leygardagur 5. juli 1997síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið SOSU)
Nr. 126 — 5. JULI 1997
Alt fólkið er skift út á Skálabátinum
Kappróður: Manningin, sum undanfarin ár hevur vunnið so nógv, er komin umborð aftur
Tá teir fara at rógva kapp
á varmakeldustevnuni í
Fuglafirði seinnapartin í
dag, verða tað uppaftur
færri tiggjumannafør, enn
tað hava verið fyrr í ár.
Á jóansgku vóru tey
fimm í tali — Havnar-
báturin, Vestmenningurin,
Tverábáturin. Kjølur og
Skálabáturin — men í
Fuglafirði verða tað bara
fýra bátar, ið fara at takast
í róðrinum, sum hevur ver-
ið mettur at vera hin mest
åhugaverdi.
gi Sk verður ikki
við í dag, og bygdafólkið í
einari av bygdunum, har
áhugin hevur verið eina
| størst, verður í dag bara
umboðað í kappingini
ímillum S-mannafgrini,
mannað við dreingjum og
gentum.
Tað hevur gingið væl hjá
hesum báðum manningum.
Genturnar vunnu á jóan-
søku, og tað var ikki frítt,
at dreingirnir hóttu Drek-
an, ið hevur vunnið allar
róðrarnar higartili år.
Men hóast góðu avrikini
hjá skálafólki í Svani, so
er tað ein dyggur smeitur
bæði fyri Skála og fyri før-
oyskan kappróður, at
Skálabáturin ikki verður
við í dag.
Kemur afturíaftur
Men Skálabáturin verður
við í vestanstevnuróðrin-
um í Servági næsta
leygardag og á Olavsøku,
og um talan verður um um-
róður í Kollafirði, so verð-
ur hann eisini við, og tað
verður við einari aðrari
manning enn henni, sum
hevur mannað bátin hig-
artil í ár.
Sunnudagin fór nýggj
manning umborð, og síð-
ani tá hava teir vant hvert
kveld. At teir ikki halda
seg til at rógva longu í dag
er væl skiljandi.
Talan er kortini ikki um
fólk, ið er ókent við róður.
Sjey teirra, sum komu um-
borð sunnnudagin, vóru
við í fjør, tå Skálabáturin
kappaðist við Havnarbåtin
um FM heitið. Hesir báðir
bátarnir vunnu hver sínar
tveir róðrar og endaðu við
sama stigatali (Vestmenn-
ingur og Kjølur vunnu
hver sín róður). Havnar-
báturin gjørdist FM vinn-
ari, tí teir vunnu Glavsøku.
Ein er eftir av fyrru
manningini í ár, ein hevur
áður róð við Svani. og ein
er komin afturíaftur, sum
róði í 1991, 1994 og 1995
og var við ein róður bæði í
1992 og 1993. Nýggi
róðursmaðurin á Skálabát-
inum stýrdi eisini í 1993,
1994 og 1995.
Var ómannaður
Burtursæð frå á norðoya-
stevnu, so hevur tað gingið
illa hjá teimum, ið hava
mannað Skálabátin í ár. Á
jóanssku endaðu teir aft-
ast, og tað er so at síga ikki
komið fyri áður.
Onkur var farin av áðr-
enn jóansgkuna, og tå
triggir søgdu upp eftir
róðurin, fóru hinir eisini av,
og so var báturin ómann-
aður
Nógvir at gomlu og sig-
ursvandu manningini hava
ikki róð í ár, tí teir hava
verið til skips. Hetta og til
á ólavsgku eru teir heima.
Teimum dámdi ikki, at
báturin var ómannaður, og
á døgurda sunnudagin høv-
du teir mannað Skálabátin.
Seinnapartin sama dag
vandu teir fyrstu ferð. Síð-
ani hava teir vant hvønn
dag, og teir hava vant nógv.
Skálabáturin hevur verið at
sæð á Skålafjørdinum
hvert kveld í vikuni. Mest
út fyri bygdini á Skála,
men eisini inni í Skálafirði
og onkuntíð úti í Runavík-
ini.
Men tey. sum halda við
Skálabátinum, og tey, sum
gleða seg til at kappast við
Skálabátin, noyðast at bíða
til á vestanstevnu fyri at
síggja, hverjar knotur eru í
teimum, sum áður hava
vunnið so nógv.
Miðalaldurin er rættiliga
høgur. Hin yngsti er 21 ár,
tann næstyngsti 25 ár, og
nógvir av hinum eru um 30
ára gamlir. Elsti maður er
33 ár.
Skálabáturin vann FM í
1992, 1993 og 1994.
Avgerðin hjá dómsnevndini fær fylgjur:
RSF
startinu
Kappróður: Róðrarsambandið setur
seg ikki ført fyri at brúka fasta startin
so leingi sum grundgevingin fyri av-
gerðini hjá dómsnevndini er orðað,
soleiðis sum hon var í gjár
A fundi seinnapartin í gjár
gjørdi Róðrarsambandið av,
at tann fasti starturin ferður
ikki brúktur — fyribils í
hvussu so er. Hetta varð frá-
boðað í stuttum tíðinda-
skrivi.
