mikudagur 9. juli 1997síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið --
;
Nr. 128 — 9. JULI 1997
Nú glapp hjá kvinnunum
umborð á Hvessingl
Kvinnurnar í Sundalagnum funnu stevið aftur frá í fjór, og menninir hava so
at siga vunnið FM heitið
Hvessingur við kvinnumanning vann
Tey eru so sera spent í kapp
róðri í Hvalvík og Streym
nesi. Í síðstu viku søgdu vit
frá, hvussu tey gera burt
urúr, tá manningin á Hvess-
ingi kemur aftur eftir at hav
a vunnið
Hesa ferð var orsek at
gera dupult burturúr. Mann-
fólkini umborð á Hvessingi
avrikaðu tað, sum teir eru
vanir at gera, og í Fuglafirði
eydnaðist tað eisini hjá
kvinnunum at vinna
Í fjør vunnu tær allar róðr
arnar, men hóast manningin
hevur verið so at siga tann
sama, sum hon var í fjør, so
hevði tað undan varmakeld-
uróðrinum verri enn so
gingið so væl higartil í ár
Tá vit í síðstu viku vóru í
sambandi við umboð fyri
róðrarfelagið Í Hvalvík/
Streymnesi helt hesin fyri.
it kvinnurnar høvdu arbeitt
miðvíst fyri at fáa tað at
ganga, sum tað gekk í fjør,
men tað var ikki fyrrenn
næstseinasta mánakveld, at
tað so at siga glapp, og tey
spáddu, at um tað framvegis
fór at ganga so væl í venj-
ingini í síðstu viku, so fóru
tær at geva Gongurólvi og
Jarnbardi harða kapping um
fyrsta plássið. Og soleiðis
var tað
Gongurólvur, sum hevði
tapt tepurt fyri Jarnbardi á
jóanseku, hevði sett sær fyri
at vinna á hinum havnar
bátinum hesa ferð. Og tað
eydnaðist. Gongurólvur
vann við meiri enn einari
bátslongd á Jarnbardi, sum
tóktist trívast illa.
Men tær umborð á
Gongurólvi noyddust at tak-
a til takka við næstbesta
plássinum. Hvessingur
legði seg á odda beinanveg
in, og sigurin var sera sann-
førandi. Tær øktu um munin
til hinar båtarnar, og å mål-
inum vóru tær meiri enn
tvær bátslongdir fremstar.
Einki er avgjørt
So er spurningurin, hvussu
tað verður við FM heitinum
Higartil hevur tað so at síga
verið ein uppgerð ímillum
Jarnbard og Gongurólv, og
hesir báðir bátarnir eru
framvegis væl við í kapp-
ingini
Síðani 1991 hava tað bara
verið teir báðir omanfyri
neyndu bátarnir, sum hava
vunnið FM, burtursæð frá
at Hvessingur vann 4 fjør
Sigurin hjá Hvessingi í
Fuglafirði ger kappingina
opna og spennandi. Hvess-
ingur er trý stig aftanfyri
Jarnbard, sum er fremstur,
men um tær á Hvessingi
rógva eins sannferandi í
Sørvågi, sum tær gjørdu í
Fuglafirði. so verður einki
avgjørt áðrenn
ólavsskuróðurin
Teir hava
yunnið FM
Í kappingini ímillum 6-
mannafør, mannað við
monnum, er spenningurin
burtur. Hvessingur er full-
komuliga eina ráðandi, og
tað ber íkki til at ímynda
sær annað, enn at teir vinna
FM heitið
Hvessingur var fremstur
allan teinin í Fuglafirði, og
tað var bara ein spurningur
um, hvussu nógvum báts-
longdum, hann fór at vinna
við. Avrikið man vera eitt
tað mest sannførandi, sum
nakrantíð hevur verið at sæð
í kappróðri yvirhevur
Kollfirðingar hava tað
fyri at sprutta eitt sindur
beinanvegin, og tað gjørdu
teir eisini hesa ferð. Teir
minna ikki sért um tað, sum
í renning verður rópt harur
Tad eru rennarar, sum eru
við fyri at seta ferð á bein-
anvegin, men sum so taka
seg burturúr kappingini!
