hósdagur 7. august 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147 — 7. AUGUST 1997
Tey nýggjastu
skipini
verða
harðast rakt
Aki BERTHOLDSEN
Fiskivinnustarvsnevndin
tekur ikki ikki undir vid ætl-
anunum hjå landsstyrinum
at skerja fiskidagatalid
12,5%
Tað kemur undan kavi í
einum brævið, sum Starvs-
nevndin hevur sent lands-
stýrinum 1. august og sum
nevndarformadurin, Bjarni
Vilhelm, hevur undirskriv-
að
Fríggjadagin viðgjerdi
Fiskivinnustarvsnevndin
uppskotið frá landsstýrinum
um at broyta lógina um
vinnuligan fiskiskap
Hevuðsbroytingin er, at
fiskidagatalið skal skerjast
12,5% og at frælsið at um-
seta fiskidagar skal víðkast
upp í 15 ár, úr teimum fimm
árunum, dagarnir nú eru
umsetiligir
f einum sera stuttum, men
greiðum brævið til lands
styrid, sigur Fiskivinnu
starvsnevndin, at hon er av
teirri sannføring, at tad ber
ikki til at skerja fiskidaga-
talid yvir ein kamb vid ein-
um midalprosentid, ti tad
rakar bara tey, sum veruliga
fiska.
- Sum uppskotið er orð-
að, førir tað við sær, at nið-
urskurðurin í fiskidøgum
kemur serliga at raka tey
nýggjastu skipini, ið eru
dýrast at reka, og tí hava
brúkt allar sínar fiskidagar
- Men tey fiskifør, sum
ry et TT kkal TTT Ch
TD —
At skerja yvir ein kamb fer at raka tey nýggjastu skipini harðast, sígur Fiskivinnustarvsnevndin, sum fisnst at ætlanunum
hjå landsstyrinum. Myndin er tilvildarlig
ikki hava brúkt sínar dagar
ikki koma at verða rakt av
tí ætlaða niðurskurðinum,
sigur Fiskivinnustarvs
nevndin
Hon sigur eisini, at upp-
skotið hjá landsstýrinum fer
ikki at hjálpa til at fáa fiski-
flotan endurnýggjaðan.
Heldur enr at seta upp-
skotið hjá landsstýrinum í
verk, mælir Fiskivinnu-
starvsnevndin til at skip og
bátarfáa fiskidagar komandi
ár eftir brúkinum hetta árið
— Tó skal fiskimálastýrið
hava heimild at broytafiski-
dagatalið, tá ið bátur, ella
skip, ikki hevur veirð til
fiskiskap eina tíð av tí at tað
kanska hevur verið á bed-
ing.
Ananrs hevur Fiskivinn-
ustarvsnevndin ta fatan, at
landsstýrið ikki umsitur
fiskiðagaskpanina nóg
neyvt, sigur hon at enda í
brævinum til landsstýrið
Vit hava onga nos fingið frá løgmanni
Aki BERTHOLDSEN
Hatta kenna vit einki til
Vit hava onga nøs fingið og
vit hava einki tikið til eftir
tektar
Landsstýrismenninir
John Petersen og Sámal
Petur i Grund eru so rørandi
samdir
Tað kann ikki vera teir
báðar, løgmaður meinti við,
tá ið hann í Glavsøkurøduni
segði, at hann hevði givið
tveimum landsstýrismonn
um ábreiðslu, sum teir
høvdu tikið til eftirtektar
Almenna metingin er tó
tann, tað kann ikki vera nak
ar annar enn teir báðar, løg
maður meinti við
Tf teir báðir eru teir ein
astu. sum alment hava verið
í karambolasju við sam
gonguleiðaran
John Petersen fyri alment
at hava givið vinnulívsbólk
inum, sum ætlaði at keypa
flakavirki frå fiskavirking
sín stuðul, og Sámal Petur í
grund fyri at hava sagt við
sjónvarpið, at løgmadur
hevði blandað seg uppí eitt
målsøki, hann einki hevði
