mikudagur 9. juli 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið 7
Niðurbrótandi undirhaldssending
= kritiskur journalistikkur
Eru flatar, fúlar skemtisógur meira samfelagshóttandi enn
kritikkleysur journalistikkur?
Nýggja ungdómssend-
ingin hjá Utvarpinum,
Siesta, hevur argað
mangan í so stóran mun,
it bladkjak er komið í
Uni Arge, sum p.t. er í
starvslæru í SvF, skrivar,
at Siesta beinleiðis er
skaðiligt fyri ungdómin
og at sendingin somu-
leiðis er ein hóttan mót
vegis mentan okkara. Ég
eri samdur við Una so
langt, at sendingin
Siesta als ikki er verd at
lurta eftir. Men hinvegin
kann eg bert tosa fyri
meg sjálvan í hesi sek
Eg havi onga hóming
av, hvussu einum 17 ára
gomlum hóvar flatar,
fúlar sokallaðar skemti-
søgur saman við tíðar
innar tónleiki. Tað kann
hugsast, at tey 17 ára
gomlu høvdu mett eina
sending hjá mær við
tónleiki og skemti sum
vanvirðandi skammiliga
Hóast eg neyndi hana
Fiesta. Og skulu vit tosa
um hóttanir móti ment-
unararvinum, so eru
hermótini nógv í tali
Sjónvarpið, útlendsk
blød og síðir, sum vit oll
taka upp. Í mínum huga-
heimi er tað minst líka
stórt brot mótvegis
mentunararvinum at
standa á skateboard ella
eta pitabreyð við reyð-
víni afturvið, sum at
taka Siesta sendingina
til sin
Men Uni mundi eisini
hava tað journalistiska í
huga, tá hann skrivaði
viðmerkingarnar um
Siesta. Hann hevur
hugsað um Útvarpið
sum fjølmiðil. Um steði
tess og tign. Og mær
dámar væl, at journalist-
arnir sjálvir bæði hugsa
um stødid hjá fjølmiði-
unum og gera viðmerk-
ingar til avrik teirra
Men tað harmar, at krit-
iska medvétið ikki røkk-
ur longur enn til at finn-
ast at eint undirhalds-
sending
Kritikkleysur
kkur
Heita skrivi eg, ti okk-
ara tíðindaverð livir í
einum sokalladum kri-
tikkleysum anda, har
hver ger sum best ella
sum best ber til, og
onnur tiga ella í hvussu
er ikki tosa um nakað,
har viðkomandi persón-
ar hoyra. Tað tykist vera
soleiðis millum tíðinda-
fólk í Føroyum, at etiska
linjan verður løgd åraka
Lýðarsveg, og tann, sum
heldur seg oman fyri
hesa linju, hevur reint
mjøl í posanum. Tað
tykist vera soleiðis, at
spillir tú Oyggjatíðindi
út, so hevur tú atgongu-
merki til føroyska etiska
himmalin. Ringa sam-
vitskan, um at menn og
kvinnur ikki tora at taka
mål upp (av eini ella
aðrari orsøk), verður
mangan reinskað við
einari treytaleysari út
spilling av »håttinum«
teir arbeiða upp á á
Lýðarsvegi
Nú arbeiðir blaðstjórin
á Oyggjatíðindum upp á
sín máta, og ein kann
halda um tað, sum ein-
um lystir, men ósemja
við blaðstjóranum um
hansara arbeiðshátt
(hann treingir helst eina
etiskt/journalistiska
andlitslyfting) er ikki
tad sama sum ein rætt-
visgering av egnum
avriki. Og tad harmar
meg sum sagt, at ósak
ligi og burturtigandi
tíðindaflutningurin í
fjølmidlunum sleppur at
fara aftur vid borðinum
uttan nakra sum helst
almenna viðmerking
Eitt feskt dómi er, at
Dimmalætting í leygar-
dagsblaðnum 4. juli
1997 hevur grein á for
síðuni um, at Heini
Fosaa og Havnar Timb-
urhandil eru farnir upp í
flakavinnuna í Sand-
oynni. Og í greinini
verður endurgivid tað,
sum Heini Fosaa sigur
um eginpening, rakst-
rarmøguleikar o.a. Ikki
eitt einasta orð um tað,
at Heini er næstformað
ur í Framtaksgrunnin-
um, sum hevur so
ómetaligt vald innan
føroyska fiskivinnu. Ikki
eitt orð um, at Heini
kanska er ógegnigur, um
at hann kanska hevur
gjørt sær dælt av vitan,
hann hevur frá starvi
sínum sum næstformað-
ur. Ikki orð um, hvussu
ódámligt tað er, at Heini
ger slíkt. At hann ger
tað, sum so nógvir hava
gjørt undan honum.
