hósdagur 7. august 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147 — 7. AUGUST 1997
tíðindablaðið
Argumentini
eru ov grunn
Tað er ov lætt sloppið bara at sleingja út, at tað, kvinnur
hava skrivað seinastu 20 árini er vánaligt, sigur Mari-
anna Debes Dahl í viðmerking til tað, Carl Johan Jensen
kvóldið
EDVARD JOENSEN
Tað ber ikki til bara at skera
alt yvir ein kamb og siga, at
alt sum komið er út seinastu
20 árini, er vánaligt, sigur
Marianna Debes Dahl, rit-
høvundur.
Tað var Carl Johan Jens-
en, sum týskveldið í Degi
og viku segði, at føroyskar
bókmentir í nógvum førum
eru ov vánaligar. Og serliga
legði hann eftir tí, sum
kvinnurnar hava latið úr
hondum síðan sjeytiårini.
Hann helt ikki, at dygdin
sum soleiðis var nakað at
reypa av, og málið var ofta
heldur ikki nóg gott
Ov grunt
Ein teirra, sum hevur givið
bøkur út hesi árini, og sum
samstundis er kvinna, er
Marianna Debes Dahl
>Ég må bara flenna at
honum,< er hennara við-
merking
Hon heldur, at tað virkar
so fjákut at koma og siga,
at alt, sum givið verður út í
Føroyum er vánaligt, bara
tí ein sjálvur hevur búð
nakrar krákumánaðar uttan-
lands
Tað er ivaleyst, at sumt
er vánaligt. Men soleiðis er
tað eisini aðrastaðni, so tað
er ikki nakað serføroyskt
fyribrygdi. Tað eru eisini
bæði góðar og ringar bøkur
komnar út í Noreg, har Carl
Johan nú býr, vísir hon á
Og tað vil altíð so verða
Hon sigur tó, at á einum
eki er hon samd við Carl
Johan. Tað er, tá hann sigur,
at ítróttur er ikki mentan
Tað er spæl
Men tá hann fer at tosa
um vánaligt mál, heldur
Marianna Debes Dahl, at
hann er ikki tann rætti
>Tað, hann sjálvur letur
úr hondum er mangan so
vánaligt málsligt, at eingin
skilir tað,< vísir hon á
Marianna Debes Dahl
heldur , at maðurin slapp alt
ov lætt í Sjónvarpinum
Hann átti at sloppið at
grundgivið fyri tað, hann
førdi fram
Tað er í fínasta lagi, sigur
hon, at vit fáa eitt kjak um
bókmentir okkara. Tað er
avgjørt fyri neyðini
»Men ein slík provoka
tíón er ikki rætti måtin at
byrja kjakið við. Ella
kanska er tað ætlanin bara
at provokera fyri at onkur á
einhvønn hátt skal leggja
merki til hann ?«
Ummæla sjálvar
Carl Johan Jensen førdi
millum annað fram, at eing-
in rættiligur ummælari er i
Føroyum. Í øllum førum
eingin, sum torir at koma
við síni erligu meining um
tað, sum verður givið út
Hann heldur, at vidur-
skiftini eru so smá, at tað
bara endar við, at rithøv-
undarnir sita og ummæla
hvønnannan.
Her er Marianna Debes
Dahl lutvis samd.
Hon heldur eisini, at tad
er óheppið, at tey, sum
skriva, samstundis sita og
ummæla verk hjá ødrum
høvundum
»Tå kann tað sjálvandi
skjótt enda í tí, vit plaga at
kalla Partfelagið Interrós, <,
sigur hon
Men tað mátti verið sjålv-
sagt, heldur Marianna Deb-
es Dahl, at fólk, sum undir-
vísa í bókmentum á hægri
lærustovnum, tóku sær av
at ummæla tað sindrið, sum
kemur út í Føroyum.
Væl geva fleiri av hesum
fólkunum eisini eitthvert úr,
men talan er oftast um
yrkisbókmentir. Og so átti
tað at borið til at ummælt
fagrar bókmentir kortini,
heldur Marianna Debes
Dahl
Men hon fýlist á, at tað
verður so lítið gjørt burtur
úr, tá okkurt verður givið út
á føroyskum máli. Rithøv-
undarnir duga stutt sagt ov
illa at lýsa við sær sjálvum
»Skaldsøgurnar hoyrir
ein so dánt um í pressuni, ti
tær eru so sjáldsamar. Men
yrkingarsøvnini er so eiða
sért, at nakað verður gjørt
við. Í grundini er tað ein
stórhending, hverja ferð ein
bók kemur út í Føroyum, og
hon átti at verið vidgjørd
sum slík í pressuni.«
Konsulentarnir eru til
Og her kemur Marianna
Debes Dahl inn á tað, sum
Carl Johan Jensen segði um,
at forløgini áttu at havt
konsulentar at reinsa tað,
sum skrivað verður
Har eru fólk bæði á
Skúlabókagrunninum
Bokadeild Føroya Lærara
felags og so tey, sum ar
beiða til dømis á Føroya
málsdeildini á Fróðskapar
setrinum
Tey høvdu saktans
kunnað ráðgivið í slíkum
førum, og eiga avgjørt at
trína fram, heldur Marianna
Debes Dahl
Hon vísir annars á eitt
orðatak, pápi hennara,
Hanus Debes Joensen, sáli,
plagdi at taka til
> Viðvíkjandi bókmentum
finst bara ein rættvísur um-
mælarai, og tað er tidin. «
førdi fram um fóroyskar bókmentir í Degi og Viku týs-
Tí ikki fyrr enn um fleiri
ár kunnu vit siga, at tað ella
tað, sum givið varð út, var
nóg gott til at yvirliva.
Eisini aðrir rithøvundar,
Sosialurin hevur tosað við,
halda tað vera legið, at just
Carl Johan Jensen skal
koma og tosa um vánaligt
mál og ringar bøkur
Hann skrivar sjálvur
nakrar merkiligar bøkur,
Djóratusj
12 ymiskar a
velja ímillum
fyri hverja 9,95
3
fyri
; Så fr
SKJÐAKGJAL
ii
LÆNE
+ %
i
Carl Johan heldur lítið um kvinnuligar rithevundar hi
sum eingin timir at lesa,
vísa bæði Jógvan Isaksen
og Oddver Johansen, rit-
høvundar á, og undrast á,
hvat man vera galið har.
Men kortini eru bæði
Oddvør Johansen og Jógvan
Isaksen púra samd við
Marionnu Debes Dahl um,
at vit avgjørt eiga at fáa eitt
Diddl |
skúlakalendari
við skema, kalendara
v/1 degi á hvørjari síðu,
adressulista 0.Ø.
00
kjak í lag um føroyska
mentan sum heild og serliga
bókmentir.
Smart roknimaskina
í sterkum litum
við stórum tastum
SMS * TLF. 10840