við at gera, tá ið hann vedd
ingnarmálið varð fyri
Og í ólavsskurgðu síni
tók løgmaður tað heilt
óvanliga stig, at kunngerða
at hann hevið givið tveim
um landsstýrismonnum á
breiðslu, og at teir høvdu
tikið tað til eftirtektar
Men tað vilja hvørki John
Petersen, ella Såmal Petur i
Grund hava sitandi å sær
Teir sig báðir vid Sosial
in, at:teir hava so onga á
breiðslu fingið frá løgmanni
og teir hava tískil enn minni
tikið nakra ábreiðslu til eft
irtektar
Báðir halda teir, at tå ið
løgmaður dregur nakað so
óvanligt fram, átti hann at
havt tikið stigið fult út og
eisini sagt, hverjir lands
stýrismenninir vóru
Tad royndi John Petersen
at fáa løgmann til, tå ið 6
lavsøkurødan var til vid
gerðar í tinginum, men løg
maður vildi ikki út við tí
Onki broytt
Báði Sámal Petur í Grund,
og John Petersen siga, at
skuldi løgmaður givið teim-
um eina ábreiðslu, átti hann
at gjørt tað so greitt, og á
ein hátt, so at tað var einki
ivamål
Men tað er ikki hent í hes
um ført, og hvørgin teirra
hevur verið boðsendur til
samrødu við løgmann
Eg havi ikki fingið á
breiðslu fyri nakað sum
helst. Men er tað nakað
privat, løgmaður meinar
við, sum einki hevur við
— Vit hava onga
ábreiðslu fingið
frå løgmanni, og
vit hava enn minni
tikið nakra til
eftirtektar, eru
landsstýrismenn
inir, Sámal Petur í
Grund, og John
Petersen, púra
samdur um
mína embætisførslu at gera
so haldi eg, at hann farin
langt út um alt sømiligt
mark, sigur John Peteren
Hevur tú fingið átalu fyri
persónlig viðurskifti?
- Tað sigi eg ikki „sigur
John Petersen
Sámal Petur í Grund sig-
ur, at tvidråtturin ímillum
seg og løgmann stóðst av,
at sjónvarpið hevði lagt
honum orð í munnin, hann
ikki hevði sagt
Tað hevur sjónvarpið
váttað. Og tað, eg ikki havi
sagt, taki eg onga ábreiðslu
á meg fyri, og enn minni
taki eg ábreiðsluna til eft
irtektar, sigur landsstýris
maðurin
Men hann leggur afturat
at hann hevur onga ábreiðsl
u fingið frá løgmanni
hvørki so ella so, so hann
er heilt vísur í, at tað kann
so ikki vera hann, Edmund
Joensen hevur meint við
Tverturímóti minnast Øll,
at tå id løgmadur ásannaði,
at mistakid var ikki mitt,
men sjånvarpsins, før hann
eftir sjónvarpinum, leggur
landsstýrsmaðurin afturat
Hvørki John Petersen, ell
a Samal Petur i Grund sigur,
at vidurskiftini i Tinganesi
imillum teir og løgmann eru
ikki broytt og báðir arbeiða
teir víðari sum um einki var
hent
Fujitsu T-Bird
Multimediateldur
MMX 166 - 32 MB RAM -
3,1 GB Hd - 16 x CD ROM
Ring til Farodanc á telefon 11414
titboð kr. 14.495:
MMX 233 - 32 MB RAM -
4,3 GB Hd - 16 x CD ROM
ribod kr. 17.995:
Felags fyri teldurnar:
15" SVGA litskermur - 3D grafikkort
v/4 MB VRAM - Lotus SmartSuite -
Ljóðkort og hátalarar - Win95 -
ella stokk inn á golvid og få meira at vita um
IBM multimediateldur
Vit veita lagaliga fígging.
Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara
http://www farodane fo
MMX software
FARODANE KO
Brekkutún 4 + Postboks 109 + 110 Torshavn
Tlf. 1 1414 + Fax 17534