týsdagur 8. juli 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 127 — 8. JULI 1997
Vagnur Michelsen:
tíðindablaðið + |
O-mannafarsróðurin
í Kollafirði
Dómsnevndin i Róðrarsambandinum hevur ikki gjórt sær eina
heildarmynd av róðrinum, og eigur tí at broyta avgerðina, so-
leiðis at róðrarárið 1997 kann enda í sátt og semju á ólavsóku
Leygarkveldið var undirrit
aði ein túr í Alakeri. Mann
ingin á Havnarbátinum var
júst komin aftur av varma
keldu. Lagið var ikki gott
tí Vestmenningurin hevði
vunnið 10-mannafarsróður
in í einum góðum enda
spurt
Men tað var ikki tapið
ímóti Vestmenningi, sum
var stóra samtaluevnid í
Alakeri leygarkveldið
Vestmenningurin hevði róð
ein betri róður enn Havnar
báturin á varmakeldu, tað
mátti manningin á Havnar
bátinum bara ásanna
Stóra samtaluevnið var
avgerðin hjá dómsneyndini
í Róðrarsambandinum, sum
hevði kolldømt 10-manna
farsróðurin í Kollafirði,
sjálvt um startdómari, mál
dómari, eygleiðari, hevuðs
dómari og kappingarnevnd-
in høvdu góðukið róðurin
Her sást tú nakrar illar og
keddar rógvarar, sum órætt
víst høvdu mist ein róður,
sum teir høvdu vunnið í
Kollafirði. Fyri mær høvdu
hesir menn mist hugin at
rógva, og langa kappingar
árið var farið fyri bakka av
einari ússaligari og primi-
tivari dómsneynd, sum Giv
að slett ikki var í Kollafirði
henda dagin
Grundgevingin fyri um-
róður er so langt, langt av
leið
Fasti starturin
Fyrst í 80 árunum var nógv
tosað og skrivað um at betra
umstødurnar og gera kapp
Havnar Róðrarfelag er í ødini inn á dómsneyndina í
Róðrarsambandinum
róðurin meira rættvísan
Fasti starturin var tá mettur
at vera einasta loysnin til ein
rættvísari kappróður
Onøgdin var mangan stór
júst um startin
Seinastu árini er nógvar
royndir gjørdar við fasta
startinum, sum í flestu før
um hevur riggad væl. Men
tå ert ikki harri yvir vedur
lagnum, og tad var just
nógvi vindurin í Kollafirði,
sum gjørdi, at bogi kom í
fasta startin, og tí var tor
ført hjá startdómaranum at
leggja bátarnar. T.d. tók tað
45 minutir at starta gentu
bátarnar
Í kappingarreglunum hjá
Róðrarsambandinum stend
ur, at fastur startur kann
nýtast. Eftir mínari áskoðan
er fasti starturin eitt hjálpi
amboð hjá startdómaranum
Tað avgerandi er, at bátar
nir liggja á linju, tá ið start
skotið ljóðar, og at allir bát
arnir hava somu møguleik-
ar í startinum
Sjónvarpsmyndir vísa, at
tey fimm 10-mannaførini
lógu á linju, tá ið startað
varð í Kollafirði. Kjølur
fekk besta startin, Vest-
menningur fekk hampulig-
an start, og Havnarbáturin
var aftastur, tá ið startróður-
in var av. Tað var ikki fyrr
enn seinastu 500 metrarnar,
at Havnarbáturin gjørdi ein
øgiligan verr og vann róð
urin
Havi gjørt mær tann
ómak at tosa við fleiri báts
manningar, og siga tær allar,
at í øllum róðrunum vóru
tað bátar, sum ikki kundu
halda í fasta startinum, tí
annars kundu tær ikki akta
boðini hjá startdómaranum,
so at bátarnir komu at liggja
á einari linju. Hetta er eis
