mikudagur 12. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 12. november 2003
15
14
Nr. 215 - 12. november 2003
fram. Alt breyðið, sum vit
serverað í dag, er tilgjørt
heima og smurd eru 60
rugbreyð umframt allar
tvíflísarnar, sigur Marianna
Restorff Eldevig.
Hvussu svevur tú um
næturnar undan slíkum
stórum tiltøkum?
– Eg sovi væl, tí eg veit at
nokk er til, og fólk koma
bara við tí besta av tí besta
tey eiga, sigur hon.
– Fyrr var tað soleiðis
undir samfelagsstevnunum,
at fólk fór tí hús at fáa sær
nátturða. Men seinastu ár-
ini hava skipað fyri nátt-
urða millum møtini og tað
hevur sínar fyrimunir. Talan
er um samfelagsmøtir og
tað snýr seg ikki bara um
andaliga samfelagið. Tað
snýr seg eisini um sam-
felagið millum fólk, og tá
fólk sleppa frá at fara til
hús, so eru ríkir møguleikar
at hitta brøður og systrar
undir nátturðanum.
Færri hattar
Ein siður sum hevur verið
eyðkendur fyri Brøðrasam-
komuna øll árini eru teir
vøkru hattarnir sum prýða
kvinnurnar.
Men
hesin
siður er um at doyggja út.
Tá eg fyrstu ferð skrivaði
um samfelagsmøtir fyri 10
árum, síðan taldi eg um
hundrað hattar tað eina
møti. Í kvøld er talið undir
tjúgu.
– Hattarnir eru um at fara
av mótanum, fyrr var tað
ein kapping at bera vakr-
asta hattin, men tíðin er
farin frá hattunum, sigur
Mariann Restorff Eldevig.
Høgtíðin
Samfelagsmøtini í Havn
eru størsta høgtíðin á
árinum fyri mong í Brøðra-
samkomuni. Tey fyrstu
møtini vóru hildin í tjúg-
unum í farnu øld og síðan
hava tey verið hildin á
hvørjum ári, undantikið
undir krígnum.
Fyrr vóru møtini ikki so
tilrættaløgd sum í dag og
ein og hvør kundi bera vitn-
isburð fram. Men nú eru
møtini vorðin so stór, at
neyðugt er skipa, tey og tí
eru talararnir bidnir framm-
anundan.
Roynt verður at fáa talar-
ar úr øllum samkomunum í
landinum og skifta millum
talarar, men tað er altíð
onkur at trúboðarunum
sum ganga aftur á hvørji
samfelagsstevnu.
Samfelagsmøtini
hava
altíð liðið um hesa tíðina og
tað stavar frá slupptíðini.
Um hesa tíðina vóru øll
skipini komin heim fyri
veturin og tá bar til at savna
fólk til samfelagsmøtir.
Møtini byrja mikudag og
enda sunnudag. Teir fyrstu
dagarnir eru møtini í
Ebeneser, men um viku-
skiftið rúmast fólkið ikki í
Ebeneser og tí verður farið
niðan á Nabb.
Tá samfelagsstevna er, er
gestablídni stórt hjá fólki í
Brøðrasamkomuni. Nógv
avbygdafólk
koma
til
Havnar og bæði gista og
sita til borðs hjá brøðrum
og systrum, meðan stevnan
verður hildin.
Hetta mynstrið er nokk
so nógv broytt seinni árini,
sum samferðslumøguleik-
arnir eru vorðnir so góðir
og tey sum eru nærmast
høvuðsstaðnum
hava
møguleika at koyra í mill-
um.
SAMFELAGSMØTI
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
Ein tjokkfull ítróttarhøll.
Fólk hava sitið í hálvan
annan tíma og lurtað eftir
einum uppbyggingarmøti.
Klokkan er hálvgum seks,
døgurin er sodnaður og
svong er á fólki, á 2000
fólkum. Og so verður boðið
til nátturða, jú tit hoyrdu
rætt, heitt verður á fólk um
ikki at fara heim, men bíða
eina løtu, tí nú verður
nátturði borðreiddur. Hvar
kemur maturin frá og
hvussu bera tey seg at?
Hetta er næstan sum við
Genesaretsjógvin í gomlum
døgum, tá fýra túsund og
fimm túsund vóru í somu
støðu. Tá var sjálvur Meist-
arin hjástaddur og hann
gjørdi undur og fiskur og
breyð fleirfaldaðust og tá
øll vóru mett, var stórt av-
lop. Í kvøld verður borð-
reitt við leskiligum smyrji-
breyði. Feitari rullupylsu,
soltnari rullypyldu, skerpi-
kjøti, royktum laksi, grav-
aðum laksi og øðrum
leskiligum. Ein rúgva av
tvíflísum við leskiligum
blandi innan. Matarskráin
er munandi meira fjølbroytt
enn á Jesusar døgum og
føroyingar høvdu ivaleyst
snerkt at matarskránni við
Genesaretsjógvin, fiski og
turrum breyði.
Í kvøld er ein forkláring
upp á hvar maturin kemur,
men organisatiónstalentið
hjá
Brøðrasamkomuni
minnir næstan um eitt
undur, og nú skulu tit
hoyra:
– Vit hava gjørt hetta í
nøkur ár og alt breyðið
kemur frá fólkum í sam-
komuni, tey smyrja og gera
til heima og síðan verður
tað borið í ítróttarhøllina,
sigur Mariann Restorff
Eldevig, sum samskipar
mattiltakið saman við eini
aðrari, sum eg gloymdi at
spyrja navnið á.
