Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 12. november 2003 17 Fuglfirðingar tóku alt í Sørvági, men tað skuldi ein marathon- líknandi dystur til, áðrenn tað kom so langt FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Sagt varð undan hesum umfarinum, at stóri spenn- ingurin var í Sørvági, har ÍF kom á vitjan. Hetta var dysturin, sum í fyrstu at- løgu skuldi gera av, hvat av hesum báðum skuldi elta Mjølnir í oddastríðnum, og í allar mátar gjørdist dyst- urin júst so spennandi, sum roknað varð við. Fimm sett skuldu til, áðrenn ein avgerð varð funnin, og tá vóru tað gestirnir úr Fuglafirði, sum kundu fagnast við stigun- um. Dysturin byrjaði annars sum eftir ánni hjá heima- liðnum. ÍF megnaði als ikki at finna fótafesti, og sør- vingar vunnu soleiðis ruddiliga. Næsta settið kom tó vend í. ÍF legði nú bragd- liga fyri. At kalla allir partar av spælinum koyrdu eftir vild, og neyðars sør- vingarnir fingu lítið annað gjørt enn hugt at framsýn- ingini frá ÍF. Og gongdin helt fram í triðja settinum. Sørvingar vóru nú betri við, men teir fingu framvegis ikki heilt fatur á ÍF, sum soleiðis stevndu beint móti sigrin- um. Men SÍ treiskaðist. Teir vildu ikki geva skarvin yvir, og við enn einum setti tvingaðu teir gestirnar í ein javnbrótara. Her hevði ÍF leingi takið, men tá SÍ aftur stríddi seg upp á javnt móti endanum, var alt á gosi. Leikararnir á báðum liðum spentu seg alt tað, teir vóru mentir, men við teimum báðum seinastu bóltunum vóru tað kortini fuglfirð- ingar, sum fóru við øllum. Fuglfirðingar eru nú teir, sum liggja best fyri í roynd- unum at hótta oddafiskun- um úr Mjølnir. Hesir høvdu annars lætt spæl um vikuskiftið, tá Fram var á vitjan. Støðan í deildini tykist vera tann, at liðini spæla mest sum í hvør sínum flokki, og tað var ikki stórt, sum Fram kundi gera í Klaksvík. 3-0 uttan stórvegis hóvasták, og við fýra slíkum á rað er Mjølnir nú heilt væl fyri, tó at tað enn er liðið stutt út á kappingarárið. Høgtflúgvandi flogbóltskvinnurnar úr Kollafirði vórðu rættiliga skotnar niður, tá tær um vikuskiftið vitjaðu í Klaksvík FLOGBÓLTUR Jákup Mørk KÍF hevur higartil verið stóra positiva yvirraskilsið í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Tað heitið kunnu tær sum so framvegis halda fast í, men í Klaksvík fingu tær sjón fyri søgn, at trøini ikki vaksa upp í himmalin. Mjølnir, sum fyri seg hevur fingið eina stak vánaliga byrjan upp á árið, vant nevnliga burtur úr gestunum. Eitt er, at talan gjørdist um 3-0 sigur, men tað var meira mátin og munurin í einstøku sett- unum, sum gjørdi, at KÍF fekk ein so kraftigan lúsing. Alt í alt vann KÍF bara 36 bóltar, og tá verður altso tosað um bank í flog- bóltshøpi. TB á odda Greiði sigurin hjá Mjølni gav samstundis TB rúm at leggja seg á odda. Hetta gjørdu tær, tá tær á heima- vølli høvdu vitjan av Fleyr. Her var TB undan dystinum risa-favorittur, og Fleyr megnaði heldur ikki vika stórvegis við hetta, tó at tær gjørdu eina roynd. Veru- ligan spenning var talan tó ongantíð um, og nú tykist støðið vera lagt í eini kapping, har tað verða TB, KÍF og Mjølnir, sum helst fara at stríðast til tað allar seinasta um gullið, sum tey øll so fegin vilja hava. Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnu Mjølnir-KÍF 3-0 (25-15, 25-14, 25-7) TB-Fleyr 3-0 (25-11, 25-14, 25-16) Meistaradeild menn Mjølnir-Fram 3-0 (25-16, 25-10, 25-12) SÍ-ÍF 3-0 (25-16, 17-25, 22-25, 25-23, 13-15) Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 5 4 - 1 13 3 10 8 2 KÍF 5 4 - 1 12 8 4 8 3 Mjølnir 5 3 - 2 10 6 4 6 4 Dráttur 4 1 - 3 7 10 -3 2 5 ÍF 4 1 - 3 4 11 -7 2 6 Fleyr 5 1 - 4 4 14 -10 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 4 4 - 0 12 0 12 8 2 SÍ 4 2 - 2 8 6 2 4 3 ÍF 3 2 - 1 6 5 1 4 4 Fram 3 1 - 2 3 7 -4 2 5 Fleyr 4 0 - 4 1 12 -11 0 KÍF fekk bank ÍF vann brakið 17 Nr. 215 • mikudagur • 12. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Millum 250 og 300 fólk vóru mánakvøld- ið í bygdarhúsinum á Strondum og tóku ímóti nýggja 6–mannafarinum, sum Sámal Hansen hevur smíðað KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað er einki serliga kapp- róðrarligt hesa ársins tíðina, men í fleiri feløgum verður arbeitt av øllum lívsins kreftum at gera seg út til nýggja róðrarárið. Eitt dømi um hetta er á Strondum. Har tóku tey mánakvøldið ímóti nýggj- um 6–mannafarið. Formað- urin og eldsálin í kappróðr- inum á Stondum nógvu tey seinastu árini, Anfinn Gærdum, var saman við onkrum øðrum hinumegin fjørðin hjá Sámali Hansen, bátasmiði í Runavík, eftir nýggja bátinum. Hann varð koyrdur niðan til bygdar- húsið. Ætlanin var at fáa hann inn, men tað gekk ikki. So kíndu og klappaðu strandingar nýggja og snøgga bátinum uttanfyri bygdarhúsið, áðrenn teir fóru innar at fáa sær kaffi og skuffikøku, sum bygdar- fólkið hevði syrgt fyri. Gamla Strálan er tólv ára gomul. Hon luttók fyrstu ferð í 1991, og hon hevur við mannfólkamanning vunnið nógvar sigrar. Í 1991 og í 1992 vann hon FM, og tað gjørdi hon eisini í 2000 og 2001. Hesi bæði seinnu árini vóru FM heitini serliga søt, tí tá vann Strálan eisini ólavsøkuróð- urin, sigur Anfinn Gærd- um, tá ið vit ynskja tillukku við nýggju Stráluni. Hví skifta tit bátin út, tá ið hann hevur roynst tykk- um so væl? – Vit skifta ikki út. Ætl- anin er, at gamli báturin framvegis skal luttaka í kappróðrinum. Hondbólts- spælarar tosa um at manna Stráluna, so hon fer at luttaka. Men vit hava fingið okkum nýggjan bát fyri at møguleikarnir skulu vera so góðir, sum tað ber til, at vera við í kappingini um fremsta plássið og harvið FM heitið. Vit halda, at møguleikarnir verða upp- aftur betri við nýggjum báti. Hvussu tá? – Tað er serliga vektin á bátunum, sum er avgerandi. Í summar vóru vit fleiri ferðir bara eitt og tvey og trý sekund frá fremsta plássinum. Smyrla mann- ingin var ófør, og teir vunnu nógv. Tað kann kortini ikki síggjast burtur frá, at tað hevði stóran týdning fyri kappingina, at Smyril vigaði nógv minni enn Strálan. Okkara bátur var hundrað kilo tyngri enn báturin hjá vágbingum. Tað sigur seg sjálvt, at tað ber misjavnar treytir fyri kapp- ing við sær. Serliga er tað í startinum, at tað kemur til sjóndar, tá ið tað er munur í tyngdini á bátunum. Er báturin lættur, vísir tað seg at ganga væl betri at fáa ferð á hann beinanvegin, veit Anfinn Gærdum at siga. Fíggja sjálvir Nýggja Strálan fer at kosta umleið 80 túsund krónur, tá ið hon verður klár at flota. Nú fara teir at spartla, pussa og sproyta. Flagg- dagin ætla teir at flota bátin, men teir hava venj- ingarhølir og fara undir venjingarnar ikki so langt eftir ársskiftið. Anfinn Gærdum sigur, at tað fyrst og fremst er fe- lagið og bygdarfólkið, sum ber kostnaðin av nýggja bátinum. Teir hava biðið um stuðul frá fyritøkum og einstaklingum, og tað hevur dryppað nakað á teir. Tað verður framvegis arbeitt við at fáa stuðul, og felagið ætlar sær at brúka uppaftur fleiri pengar. – Báturin stendur væl nú, men vit halda ikki, at umstøðurnar verða opti- malar, fyrrenn vit hava fingið okkara egna neyst. Tekningarnar eru klárar, og vit arbeiða við kostnaðar- meting og fígging. Tá ið vit fara at hava ráð til tað, ætla vit okkum undir neystið. Harafturat hava vit ætlanir um at fáa nýtt 5–mannafar. Tað verður ikki til næsta kappingarár, men í 2005 vóna vit, at Kappróðrar- felagið Strálan fer at luttaka við nýggjum 5–mannafari, sigur Strálu formaðurin. Nýggja 6–mannafarið fer at eita Strálan. Tað er bara nú í nakrar vikur, at tað eru tvær Strálur á Strondum. Felagið hevur borið skriv í húsini úr Skálabotni og til Selatraðar, har bjóðað verður til navnakapping. Uppskot um hvussu gamla Strálan skal eita skulu vera inni 15. desember. Anfinn Gærdum bjóðar øllum at senda uppskot inn. Tað ræður um at finna eitt fitt og snøgt navn, og tað hevur einki at siga, um uppskotið er komið úr Fugloy, Sumba, Mykinesi ella av Viðareiði. Nú eru tvær Strálur á Strondum Mánadagurin var ein stórur dagur á Strondum, tá strandingar fingu ein nýggjan kappróðrarbát C M Y K 16