Stríðið um næstfremsta
plássið stóð aftur hesa ferð
ímillum teir báðar bátarnar
av Skålafjørdinum, og aftur
hesa ferð var Sølmundur
eina båtslongd frammanfyr
teir hinumegin fjørðin
Vestmenningar
fingu tvífalt
Og fuglfirðingar fingu staðfest við egnum eygum, at bát-
inum hjá teimum bilar einki
fe
Gullbrandur vann
Vestmanna er hondbólts-
bygd og kappróðrarbygd.
Tað hava vit vitað leingi, og
ikki minst í år er hetta enn
eina ferð staðfest. VIF vann
FM í manshondbólti, Vest-
menningur telist millum
fremstu 10-mannaførini, og
nú hava teir umborð á 8-
mannafarinum víst, at tað
eru nógvir góðir rógvarar í
Vestmanna
Merkisvert er, at tað hiln-
ast illa hjá dreingjunum og
gentunum umborð á Hav
frúnni, men tá tað skerst so
væl hjá hinum, so er lítið at
ivast í, at tað fer at smitta
til tey yngru komandi árini.
Høvdu tamarhaid
á alla tíðina
Argjamenn hildu seg hava
róð illa á jóansgkuni. Ta
ferðina taptu teir fyri Gull-
brandi, og teir ætlaðu sær
at vinna tað tapta innaftur á
varmakeldustevnuni í Fugl-
afirði. Men tað eydnaðist
ikki.
Líkindini høvdu ikki ver-
ið so góð, men tað var mest
sum stilli, tå 8-mannaførini
kappaðust
Vestmenningar umborð á
Gullbrandi úr Fuglafirði
lupu avstað, og eingin klár-
aði at fáa teir aftur. Teir tókt-
ust at hava tak á róðrinum,
og lótu teir báðar hevuðs
staðarbátarnar, Argjabátin
og Knørr, kappast um næst
besta plássið
Í endaspurtinum át Argja-
báturin seg eitt sindur inn á
Gullbrand. so munurin ikki
gjørdist stórri enn ein báts
longd, men spuringurin er
hvat kann leggjast í hetta,
tá hugsað verður um kom
andi róðrarnar
Onkur heldur kanska, at
teir høvdu meiri í sær um
borð á Argjabåtinum, enn
teir í endaspurtinum tóktust
hava umborð á Gullbrandi
men tað er líka sannlíkt, at
teir umborð á Gullbrandi
vóru greiðir yvir. hvussu
væl teir lógu fyri. Teir høv-
du stutt sagt tak á alla tíðina
Fuglfirðingar
blóð á tonna
Gullbrandur er úr Fuglafirð-
1, og nú sóu tey har norðuri,
at bátunum bilar einki
Fyri kappróðrarfólk og
tey, sum fylgja við kring
landið, er at vóna, at fugl-
firðingar fáa brell og fara at
manna bátin komandi ár. Í
Vestmanna er áhugin so
mikið stórur, at tað fer ikki
at standa á hjá teimum at
finna ein annan bát ella
kanska fara teir at:lata ein
bát smíða
Drekin er
FM vinnari
Tað er eingin ivi: Drekin,
sum er eldri dreingjabáturin
hjá Havnar Róðrarfelag.
hevur vunnið FM heitið
Gamaní eru tveir róðrar eft-
ir, og harvið eru fjúrtan stig
at kappast um, men dreing-
irnir umborð á Drekanum
hava verið so sannførandi
allar fýra róðrarnar, sum
hava verið higartil, at tað er
eingin, sum kann ímynda
sær, at teir ikki fáa stig
Og skulu vit døma út frá
róðrinum fyrr í ár og kanska
serliga honum á varma-
keldustevnuni, so bendir alt
á, at Drekin fer at vinna allar
róðrarnar
Undan varmakeldustev-
nuni var tað bara Svanur av
Skála, sum í ein ávísan mun
hevði hótt Drekan í onkrum
róðri. og tað vóru eisini
skáladreingir, sum bjóðaðu
havnardreingjum av fyrstu
løtuna í Fuglafirði
Mer so stóð fast hjá
Svani, sum reyk langt aftur
í rødina og ongantíð kom
fyri seg aftur
Kappingin stóð um, hver
skuldi vinna næstfremsta
plássið aftanfyri Drekan,
sum hinir so at síga íkki sóu
í hælaferðina á. Drekin var
næstan tvær bátslongdir
fremstur, og fuglafjarðar
dreingir taptu kappingina
um annað plássið ímóti
argjadreingjum. Men teir í
Fuglafirði vóru nøgdir við
triðja plássið. sum er hitt
besta, teir hava rokkið í ár