mikudagur 12. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 215 - 12. november 2003
Nr. 215 - 12. november 2003
11
Veljarakanningin hjá SvF og Dimmalætting undirstrikaði
gongdina, sum hevur verið, síðani fullveldissamgongan
vann løgtingsvalið í 1998. Tjóðveldisflokkurin og
Fólkaflokkurin, sum hevur havt og hevur Sjálv-
stýrisflokkin darlandi afturat sær, hava ikki breiða
undirtøku millum veljararnar. Teir taptu løgtingsvalið,
men teir kundu halda fram í samgongu, tí Miðflokkurin
leyp upp í fullveldisleypin afturfyri at fáa ein lands-
stýrissess.
Í øllum veljarakanningunum, sum eru gjørdar síðani valið,
hevur samgongan mist. Veljarakanningar eru ikki val, og
løgmaður og hansara samgongufelagar nýtast ikki at taka
avleiðingarnar av kanningum. Men tað undrar, um ikki
klokkur ringja hjá løgmanni. Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum burturforklárar og sigur, at hann hevði roknað
við einum uppaftur vánaligari úrsliti í kanningini, sam-
stundis sum hann lovar, at nú fara sjálvstýrisavrikini at
koma bóltandi, og tá fer veljarin at fáa eyguni upp fyri,
hvussu væl tað gongur, og harvið fer stuðulin at økjast
aftur.
Soleiðis skal formaðurin í Tjóðveldisflokkinum siga.
Men tølini siga nakað annað. Tey boða frá, sum tað varð
sagt í SvF innslagnum mánakvøldið, at stórtíðin hjá
Tjóðveldisflokkinum er av á hesum sinni. Við heilt fáum
undantøkum hevur hann síðani stovnanina í 1948 havt
undirtøku frá umleið fimta hvørjum veljara, sum eyg-
leiðarin vísti á í SvF, og fyrst í níti árunum var hann longri
niðri enn so. Við bankamálinum og síðani fullveldis-
kastellunum sum lopfjøl eydnaðist tað nýggja formann-
inum at banka flokkin til at vera tann størsta. Nú er
bankamálið gloymt, fullveldismálið er farið í bakgrundina
í øllum samgongu klandrinum, og Tjóðveldisflokkurin
missir støðugt.
Løgmaður er drivin politiskur taktikari, og tað er helst
eingin ivi um, at hann framvegis er nógv best umtókta
løgmansevnið. Sjálvt um samgongan hevur mist og
missir, so hava kanningarnar víst, at løgmaður hevur
breiða undirtøku. Spurningurin er so, um løgmaður vil
brúka undirtøkuna á annan hátt. Veljarin er troyttur av
høsnagarðsfjasinum í samgonguni. Landsstýrismenninir
hjá Tjóðveldisflokkinum leggja uppskot og hugsanir fram,
sum Fólkaflokkurin skjýtur niður, og serliga eru tjóð-
veldismenninir óførir at bremsa tí, sum Fólkaflokkurin
kemur við. Hetta hevur við sær, at tað er politisk tóm-
gongd og naggatódn. Teir eru ósamdir á vinnuøkinum,
sosiala økinum, skúlaøkinum og fyri stuttum sást á
viðgerð í Uttanlandsnevndini, at í verjupolitikkinum er
samgonga millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og
Fólkaflokkin saman við Sjálvstðris klípinum, meðan
Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin, sum Tjóðveldið
hevur givið sera sentralan leiklut, eru í andstøðu.
Veljarin hevur sæð, at tað gongur ongan veg, og løgmaður
átti at tikið stig til at fingið politiska lívið á beint aftur. Tað
kundi hann gjørt við at víðkað samgonguna við
Javnaðarflokkinum. Hann kundi eisini sagt samstarvið við
smáu flokkarnar upp, ella kundi hann skipa aðra breiða
samgongu uttan Tjóðveldisflokkin. Veljarin hevur fleiri
ferðir givið til kennar, at hann heldur hesa samgonguna
vera turrgelda. Tað hevði verið skilagott av løgmanni, sum
ivaleyst er av somu áskoðan, um hann ikki bíðaði til
valskeiðið er liðugt, áðrenn hann tók stig til umskipingar.
Meiri enn tvey ára politiska tómgongd afturat hevur
føroyska samfelagið snøgt sagt ikki ráð til.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tað eru ikki ráð til longri
politiska tómgongd
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Leila á Lofti
Ikki valdaði friðurin leingi í
barnsburðargrunninum.
Harmiligt, sera harmiligt,
at tað, sum ikki einaferð,
verður borðreitt við eini
ætlan, ið ger støðuna verri
hjá løntakarunum á privata
arbeiðsmarknaðinum, og so
tí lægra endanum aftrat.
Antin ein grunnur, ið
javnstillar allar starvsbólk-
ar, ella ongin.
Um onnur ætlan verður
førd út í verkið, so skilji eg
slettis ikki tosið um soli-
daritet her á landi, tá verður
tað, sum eg alla tíð havi
hildið, at solidaritetspílurin
bara vendur ein veg ,og er
tað beint í móti tí longu
økonomiskt tryggjaðu elit-
uni í Føroyum.
Eg dugi illa at ímynda
mær, hvussu vit skulu
koma víðari við einum
barnsburðargrunni, har øll
eru javnstillað, um ikki
hugtakið solidaritetur verð-
ur veruleiki hjá øllum
teimum,ið ongantíð koma
at missa løn sum er, tí tað er
teimum tryggja í avvarandi
sáttmála. Teir starvsbólkar-
nir mugu geva seg øko-
nomiskt, annars ber ikki til,
í hvussu er so leingi vit
mangla pening her á landi.
Hesin óvanin at halda, at
alt ber til, bara vinnan fær
allan kostnaðin blakaðan á
seg, tá peningur restar í á
fíggjarlógini,
hann
má
halda upp at, tí tað kann
koma tann dagur, har ongin
tímir at fáast við vinnuna
meir, so møðsamt tað
mangan er, hvar eru vit tá?
tá nyttar lítið at tosað um
børnini sum tilfeingi nr. 1,
tí hvat hevur framtíðin at
bjóða teimum í Føroyum?
Solidariteturin kann ikki
bara peika ein veg, tað førir
bara ónøgd og øvundsjúku
við sær, tvær kenslur, ið
ikki er tær mest stimbrandi,
um vit ætlað okkum at økja
so nógv um vinnuna her á
landi, at hon verður garant-
ur fyri einum sjálvberandi
búskapi.
Eg var annars so glað, tá
barnsburðargrunnurin kom,
tí eg helt, at nú var hesin
fíggjarligi ójavnin javnaður
við jørðina, í hvussu so er
fyri mammurnar.
Eg sum helt, at nú var
bert eftir at lata solidari-
testpílin peika í móti páp-
unum, men, men.
Í solidariteti við pápun-
um, vil eg endurgeva nøkur
orð úr eini danskari grein,
har ein gomul omma sigur
frá um sítt lív og hennara
hugsan um framtíðina. Um
Sjúrður Skaale skuldi fing-
ið hug at slatra til ommuna,
tí eg brúki hennara grein,
er navnið á ommuni
Henny Harald Hansen, dr.
scient.soc., 90 ár, eg veit
ikki hvar hon býr, men tað
finnur Sjúrður útav.
Eg citeri: Men rigtig
bekymret for udviklingen,
det er jeg ikke. Atom-
bomber, krig og foruren-
ing: når det virkelig gæld-
er--op ad muren ! — så kan
du tro, de finder på noget.
Det har mennesket altid
gjørt. Og så har kvinde-
bevægelsen
gjort
en
glimrende ting: den har sat
manden ind i barneværel-
set. Jeg ser sommetider fra
min lejlighed nogle unge
mennesker
sidde
ved
Søerne, med ryggen til. Og
jeg tænker: sikke nogle
søde unge koner ! --- og så
rejser de sig op og så har de
fuldskæg.... Gud hvor er
det pragtfuldt.
Sådan nogle fædre vil
ikke fremtidigt sende deres
sønner ud til kanonføde.
De har hæget om dem, de
har kælet med dem-de har
taget ansvar for deres
skæbne endnu inden de
blev født — de ved de er
vidne til et under. Undere
slår man ikke ihjel. Min
bedstefar havde tretten
børn- jeg tror ikke han har
været alene med eet eneste
et af dem. Det nye samvær
mellem far og barn er noget
af det smukkeste jeg har
oplevet. De vil ta` sig sam-
men, de vil stoppe det lort,
som krige er. Så jeg tror
ikke at jorden vil gå under
i denne omgang. Livet er
for dyrebart. Citat slut!
Tí eigur barnsburðar-
grunnurin hava eitt annað
endamál, enn bara "at
hugsa pengar ", tá barn og
foreldur skulu læra hvørt
annað at kenna.
