leygardagur 5. juli 1997síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
tíðindablaðið SS
Finskt og føroyskt
i Listaskålanum
Aldubåran, Øssur Bæk og Stamen Stantchev
spæla i Havn, og Barokk Nord syngur i K vivik
Bæði havnarfólk og skål-
víkingar fáa høvi at lyda á
finskan tónleik nú um viku-
skiftið
Teir báðir Jari Puhakka
floytu) og Ikka Virta (gitt
ar) spæla í Listaskálanum í
kveld kl. 20 og í Skálavík
ar kirkju í morgin kl. 15
Spæld verða verk eftir W
A. Mozart, J. K. Mertz, D
Cimarosa og Fr. Molino
Teir eru báðir útbúnir vid
Sibeliusakademiid í Hel-
sinki og starvast nú sum
konservatoriilærarar. Eisini
hava teir drúgvar royndir
sum solistar
Å hesi somu konsert i
Listaskålanum verður eisini
hevi at hoyra teir báðar
Ernst Sondum Dalsgarð
(sang) og Olav Jakobsen
(gittar). Teir framføra verk
eftir J. Dowland, B. Britt-
en, Fr. Schubert og eisini
eftir J. Waagstein og P. Al-
berg
Barokkur i Kvivik
Sunnudagin kl. 16 syngur
norski vokalbólkurin
Barokk Nord renessansu-
og barokktónleik í Kvívík
ar kirkju. Kvívíkingurin
Hans Iversen stjórnar hes
um bólki, ið hevur trý ár á
baki. Tey hava longu nú ar-
beitt saman við bestu kór-
leiðarunum í Noregi.
Um somu tíð sunnudagin
spælir føroyski bólkurin
Aldubáran í Norðurlanda-
húsinum. Spæld verða verk
eftir Sunleif Rasmussen og
kvintett fyri klaver og blás-
arar í Ess-dur eftir W. A
Mozart
Sunnukveldið kl. 20
spæla Ossur Bæk og Stam
en Stantchev í Listaskálan-
um. Spæld verða verk eftir
Fr. Chopin, O. Messiaen og
Sunleif Rasmussen. Harum
framt verður hevi til at
hoyra tveir evnagóðar kla
vernæmingar hjá Stamen
Kristinu Dalsgarð og Ullu
Timmerman spæla verk
eftir Fr. Chopin og O. Got-
skoisik. Báðar hava vunnið
åvikavist silvur og gull á
Steinway kappingini, sum
hildin verður á hverjum ári
í Tónlistarhúsinum í Arhus. = sinni
Nr. 126 — 5. JULI 1997
Hetta eru tær seinastu
konsertirnar, ið Summar-
Frá Pizzaria,
Skáanum
& Hollywood
Okkum tørvar røsk fólk at arbeiða á Olavsøku.
Tif. 18866
Takk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum høvdu sam-
kenslu við okkum, tá ið elskaðu og kæru foreldur
okkara
Lis og Kriss Guttesen
andaðust og fóru til gravar
Vit takka prestunum, Sverra Steinhólm fyri vekur
orð í kapellinum á Landssjúkrahúsinum — og Bjarna
Bæk og Una Næs fyri vekur orð í Havnar kirkju
Vit takka berarum, kirkjutænarum, sangarum, Kristi-
liga Sangkórinum og øllum tykkum, sum fylgdu.
Takk fyri blómur, kransar og aðrar heilsanir
Vit takka øllum tykkum, sum komu nidan í KFUM
eftir jarðarferðina og grannunum í Gundadali, KFUK,
KFUM, kirkjuráðnum í Havnar kirkju, Sambands-
flokkinum og øllum ødrum, ið hjálptu til.
Øllum tykkum, sum vóru góð við foreldur okkara,
eru vit takksamir.
Janus og Ívar
tónar skipa fyri á hesum
|
i
|