mikudagur 12. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 215 - 12. november 2003
Nr. 215 - 12. november 2003
13
Í sambandi við at tað
í ár er ár teirra
brekaðu, varð barna-
konsert hildin í SMS
leygarkvøldið.
Donsku B-Boys
høvdu sett tveir dagar
av til at gleða tey
føroysku børnini vid
avbera góðari konsert
BARNAKONSERT
Henny Olsen
Fitt av fólki var møtt upp, tá
barnakonsert varð hildin í
SMS leygarkvølið.
Tey, sum skuldu upp-
traðka vóru Birgit Sivert-
sen, Elin Løkin, Sólfríð
Bech, Konnie Kass saman
við
Hilmari
Kass
og
donsku B-Boys, sum óivað
vóru høvuðsnavnið.
Angela skipaði fyri á
pallinum, og av og á kom
Hannibal leypandi út á
pallin. Men ikki kann
sigast, at hann skikkaði sær
væl hesu ferð, tí hann hevði
fingið fatur á vatnbyrsum
og skeyt so aftir áhoyrar-
unum, sum tó tóku tað við
einum smíli.
Konsertin var fingin í lag
av tí, at tað í ár er ár teirra
brekaðu.
Allir
pengarnir,
sum
komu inn hetta kvøldið,
vóru givnir til tey, sum
halda til á Eirargarðið 16A.
Hesi stríðast eitt nú við at
samla pening til ein buss,
so hetta mátti koma væl
við.
Føroyskar
barnastjørnur
Fyrsta navnið, sum kom á
pallin, var bert 8 ára gamla
Birgit Sivertsen úr Klaks-
vík. Hetta var fyrsta veru-
liga konsertin hjá henni,
men hetta tóktist ikki at
nerva hana. Hon framførdi
sangirnar »Tína dýrd tú
offraði« og »Minnist tú hitt
summarið«, og kom hon
sera væl frá tí. Hon hevði
bæði dansigentur og kór-
sangarar við sær á pallin.
Síðani var túrurin komin
til Elina Løkin úr Sal-
tangará. Hon framførdi
eisini tveir sangir, »Vit eru
glap« og »Eg eri ein K«. Til
tann seinna sangin fekk hon
gott lív í og fekk bæði
Angelu og Hannibal upp á
pallin at syngja við og
samstundis gera tekn til.
Hetta dámdu áhoyrarunum
sera væl.
Sólfríð Bech av Tvøroyri
vann
Nósabarnaprixidðí
2002 og er tískil við á
nógvum barnakonsertum.
Og
hendan
var
einki
undantak. Hon framførdi
tveir sangir, »Can't fight
the moonlight« og »There
you'll be«. Hetta megnaði
hon avbera væl, og við
hesum
vísti
hon
enn
einaferð, at hon avgjørt
hevur eina framúrskarandi
rødd.
Konnie Kass, vinnari av
Nósabarnaprixnum 2003
og Hilmar Kass vóru tey
síðstu føroysku nøvnini á
pallinum. Tey bæði sungu
fyrst eina duett, »Syngja
sama lag« og síðani setti
Hilmar seg við ljómborðið
og legði tónar til, meðan
Konnie
sang
sangin
»You've got a friend« Hóast
hon hevði ilt í hálsinum, so
megnaði hon hetta sera
væl.
Hoppaðu og dansaðu
Síðsta og mest spennandi
navnið var B-Boys. Teir
vóru við í tí danska Barna
Grand Prixnum fyrr í ár, og
teir vunnu. Tað var sjálv-
sagt spennandi hjá áhoyr-
arunum at síggja tað, teir
høvdu at bjóða uppá. Teir
komu brestandi upp á
pallin, og beinanvegin vóru
øll vid. Teir framførdu 5
sangir hetta kvøldið, og
dansaðu eisini break-dans
fyri fegnu áhoyrarunum.
Upptraðkan teirra var
sera løtt at fylgja við, men
fyri teir var hon óivað
strævin. Teir hoppaðu vid
rytmunum, dansaðu break-
dans, sum krevur nógva
orku, og harafturat sungu
teir, so her krevst nógv.
Sebastian,
Kaave
og
Mathias, sum manna B-
Boys, hava kent hvønn
annan síðani teir vóru heilt
lítlir. Teir hava allir dansa
break-dans í fleiri ár, og
tveir av teimum hava verið í
heimsmeistaraskapinum
fyri break-dansi saman,
sum teir tó ikki vunnu.
Teimum dámar øllum væl
hip-hop, og tískil er tað bert
tað, sum er á skránni. B-
Boys minna eitt sindur um
Nik og Jay, men sangirnir
hjá B-Boys hava tó eina
djúpari meining. Teir sungu
um børn, sum vórdu happ-
að, og um at tú skalt trúgva
á teg sjálvan. Hetta eru
tekstir, sum halda í longd-
ini, og sum kanska sita
fastari í huganum enn aðrir
gera. Eitt er heilt sikkurt, at
B-Boys hava uttan iva
fingið hópin av fjepparum
her í Føroyum, og tað hava
teir uppiborið.