Mítt ískoyti til broyting-
ar í barnsburðargrunninum
er, at fakfeløgini, sum hava
barsilsløn niðurfelda í
teirra sáttmála,liva upp til
solidariteshugtakið fakfe-
lagið er bygt á, og hugsa
um øll tey á arbeiðsmarkn-
aðinum, sum møguliga
mugu niður í barsilsløn,
fyri at tað framhaldandi
skal vera nokk til útgjald
hjá nøkrum fáum, sum hava
sáttmálatryggjaða barsils-
løn.
Meira ítøkiligt haldi eg
tað vera eitt betri hugskot at
geva øllum líka , til dømis
kunnu tey,ið arbeiða fulla
tíð, fáa kr. 14.000,00 um
mánaðin, maður sum kona,
arbeiðir ein hálva tíð, er
gjaldið kr. 7.000,00. Í hes-
um tíðarskeiðinum kunnu
tey háløntu so gleðast yvir
at verða skattaði lægri, og
seta nýtslu og útreiðslur
niður tilsvarandi.
Eg ivist onga løtu í, at
bankarnir eru til at tosað
við um avdrøgini upp á
húsalán eru ov høg, so-
leiðist at gjaldast kann
minni ella útseta avdrøg í
nakrar mánaðir.
Hvussu gott verður tað
ikki tann dag grunnurin
eigur ov nógvan pening?
inngjaldið lækkar ella
útgjaldið hækkar....
Solidaridetur í verki, ella
sum handan danska omman
ivaleyst hevði givið mær
rætt í: Lige for lige når
venskab skal holdes.
Ynskiligt er at uppliva meiri solidaritet í verki
TÍÐINDASKRIV
Fólkaflokkurin
Aftur eru boð úr útheim-
inum eftir Jørgen Niclasen,
fyrrverandi
landsstýris-
manni í fiskivinnumálum at
halda fyrilestur um før-
oysku fiskidagaskipanina.
Hesa ferð eru tað bæði
enska og skotska fiski-
vinnan, sum vilja hoyra um
skipanina.
Ónøgdin
við
kvotu-
skipanir og tess ICES ráð-
geving er vaksandi og vilja
alt fleiri lond hoyra um
alternativ. Har tykist før-
oyska fiskidagaskipanin at
verða besta boðið.
Enska fiskivinnan skipar
mikudagin 12. november
fyri fundi í London, har
fiskivinnan, fiskifrøðingar,
politikarar og embætis-
menn eru bodnir.
Úr London gongur leiðin
til Peterhead í Skotlandi,
har skotska fiskivinnan
hevur ein líknandi fund, har
kvotuskipan, fiskifrøði og
føroyska alternativið eru á
skránni.
Fyrilesturin um fiski-
dagaskipanina hevur heitið
"At liva við náttúruni". Á
fundinum verða eisini fyri-
lestrar frá fiskifrøðingum,
sum halda uppá ICES-
útleggingina av havinum og
fiskifrøðingi, sum hevur
aðra fatan av havinum.
Meðan Jørgen Niclasen
er
burturstaddur,
tekur
Tummas Jacob á Løg-
mannsbø sæti á tingi.
Fiskidagaskipanin í fokus
Fundir í London og Peterhead
Oddfríður Marni
Rasmussen
Ummæli av aðru
fløguni hjá Øssuri
Johannesen og Hjalta
Joensen
Øssur Johannesen og Hjalti
Joensen hava fyrr givið
eina fløgu út. Í ár kom so
onnur fløgan frá teimum
báðum.
Sum
flestum
kunnugt, er tað, Øssur
Johannesen letur frá sær
ikki fyri menniskju, sum
ikki tola at granska seg
sjálvi
og
finna
ein
ófrættaráma.
Nýggja
fløgan
við
teimum báðum, sum bara
eitur Hjalti Joensen, Øssur
Johannesen 2., er heldur
ikki fyri menniskju við
vinglandi
andaligum
gongulagi. Bassspælið hjá
Øssuri, er nú eitt tað
skitnasta, sum finst, í
hvussu so er her um leiðir.
Ikki ein tóni, sum bassurin
letur,
er
reinur,
ella
vanligur skuldi eg heldur
sagt. Um ikki ljóðið er av-
skeplað, antin við einari
fløsku ella einum knívi
(hetta er vorðið nærum eitt
eyðkenni hjá Øssuri), so
verða
ymiskar
effektir
brúktar.
