Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 126 — 5. JULI 1997 tíðindablaðið 19 B36 dystast við europeiskt | storfelag Fótbóltur: Í dag vitjar russiska stórfelagið Dynamo Moskva á Svangaskarði, og tað er ein sera stór upp- gáva hjá B36 at loysa Í dag hevur B36 truplastu uppgávuna, teir hava havt í fótbóltskappingini í år, ja, helst í fleiri ár Liðið skal á grasvøllin á Svangaskarði fyri at spæla móti russiska stórfelagnum Dynamo Moskva Bara navnið á russiska felagnum ljóðar ødiligt, og veruleikin, at teir liggja næstfremstir í russisku kappingini í løtuni, ger teir ikki minni ødiligar Hetta er triðja uppgávan hjá B36 í Intertoto-Cup, hinir báðar, sum hava verið undan hesari, eru endaðar 0.5. , Úrslitini í Intertoto kappingini higartil hava kanska íkki verið so góð, sum vit høvdu vónað, hóast spælið hevur gingið rímu- liga væl, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36 - Tað sum vit fyrst og fremst hava lært av hesar! kapping er, at tá ið tú spælir móti so frægum liðum sum hesum, verður tú straffaður fyri nærum hvert mistak tú gert Hetta sást serliga væl í Olso móti Stabæk. Í einum annars góðum dysti gjørðu vit nøkur få verjumistøk, sum nærum øll kostadu mål, sigur B36-formadurin okkara besta Eins og B36-spælaranir vita tad, er eisini B36-formad urin greiður yvir, at mót- stødulidid hjá B36 í dag er sera sterkt Vit fáa eitt av bestu lid- unum í Europa á vitjan. Vit fara at royna at avmarka okkara mistøk og spæla upp til okkara besta, so mugu vit síggja, hvussu leikur fer, sigur Kristian á Neystabø Í øllum førdum verður tað ein fragd hjá øllum, sum elska fótbóltsspælið, at síggja dystin í dag Mitt í viku tapti B36 seinnu semifinaluna í steypakappingini móti VB og teir snávaðu tí á leiðini til steypafinaluna Men framvegis er B36 væl á odda í landskapping ini, og undan seinnu hálvu av kappingini, er munurin til næstfremsta liðið try stig Men i dag snyr tad seg um europeiskan fótbólt, og har eru uppgåvurnar av slik um slag, at spælararnir hverja ferð eru topmotiver aðir — ikki minst tá mót- stødulidid er so sterkt sum Dynamo Moskva Dysturin verður í dag kl 17.30, og B36 skipar fyri bussferð úr Havn í sam- bandi við dystin ek Julian Johnsson og B36 hava truplan dyst í dag wa =. - Russiska liðið fær = » 1 = sjáldan nógv mal Fótbóltur: Lev Jasjin er nógv kendasti spælarin, sum nakrantíð hevur spælt við liðnum, sum í dag vitjar B36. Ein spælari hjá Dinamo Moskva var við, tá Russland spældi á Svangaskarði fyri tveimum árum síðani Gestirnir hjá B36 í dag end aðu í fjør á fjórða plássi í russisku landskappingini. Í løtuni eru teir á triðja plássi, men sambært russiska fót- bóltsserfréðinginum, Ívan Maskalenko, so rokna tey, sum fylgja væl við í russ- iskum fótbólti, ikki við, at hið fer at standa seg so væl Dinamo Moskva og Spar- tak Moskva eru mest vinn- andi feløgini í russiskum fótbólti. Men heimildar- maður okkara í Moskva sig- ur, at Spartak hevur altíð havt stórri undirtøku mill- um fólkið enn Dinamo Spartak hevur verið rokn- að sum felagið hjá fólkin- um, meðan Dinamo hevur verið umboðið hjá løgregl- uni og KGB Dinamo hevur í alt vunn- ið meistaraskapin ellivu ferðir, men teir hava ikki vunnið síðani 1976. Teir hava vunnið steypakapp- ingina sjey ferðir. Seinasta ferðin var í 1995 Jasjin er tann kendasti Ein spælari, sum er í ferða lagnum hesa ferð, hevur verið í Føroyum áður. Tað er Yurij Kovtun, sum var vid, tá russiska landsiðið vitjaði á Svangaskarði Hann verður sagdur at vera ein heldur harðligur verju- spælari, sum ofta fær gul og reyð kort. T. d. var hann vístur av vellinum, tá Russ- land í EM kappingini í 1996 spældi ímóti Týskalandi. Eingin ivi er um, at Lev Jasjin er kendasti spælarin, ið Non hevur spælt vid Dinamo Moskva. Hann var málverji í felagnum í tjågu ár, umframt at hann spældi eina rúgvu av landsdystum, og í 1963 var hann kosin at vera ársins spælari í Europa. Skjóta fá mál Tá triðji besta liðið í russis- ku kappingini vitjar kann ikki roknast við øðrum, enn at teir duga sítt handverk og eru nógv betri enn føroy ingarnir Men kanska verður mun- urin ikki so ógvuliga stórur Russiski heimildarmaður okkara sigur, at Dinamo hevur ofta ilt við at fáa mál, og ímóti veikum liðum skjóta teir sjáldan nógv mál. Spælistílurin verður sagdur at vera eitt sindur kediligur Serliga tvey tey seinastu ár- ini, meðan 64 ára gamli A- dams Golodets hevur verið venjari, hava teir verið sagdir at leggja stóran dent á verjuspælið. jh Kvinnurnar vunnu bronsu Flogbóltur: Flogbóltskvinnurnar vunnu sera spennandi bronsudystin Flogbóltskvinnurnar viss- aðu í gjáramorgunin bronsumerkini á Oygge a spennándi og javnan dyst mól nere ey, vunnu tær at enda 3-2, men tær vóru nær við at tapa. Fyrsta settið tapti før- oysk 190 syngjandi 2- 15, men í ødrum settið vóru tað tær sum tóku yvir, og 50 vinnu tær 156. Triðja setti endaði aftur við sigri til , sum vann 17-15, og í fjórða setti var føroyska liðið langt aftanfyri, og hevdi mest sum tept dystin. men tær vildu ikki gevast å hondum og striddu seg fram um 16-14. Seinasta og avgerandi settið var sera og endaði við sigri til Før- oyar, 15-12, og harvið vunnu lær DrOnSSRR ek