Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið Nr. 127 — 8. JULI 1997 Oljugigantarnir BP og SHELL við beinari kós móti fóroyska landgrunninum: SHELL skal tanda á odda fyri olju- leiting við Føroyar Jan MULLER Tvey av heimsins størstu »ljufeløgum, Shell og BP, hava nå gjørt avtalu um at arbeida saman i leitingini eftir olju og gassi å føroyska landgrunninum Umboð fyri tey bæði fel- øgini hava júst havt fund í London. Har varð avgjørt at seta beina kós móti før- oyska landgrunninum við Shell sum skipara Hjarnar Djurhuus, stjóri á Shell í Føroyum, var við á fundinum í London. Ætlan- in er, at Hjarnar Djurhuus, sum fer frá sum stjóri í Shell seinni í ár, skal ráðgeva hes- um oljusamtakinum í hvussu er í byrjanini. Hjarnar Djurhuus váttar fyri Sosialinum, at tað verður Shell, sum verður operatørur á føroyska økin- um i hvussu er f sambandi vð 1. útbjóðingarumfar Hvussu verður seinni er enn ikki avgjørt. Sosialurin skilur, at hesi bæði risastóru oljufeløgini nú av álvara fara at leggja seg eftir fóroyska økinum, sum tey hava stórar vónir til Heimafturkomin av fundi við Shell og BP í London sigur Hjarnar Djurhuus við Sosialin, at sum stjóri í Shell er hann biðin um at hava ein leiklut í framtíðar oljuleitingini hjá Shell í Føroyum. -Eg havi ikki fyrr verið beinleiðis við í hesum partinum av virkseminum og helt tað vera av alstórum týdningi at kunna meg væl um, hvat tað snýr seg um Hjarnar Djurhuus leggur aftrat, at starvsfelagar hans- ara í Shell UK leggja stóran dent á at kunna skilja, hvørj- ar vónir og eisini hvønn ótta í Føroyum fólk hava til eina komandi oljuvinnu Tervur á orku Vit hava biðið Hjarnar Djur- huus greiða okkum nærri frá, hverjar ætlanir Shell og BP hava í Føroyum, nú hann er komin heimaftur av fundi við umboð fyri tey bæði felggini - fundi, sum snúði seg um ætlaninar hjá feløgunum á føroyskum øki i framtíðini -Alt hetta málið snýr seg fyrst og fremst um, at fólki tørvar orku. Hesin tørvur verður kanska ikki altíð settur í samband við olju og gass, men vit hava øll brúk fyri hita og ljósi og so eisini fyri flutningstólum. Orka er neyðug skulu vit hava bú- skaparliga framgongd Samtíðis krevja fólk, at henda framgongdin er umhvørvisvinarlig. Hjarnar Djurhuus visir å, at tað, sum javnan verður tjakast um alment, er at finna røttu javnvågina mill- um umhvørvid og annan tørv, sum eitthvørt samfelag hevur - eitt nú innan heilsu, útbúgving og bústaðarmál - og millum heimsumfat- andi umhørvismål og tjóð- skaparlig og búskaparlig rættindi Hjarnar Djurhuus sigur víðari, at tað eru serliga trý høvudsøki, har Shell liggur klárt á odda. Hesi eru góðu avrikini á stórum havdýpi, serliga í meksikanska flógv- anum og út fyri afrikonsku strondini - síðani er tað stóra heilsu-, trygdar- og um- hvorvisarbeiðið og so tær vælkendu royndirnar hjá Shell at menna lokala vitan og fyritakssemi og so infrastrukturin. Shell er í dag við í leiting útfyri vesturafrikonsku strondini å meira enn 350 metra dýpi - og uttan fyrr angolsku strondina eru teir í ferð við at bora á 600 metra dýpi. Í meksikanska flógvanum fer Shell í ár undir at framleiða náttúr- gass á Mensagkinum, og tað verður á einum dýpi, sum er meira enn ein fjórðing tvs. á 1645 metrum, sum er heimsmet Onnur øki í meksikanska flógvanum, har Shell antin er í ferð við at útvinna ella longu framleiðir olju, eru á dýpi millum 500 og 1200 metrar Væl við í føroyskum Royndirnar hjá Shell á gkj- um so sum gransking, menning og teirra virksemi í einum so tøkniligum av- bjóðandi umhvørvi, ber við sær, at felagið hevur ein hóp av tekniskari vitan, sum fer at koma væl við í føroysk- um sjógvi heldur Hjarnar Djurhuus Hann visir å, at um okk- ara leiðir er Shell longu sera virkið á tí bretska partinum av Atlantsmótinum, eisini kent undir heitinum „The Atlantic Margin“. Á hav leiðunum vestan fyri Het land arbeiðir Shell m.a saman vð BP, har hesi bæði feløgini standa á odda fyri útbygging av teimum fyrstu djupvatnsøkjunum á At lantsmótinum, Foinaven og Schiehallion. Hetta eru arbeiði, sum uttan iva verða meinlík teimum, sum i framtíðini helst verða at fara fram á føroyskum eki Hjarnar Djurhuus sigur, at samarbeiðið millum Shell og BP kemur at halda fram, og bæði feløgini fara nú av álvara at virka saman í før oyskum sjógvi Shell ger annars eisini royndir at finna aðrar vinn .umøguleikar og ger seis- miskar kanningar fyri at finna fram til, um olja finst á ødrum økjum á bretsku havleidunum í ein land- nyrðing úr Hetlandi og somuleiðis í írskum sjógvi, í tí økinum, sum verður nevnt „Rockall Through“ Hjarnar Djurhuus vísir á, at meðan oljufeløg royna at gera alt fyri at minka um vandan fyri dálking, sum stendst av oljuleiting og oljuvinnu, so hevur eyð- kennið hjá Shell og BP á Atlantsmótinum verið um- framt at ansa serstakliga væl eftir, teirra tilbúgvingar- ætlan Hóast hesin vandi er nógv minkaður, síðani flótandi framleidslutøknin varð tikin í brúk, so hava oljufeløgini tó tryggjað sær, at tey eru væl fyrireikað til at taka sær av einihvørji dålking, sum kann taka seg upp -Hetta, sigur Hjarnar Djurhuus vidari, -er alt gin partur av ti, sum Shell sær sum sina skyldu at minka um møguligt árin tess virksemi í tí nåtturliga um- hvørvinum ber við sær. Hjarnar Djurhuus saman vid Shell og BP følki i London. Fv. Peter de Rui ter. stjóri i „New Business Development, Shell Ex pro“, Stewart Petri BP, Peter Bowman, Shell Ex pro, Dorine Terwogt, Shell Expro, Brian Darracot Shell Expro, Hjarnar Djurhuus, stjóri í Føroya Shell. Gordon Taylor Shell I xpro og Serge Letj ten, stjóri „Atlantic Mar !1 gin Venture, Shell Expro Hjarnar Djurhuus sigur annars, at Shell-UK-bólk urin, sum hittist í London herfyri, skilir fult út tann ótta, sum føroyingar hava tá tað snýr seg um um hvørvid - og ta møguligu åvirkan, sum ein oljuvinna åt fyri føroysku strendurnar kann koma at fåa fyr lívsháttin hjá føroyimgum Fad er umráðandi at minnast til, at Shell, sum er eitt heimsumfatandi felag við fyritskum í meira enn 100 londum, hevur ómeta liga nógvar royndir í nógv um ymiskum umhvervi og saman við mongum ymisk um mentanum. Eisini hevur Shell UK eitt tætt sam- arbeiði við smærri samfeløg sum eitt nú Hetland sigur Hjarnar Djurhuus og leggur aftrat, at ein væleydnaður oljuídnaður á havleiðunum við Føroyar, er ikki bert við til at tryggja orkuveiting og inntøku fyri landið, men hann merkir eisini íløgur, arbeiðspláss og menning av útbúgvingum og yrkis- greinum. Stuðla før -Shell og BP hava longu stuðlað føroyingum, sum eru í ferð við at útbúgva seg innan oljuvinnu í Skotlandi, og Shell UK kannar eisini møguleikarnar fyri at fáa fgreyingar uppí vinnuna í Stórabretlandi, soleiðis, at teir kunnu nema sær nýggj- an kunnleika og hegni, sum teir so kunnu taka við sær aftur til Føroya og brúka her í eini komandi oljuvinnu Saman kunnu vit syrgja fyri, at føroyski oljuídnað- urin fer at gagna búskap- inum og samfelanum sum heild. Í Shell og í bólkinum annars síggja vit fram til, at landsstýrið skal fara at kunngera fyrsta útbjóðing- arumfarið, og um Shell sum operatgrur hevur eydnuna við sær, so eru vit tilreiðar sigur Hjarnar Djurhuus heimafturkomin av fundi í London við umboð fyri oljusamtakið Shell/BP.