týsdagur 8. juli 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 127 — 8. JULI 1997
tíðindablaðið
Bjarni skal verja
málið ímóti Íslandi
Møguleiki er fyri, at fleiri nýggir landsliðsspælarar fáa møgu-
leikan í Høfn 27. juli
VB málverjin, Bjarni Jo-
hansen, skal verja føroyska
málið, tá landsliðið fer at
spæla ímóti Íslandi í Høfn
Sanadagin 27. juli kl. 14
islendska tíð, ella klokkan
15 føroyska tíð.
Og tad er møguleiki fyri,
at onkrir nyggir menn fyri
fyrstu ferð sleppa upp í part
í altjóða høpi. Allan Simon-
sen hevur úttikið 18 spæl-
arar. Talan er fyri tað mesta
um sovorðnar, sum hava
verið við áður, men alt
bendir á, at venjarin er
noyddur at biðja onkrar
afturat, tí fleiri teirra, sum
eru úttiknir, hava ella fara
at geva avboð
Eingir umenn
GI og KÍ verða upptikin av
Europa Cup mikudagarnar
23. og 30. juli, og ti hevur
venjarin sæd burtur frå stud
ulsspælarunum Jens Martin
Knudsen, Henning Jarn
skor, Allani Mørkøre og ers
ini Magna Jarnskor
Landsliðsvejarin hevur
fyri fyrstu ferð úttikið Arn
finn Langgaard úr NSI til
landsliðið, men NSI mað
urin hevur givið avboð
Hann man ikki hava roknað
við landsliðsboðum, og
hevur tískil lagt aðrar ætlan
ir fyri summarfrítíðina
Øssur Hansen er á listan
um, men hann verður ikki
við. Spæliloyvið hjá honum
er framvegis á Toftum, men
tað er greitt, at hann fer at
spæla við GÍ. Ossur er í hesi
vikuni í Lemvig á venjing
arlegu saman við GÍ, og fyri
Ossur sjálvan, GÍ og lands-
liðið mugu vit vóna, at
skiftið úr B68 fer at hepn-
ast væl, og at hann fer at
verða ein uppaftur betri
spælari. Royndirnar hava
annars ikki verið tær bestu
Tvær ferðir er toftamaðurin
farin úr B68 og í donsk fe-
løg, men hvørki tá hann
kom aftur úr Vejle ella
Herning var hann betri
spælari
Útisetarnir
va avboð
odi Jónsson, Jákup Mikk-
elsen og Jan Allan Miiller
eru millum teir åtjan, sum
eru valdir at fara til Íslands,
men tað er í hvussu so er
greitt, at Todi og Jákup fara
at geva avboð
Danska landskappingin
byrjar sama vikuskifti sum
føroyingar skulu til Íslands.
og bæði Todi og Jáku kenna
tað sum um teir júst hetta
vikuskiftið skulu prógva sítt
virði og harvið betra um
sínar møguleikar í fremstu
rød
Todi Jénsson og Jåkup
Mikkelsen møttu til venj-
ingar f åvikavist FCK og
Herfølge í gjár. Todi skal
næstu tríggjar vikurnar
stríðast meira fyri plássi á
besta liðnum, enn tað var
neyðugt í Lyngby. Tað eru
fleiri um boðið í FCK, og
tað hevdi ikki økt um møgu-
leikarnar hjá føroyska spæl-
aranum, um hann segði
nýggja venjaranum, sum
eitur Ken Karlsson úr Svø-
ríki, at hann fór ikki at vera
tøkur fyrsta landskapping-
ardystin
Jáku Mikkelsen fekk ong
antíð meguleikan á besta
liðnum hiå Herfølge í vár
men hann helt seg alla tíð
ina vera tætt vid, og nú
leggur hann alla orku í at
berja seg til besta málverju
pláss. Men sigur hann við
Ole Mørch, at hann fer til
Íslands, tá fyrsta umfarið í
superliguni verður spælt, s«
hugsar venjarin seg tvaleyst
lverjuvalið
Minni um MAY
enn hann annars fer at gera
Tað hevur ljóðað, at
møguleik: var fyri. at Jan
Allan Miiller for at:flyta úr
I sbjerg sum endað á miði
uni í 1. dield, og til annað
av nyggju feløgunum
superliguni — tey eru Aal
hus Fremad og Ikast — men
vit hava einki meira hoyrt
um hetta, og tí rokna vit við
at vågbingurin tekur ett
tørn afturat í Esbjerg. sum
nú ætlar sær longri upp í |
deild. Jan Allan hevur víst í
Esbjerg. hver dugur er í
honum, og tískil hevði tað
møguliga ikki havt tær stóru
avleiðingarnar, um hann var
burtur 27 juli, men vit hava
einki hoyrt um, hvussu tað
verður
Bulurin úr
býliðnum
Í 1964 spældu Føroyar og
Ísland í Gundadali. Íslend
ingar funnu 3-1, og tað, sum
var serligt ta ferðina, var, at
føroyska liðið var bara
mannað við spælarum úr
B36 og HB. Klaksvíkingar
fóru so fortørnadir inn á
ÍSF, at teir høvdu tikið teirra
besta lið úr landskappingini
og tískil ongar spælarar
høvdu á landsliðnum. Teir,
sum tóku landsliðið út,
hildu ikki at nakar suður-
oyingur var nóg góður, og
so vóru tað bara teir úr
havnarlidunum, sum
royndu seg
Hesa ferð eru aðrir enn
havnarmenn í ferðalagnum,
men teir úr HB og B36 eru
væl mannaðir. Ur HB hev
ur venjarin sent bod eftir
Una Arge, Jan Dam,
Andreas F. Hansen, Rina
Nolsøe, Jens Erik Rasmus-
sen og Mikkjal Thomassen
Og úr B36 fara Jens Kristi
an Hansen, Julian Johnsson,
Oli Johannesen og John
Petersen avstað
Ur VB eru bod send eftir
Pól Thorsteinsson og
Bjarna Johansen, og Helgi
L. Petersen úr NSÍ hevur
stórri møguleika at fáa
fyrsta dystin, enn hann
hevði ímóti Malta
Trettan ella kanska fjúrt-
an pláss eru mannað, og tá
landsliðsvenjarin kemur
aftur úr summarfrí, fer hann
at senda boð eftir onkrum
nýggjum monnum afturat.
