Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 215 - 12. november 2003 Søljan tekur ímóti Kyndli á Giljanesi mikukvøldið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Einki er at ivast í, hvørji botnliðini í bestu kvinnudeildini eru í løtuni. Søljan og Kyndil hava enn einki stig fingið til høldar, men mikudagin verður hetta í øllum førum broytt fyri annan partin. Tá vitjar Kyndil nevnliga á Giljanesi, og tann dysturin tykist í nógvar mátar fara at geva eina ábending um, hvønn vegin tað skal fara í botninum í ár. Hjá Søljuni er Arnleyg Haraldsen nú aftur tøk, eftir at hon sat leikbann av sær móti Stjørnuni um viku- skiftið, og so røkist kanska fyri, at Kristina Griksaite aftur kann taka sær av plásisnum í málinum. Hjá Kyndli hevur talan mest sum verið um sama fólkið alt árið, men møguleiki er tó fyri, at liðið fær styrk hendan dystin. Lotte Sørensen hevur ikki verið á besta liðnum, síðani hon í vár meiddi sær knæið, men nú hevur hon so roynt seg á næstbesta liðnum, og sum skilst, so er ætlanin, at hon skal vera við, nú Kynd- il skal royna at taka seg av botnsessinum. Botnuppgerð verður á Giljanesi mikukvøldið, tá ið Søljan tekur ímóti Kyndli Íslendingar vilja hava fatur á Fróða Benja- minssen og Hans Fróða Hansen, og teir báðir B68-spælarar- nir hava verið í Íslandi og hugt eftir umstøðunum í felagnum Fram, har fyrrverandi B36- venjarin nú skal starvast FÓTBÓLTUR Jonhard Hammer Áhugin fyri føroyskum spælarum í Íslandi er framvegis til staðar, hóast tað ikki longur eru so nógvir føroyingar har yviri, sum tað vóru eitt skifti í 1990'unum. Julian Johnsson hevur staðið seg sera væl seinasta hálva árið, og tað hevur møguliga virkað við til, at íslendski áhugin fyri før- oyskum spælarum er stórur. Grindavík var fyrr í ár og hugdi eftir Hjalgrím Elttør, men eingin avtala spurdist burtur úr tí. Nú fiskar felagið Fram eftir Hans Fróða Hansen og Fróða Benjaminssen, sum báðir spæla við B68. Sosialurin hevur skilt, at báðir hava fingið tilboð frá íslendska felagnum, og fyri tveimum vikum síðani vóru teir yvir í Íslandi og hugdu eftir umstøðunum í Fram. Tekur avgerð eftir nýggjár Bæði Hans Fróði og Fróði hava verið stuðulsspælarar á liðnum hjá B68, sum stóð seg væl í farna kappingar- ári, men tað er neyvan hugaligt hjá toftamonnum at frætta, at nú er møguleiki fyri, at báðir spælararnir flyta úr felagnum. Enn hava spælararnir tó ikki gjørt av, um teir eru hugaðir at fara til Íslands at royna seg. – Í løtuni hugsi eg fyrst og fremst um at blíva liðugur við lærutíðina sum timburmaður, og tá eg vónandi eru komin á mál 1. januar, fari eg at gera av, hvar eg fari at spæla næsta ár, sigur Fróði Benjamins- sen. Hann sigur, at avtalan millum seg og B68 gongur út í ár, men hann dugir ikki enn at siga, hvat hann ætlar sær at gera komandi kapp- ingarár. Bæði hann og Hans Fróði hava fingið góð tilboð úr Íslandi, og vit hava skilt, at Hans Fróði ætlar sær at taka avgerð um fótbólts- framtíðina innan fáar vikur. Hans Fróði vil tó ongar gera viðmerkingar um íslendska møguleikan, sum nú hevur stungið seg upp. Ion er venjari Felagið Fram fekk fyri stuttari tíð síðani nýggjan venjara, og teir valdu sær Ion Geolgau, sum farna árið hevur verið venjari í B36. Frammanundan var hann venjari í HB. Tað er lítið at ivast í, at Ion hevur havt ein fingur við í spælinum, nú Fram