mikudagur 12. november 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 12. november 2003
19
meginpartin av tíðini, komu
teir ikki til stórvegis mál-
møguleikar.
Kviki
Harry
Kewell
royndi at bjóða av og skapa
nakað, men verjan hjá
United kláraði at forða fyri,
at tær álvarsomu vanda-
støðurnar stóðust framman
fyri teirra mál.
Gestirnir úr Manchester
formáddu sær lítið í fyrra
hálvleiki, teir fingu sjáldan
sett seg á miðvøllin, og teir
høvdu
fáar
veruligar
atsóknir móti málinum hjá
Liverpool.
Samanumtikið var tað ein
keðiligur fyrri hálvleikur,
og tað var líka við, at tú
fekst tankan, um tað nú var
nakað vert at leita allan
hendan vegin til Onglands
fyri at hyggja eftir einum
slíkum eiðasørum fótbólt-
dysti.
Men seinnu trý korterini
av dystinum broyttu alt. Nú
koma alt í einum lív í dyst-
inum, og tá walisin Ryan
Giggs sendi ein høgan bólt
fram við øllum inni í brots-
teiginum og í málið var lagt
upp til ein rættiliga saman-
brest millum tey sigurs-
vandu feløgini.
Nú gjørdist spælið alt í
einum meira málsøkjandi
og beinleiðis, og hóast tað
var Liverpool, sum nú
skuldi gera mál, so smædd-
ist United ikki burtur, og
tað eydnaðist teimum eisini
at økja til 2-0. Enn einaferð
var tað Giggs, sum hevði
seinasta skotið á bóltinum.
Royndu at javna
Liverpool legði nú nógv
fyri í royndini at vinna inn á
United aftur, og teir tóku
annað fetið, tá ið Harry
Kewell skoraði til 2-1. Tá
var framvegis nógv tíð eftir,
og Liverpool legði nú trýst
á gestirnar. Royndirnar
vóru naskar, og í eina
førinum var ivamál um,
hvørt Liverpool skuldi hava
brotsspark. Men dómarin
metti ikki.
Eftir at Liverpool hevði
sett tann unga bóltsnillingin
Florent Sinama-Pongolle á
vøllin var størri broddur í
álopsspælinum, og tað var
eisini kviki spælarin, sum
stóð fyri uppspælinum til
málið.
Størsta møguleikan at
javna fekk landsliðsspæl-
arin Emely Heskey, men tá
ið hann í góðari støðu bara
skuldi venda sær og skjóta
bóltin í málið, gleið hann
og bólturin fór langt fram
við.
Hetta fekk United-fjepp-
arnar at tríva í aftur sarkast-
iska sangin:
– Heskey for England...
United-spælarar
framvið
Hóast tapið so var lagið á
Liverpool-fjepparunum
heilt gott eftir dystin. Stóra
upplivilsið at vera til dystin
taldi nógv, og sjálvt um
arvafíggindarnir fóru við
stigunum hesaferð, so bar
altíð til at fegnast um sjálvt
spælið, dystin ella møgu-
leikarnar.
Eftir dystin var kósin sett
aftur í móti Manchester, har
flogfarið hjá Atlantic Air-
ways bíðaði. Á motorveg-
num kom rættiligt róp í, tá
ið bussurin við spælarunum
hjá United fór fram við
føroyska ferðalagnum. Teir
høvdu løgreglufylgju, so
teirra ferð eftir motor-
vegnum gekk væl skjótari
enn hjá hinum
Eftir eina millumlending
á matstovu í Manchester
varð leiðin løgd heim aftur
til Føroya, og tað vóru
nakrir væl nøgdir føroy-
ingar, sum komu heimaftur
av fótbóltsferð í Onglandi.
Tað er stuttligt at vera til
stórdystir uttanlands, og tað
kann bara viðmælast til tey,
sum ikki hava roynt tað
enn.
Og tað verða helst fleiri
møguleikar til at gera slíkar
ferðir komandi tíðina.
Fyriskipararnir av hesi
ferðini ætla sær í øllum
førum at royna aftur í kom-
andi ári.
Tríggir av føroyingunum
vóru serliga hepnir á
ferðini.
