týsdagur 8. juli 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 127 — 8. JULI 1997
tíðindablaðið
veddararnar
Havnarliðið fekk higartil besta úrslitið í Intertoto Cup ímóti
russiskum liði, sum helt seg hava lætta uppgávu
Leygardagin endaði Inter
toto Cup kappingin á hes-
um sinni á Svangaskarði
Russiska liðið Dynamo
Moskva vitjaði, og teir
fingu sigurin, sum teir tókt-
ust hava væntað fór at koma
mest sum av sær sjálvum
upp í hendurnar á teimum
Belgiska Genk, sum í
fyrsta umfarinum vann 5-0
á B36 á Svangaskarði, vann
leygardagin 4-3 á norska
Storbæk, og komandi viku-
skifti skulu belgiararnir til
Moskva. Um Dynamo
vinnur, so enda teir ovastir
í bólkinum og sleppa harvið
víðari í kappingini um pláss
í UEFA Cup. Vinna russar-
arnir ikki, so verða tað
belgiararnir, sum sleppa
víðari.
Bíðar
til í
morgin
Oyggjaleikirnir á Jersey eru
lidnir á hesum sinni, og æt-
lan okkara var at hava sein-
astu greinirnar frá leikunum
í blaðnum í dag.
Men floglíkindi vóru ikki
gjåramorgunin, so føroysku
luttakararnir, og greinirnar
til Sosialin,komu ikki heim
aftur fyrr enn seinnapartin í
gjár.
Tí kemur seinasta frá-
søgnin frá Jersey ikki í So-
sialin fyrr enn í morgin.
B36 væl við
Líkindini vóru einki serlig
leygardagin. Tað var tjúkt í
mjørka, og tað regnaði illa.
Hetta sama við teimum báð-
um 5-0 tapunur á heima-
velli ímóti Genk og á Uti-
velli ímóti Storbæk mundi
vera orsøkin til, at áskoð-
arafjøldin var so sera lítil
Men tey, sum høvdu hætt-
að sær á Svangaskarð, sóu
ein dyst, har B36 var væl
meira uppii, enn teir hava
verið tær báðar fyrru ferð-
irnar, teir hava roynt seg í
Intertoto Cup. Russararnir
høvdu ferðast langt fríggja-
dagin, umvegis Stokholm
og Keypmannahavn, og
tveir av lyklaspælarunum
vóru ikki við. Toppskjúttin
var skaddur og liðformaður-
in helt frí.
Dynamo var ikki áhugað
í at seta ferðina serliga langt
upp, og B36 skal hava rós
INTERTOTO CUP
B36-Dynamo Moskva
B36: Egin Høgnesen
Jens Kristian Hansen -
85.), John Petersen
Hagtøl
á Svangaskarði leygard. 5. juli kl. 17.30
0-1: Andrei Ostrouski 78.
- Oli Johannesen, Dånial P.
Johanse, Arnbjørn Danielsen, Tummas Eli Hansen,
Julian Johnsson, Tomislav
Sivic, Djóni N. Joensen - Jákup á Borg (Finn Mørk
Dynamo Moskva: Dmitro Tyapuscin - Alexandre
Totchiline, Juri Kovtoun, Andrei Ostrovski, Serguei
Chtanlouk, Alexandre Koulfchil, Serguei Crishine,
(Jouri Tishkov, 10.), Vladimir Strokov, Alexei Kout-
senko, Serguei Nekuassou (Rolan Goussev, 63.)
fyri, at teir tóku av, tá
møguleikin var har at vera
við til at mynda spælið. Teir
fyrstu tríggjar fjórðingarnar
av tíðini var tað B36, sum
hevði bóltin mest, teir vóru
hugaðir at leypa á, og teir
spældu seg til møguleikar.
Jákup á Borg hevði hesa
ferðina fingið pláss í álop-
inum saman við John Pet-
ersen, og tað vóru teir báð-
ir, sum høvdu bestu roynd-
irnar.
John Petersen var um at
gerast leysur, tá fimm
minuttir vóru farnir, og um
miðjan 1. hálvleik hevði
Jákup á Borg góðar skot-
royndir, sum málverjin
vardi til hornaspark.
Besti maður hjá B36 og
ivaleyst hin fremsti á vøll-
inum var Tomislav Sivic.
Hann var á midvøllinum, og
tað var hann, sum gekk und-
an í at bjóða russarunum av
0-1 (0-0)
að STAK
B36 mundi snytt
ein móti einum og í at seta
fer á álopsspælið.
Tá tað restaðu 20 min.
trýstu russararnir, ið fram-
vegis vóru eins hugflogs-
fátækir, sum teir høvdu
verið alla tíðina, meira á
speedaran. B36 menninir
vóru eitt sindur pestir, og
so gekk alt meira fyri se
kring og í brotsteiginum hjá
Egini Høgnesen. Málið
kom tólv minuttir fyri leik-
lok. B36 verjan hevði ilt við
at fáa bóltin burtur, og so
fek Andrei Ostrovski skot
á. Bólturin fór í knæhædd
ímillum bæði føroyingar og
russar, og B36 hevði tapt.
Sigurin kom væl við hjá
Dynamo Moskva. At tapa í
Føroyum hevdi verið eyð-
mýkjandi fyri teir, og tað
hevði havt við sær, at teir
høvdu mist møguleikan at
koma i UEFA Cup og har-
vid møguleikan at vinna
harða sveitsiska gjaldoyra,
sum teir hava so lítið av í
Russlandi.
Sigurin kom eisini væl
við hjá flestu veddarunum í
Danmark. 80 prosent høvdu
roknað við sigri til Dynamo.
Russar vunnu og harvið
lækkaðu upphæddirnar til
tey við trettan munandi
sammett við, hvat tær
høvdu verið, um B36 vann.
Dynamo fór avstað bein-
anvegin. Í annaðkveld
skulu teir spæla landskapp-
ingardyst. B36 fer seinni í
vikuni til Grikkalands.
Leygardagin skulu teir
spæla í Intertoto Cup, og so
skulu teir fyrireika seg til
seinnu hálvu í landskapp-
ingini.
Foroya
Fotboltsskuli
i Klaksvik
10.-12. juli 1997
5
Mm Di
Hosdagin 10. juli
. 10.00 Meta á fótbóltsvellinum
10.10 Jógvan við Keldu, býráðsformaður,
setur skúlan
. 10.20 Hevuðsvenjararnir Annfinn Danielsen
og Kári Purkhús kunna um fótbólts-
skúlan
10.30—12.00 Fótbóltsskúlin byrjar á fótbólts-
vellinum, itråttarhøllini, tennisvøllinum
og fimleikahøllini i Skulanum å Ziska-
trød
12.00-14.00 Degurði og fritidaritriv (svimjing
og onnur spøl)
. 14.00—16.00 Fótbóltsskúlin
. 16.00 Fótbóltsskúlin endar
SKRÁ
Fríggjadagin 11. juli
. 10.00—12.00 Fótbóltsskúlin byrjar á fótbólts-
vellinum, ítróttarhellini, tennisvøllinum
og fimleikarhellini í Skúlanumá Ziska-
trød
Degurði og frítíðarítriv (svimjing og
onnur spøl)
Ymiskt undirhald
Fótbóltsskúlin
Fótbóltsskúlin endar
Leygardagin 12. juli
. 10.00 Fótbóltsskúlin byrjar
. 10.00-12.00 Fótbóltskapping á fótbóltsvell-
inum
Fótbóltsskúlin endar og fáa luttakarar-
nir prógv, T-shirts frá Postverki Før-
oya, ein Select leðurfótbólt, Jolly Cola
frå Føroya Bjór og gávu frá Cadbury.
. 12.00
ØII, 170 dreingir/gentur, sum eru tilmeldað,
sleppa á Fótbóltsskúlan.
Ung í Arbeiði '97
Ert tú millum 16-26 år og búsitandi í
Tveroyrar kommunu, kunnu vit megu-
liga bjóða tær arbeiði í uml. 6 mánaðir í
tiltakinum >Ung í arbeiði<.
Umsóknarblað kunnu heintast á bý-
ráðsskrivstovuni og skulu latast inn aft-
ur áðrenn 18. juli 1997.
ag Fy,
per Tvøroyrar
4 > Kommuna