Øssur er ongin tekniskur
bassleikari. Men tað, sum
hann er førur fyri og sum
aðrir, ella fáir ikki megna
er,
at
lata
ljóðið
úr
bassinum í ein búna, ið ikki
er til at kenna aftur. Hesin
búnin er merktur av einum
intensiviteti, ið ikki er úr
hesum heimi. Til tíðir yvast
tú, um tað er Øssur ella
Hjalti, sum spælir. Hetta
kann tykjast, sum um teir
herma
eftir
hvørjum
øðrum, men eg haldi ikki at
tað eydnast væl, tí ljóðið
frá bassinum og ljóðið frá
gittarinum líkjast ov nógv.
Tónleikurin á fløguni er
ein ljóðmynd, ella kanska
bara ein múrur ímillum ljóð
og óljóð. Og sum so virkar
hetta væl, men tá ið ilt er at
skilja mun á gittar(ó)ljóði
og bass(ó)ljóði, verður tað
onki serliga spennandi. Tað
sum har aftur ímóti er
spennandi, er tá ið eitt
atmosferiskt rúm spakuliga
verður bygt upp, har Hjalti
við sínum melankolska
spæli, roynir at svara aftur
teimum
hóttandi
endurtøkunum frá Øssuri,
sum til dømis í skering 6.
Fløgan er improviserað.
Ikki nógv er tilætlað spæl.
Og tað skal tað jú eisini
vera. Tá ið tónleikurin er
bestur, sær tú tónarnar lesa
seg upp eftir tínum egnu
nervatræðrum, og tað er jú
ikki so lítið. Í øllum hesum
meldrinum av ljóðum og
óljóðum, fær tú ikki latið
vera við at hugsa, hvussu
gott tað er, at onkur ger
inniligan tónleik - tónleik,
sum
meinar
okkurt
-
tónleik, ið rakar mergin.
Hvørki Øssur ella Hjalti
eru bangnir fyri at spæla
sín egna merg út millum
ryggjageislarnar, og tað
merkir upplivingina av
tónleikinum. Nú nevni eg
uppliving. Tónleikurin skal
ikki skiljast hann skal
upplivast, og fyri at nøkur
munagóð uppliving skal
spyrjast burtur úr, má
hugsast. Tankarnir koma av
sær sjálvum. Teir fylgja
spælinum og (ó)ljóðunum.
Sum vera mann, hevur
Øssur Johannesen sjálvur
teknað kápumynd. hann er
jú ein av teimum fáu
menniskjum, sum duga at
fáast við fleiri ymisk
listasløg. Tað er Tutl, sum
hevur givið fløguna út.
Góða eydnu við tí triðju
fløguni.
VIÐMERKINGAR
Bjarni Djurholm
vinnumálaráðharri
Fíggjarlógaruppskotið
krevur, at skipanin skal
spara meira enn 20 mio kr
uttan mun til hvør gjaldar
hana.
Sjálvberandi búskapurin
gjørdur til skammar, nú
flokkar ikki vilja kenna sítt
egna fíggjarlógarbarn.
Tað var altíð væntandi, at tá
sparingarnar á fíggjarlóg-
aruppskotinum fyri 2004
gjørdust veruleiki, so fóru
flokkar at renna undan egn-
um avgerðum. Alt prátið
um sjálvberandi búskap fór
at vera gjørt til skammar, tá
á á stóð, tí flokkar ikki vilja
síggja fíggjarliga veru-
leikan í eyguni.
Í fíggjarlógaruppskotin-
um, sum landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum bar í
løgtingið ultimo sep-tem-
ber, stendur á síðu 200, at
"við óbroyttum grundar-
lagi verður barsilsskip-
anin mett at kosta 75 mio
kr. í 2004, men verða
52,5 mio kr settar av til
endamálið. Fyritreytin
fyri játtanini er sostatt, at
løgtingslógin um barsils-
skipan verður broytt."
Hetta er greið tala: Sparast
skulu 22,5 mio kr. í 2004.
Tað er avtalan millum
flokkarnar.
So skjótt sum umsitingin
í Vinnumálaráðnum hevði
fingið feskastu útreiðslu-
tølini og spariuppskot frá
Barsilsskipanini, varð tí
farið undir at evna lógar-
uppskot, sum samsvaraði
við fíggjarlógarupp-skot-
ið.
Vanlig mannagongd
Uppskotið var á lands-
stýrisfundi fyri tveimum
vikum síðani, haðani tað
varð sent samgonguflokk-
unum til hoyringar. Sum
vanligt, varð uppskotið
eisini sent pørtunum á ar-
beiðsmarknaðinum.
