mikudagur 9. juli 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
internet: http://www.cybernet dk/faroe-news
Brúk er fyri ferðslu-
forðingum
HETTA árið hevur verið merkt av alt ov mongum
ferdsluvanlukkum. Fleiri fólk eru deyð í ferðsluni, men
eisini mong hava fingið álvarsligt mein. Oftani hava
vit lyndi til bara at líta at ferðslumentan okkara út frá
hvussu mong, ið lata lív í ferðsluni. Vit líkasum lata
hagtølini tala. Og tå gloyma vit oftani tey mongu, sum
koma sera illa fyri í ferðsluvanlukkum. Hetta er ein
hugburður, ið vit mugu til at broyta. Tað er likasum, at
hagtøl bert verða brúkt við tí fyri eygað at siga okkum
hvussu mong eru deyð hvort árið
TAÐ er uppá tíðina, at vit fara at gera okkum meira
greitt orsøkirnar til ferðsluvanlukkurnar her á landi
idamál áttu vit at kunna brúkt hagtøl, men
1 er so, um ferðsluhagtalsskipanin í hesum
mikið útbygd, at hon kann geva okkum
upplýsingar um hesi viðurskifti. Tað vísir seg, at vit
bert tosa um ferðsluspurningar, tá onkur hevur latið
lív í ferðsluni. Vit gerast hørm og uppøst alt í einum og
vilja hava hendur á tí seka. Spurningurin vit hava hug
at seta er: hví tosa vit so lítið um, hvat kundi verið
gjørt fyri at fyribyrgt teimum mongu ferðsluvanlukk-
unum. Bara at siga at ferðin hevði skyldina er ov lætt
sloppið. Gamaní at ferðin er atvoldin til flestu ferðslu
vanlukkur, men vit eiga at seta spurningin: hví er ferðin
so stór og kundu vit við betri ferðslufyriskipanum havt
forðað fyri, at nettup ferðin gjørdist so stór
hetta &
landi er so
FYRI okkum og mong av teimum, sum hava stríðst við
myndugleikar um at fáa betri ferðslufyriskipanir á
vegunum í teirra umhvørvi er hetta tann grundleggj
andi spurningurin: at umstødurnar at kunna koyra
við ov nógvari ferð alt ov nógva staðni eru alt ov góðar
Skal nøkur meining vera í at tosa um fyribyrging, so
má tað vera júst fysiska umhvervið tvs. vegakervið -
teir einstøku vegirnar - alt eftir hvar teir liggja - ið vit
og tey, sum vilja ferðsluvanlukkunum til lívs - ið vit
skulu seta kikaran á. Vit hava varhugan av, at hesin
spurningur verður ikki tíkin í nóg stórum álvara, tá
nýggir vegir verða tilrættalagdir og gjørdir - og at lítið
ella einki samskifti er millum teir ymsu stovnarnar,
sum so ella so hava eitthvert tilknýti til ferðslumál og
vegakerv. Hvussu oftani hoyra vit ikki, at teir, sum
umsita vegirnar, siga, at hetta er ein uppgáva hjá log
regluni - ella tað er logreglan, sum sigur, at hetta er ein
politiskur spurningurin!!!
EITT lyklaorð í hesum máli er ferðsluforðingar. Nevnir
tú tað fyri teimum, sum vara av okkara vegakervi ella
løgregluni, so er tað sum at vísa hundi brand. Hvi skal
tað vera so! Hví halda tit, at tey í útlandinum seta upp
ferðsluforðingar so sum bungur á vegunum! Neyvan
er tað til pynt. Nei, tað er tí, at hesi fólkini eru so
medvitandi og ábyrgdarfull, at tey síggja, hvar tað skal
gerast nakað fyri at forða fyri ferðsluvanlukkum
OG hvat gera vit! Jú illneitast inn á nøkur ungfólk, sum
koyra ov skjótt. Tað er so sín sak. Men við bara at
fokusera uppá hesi ungu eftir at vanlukkurnar eru
hendar gera vit okkum sek í eini óprofessionellari og
lutvíst ósakligari viðgerð av einum annars so álvars-
ligum máli. Tað eru jú vit, sum hava borðreitt við
góðum og fínum vegum, ja entá í tættbygdum okjum
Einasta áminningin til fólk er, at tú mást ikki koyra
skjótari enn 50 í bygdum eki. Hver skal ansa eftir tí!