Men vit eru helst farin
at hugsa sum so, at tá
tað ikki hevur fingið
avleiðingar áður at
blanda almenn álitis
størv og privat áhuga-
mál saman, hví skal tað
so fáa tað í dag
Eitt er, at eitt óroynt
tíðindafólk skrivar slíka
grein, annað er, at blað-
leiðslan á landsins
størsta blað setir slíkt á
forsíðuna.
Útvarpið royndi sama
dag at seta spurningar
viðvíkjandi atburðinum
hjá Heina Fosaa, men
læt mannin sleppa við
einkisigandi svørum, og
Útvarpið fór ikki longur
við t.d. at spyrja for-
mannin (sum annars
gongur fyri at vera ein
rættlinjaður maður, sum
við fullum huga arbeiðir
fyri at skilja umsitingar-
ligt og politiskt arbeiði
at) ella kanska eisini við
at spyrja okkara løg
mann, sum er ovasta
høvd í Framtaksgrunn-
inum. Soleiðis fer Heini
Fosaa aftur við borðin-
um sum so mangur und
an honum er sloppin
tað
Grópa í fortíðini
SvF sigur seg vera minst
líka so kritiskur fjølmið
il sum Oyggjatíðindi
Munurin er bert siga
teir, at teirra arbeiðshátt-
ur er nógv meira pro-
fessionellur. Vónandi
eru 10-20 útbúnir jour-
nalistar meira professio-
nellir enn ein uttan við-
komandi útbúgving,
men útsegnini um krit-
iska journalistikkin
loyvi eg mær at ivast í
Tí tá SvF fer at rópa er
tað altíð aftur í tíðina
Teir grópa so at siga
ongantíð í dagsins tíð-
indum. Øssur kom við
sendingunum um
Heygadrang, Telefon-
verkið o.a. Og tað frætt-
ist, at sjónvarpsstjórin
setir ein akademikara
fyri og annan eftir fyri
at grópa í fortíðini. Men
spurningurin er bert,
hvat journalistiska
arkeologiin kastar av
sær, annað enn at onkur
so kann siga: »So var
tað allíkavæl nakað um
tað, sum Dan Klein varð
spjellaður fyri«
Urslitid av grópingini
fær tíverri ikki annað
úrslit enn tað. Tær av-
leiðingar, sum hesi
viðurskifti áttu at havt
fingið fyri politikarar,
reiðarar, bankastjórar,
aðrar stjórar og sakfør-
arar, verða tileinkisgjørd
við einari yvirlegnari
viðmerking frá Uffe-
mann og løgmanni um,
at tað er vorðin ein dilla
at finna fram gomul
avdúkandi skjól
Í veruleikanum er tað
eitt nokkso tragikomiskt
paradoks, at sjónvarps-
stjórin og hansara, sum
hava sum aðal frámerki
at avsiga Dan, setir fólk
til at ásanna, at Dan
hevði grein í sínum
máli, bert var arbeiðs-
háttur blaðstjórans
ósemiligur.
Tit kunnu grópa til
dómadags, og tit kunnu
avdúka alt millum
himmal og jørð, men tit
verða neyvan orsøkin
til, at nakað sum helst
fær avleiðingar. Enda-
málið við arbeiði tykk-
ara er heldur ikki, at
nakrar avleiðingar skulu
standast av. Tykkara
endamál er tað sama
sum hjá ítróttarmann-
inum, ið vil hava eitt
heiðursmerki hongt um
hálsin. Tykkara mál er at
framleiða sendingar, har
avdúkandi skjól verða
løgd fram fyri opnum
skermi í kronologiskum
radi, og tit sidan kunnu
bringufesta predikatid
avdúkandi journali-
stikkur. Eg havi heldur
hug at rópa tað fyri
søguligan avdúkandi
journalistikk.
Hvi royna tit í SVF,
Utvarpinum og á teim-
um sokallaðu etisku
blødunum ikki at fåa til
vega avdúkandi skjølini
um dagsins mál?