Tað
var ikki sent fjøðlmiðlun-
um, sum onkur hevur róð
uppundir. Teir miðlar, sum
hava fingið uppskotið úr
Vinnumálaráðnum,
hava
fingið tað eftir lógini um
alment innlit aftaná at
uppskotið var sent til hoyr-
ingar.
Í spurninginum hvør skal
gjalda
barsilsskipanina,
hevur undirritaði undir all-
ari viðgerðini greitt boðað
frá, at skal barsilsskipanin
leggjast út til partarnar á
arbeiðsmarknaðinum
at
gjalda og umsita, so skal
hetta gerast í samráð við
arbeiðsmarknaðin og ikki
sum partur av fíggjarlógar-
uppskoti. Hetta hevur fíggj-
armálaráðið fingið at vita
bæði í talu og skrift, seinast
í brævi 18. september
2003, tvs. áðrenn fíggjar-
lógaruppskotið
fór
til
prentingar. Fólkaflokkurin
hevur boðað frá somu
støðu.
Hóast tað, so stendur í
fíggjarlógaruppskotinum á
síðu 467 undir inntøkur, at
partarnir á arbeiðsmark-
naðinum
skulu
fíggja
barsilsskipanina. Fíggjar-
málaráðið mælir eisini til at
hækka inngjaldið upp í
0,4% fyri at røkka eini
inntøku, sum samsvarar við
útreiðslurnar uppá 52,5
mio kr. Tað vil siga, at
samsvar er millum ætlaðu
sparingarnar og inntøku-
metingina, og at fíggjar-
málaráðið tí ásannar, at
sparast skal, skal setningur-
in náast.
Niðurstøðan er eintýdd.
Fíggjarlógaruppskotið ger
greitt, at skipanin skal ikki
kosta meira enn 52.5 mio
kr. í 2004, og at samsvar-
andi spariuppskot skal
leggjast fyri løgtingið.
Neyðugt at spara
Tað merkir, at uttan mun til,
um landskassin ella onkur
annar ber kostnaðin av
skipanini, so er neyðugt at
gera sparingar uppá 22,5
mio kr, skal samsvar vera
millum
fíggjarlógarupp-
skotið og veruleikan.
Tað er tí spell, at ikki
meira stirðil er i monnum,
nú politisku mansevnini
áttu at avdúka, at hóast
ríkisveitingin er skorin 366
mio kr árliga, so var sam-
gongan før fyri at leggja
lunnar undir sjálvberandi
búskapin.
Nú tað rekur á kíkin falla
flokkar frá. Onkur hevur
nevnt at tjóðskapa sær.
Kanska er tað ikki heilt av
leið.
Barsilsskipanin - vorðin undanstøkking
Ummæli:
Ljóðmúrurin
Aftur í ár hevur
Sands Bygdarsavn
staðið fyri útgávu
av tíðarriti
KVØRNIN
tíðindaskriv
Søguliga tíðarritið hjá
Sands
Bygdarsavni,
Kvørnin, er aftur komið
út. Fastur táttur hevur
verið, at tíðarritið kemur
út einaferð um árið, og
soleiðis er aftur í ár.
Í hesi útgávuni er
frásøgn frá Føroyjafelag,
sum varð stovnað heima
á Sandi í 1871. Rannveig
Winther hevur leitað
mangt forvitnisligt fram
um hetta felag.
Eitt annað felag, sum
hevði til endamáls at
styrkja um mentan og at
læra fólk at vera saman í
samkomu,
var
Ung-
mannafelagið
Virkið
heima á Sandi. Hetta
felagið fyllir annars 80 ár
í ár. Julianna Joensen
hevur skrivað grein, sum
fevnir um alla søgu
felagsins.
Palli Dalsgaard hevur
eisini skrivað ein grein í
ritinum. Hendan er um
tarabýtið
í
Skálavík.
Tarabýtið er nú farið í
søguna, men fyri mong
man
tað
tó
vera
áhugavert at fáa innlit í
ein part av gomlum før-
oyskum jarðarbrúki.
At enda hevur Ólavur
Clementsen
drúgva
viðgerð av býlingunum í
Horni, í Vørðutoft og í
Skorti. Tey, ið vara av
ella
hava
áhuga
í
ættarsøgu, kunnu her
gleða seg um eina góða
frásøgn
við
nógvum
upplýsingum, eins og
nógvar myndir eisini eru
í hesum sambandi.
Kvørnin
er
68
blaðsíður til støddar og
kostar 70 krónur.
Sætta
kvørnin
Kvørnin 2003 fevnir um 68 áhugaverdar blaðsíður
C
M
Y
K
11
10