Og er veruleikin tann, at tað manga staðni í bygdum
eki ikki átti at verið loyvt at koyrt skjótari enn 20-30'Her
eru vit við kjarnuna í málinum. Antin at seta mest
loyvdu ferð í bygdum eki niður ella at seta upp forðing-
ar av ymsum slag - ella bæði tvey. Vit hava hoyrt um
íbúgvar, sum hava ynskt bungur (eitt sleg av ferðslu
forðing og tað bíligasta) í sínum eki, men at løgreglan
hevur sagt kortanei. Men vit hava eisini domi um
annan útvikling. Koyrið tykkum gjøgum Velbastað og
speglið tykkum í, hvussu tey hava roynt at verja síni
bern við bungum á vegnum. Velbastaður átti at fingið
medalju fyri hetta tiltakið. Kanska Jógvan við Keldu í
Klaksvík kundi lært nakað av velbastaðfólki. Tí m.a. í
Klaksvík (Nólsoyar Pállsgota) áttu at verið bungur
Hetta venda vit aftur til í heyst Sosialurin
Krisjan Dahl
Lýsingar og sola:
Marjun Dalsgaard
Abyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Eiríkur Lindenskov
Dagny Joensen
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/ Sosialunn
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefon: 11820
| Telefax. 14720
e-mail:
sosialur 8 olivant fo
kuldu gjørt eina
uduroyarætlan eisini
Sera åhugaverd grein,
»Tunatos«, skrivað av sam-
bandstingliminum umbod
andi Suðuroy. harra Jåkupi
Joensen. í Dimmalætting nr
123 4. juli 1997. Her sigur
løgtingsmadurin frå, at sam
bandsflokkurin spælir jóla
menn á hægstu summartíð
og sipar hann til samrøduna
sum sjónvarpið heyði við
ongan annan enn figgjar
nevndarformannin Suna Ja
cobsen tann 24. juni 1997
Ju, Jákup Joensen hevur sé
sanniliga rætt, her verður av
teimum borgarligu flokkun
um spæld russisk roulett við
almennum pengum. Fyri
mær er tað ikki nakað nýtt
tí er tað nakar, sum hevur
dugað at útnyttað og gjørt
brúk av tí almenna, av
landskassanum, so er tað
teir borgarligu. Teir hava
serliga víst tað í verandi
samgongu, har einki mark
hevur verið fyri, hvussu út
gjarað hevur verið, og at tað
verður meira, skal eingin
ivast í, tí sum eisini verður
sagt í grein Jákup Joensens,
tað tykist sum um val stend-
ur fyri durum, og tá er gott
hjá teimum borgarligu at
hava landskassan at gjara
við
Tað tykist, sum tað eru
serliga limir år fólkaflokk-
inum og sambandsflokkin
um, sum við ferðing síni til
Íslands at síggja undirsjóv-
artunnil, hava fingið drigið
allar hinar flokkarnar upp á
tráð, við tað at:teir hava
verið umboðaðir á ferð, sum
landsstýrismaðurin í sam-
ferðslu eisini var við til. Teir
hava verið og hugt at,
hvussu hetta arbeiði verður
gjørt, og hvussu tað verður
figgjad. Sjálvstýrismaðurin,
sum umsitur hetta málseki
er fult út inni fyri at:farast
skal undir at gera ein undir
sjóvartunnil beinanvegin
Men við við tað at lands
stýrismaðurin er so gramm
ur eftir at loysa hesa upp
gåvu, so er tað, at ivin tekur
seg upp hjá suduroyarting
mi sambandsfloksins
Hann minnir í greim síni á
allan hurlivasan, sum hevur
staðist av tiltøkum framd av
sama landsstyrismanni, og
við brævi, sum er prentað
saman við greinini hjá
Jákupi Joensen, sum hann
hevur fingið frá »Søfarts
styrelsen<. Jákup hevur
kannað eftir, um tað, sum
hevur verið ført fram í løg
tinginum í sambandi við av
gerðir, sum eru tiknar eftir
tilmæli frá landsstýrismann
inum Sámal Petur í Grund
og vísir brævið, at lands
stýrismaðurin hevur villleitt
løgtingid
Sambært tíðindunum er
Sámal Petur í Grund tung-
vektarin í ferðalagnum ul
Íslands, og hann er, sær
