mikudagur 6. august 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 146 — 6. AUGUST 1997 tíðindablaðið +" 5
Nostalgi í Vestmanna
komandi leygarkvøld :;
Livligt verður aftur i gomlu dansibygdini, tå Thunderbirds og aðrir eldri og
yngri vestmannabólkar leygarkvøldid fara á pallin í Vestmanna fyri at stuðla
VIF, sum skal til Evropa Cup seinni í ár
Tónleikaliga fer stóra kon-
sert- og dansikvøldid í Vest-
manna leygarkveldið at
fevna um eitt 30 ára langt
tíðarskeið Vestmanna
Ítróttarhell verður hetta
kveldið karmur um tónleik
frá 60'unum og líka fram
til dagin í dag
»Komandi leygarkvøld
verdur samstundis eitt høvi
at uppliva Vestmanna aftur,
sum bygdin var í 60'unum
og 70'unum, tá fólk nógva-
staðni úr Føroyum vanliga
komu til Vestmannar í
dans«, siga fyrireikararnir
Fyrr so væl kend nøvn
sum Western, Thunderbirds
og Natives eins og aðrir
vestmannabólkar sum Vest-
menn, Moonshots og Mind-
field fara at undirhalda. Til-
takið er ein liður í royndun-
um hjá Vestmanna Ítróttar-
felag at savna inn pening til
luttøkuna í Evropa Cup i
heyst, tå 1. manslið hjá VIF
skal hitta rumenska liðið
Dynamo Bukarest
Rumenskur hondbóltur
verður vanliga mettur at
vera á sera høgum altjóða
stigi, og tí leggja bæði spæl-
arar og VIF-studlar nógva
orku í fyrireikingarnar und-
an báðum dystunum ímóti
liðnum úr Bukarest
>Tað er gleðiligt, at tað
við stuttum skoðbráði ber
til at seta eitt slíkt stórt tiltak
upp á beinini. Tað ber boð
um, at bygdafólkið enn
einaferð gevur okkum tann
studulin, ið krevst, tá eitt lið
sum okkara skal hitta sterk
lið uttan úr heimi«, sigur
venjarin hjá VIF, Kári Dur-
huus
Yngri sum eldri
á pallin
VIF-venjarin spældi fyrr í
tíðini sjálvur við vest-
mannabólkinum Natives,
sum gavst at spæla fyri 26
árum síðani. Hann fer sam-
an við nógvum ødrum tón-
leikarum, sum langt síðani
hava lagt ljédførini, ella
sum bert eru á palli av og á,
at royna seg aftur leygar-
kveldið
Nøvn sum Ossur og Gutt-
orm Christiansen, Gunnar
Streymoy, Jógvan Páll Jo-
hannesen, Jón Klein Olsen,
Uffe Bærentsen og aðrir
fara at veita VIF sín stuðul
Eisini kend nøvn úr Vest-
monnum, Olavur Højgaard,
Niels Olsen, Martin Joen-
sen, Bogi Olsen og Jógvan
í Toftum Olsen vera við.
Fleiri av eldru tónleikar-
unum ganga aftur í teimum
ymsu bólkunum og hava so-
statt verið við til at mynda
tónleikalívið í Vestmanna
hesi seinastu 30 árini
Yngri tónleikarar, sum
hava tikið við hesi seinnu
árini, eru td. Vagnur
Streymoy og Eivind
Christiansen
Ein annar kendur vest-
menningur, sum verður at
síggja á pallinum í Vest-
manna ltróttarhell er fyrr-
verandi formaðurin i VIF
igjøgnum nógv år, Heðin
Winther Olsen. Hann verð-
ur fråsøgumadur, tá teir sjey
vestmannabólkarnir fara at
spæla leygarkvøldid.
Eldru bólkarnir eru Wes-
tern, Thunderbirds, Natives,
Sunflowers og Vestmenn.
Teir báðir yngru bólkarnir
eita Moonshots og Mind-
field.
VIF fer undir tiltakinum
bæði at selja okkurt til
matna og okkurt at drekka.
Somuleiðis verða borð sett
upp í høllini, so til ber at
rinda mødina ímillum dans-
irnar
Telefonverk Føroya Løgtings hevur
økt um útbreiðsluna fyri NMT 900.
Fartelefonskipanin røkkur nú t.d.
eisini Vág, Miðvág, Sandavåg,
Leirvík og Gøturnar. Yvirlit yvir
útbreiðslugkið fæst í Telebúðunum
kring landið, sí annars telefonbókina.
*) Sambært Árbók fyri Føroyar 1996, Hagstova Føroya N
TELEFONVERK FØROYA LØGTINGS be