Listi í Ebeneser
Marianna er kvik og tað
stendur nógv á henni, tá vit
hitta hana aftanfyri, har
breyðbakkarnir standa og
skulu berast út. Uttanfyri,
inni
í
høllini,
hoyrist
rumblið af fólki, sum hava
reist seg, nú seinnaparts-
møtið er liðugt. Tað eru eini
50 fólk, sum bera matin út
og syrgja fyri at øll gerast
mett. Men Mariann er ikki
heilt ókend við hotelfakið,
maðurin, MC Restorff, er
kendur kring alt landið,
eisini sum hotelmaður.
– Tað byrjar við, at ein
listi verður hongdur upp í
Ebeneser. Hetta hendi fyri
nøkrum mánum síðan. Har
kunnu fólk melda seg til at
smyrja breyð heima hjá sær
sjálvum undir samfelags-
stevnuni. og stendur ikki á
at fáa fólk at bjóða seg
Mettaðu 2000
Avgerðin er tín
SAMFELAGSMØTI
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
Fyri
fólk
uttanfyri
Brøðrasamkoma er tað
ikki altíð lætt at síggja
hvat tað er fyri eitt møti
ein kemur á, men tað er
stórur munur á møtunum.
Sunnudagin klokkan fýra
var talar um eitt sokallað
uppbyggingarmøti,
har
tað góða orðið verður lagt
fram til eggjan og um-
hugsunnar.
Seinna møti klokkan
sjey aftan á nátturðan var
eitt evangelistk møti og
tað var heilt ørvísi. Orðið
var borið fram, men ap-
pellin var nógv kraftigari
til tann einstaka. Hetta var
løtan, tá fólk skuldu velja.
Nú skuldi tann einstaki
gera av um hann var
frelstur ella ikki.
– Er nakar her í kvøld,
sum fer avstað aftur av
hesum møtinum ófrelstur,
so er lítið komið burturúr
fyri hansara viðkomandi.
Men er hann frelstur, so er
nógv komið burtur úr fyri
hansara
viðkomandi,
segði Jeffri Justinussen,
sum bjóðaði væl komin á
møtinum.
– Men er onki hent, so
er talan um líkasælu, so er
tað komið í drag, tí evan-
geliið hava vit hoyrt. Vit
kunnu ikki siga, at vit ikki
kenna evangeliið. Tú bíð-
ar kanska eftir eini laga-
ligari løtu ella einum betri
boðskapi, men boðskap-
urin um evangeliið verður
ikki ørvísi. Avgerðin er
tín. Tak í móti Harranum í
kvøld, segði Jeffri Just-
inussen, tá hann byrjaði
møti.
Atgongd til dýrdina
– Ongin kann gjalda fyri
at sleppa inn í himmalska
staðin. Tann vegin sleppst
bara í gjøgnum Gud. Vit
sleppa bara til himmalska
staðin gjøgnum Gud. Gud
hevur sáttað seg við
menniskjuna
gjøgnum
Jesus og uttan menniskj-
annar hjálp.
– Vit eru nógv savnaði
her í kvøld. Og vit fara
ongantíð aftur øll at vera
savnaði saman aftur í
hesum lívi. Fólk doyggja
og komandi ár fara tað at
vera fólk í millum okkum
í kvøld, sum ikki eru til
longur, tey eru deyð. Tí er
frelsunnarspurningurin
álvarsamur, segði Símun á
Torkilsheyggi.
Mariann Restorff Eldevig stýrdi øllum kvinnunum, sum skuldu metta tey 2000, við kønari hond
Lýsingin frá Føroya Lívstrygging munti lítið á samfelagsmøtunum. Her snúði tað seg
meira um at tryggja ævigt lív eftir deyða
Deyv hoyrdu. Elligamli Hilmar Heinesen úr Miðvági hevur verið deyvur, síðan hann var borin
í heim. Hann hoyrdi eisini guds orð á samfelagsmøtunum. Edny Danielsen tolkar, og
Hermundur Zachariassen, sum eisini er deyvur, lýður á
Astrid og Jógvan Gerðalíð úr Klaksvík, altíð trúføst á møtum. Astrid ber enn
hatt, hóast hattarnir fækkast á samfelagsmøtunum. Tíðin er farin frá teimum
C
M
Y
K
14
Tú kanst melda teg til og heinta bannaran á skrivstovuni hjá Maersk Air í Havn. Ella vit kunnu senda hann við postinum.
Seinasta freist at melda seg til er 17. november 2003. Vinnararnir verða funnir síðst í desember 2003.
Maersk Air · Handilskjarnin · FO-100 Tórshavn · Tel.: 35 74 74 · Fax: 35 74 75
Vitja eisini okkara nýggja handil á www.maersk-air.fo
Koyrið við Maersk Air
Um tú hevur ein Maersk Air bannara á
bakrútinum á bili tínum, kanst tú vinna
ferðaseðlar til ferðamál á rutunetinum
hjá Maersk Air. Drigið verður millum
luttakararnar og tey hepnu kunnu
vænta sær vitjan av Maersk Air. Hava
tey tá bannaran á bilinum, vinna tey.
1. vinningur
2 ferðaseðlar til eitt ferðamál á rutunetinum hjá Maersk Air umvegis
Keypmannahavn. Til dømis Athen, París, Barcelona ella Milano
2. vinningur
2 ferðaseðlar til London
3.–5. vinningur
2 ferðaseðlar til Keypmannahavnar/Billund
6.–10. vinningur
Ítróttartaska