sjálvum líkur, longu lopin
á bláman í hesm máli eins
og td. spurninginum um
»Kagga«, »Teistin«,
»Smyril«, »Kirkjubømiir-
in< og »itrottarveddingina«
Landsstyrismadurin hevur
sín floks vegna avgjørt at
undirsjóvartunnilin — skal
gerast, og harvið hevur
hann drigið allar flokkar á
løgtingi upp á tråd. Hetta
við at hava givið skeivar
upplýsingar. var Jákup
Joense greiður yvir, tå javn
aðarflokkurin setti misálit
isvåttan fram, men sam-
bandsmaðurin tók ikki und-
ir við hesum, sjålvt um hann
sambært grein hansara visti
av, at skeivt var farið fram
Tað vísir brævið til Søfarts
styrelsen, at Jákup Joensen
hevði íkki álit á trúvirði
Sámal Petur í Grunds, og
prógv er fyri, at skeivar
upplýsingar eru givnar
Men Jákup Joensen kann
ikki nú binda um heilan
fingur, vitandi ella í hvussu
so er ivingarsamur um trú
virði. Tí hevur hann sent
fyrispurning til Søfarts-
styrelsen. So gav sam-
bandsmaðurin úr Suðuroy
landsstýrismanninum eina
dygga álitisváttan, og hon-
um á baki var fyrrverandi
sambandstinglimurin Finn-
bogi Arge frammi við stór-
um orðum, har hann gav
Sámal Peturi í Grund alla
æru fyri dugnaskap. Her
ersnakað, sum ikki ruggar
rætt, tí so sanniliga er eisini
sambandsflokkurin lopin á
sjogv og meira enn tað, tí
brævið frå Søfartsstyrelsen
visir, at landsstyrismadurin
sjálvt vid dyggari ålitis-
våttan aftan fyri seg, hevur
villleitt løgtingid, og tað
hevur kostað nógvar peng
ar. Enn er einki gjørt fyri at
tryggja ta sigling. sum var.
meðan Teistin var tekur.
men landsstýrismaðurin
situr tryggur fult út stuði
aður eisini av greinskriv
aranum Jákupi Joensen.
sambandstinglimi úr Suð
uroy, so eitt er greitt, at
skrivingin, sum nú fer fram,
er ikki annað enn eitt spæl
fyri gallarínum. Eitt annað
mål, sum hevur upptikið
fjølmidlarnar, og sum hevur
havt eitt sindur av skriving
um hver vítt tað er rætt ella
skeivt, sum verður framt er
tann sokallada Sandoyar
ætlanin, sum nú verður
framd. har DELTA á Tvør
oyri er við
Her hava sambandsmenn
og fólkafloksmenn havt
greinir hver ímóti ødrum
Það, at nakað verður gjørt á
Sandi, er rætt og rímiligt
og gevur um løgtingslimir
eru at sær komnir nú, við
somu ætlan sum fyrimynd
møguleikar at fremja líkn
andi tiltøk aðra staðni her á
landi. Teir fimm tinglim
irnir umboðandi Suðuroy
skuldu sett seg niður og
framt somu ella eina líkn-
andi ætlan fyri sunnara part
av Suðuroy, har eitt virki
stendur klárt, bert teir vilja
fremja tey tiltøk, sum skulu
til fyri aftur at fáa arbeiði
Skrivingin og mótmæli í
bløðunum loysa eingi mál,
tað er í verki, at mál skulu
fremjast, og við so góðari
umboðan skuldi tað ikki
verið torført við sama
mynstri sum Sandoyarætl-
anini at:sett arbeiði í gongd
í Vági
Sverre Midjord
Burtur við píkatráðinum
Seinastu árini hevur Tórs
havnar byråd gjørt nógvar
gøtur, so gangandi er í friði
og náðum í vøkru náttúruni
Stóra tøkk skulu teir hava
fyri tað
Men eitt er, sum eg hugsi
man vera hent av ósketni
píkatráður er settur ovast á
hvørjum hegnsteyra, just í
eygnahædd hjá o.u. 8-12
ára gomlum barnum
Um so skuldi verið, at eitt
barn fekk píkatráð í annað
eyga, so er vandi fyri at ikki
bara tað sjónina á tí rakta
eyganum, men eisini á hin
um og gerst blint (eitt fyri
brygdi, sum á latíni verður
rópt = ophthalmia sym-
pathica)
Vælsignaðir, skiftið píka
tráðin út við slættum tráði
Við heilsan
Jón á Steig, yvirlækni
Minnist til haldaragjaldið!
í