mikudagur 12. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 215 - 12. november 2003
Nr. 215 - 12. november 2003
9
Leygardagin var
kjakfundur um
apopleksi í
Útvarpshøllini
APOPLEKSI
Torkil V. Rasmussen
Leygardagin var tiltak um
heilasjúkuna Apopleksi í
Útvarpshøllini. Heilt fitt av
fólki var møtt upp, og varð
kanningin av viðurskiftun-
um hjá apopleksiraktum í
Føroyum, sum Heilafelagið
hevur biðið Granskingar-
depilin gjørt, handað al-
menninginum. Kanningin
hevur fingið heitið Gransk-
ingarverkætlanin fyri Økis-
menning, og er tað Dennis
Holm sum var verkætl-
anarleiðari í kanningini.
Tiltakið byrjaði við, at
læknin, sum er leiðari á
medisinsku deild á Lands-
sjúkrahúsinum,
Lars
Storm, greiddi eitt sindur
frá, hvat apopleksi er fyri
nakað.
Apopleksi
Apopleksi er ein heila-
sjúka. Orsøkin til heilasjúk-
una er tann, at ein æðr í
heilanum fær ein tøpp, sum
í flestu førum seinni menn-
ist til eina heilabløðing,
orsaka av at trýstið á
æðrina er somikið stórt, at
hol fæst á. Apopleksi kenna
vit betur sum heilabløðing,
segði Lars Storm.
Ov neilig tøl
Aftaná Lars Storm helt
Dennis Holm verkætlanar-
leiðari ein frágreiðing um
tølini í kanningini. Víst var
m.a. á, at møguleikarnir til
eftirvenjingarumstøður
aftaná eina harða viðgerð
av Apopleksi, ikki eru til
staðar í føroyska samfelag-
num. Tey ið hava verið rakt
av Apopleksi og hava tørv á
antinn endurútbúgvingar-
møguleikum, verkstøðum
ella eftirvenjingarumstøð-
um verða í størstan mun
send til Danmarkar. Ein
annar av mongu trupulleik-
unum í føroyska samfelag-
num, tá ið umræður Apo-
pleksi er, at flestu spurdu
siga seg ikki hava verðið
kunnaði um møguleikarnar
aftaná viðgerðina, greiddi
Dennis Holm frá.
Vardir verkstaðir
Vardir verkstaðir eru tó
nakað, ið føroyska sam-
felagið hevur at bjóða
teimum, ið hava verið rakt
av Apopleksi. Endamálið
við vardum verkstøðum er
at veita tilboð um arbeiði til
teirra, ið ikki hava fullan
arbeiðsførleika.
Í løtuni eru vardir verk-
staðir at finna í Tórshavn,
Klaksvík og í Vági. Um-
framt hetta er møguleiki
fyri at fáa dagtilboð í
Sørvági. Páll á Reyna-
túgvu,
landsstýrismaður
við almannamálum, boðaði
frá at fyrsta sambýlið fyri
tey við serligum tørvi
verður tikið í nýtslu í hesu
vikuni.
Á hvønn hátt ger
sjúkan vart við seg?
Í fyrstu syftu ger sjúkan
vart við seg, at tann rakti
kennir seg móðan, hevur
høvuðpínu
ella
svevur
meiri enn vant. Men sjúkan
kann tó eisini koma heldur
knappliga og púra óvart á
tann rakta.
Fyrstu dagarnar kann
gerast torført at gita, hvat ið
galið er, og gongur tað
heldur seint við at fata tað,
ið er hent síðstu dagarnar.
Lamningur,
ov
spentir
vøddar, broyttur følisansur,
sjónsansur ella ljóðsansur,
sálarligar og intellektuellar
broytingar og kensluligar
fylgjur
eru
vanligastu
sjúkueyðkennini. Vanliga
verða fólk við Apopleksi
innløgd, sigur Lars Storm.
Fíggjarligt trot
Tey ið verða innløgd, verða
í stóran mun løgd út á
medisinsku deild, og eru
tað heldur tey fáu, ið kunnu
nýta gagn av seingjunum,
sum eru á Apopleksideild-
ini úti í Landssjúkrahúsin-
um. Trupulleikin er fíggjar-
ligt trot, ið ikki kann nøkta
tørvin á seingjum á Apo-
pleksideildini.
Samanumtikið var tiltak-
ið sera væleydnað og kunn-
andi. Hugt var eftir menn-
iskjaliga og samfelagsbú-
skaparliga týdninginum av,
at betra um korini fíggjar-
liga og andliga hjá apo-
pleksiraktum fólki í Før-
oyum.
Fíggjartrot størsti trupulleikin
Lars Storm var fyrsti fyrilestrarhaldarin á fundinum leygardagin
Mynd: Jens Kristian Vang
FLØGUÚTGAVA
Starvsnæmingur
Annika S. Biskopstø
Fyri einum árið síðani kom
Poplist 1 út á marknaðin.
Tað var 3-arin í SMS og
plátufelagið Tutl sum góvu
út fløguna. Á úgávuni vóru
kendir føroyskir tónar frá
ymsum tónasmiðjum kring
landið. Fløgan varð væl
umtókt og rakti ein breiðan
aldursbólk. Í ár er enn ein
Poplist fløga komin út á
marknaðin.
Sosialurin hevur havt eitt
prát við Høgna Zacharias-
sen ein av fyriskiparnum
handan Poplist fløgurnar.
- Poplist 2 hevur selt
munandi betri enn fyrra
fløgan. Hetta eru vit sera
fegnir um, tí tað høvdu vit
ikki vænta. Á fløguni hoyra
vit føroyskir sangir, alt
innan gamlar slagarar til
nýmótans tónleik. Fløgan
hevur enn ikki roynt seg í
útheiminum, men nógv
ferðafólk, hava keypt fløg-
una, greiður Høgni frá.
Nógvar úgávur koma eisini
út undan jól. Hetta ger
tíverri, at nakrar fløgur
detta burtur ímillum. Nógv
hava eisini keypt tær fyrstu
jólagávurnar, og 3-arin
merkir væl jólahýrin mill-
um fólk.
Eftur ætlan kemur enn
ein Poplist fløga út kom-
andi ár, við nógvum góðum
tilfarið,
endar
Høgni
Zachariassen.
Poplist 2
TÍðINDASKRIV
frá Norðurlandahúsinum
Leygarkvøldið hin 6.
desember klokkan 19:30
er Teitur í Høllini í
Norðurlandahúsinum.
Hetta er einasta solo-
konsertin sum verður í
Føroyum, nú hann eftir
fimm mánaðir í Norður-
amerika kemur aftur til
Evropa.
Næstu
ferð
Teitur
verður at hoyra í Føroy-
um verður á Listastevnu
Føroya,
sum
verður
hildin í døgunum 6.- 15.
august 2004.
Atgongumerkjasølan
til konsertina leygar-
kvøldið hin 6. desember
er byrja.
Teitur í Føroyum
Nu ber til at uppliva Teit Lassen á palli í Føroyum
C
M
Y
K
9
8