Og hetta vekir sjálvsagt
stóran ans, tí Róðrarsam-
bandið hevur stútt og stød-
ugt arbeitt við at betra um
fasta startin, sum í huga-
heiminum hjá øllum, ið fá-
ast við kappróður, mundi
vera komin fyri at vera.
Á jóansgka royndu teir
eina nýggja útgávu, og tað
varð sagt, at henda útgávan
royndist betri, enn tann
gamla.
Men nú kubba teir so at
siga á stokkinum, og tað er
ikki uttan orsøk.
Nevndin heldur seg stutt
sagt íkki til at skipa fyri
kappróðri við føstum starti,
eftir at dómsneyndin hevur
broytt avgerðina, sum RSF
tók, eftir at vestmenningar
høvdu kært um 10-manna-
farsr6durin å sundalags-
stevnuni í Kollafirði 14
juni.
Dómsnevndin hevur koll-
dømt róðurin. Teir halda, at
umstødurnar hjá bátunum
vóru ikki tær somu undir
startinum, tí tveir bátar høv-
du slept teyminum, sum er
í fasta startinum.
RSF heldur talan vera um
prinsipiella avgerð, og fyri
at byrgja fyri, at sama stóða
tekur seg upp aftur á varma-
keldustevnuni í dag, so hev-
ur nevndin gjørt av at sleppa
fasta startinum.
Ymiskar
Tad er grein 16 f reglunum
fyri FM í kappróðri, sum
RSF ikki skilur á sama hátt
sum dómsnenvdin og sum
er beinleiðis orsøkin til, at
RSF hevur kent seg noytt
til at taka stóra stigið ikki
at nýta fasta startin.
Í reglunum verður sagt, at
startdómararnir skulu syrgja
fyri, at framstavnarnir liggja
á linju, tá ið startað verður.
Hetta heldur RSF vera tað
tydningarmiklasta. Teir hal-
da, at fyri hesum má tað
víkja, um allir bátarnir halda
í fasta startinum ella ikki.
Men tað heldur dóms-
nevndin ikki. Í somu grein
16 verður sagt, at fastur
startur kann verða nýttur frá
boyum ella ødrum. Tað
stendur einki um, at allir
bátarnir skulu halda í fasta
startinum, men dómsneynd-
in hevur við avgerð síni um,
at úrslitið av róðrinum í
Kollafirði ikki skal telja vid,
týðuliga givið til kennar, at
teirra sjónarmið er, at um-
stødurnar eru ikki tær somu,
um ikki allir bátarnir halda
í startinum. Og so er tað, at
RSF hevur gjørt av taka
startin burtur. Dómsneyndin
hevur hægsta myndugleik-
an í tílíkum fórum.
Veruleikin
Sjónarmiðið hjá RSF hevur
verið og er, at í onkrum før-
um hevur tað verið neyð-
ugt hjá summum at sleppa
fasta startinum fyri fram-
stavnarnir skulu liggja á
linju, tá skotið gongur av
Trupulleikin við fasta
startinum hevur verið, at
tað meiri enn so kemdur
fyri, at bátarnir í miðjuni
ella teir úti í borðunum eru
noyddir at sleppa teyminum
fyri at fáa stavnarnar at
liggja á linju við teir á
hinum, sum hava hildið í
startinum.
Jóhannes Joensen, for-
maður í RSF sigur, at teir
hava verið í sambandi við
dómsneyndina fyri at greiða
teimum frá óhepnu avleid-
ingunum, sum teir halda, at
orðingin í grundgevingini
fyri avgerðini í aktuellu
kæruni fer at hava, men tá
orðingin ikki var broytt í
gjár, kendi nevndin tað at
vera neyðugt at sleppa fasta
startinum.
= ty greitt, um 10-
mannafarsr6durin å sunda-
lagsstevnuni skal rógvast
umaftur og tískil heldur ikk-
i, nær og hvar tað verður,
um tað verður, men tað er í
hvussu so er greitt, at alt
verður avgreitt fyri Glavsøk-
u, og at tað verður ikki róð
umaftur í Fuglafirði í dag.
Møguleikarnir eru, at 10-
mannaførini rógva tveir
róðrar á vestanstevnu, at teir
rógva umaftur á Kollafirði
í tíðarskeiðnum ímillum
vestanstevnuna og Olavsøk-
una, ella at r6durin å sunda-
lagsstevnuni verður strik-
aður.
Í dómsnevndini hjá RSF
eru Tummas Hans Gaard-
lykke í Miðvági, Louis
Houmann í Oyndarfirði og
Hans Petur Joensen í Tórs-
havn. Eykalimir eru Rod-
mund Andreasen í Vest-
Minnist til
haldaragjaldið!
RSF sleppur fyribils
RS Í
|
fasta startiunum, sum
verður nýttur í FM-
kappróðrinum
manna, Dánjal Petur Olsen
í Hósvík og Jóhanna í Horni
í Sandavági.
Í síðstu viku søgdu vit, at
vestmenningar ætlaðu ikki
at kæra avgerdina hjå RSF,
sum ikki gav teimum við-
hald. Men kæran kom beint
áðrenn freistin fyri at kæra
var úti, og vit mugu bara
staðfesta, at vit hava mis-
skilt okkurt, ella hava tað
verið fleiri sjónarmið hes-
um viðvíkjandi í Vestmann-
a
jh
—