j.h.
Teir vórum bilsnir, tá teir á Oyragjógv sóu eina fulla last av toskarhøvdum Mynd: Jonhard Hammer
Føroyum
Friggjadagin kom russiska
liðið Dinamo Moskva til
Føroya. Sosialurin møtti
teimum á Oyragjógv, og
fekk eitt prát við teir báðar
Koytun og Tiskov
Teir vóru sera vinarligir
og vóru sera hugtiknir av at
hyggja eftir nøkrum tosk-
arhøvdum, sum lógu í ein-
um lastbili.
T il alla lukku dugdi Tiskov
eitt sindur av enskum.
So eitt tað fyrsta, eg
spurdi teir um, var um nakar
av teimun spældi á lands-
liðnum. Jú, svarar Tiskov,
eitt sindur argandi, Koytun
spælir sum verjuleikari á
landsliðnum og hann var
verjuleikari tå ið Føroyar
skoraðu 2,mål móti teimun
á Svangaskarið, men teir
vunna 5-2. Hann var eisini
vid í retur dystinum , har
vann Russland 3-0.
Koytun sigur, at teir vóru
ikki bangnir fyri føroying-
um, tá ið teir høvdu skorað,
men tað var eitt sindur
óvæntað. Annars vóru tað
tveir góðir dystir.
Vita tit nógv um B36?
Nei, vit vita, at teir hava
tapt móti Gent og tí norska
liðinum, og at teir hava
nógvar landsliðsleikarar, og
at teir liggja nr. Í og fara
helst at vinna ti føroysku
kappingina.
Teir vildu ikki siga, um
teir vóru vísir í, at teir fóru
at vinna við nógvum mál-
um, men álopsleikarin
Tiskov smíltist bara og
virkaði eitt sindur sikkur.
Teir hildu at her var sera
vakurt, men kalt . Ég spurdi
um teir ikki vóru vanir við
kulda. Tað søgdu teir jú til,
men í dag vóru tað 30 stig í
Moskva
So kom Ternan, og eg
takkaði fyri prátið, og teir
fóru í bussin sum skuldi
koyra teir til Hotel Føroyar
Umborð á Ternuni, tá eg
sat og drakk ein kopp av
kaffi . Komu 4.russar og
setti seg við borið hjá mær
Teir spurdu meg um teir
føroysku pengarnar. Síðani
før pråtid yvir á fótbólt. Teir
vóru sera avgjørdir, at tað
vóru teir sum fóru at vinna
og tað var við nógvum
málum
Eg spurdi, hvør av teim-
um var venjari, tá fóru teir
at flenna. Teir søgdu at teir
vóru allir flogskiparar . Teir
høvdu fyrst flogið frá
Moskva til Stockholm, tað
hevði tíkið 3 tímar. Síðan
frå Stokholm til Føroya, og
tað hevði eisini tíkið 3
tímar.
Russiskur landsliðs-
eikari hugtikin av
Uppá spurning, hvussu
tað var at lenda,svaradu
Gorgi, at tað vat eitt sindur
hopput , men tað vóru eingir
trupulleikar, hann hevði
mangan roynt verri enn
hetta Teir vóru skelkaðir tå
eg fortaldi teimum um flog-
vannlukkuna í fjør .Men
hatta er jú hvat kann henda
í flogferðslu.
Nú legði Ternan at, og teir
ynsktu mær ein góðan dyst.
Eg takkaði fyri og ynskti
teimun blíðu russarum
eisini góðan dyst og góða
ferð heimaftur.
Ikki kann sigast annað
enn at nógv er broytt. Ein
hevur altíð hoyrt, at russar
eru súrir og óblíðir, men tað
vóru hesir als ikki tvørtur-
ímóti.