Hvat nyttar tað at
avdúka, hvussu Trygg-
ingarsambandi, Sjó-
vinnubankin og Tórs-
havnar Skipasmiðja
møguliga spældu saman
fyri 10 árum síðan og
longur? Hvussu danska
stjórnin við Ríkisum-
boðnum sum millum-
manni, og landsstýrið
93/94 við Sólbirni Ja-
cobsen sum millum-
manni møguliga spældu
saman um at stovna
FONG, sum danskt-
føroyskt høvudsfelag
fyri allari føroyskari
oljuvinnu? Hví funnu tit
ikki avdúkandi skjølin
og sambondini, tå ting-
ini veruliga hendu?
Tað eru funnin prógv
fyri sviki, lygnum og
tað, ið verri er, men
bæði býar- og lands-
rættur siga í sínum dóm-
um, at tað ber ikki til at
koma aftur um aftur, tá
ein hevur latið annan
Nr. 128 — 9. JULI 1997
snýta seg. Tí eiga fjøl
miðlarnir at kenna á-
byrgdina og fáa alt fram
í ljósmála beinanvegin,
soleiðis at alt er øllum
greitt. meðan svikagerð-
irnar og lygnirnar fram
vegis eru aktuellar
Meðan viðkomandi
persónar enn minnast
Tað krevur ikki nógv
dirvi til at eftirrationali-
sera. Tad krevur hinveg-
in dirvi til at avdúka
svikið og svikaran,
medan hann enn situr i
sessi sínum
Prioriterið ødrvisi
Míni ráð til Una Arge
og onnur tíðindafólk eru
ti at prioritera ødrvisi
Gloymið alt um Siesta
og gevist vid at seta
kikaran fyri deyva oyr-
anum, tá tað snýr seg
um tey álvarsligu og
átrokandi málini. Hví
royna tit ikki at avdúka
veruliga endamálið hjá
Framtaksgrunninum ?
Hví rona tit ikki at
avdúka TK stovuna sum
eiti avnógvum stigum
hjá ávísum at snýkja
okkum upp í ES? Hví er
alt enn so mjørkakent
viðvíkjandi undirgrund-
ini og rættindunum til
råevnini? Hví eru tit so
likasælir og eidasørir, tå
tað snýr seg um sosialu
vidurskiftini í landin-
um? Tora tit ikki, ella
hava tit ikki áhuga fyri
at vidgera rikisfelags-
skapin meira någreini-
liga? Hví royna tit ikki
at lýsa fyri Føroya fólki,
hví vit íkki kunnu fáa
eitt rentabult vinnulív
Hver stýrir hesum, og
hvørji áhugamál koma í
fyrstu rekkju? Hesi, og
túsund onnur mál, hava
oll somul nógv sterri
týdning enn Siesta, ið
hóast alt kann skiljast
sum eitt slag av mót-
mæli frá ungdómsins
síðu
Finnur Helmsdal
BILFØRARI
til Verkstaðið inni á Bakka
Til nýggja buss okkara (vanligt koyrikort) verður
sekt eftir einum bilførara, til at byrja 11. august
1997.
Starvstíðin verður 4 tímar hvønn dagin. Koyringin
umfatar avheintan og heimkoyring av okkara brúkar-
um. Kravt verður at viðkomandi er rekin og álítandi
Starvstíðin verður frå mánadegi til og vid torsdag,
frå kl. 8.00 til kl. 10.00 og kl. 15.15 til kl. 17.15
Friggjadag tó kl. 8.00 til kl. 10.00 og frá kl. 13.00 til
kl. 15.00.
Starvid verður sett fyribils til jóla og verður lønt
eftir såttmåla vid Føroya Arbeidarafelag
Nærri fæst at vita um omanfyri nevnda starv við
at venda sær til Palla Jacobsen, tlf. 73536 - 88536
Umsóknarfreistin er 20. julí 1997
Umsóknirnar skulu sendast til
Verkstaðið inni á Bakka
Box 101
900 Vágur
Vøruvognur
til sølu
Ein Isuzu vøruvognur frå 88 til
sølu. Totalvekt 3500 kg. Krevur
åbøtur.
DP 11
PF. VALDEMAR LUTZEN
Skálatroð - 100 Tórshavn - Tlf. 1 1020
kl. 16—18. Tlf. 10645.
Barna- og ungdómstelefonin
hjá Barnabata/Reyða Krossi svarar mánadag frå
iða