roynir at tryggja sær tveir av bestu spælarunum í Før- oyum. Men um tað eydnast teimum at fáa nakað burtur úr fiskiskapinum í Føroy- um, fer tíðin at vísa. Landsliðsspælarar í Íslandi Íslendingar hava víst áhuga fyri landsliðsleikarunum Hans Fróða Hansen og Fróða Benjaminssen Fyrsta botnslagið C M Y K 20 Nr. 215 - 12. november 2003 21 Søkt verður eftir starvsfólki í sambandi við farloyvi Fyri starvsfólk í farloyvi verður søkt eftir peda- gogi til eitt starv 30 tímar um vikuna. Starvið er frá 1. des 2003 – 31. mai 2004. Stovnurin, sum er 3 ára gamal, er normeraður til 15 børn í vøggustovu- og barnagarðsaldri. Møguleiki er eisini fyri frítíðarskúlabørnum. Um møguligur umsøkjari hevur spurningar í sambandi við starvið, kann støkkast inn á gólvið ella ringjast á telefon 36 10 31. Um pedagogur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett í staðin. Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu verða stovninum í hendi í seinasta lagi 26. nov. 2003. Løn samb. Sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag. Barnagarðurin Leikan 220 Skálavík Tlf. 36 10 31 Kunngerð um uttangarðsútskiftingar- fund í Sørvági Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, broytt við løg- tingslóg nr. 41 frá 31. mars 1950, § 79, verður boðað til útskiftingarfund mikudagin 12. november kl. 10 í húsinum hjá húsmøðra- felagnum í Sørvági. Til viðgerðar verður útskifting av Selvíkarhaga, matr. nr. 424b, í Sørvági. Nevndarlimir eru: Jørleif Kúrberg, Tórshavn og Inger Merethe í Brekkunum, Hósvík. N. v. Øssur Á. Midjord útsk. form. Diabetesfundur um diabetes og føtur á Hotel Hafnia fríggjadagin 14. november kl. 19 Fríggjadagin14. november er altjóða diabetesdagur, og í hesum sambandi skipar Diabetesfelag Føroya fyri almennum fundi á Hotel Hafnia kl. 19. Evnið á fundinum er »Diabetes og føturnar« Eliesar Olsen, yvirlækni, greiðir frá um sár og sárviðgerð. Kári Petersen og Martin Jakobsen greiða frá, hvussu teir mistu annan gongulimin. Fótterapeutur vísir fram góðan fótbúna. Eisini verður umrøtt, hvønn týdningin tað hevur fyri diabetikarar at røkja føturnar. Diabetesfelag Føroya Bilur til sølu SUBARU LEGACY 2.0 i árg. 96/97 til sølu. Bilurin er sera væl hildin og hevur koyrt 104.000 km. Vetrar- dekk á felgum fylgja við. Ring Tlf. 260116 Matrikulstovan Jónas Broncksgøta 27 Tlf. 357900 · Fax: 357901 Postboks 327 · FO-110 Tórshavn E-mail: post@matrikul.fo Heimasíða: www.matrikul.fo Bókhaldari/ skrivstovufólk Fyri fólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloysara at seta 1. desember 2003. Førleiki Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur: • Skrivstovuútbúgving • Kunnleika til FSL bókhaldsskipanina hjá Gjaldstovuni • Góðan teldukunnleika • Góð samstarvsevni Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Upplýsingar Fyrispurningar um starvið kunnu setast Øssur Á. Midjord, matrikulstjóra. Umsókn Umsókn, saman við prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til: Matrikulstovan Postboks 327 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Matrikulstovuni í hendi í seinasta lagi 26. november 2003. Matrikulstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Arbeiðsøkini á stovninum eru viðlíkahald av matriklinum, marknasetingar,útskiftingar, uppmálingar og kortlegging. Á stovninum starvast 18 fólk. veitst tú ikki tað? 21