lóg-
ini, sum er til viðgerðar í
løgtinginum, er hendan frá-
boðanarskyldan útgreinað.
Øll
starvsfólk
hava
skyldu undir navni at boða
frá, um tey vita um við-
urskifti, sum eru ein ampi
hjá barninum. Onnur kunnu
ónavngivin boða frá, men
øll skulu! Talan er um við-
urskifti, har tilveran hjá
barninum er hótt. Nýggja
lógin umrøður eisini kann-
ingarararbeiðið, tíðarfreist-
ir og tvørfakligt samstarv.
Eydnast tað at fáa hetta at
virka, so er nógv vunnið,
heldur Finnur Helmsdal.
– Spurningurin er, hví tað
hevur verið so torført at fáa
fakbólkar at boða øðrum
frá sínari vitan. Tagnar-
skyldan er ein orsøk og kli-
entálit ein onnur. Í triðja
lagi hoyra vit ofta, at tað er
ein vantandi tiltrúgv til, at
nakað hendir. Tagnarskyld-
an skal sjálvandi virðast,
men alt hevur sítt mark, og
er tilveran hjá barninum
hótt, er farið um tað mark-
ið, sigur Finnur Helmsdal.
Vanta barnapsykiatri
Samskipan og samstarv má
fáast at virka, áðrenn frá-
boðanarskyldan virkar. Og
í hesum føri heldur Finnur
Helmsdal tað vera alneyð-
ugt, at vit fara burtur frá at
hava 47 barnaverndir í
Føroyum.
– Tað er eitt stórt minus,
men mín vón er, at tað vera
færri barnaverndir um nøk-
ur ár. Tí tað ber ikki til at
arbeiða við barnavernd í
kommunum, har tað búgva
200 fólk. Alt er samanvavt,
og tí mugu vit hava størri
eindir, sigur Finnur Helms-
dal.
Hann hevur sjálvur eitt
hugskot til, hvussu tað
kann virka betur. Ein felags
sosial deild skal gerast fyri
hvørt størri øki. Øll, sum
onkursvegna eru um børn,
hava skyldu til at boða
sosialu deildini frá. Tað
kunnu
vera
pedagogar,
prestar,
feløg,
lærarar,
jarðamøður, sálarfrøðingar,
familja, grannar og onnur.
Tríggir kanningardeplar
skulu síðan gera tær kann-
ingarnar, sum eru neyðug-
ar, fyri at staðfesta trupul-
leikarnar og hjálpa barnin-
um. Vit hava longu Ser-
námsdepilin og ein familju-
stovn, har kanningar kunnu
gerast. Síðan skal eisini ein
barna- og ungdómspsyki-
atri setast á stovn.
– Tað er alneyðugt, at ein
barna- og ungdómspsyki-
atri fæst at virka í Føroyum,
tí skipanin, vit hava, við
vitjan av barnapsykiatara
tvær ferðir um árið, er langt
frá nøktandi. Í dag koma vit
út fyri, at børn verða lagd á
deild tvey á psykiatisku
deild ella flutt av landinum,
meðan tey vera kannað, og
tað ger bara skaðan størri,
sigur Finnur Helmsdal.
Børnini kunnu ikki bíða longur, sigur Finnur Helmsdal, leiðari á Barnaheiminum, sum helt fyrsta fyrilesturin á Psykiatrivikuni
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
7
6