Pauli Poulsen hevði
sonin hjá sær, Símun
Petur, og vinmannin hjá
honum, Heindrikk, við
sær til dystin, og leygar-
kvøldið løgdu teir leið-
ina fram við leikvøllin-
um hjá Manchester Uni-
ted, hóast hetta ikki var
partur
av
almennu
skránni fyri ferðina.
Har gjørdu teir einki
mætari enn at renna seg
inn í álopsspælaran hjá
Manchester United, Ole
Gunnar Solskjær, sum
seinastu vikurnar hevur
gingið skaddur.
Norski spælarin var
fryntligur og fyrikom-
andi, og hann vildi fegin
avmyndast saman við
føroyingunum,
sum
longu áðrenn dystin
høvdu
fingið
meira
burtur úr ferðini, teir
kundu ynskt sær framm-
anundan.
Hittu Solskjær
Pauli Poulsen, sonurin Símun Petur, vinmaðurin
Heindrikkur og norska fótbóltsstjørnan Ole Gunnar
Solskjær, sum teir av tilvild hittu í Manchester
leygarkvøldið
Her verða atgongumerkini til dystin flýggjaði út, og meðan tey flestu vilja sleppa at sita í
Liverpool-partinum, so eru tað eisini nakrir United-fjepparar við á ferðini
Hetta er fyrstu ferð, at felagið IRIS skipar fyri fótbóltsferð, og
teir høvdu fingið hjálp frá einum dana við royndum frá
slíkum ferðum. Her síggjast høvuðsmenninir á ferðini: Niklas
Heri, Rasmus og Jógvan
Á Anfield Road er ein minnisveggur fyri tey, sum lótu lív í vanlukkuni á Hillsborough
leikvøllinum í Sheffield í 1989, og her vóru blómur lagdar áðrenn dystin
19
18
Nr. 215 - 12. november 2003
84 føroyingar vóru
um vikuskiftið til
stórdyst í Onglandi,
har fótbóltur er meira
enn ein spurningur
um lív ella deyð. Og
tá ið Liverpool og
Manchester United
brustu saman, gjørd-
ist tað til óført
undirhald – bæði á
vøllinum og kring
vøllin - og føroying-
arnir stuðlaðu eisini
sínum liði
FÓTBÓLTSFERÐ
Eyðun Klakstein
Leygardagin fóru fleiri enn
áttati føroyingar á flog úr
Vágum. Kósin var sett
ímóti Manchester í Ong-
landi, og endamálið við
ferðini var at hyggja eftir
stórdystinum millum Liver-
pool og Manchester Uni-
ted.
Tað var felagið IRIS í
Klaksvík, sum skipaði fyri
ferðini, og hóast hetta var
fyrsta fótbóltsferðin hjá
teimum, gekk alt upp á stás
í Onglandi, og við leigaða
flogfarinum hjá Atlantic
sum jokara var ferðin lætt-
ari, enn um tað skuldi
millumlendast í Aberdeen
ella Keypmannahavn.
Hýrurin var góður á
ferðini, og tað var beinan-
vegin prát um, hvør hoyrdi
til hvørt liðið, hví júst tað
liðið var tað betri, og um
hvør fór at vinna stórdystin.
Ferðalagið búði í Man-
chester, og sunnumorgunin
varð leiðin løgd til Liver-
pool, har dysturin varð
spældur, og eftir eina vitjan
á Beatles-savninum í Albert
Dock tóku føroyingarnir
sær av løttum eina løtu
áðrenn dystin.
Men tá ið kósin so var
sett ímóti Anfield Road, fór
fótbóltsfepurin rættiliga at
gera um seg.
Stangt vaktarhald
Dystir av hesum slagnum
krevja nógv vaktarhald, og
tað var sjón fyri søgn, at
soleiðis var tað eisini í
Liverpool.
Hópin av løgreglufólki,
summi á hestbaki, og vakt-
arfólk vóru allastaðni, og
hóast tað hevði veri nakað
av ófriði leygarkvøldið, var
einki at síggja til slíkt
sunnudagin.
Á vegnum til vøllin vóru
nógvar
sølubúðir,
sum
bjóða skreytislutir, troyggj-
ur og mat. Og tað er lítið at
ivast í, at her er eisini ein
vinna, sum fólk fáa pengar
burturúr.
Kring leikvøllin bar til at
ganga og snodda eitt sindur
til stemningin, áðrenn kós-
in var sett inn á áskoðara-
plássini.
Tað eru fleiri enn 40.000
fólk til slíkan dyst, men tað
gongur merkisvert væl at
fáa fólk inn og út á leik-
vøllin.
Dystur á áskoðara-
plássunum
Fyrireikararnir av ferðini
høvdu fingið atgongumerki
til ymiskar partar av An-
field Road, og nøkur pláss
vóru í United-leguni aftan
fyri annað málið.
Her vóru vit eini 16 før-
oyingar, sum fingu aftur-
partin niður at. Ella tað bar
í grundini ikki til. Tí allan
samlan dyst stóðu fjeppar-
arnir hjá Manchester Uni-
ted, og tað kann vera
strævið. Men soleiðis vildu
teir hava tað, teir vildu
heldur upp á stólarnar at
standa enn at seta seg niður
eina løtu.
Rópini, sangurin og brøl-
ini vóru øgilig allan dystin.
Teir hildu ikki munn eina
løtu, og teir vóru uttan iva
trenaðir áskoðarar, tí tað
gjørdi ikki mun á røddini,
um teir skrálaðu í hálvan-
annan tíma á tamb.
Mest av orkuni varð nýtt
til at niðurgera mótstøðu-
menninar við herrópum og
slagsangum, sum tað er
óvanligt at hoyra á okkara
leiðum.
Tað var merkistvert, at
tað var ikki ein United-
troyggja at síggja, einki
turriklæði,
keppur
ella
annað, sum kundi vísa, at
hesi fólkini vóru úr Man-
chester. Tað var helst ikki
ráðiligt at fara í slíkt til
hendan dystin.
Dovnu kloddar
Hóast áskoðararnir hjá
Liverpool vóru í greiðum
meiriluta á Anfield Road,
so gjørdu fjeppararnir úr
Manchester alt fyri at
hoyrast.
Alt kundi brúkast sum
skjúts, sum tað var eingin
náði.
– Go to work, you lazy
twats, sungu United-áskoð-
ararnir fleiri ferðir, og eitt
av afturvendandi rópunum
var stutt og greitt: – 14
years.
Við hesum sipaðu teir til,
at Liverpool seinast vann
meistaraskapin í 1990, og
hóast teir síðani hava
vunnið fleiri steypakapp-
ingar, so mangla teir krún-
una á verkinum – enska
meistaraskapin.
Og tá ið Manchester
United samstundis hevur
upplivað størstu tíð sína
júst hesi seinastu 14 árini –
teir hava vunnið meistara-
heitið átta ferðir, FA Cup
fýra ferðir og Champions
League eina ferð – so er lag
á manni at syngja um tey
14 árini hjá Liverpool.
Teir reyðu úr Liverpool
gjørdust ov stuttir í kapp-
ingini um tey gyltu Champ-
ions League plássini í ár, og
hetta gjørdu United-áskoð-
ararnir eisini vart við.
»We're having a laugh in
Champions League«, brøl-
aðu teir fleiri ferðir.
Tað var ikki bara rópt, tí
tey, sum sótu millum
Liverpool-fólkini á An-
field, kundu siga frá, at tá
ið United skoraði, og onkur
hevði hug at fegnast um
hetta á Liverpool-plássun-
um, vóru tey fyri rætti-
ligum ágangi, og endin var,
at tey vóru tikin burtur frá
áskoðaraplássunum
av
vaktarfólki.
Keðilig byrjan
Hóast tað var lív í á áskoð-
araplássunum, hendi ikki
tað stóra á vøllinum fyrru
trý korterini. Bæði liðni
vóru varin, og hóast Liver-
pool hevði leikliga yvirvág
Føroyingar gjørdu sítt í Liverpool
Landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard og sonurin vóru við í ferðalagnum til Liverpool
Niklas Heri Jákupsson hevði gittar við sær á ferðini, og hann setti dám í bussinum
Í seinna hálvleiki kom lív í dystin, og Manchester United fór at spæla meira málsøkjandi. Her dystast spælararnir um ein bólt
inni í brotsteiginum hjá Liverpool
C
M
Y
K
18