Alt í alt var hetta ein
konsert, sum eydnaðist stak
væl. Áhoyrarirnir, bæði
børnini
og
tey
meira
vaksnu, hugnaðu sær óført.
Kanska tað var eitt sindur
ov nógv av tí góða, tá
Hannibal kom upp á pallin
og spýtti eld, men hetta
lagaði seg tó heilt skjótt
aftur.
Konsertin,
sum
varð
hildin
til
frama
fyri
innsavnan til ein buss til
tey,
sum
halda
til
í
Eirargarði 16a, var ein av
teimum, sum man vil hava
meir av.
Barnastjørnur verða altíð
væl móttiknar, og til hesa
konsertina
var
einki
undantak. Tvørturímóti.
B-Boys fingið føroyskar fjepparar
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
12. november. Torkil. Teir vita ikki um nakað
halgimenni við hesum navni, men tað er komið við í
danskar álmanakkar frá 1725. Navnið er norrønt og er
samansett av gudanøvnunum Tórur og Ketil, sum
merkja hattur ella hjálmur.
Vanligur fyrsti liður í mongum staðarnøvnum í
Føroyum. Torkil er eitt av teimum fáu persóns-
nøvnunum, sum er funnið á rúnasteini í Føroyum (í
Sandavági).
Í dag, mikudagin 12. nov-
ember, hevur Borgarhjørt
Kragesteen í Havn 30 ára
starvsdag í Fíggjarmála-
ráðnum.
Borgarhjørt er úr Havn,
dóttir Tórgerð, f. Joensen,
ættað av Sandi, og Hassa
Kragesteen úr Havn.
Eftir lokna skrivstovuút-
búgving hjá Leivur Lützen
landsrættarsakførara, fekk
Borgarhjørt starv á Lands-
skrivstovuni úti í Tinganesi
12. november 1973. Fyrstu
12 árini var hon skrivari hjá
Jóhan Djurhuus skrivstovu-
stjóra. Síðan hevur hon ver-
ið skrivari hjá skiftandi
landsstýrismonnum, yvir
20 í tali. Seinastu umleið
seks árini hevur hon verið
skrivari hjá Karsten Han-
sen, fíggjarmálaráðharra.
Í 16 ár hevur hon eisini
verið álitisfólk á stovnin-
um.
Borgarhjørt eigur tríggjar
dreingir, Jón, ið er netum-
sitari hjá Tórshavnar Bý-
ráð, Hallur, sum lesur til
sivilverkfrøðing í Dan-
mark, og Brandur, ið er tek-
nikari hjá Formula.fo
Í juni 1973 fingu 11 næm-
ingar prógv sum skipsfør-
arar á Føroya Sjómans-
skúla, teir vóru: Óli Olsen,
Klaksvík, Christian Poul-
sen, Hvannasund, Jógvan
Sundskarð, Klaksvík, Jón
Dagfinn
H.
Heinesen,
Norðragøta, Regin Søren-
sen, Húsavík, Jens Pauli
Dam, Húsavík, Gardar T.
Joensen,
Sandavágur,
Søren J. Frederiksen, Múli,
Elmar Højgaard, Tórshavn,
Tóri Midjord, Vágur og
Tórstein Petersen, Vest-
manna.
Á myndini er eisini Poul
Johannes Johansen, sjó-
mansskúlastjóri.
Kelda: Myndaárbókin
Árið ið fór 1973
Borgarhjørt Kragesteen:
30 ára starvsdag
í Fíggjarmálaráðnum
Myndin er av liðnum sum leikti seinna dystin í Hetlandi. Aftast f.v.: Niels P. Guðjónsson KÍ, Baldvin Baldvinsson B36, Heri
Nolsøe HB, Jens Chr. Mortensen TB, Regin H. Olsen B36, og Dánjal J. Thomsen HB.
Fremra rað f.v.: Hákun Egholm B36, Sigmund Nolsøe TB, Gordon Hofgaard TB, Páll Augustinussen VB, og Dánjal J. Petersen
(Áku) ÍF.
Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1973
Fyri 30 árum síðani:
Prógv sum skipsførarar í 1973
Fyri 30 árum síðani:
Fótbóltslandslið til Hetlands og Orknoyar í 1973
12. juni 1973 fór føroyska
fótbóltslandsliðið til Het-
lands og Orknoyar at leika.
Landsdysturin millum Før-
oyar og Hetland endaði við
einum 5–1 sigri til Hetland.
Næsti og seinni dysturin
endaði við 4-0 til Hetland.
Í Orknoyum varð finalu-
dystur leiktur millum Før-
oyar og Orknoyar í North
Atlantic Cup-kappingini.
Úrslitið varð 2-1 til Orkn-
oyar, sum vunnu steyp til
ognar.
C
M
Y
K
13
12
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið