Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 Atli Petersen besti leikari I góðveðrinum fríggjadagin skipaði Kl fyri årligu John Reid Kappingini fyri piltar Í kappingini luttóku 9 pilta- lið. og spældu tey í tveim- um bólkum, og síðani varð finala og dystur um 3. pláss- ið leiktur Í finaluna komu B36 og HB. Urslitid varð at B36 vann 3-1 í finaluni efur um- dyst og brotssparkskapping Dysturin millum KI og II um 3. plássið var eins spennandi og finalan. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvn um 2-2. Aftur varð neyðugt við umdysti og brotssperk- um, og tå vann KI 4-3 Hetta er 3. árið, at spælt verdur um John Reid Steyp- ið. Fyrsta árið vann HB, í fjør vann Streymur, og í år vann so B36 Eins og undanfarin ár varð besti leikari í kapping- ini kosin, og gjørdist tað í ár leikarin Atli Petersen úr IF Dalum vann allar dystirnar Eitt danskt smádreingjalið úr Dalum IF hevur verið á vitjan í Klaksvík seinastu vikuna. Føroyatururin er lidur i fyrireikingunum til endaspælid um Danmarkar- heitið, har Dalum er millum tey 16 liðini, ið skulu kapp- ast um DM-heitið Liðið spældi fýra dystir á ferðini. Mánakveldið vann Dalum 5-3 á KI í Klaksvík. Mikudagin vunnu teir 5-1 á SS Skrásetingar-nr. P/ 2033, PA Beder, 530 Fuglafjørdur. Viðtekur broyttar: 07.05.1997 Sp/t Beder Hækking við kr. 70.000,00 til kr. 80.000,00. Inngjaldingarhåttur: Kon- tant kr. 70.000,00 til kurs 100. Nevnd: Farin ur nevnd- ini: Johanna Nicolina Maria Beder, 530 Fugla- fjørður (formaður), Hein! Beder, 530 Fuglafjørådur, og Johan Beder, 530 Fuglafjørådur. Stjórn: innkomin sum stjóri: Johan Beder, 530 Fuglafjørdur. Tekni : Felag- ið verður teknað av stjór- anum. Endamál: Endamál fe- lagsins er at reka skúla- koyring, handil og annað virksemi í hesum sam- bandi. Skráseting Feroya tann 3. juli 1997 Kristin Balie GI, fríggjadagin leikti liðið í Havn móti HB og vann 4- 2. Seinasti dysturin var móti KI sunnudagin, og vann Dalum 5-0 KÍ smádreingirnir fara annars til Danmarkar 16 juli at vitja tvær altjóða fót- bóltskappingar, ið eita »Limfjord Cup« og »Pond- us Cup«. Vid i ferdalagnum verða 14 leikarar og 3 leid- arar. Skråseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri Skrásetingar-nr. PA 1527, PA Kvettið, 100 Tórshavn. Viðtekur broyttar: 01.04.1997 Nevnd: Farin úr nevndini: Erika Lómstein Jacobsen, Reynstún 10, 160 Argir. Komin inn í nevndina: Ása á Dul Jacobsen, Stødlagøta 13, 160 Arg- ir. Stjórn: Innkomin sum stjóri: Poul Nikkel Martin Sofus Ja- cobsen, Stødlagøta 13, 160 Argir. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av nevndarformanni ella av tveimum nevndarlimum åvikavist einum nevndar- limi og einum stjóra í fe- lag. Skráseting Feroya tann 03. juli 1997 Kristin Balle tíðindablaðið >" Nr. 127 — 8. JULI 1997 B68 hevur skift venjara Jugoslavin er farin og Johan Nielsen skal venja tey bæði bestu liðini hjá toftamonnum Tað hevur ligið á ljóði leingi, og nú er tað alment: Samstarvið ímillum Tofta Ítróttarfelag og jugoslaviska venjaran, Mihajlo Djuran, er hildið uppat, og nýggjur venjari á Toftum er Johan Nielsen. Spælararnir eru í summ- arfrí hesa vikuna afturat, og teir eru kunnaðir um, at ein nýggjur ábyrgdarmaður stendur fyri teimum, tá teir komandi mánadag meta til vejingar. Niclas Davidsen, for- maður í Tofta Ítróttarfelag, váttar, at teir hava skift venjara, men hann hevur ongar aðrar viðmerkingar, enn at samstarvið ímillum teir og jugoslavan er hildið uppat og at Johan Nielsen er nýggjur venjari hjá teim- um á Svangaskarði. Miseydnaðist fullk B68 spenti bogan høgt, tå teir fyrireikadu seg til kapp- ingarárið 1997, og við stød- uni á stigatalvuni í huga kann ikki annað staðfestast, enn at royndin hjá tofta- monnum at blanda seg í stríðið um heiðursmerkini er fullkomuliga miseydnað. B68 hevur fimm stig, og teir eru í vanda fyri at detta niður á níggjunda plássið og harvið at verða hóttir av niðurflyting. At tað er torført og ótrygt at fáa útlendingar henda vegin er royndin hjá B68 groft dómi um. Teir hildu seg kanna umstødurnar væl, áðrenn teir settu nýggja venjaran. Hann var á Toft- um í oktober og hugdi at umstødunum og sá B68 spæla. Hann skuldi hava tveir spælarar vid sær, tå hann koma ftur í februar. At toftamenn vildu hava spæl- arar á i0i0 so langvegis frå sum år Jugoslavia var sjålv- andi, ti teir høvdu ålit å nýggja venjaranum, at hann megnaði at fáa tveir so at siga av sínum egna fólki, sum hann meira enn rokn- aði við fóru at styrkja um besta liðið hjá B68. Venjarin hevði tveir spælarar við sær til Føroya, men tad er so ruddiliga stad- fest å Toftum, og tad hevur verið sjón fyri søgn hverja ferð, B68 hevur spælt, at venjarin hevur mett heilt skeivt. Hvørki Dusan Aladize ella Duli, sum hann hevur verið kallaður, ella Milosav Bojecich ella Mio, hava havt dygdir, sum á nakran hátt hava lyft liðnum. Held- ur hevur tað verið ein spurningur, um Duli yvir- hevur hevur havt rætt til pláss á besta liðnum. hann er nú farin av landinum og til hús, og tískil verður hann ikki við meira í ar. Uttan at hann á nakran hátt hevur verið framúrskar- andi, so hevur Mio roynst betur. Hann hevur ivaleyst klassa til eitt pláss í bestu deildini. Okkum kunnugt er Mio ikki farin av landinum. Hava skift ofta Á Toftum vóru teir í áttati- árunum ikki kendir fyri at skifta venjara so ofta. John Kramer, sáli, var venjari og vann æði tvey FM heiti og fleiri onnur sett av heiðurs- merka? Men í nítíarunum hevur tað verið nógv ósteðugari Fyrst høvdu teir ein svensk- an venjara, sum ikki kom aftur eftir summarfrítíðina. Tá hevði Finnur Helmsdal ábyrgdina í nakrar mánað- ir. So fingu teir Jan Kas- zynski, pólverjan sum frammanundan hevði verið hjá B7I, men hann var heldur ikki á Toftum í eitt heilt fótbóltsár. Jógvan Norðbúð var í tvey ár, og Petur Mohr var í tvey ár, men í fjør var aftur ólag á. Tá var ein dani, Christian Tranberg, venjari, men stutt inn í seinnu hálvu loysti Jógvan Martin Olsen hann av Og so er spurningurin, um samstarvið ímillum Jo- han Nielsen og B68 fer at fevna um fleiri ár, ella um tað bara verður til endan á hesm kappingarárinum. Í fyrstu atløgu er avtala gjørd fyri restina av hesum kapp- ingarárinum, men tað er hugsandi, at samstarvið - € Dion or ivden ! mm verður longri enn so. Burtursæð frá at samstarvið millum HB og Johan Niel- sen fyri einum mánaði síð- ani endaði áðrenn ásettu tíðina, so hevur tað verið vanligt, at Johan Nielsen hevur verið drúgvur í feløg- unum, sum hann hevur ver- ið í tænastu hjá. jh D DULAMENN Mee AAA Dy. a. 198 Torm, TH. 19998