ini komið fyri á ødrum
stevnum
Eftir mínum tykki hevur
dómsneyndin ikki gjørt
nakað kanningararbeiði, og
á tann hátt gjørt sær eina
heildarmynd av róðrinum í
Kollafirði. Enn einaferð eru
vit vitni til eina skrivi
borðsavgerð í føroyskum
ttrótti
Bátsformaðurin á Vest
menningi segði tað so bein-
rakið í Utvarpinum fríggja-
kveldið, at vestmenningar
roknaðu ikki við at fáa við-
hald í klaguni, men vildu
við klaguni vísa á skeivleik-
ar í róðrinum. Ein ítróttar-
lig viðmerking frá einum
bátsformanni
Stóri syndarin í hesum
máli er ein ússalig og primi
tiv démsnevnd. Tú hevur
varhugan av, at Manningin
á Havnarbátinum er komin
í klemmu í einum makt
stríði millum nakrar persón
ar innan føroyskan kapp
róður. Von ikki, at eg havi
rætt í hesum. Annað kann
tað ikki vera, tí avgerðin hjá
dåmsnevndin er so langt
langt av leið. Sjálvt eygleið
arin, sum sagt verður er
vestmenningur, er íkki
samdur við démsnevndini
Einasta rætta í hesum
máli er, at dómsneyndin
broytir avgerðina um 10
mannafarsróðurin í Kolla
firði, so róðrarárið 1997
endar á Olavsøku í sátt og
semju við Vestmenningi
ella Havnarbátinum ella
einum triðja báti sum Fer
oyameistara. Havnarbátur
in og Vestmenningur hava
vunnið tveir róðrar hver, so
tað kann ikki vera meira
spennandi
Verður hetta ikki gjørt, eri
eg bangin fyri. at hesin
skammblettur fer at spøkja
aftur í nógv år, og at før-
oyskur kappróður verður
sendur aftur í »midøldina«
Bátarnir eru fækkaðir
seinnu árini, skulu vit minn-
ast til
Kolldømingin og umróð
ur av róðrinum í Kollafirði
førir einans órættvísi við
sær. Nýggj manning er km
in á Skálabátin og mann
ingin á Kjøli er ikki hin
sama. Tvíheldur dóms
nevndin um umróður i
Kollafirði, so skal ikki bert
10-mannafarsr6durin rógv
ast umaftur, men allir róðr
arnir á Sundalagsstevnuni
tí mannagongdin hjá start
dómaranum var hin sama
allar róðrarnar
Komi í skrivandi løtu at
hugsa um nógvu skrivi
borðsavgerðirnar innan før
oyskan fótbólt í 80 árunum
tá m.a. skeivt skrivað eftir
navn á dómaraseðli kom at
avgera, hvar Føroyameist
araheitið endaði
Hetta er tíbetur farin tíð
innan føroyskan fótbólt, og
vónandi verða gróðrarlík
indi heldur ikki fyri slíkum
í føroyskum kappróðri. Tað
hevur tjóðarítróttur okkara
ikki uppiborið
Við vón um framhaldandi
gott kappróðrarár.
Vagnur Michelsen
Profa Múrvernd
Er trygd fyri, at
húsaveggurin ikki
skallar
Profa Múrvernd er ein fullfíggjað
skipan av húsamáling. Nógvir litir og
nógvir møguleikar. Felags fyri alt er
tann góða haldgóðskan. Tú fært einki
betri, tå húsaveggurin eigur tørn. Og
tey góðu ráðini, ið tryggja eitt gott
úrslit, fært tú heilt ókeypis.
Vælkomin í Profa!
TRÆ- OG
MÚRREINS
Tekur lætt og
væl grena skón
burtur av múri
og flísum.
5 litrar fyri 62,-
PROFA
MÚRVERND
Veggjamáling, ið
gevur eina vakra
»kålkkåma« flatu
og verjir húsa-
múrin í nógv ár.
Vanl. prisur 659,-
Prísur nú 579,-
sl Farvur
á Hálsi - 100 Tórshavn - Tlf. 19220
800 Tvøroyri - Tlf. 71081