hósdagur 7. august 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147 — 7. AUGUST 1997
Fiskidagar elvt til
rumbul í samgonguni
Seinnapartin í gjár gjórdust samgongulimir so ósamdir um lógaruppskotið
um fiskidagar, at tingfundurin varð slitin. Jákup Joensen, sambandstingmað-
tíðindablaðið
ur, fer at atkvóða ímóti uppskotinum hjá John Petersen
AK! BERTHOLDSEN
Rættiligt rumbul stóðst í
tinginum í gjár. Lógarupp-
skotið hjá landsstýrismann-
inum við fiskivinnumálum,
og einum meiriluta í Vinnu-
nevndini, um fiskidagar, var
til 2. viðgerð
Sum fundurin leið, gjørd-
ust alt fleiri samgongulimir
ivasamir um uppskotið. Ser-
liga er tað ætlanin at gera
fiskidagarnar umsetiligar í
15 ár, sum fær tinglimir at
ivast.
Startskotið til rumblid
byrjaði í gjåramorgunin, tå
Jåkup Joensen legdi fram
broytingaruppskot til upp-
skot landsstyrisins. Jåkup
Joensen er beinleiðis ímóti,
at umsetiligheitin skal vara
í 15 ár.
Broytingaruppskotið hjá
Jákupi Joensen áleggur eis-
ini, at ávís gytingarøki verð-
a friðað. Í viðmerkingunum
sigur Jákup Joensen, at
hann hevur ikki álit á, at
John Petersen, landsstýris-
maður, fer at gera tær frið-
ingar, sum skulu til, og sum
ætlanir hava verið um.
Higartil hevur John Pet-
ersen ongan vilja víst, sigur
Jákup Joensen, samgongu-
felagi hjá John Petersen
Pauli Ellefsen og Ernst
Hansen ivasamir
Eisini tveir aðrir samgongu-
limir, Pauli Ellefsen, sum í
løtuni er á tingi fyri Bjørn á
Heygum, og Ernst Hansen,
eru sera ivasamur um fiski-
dagauppskotið
Undir viðgerðini kom
hópin av spurningum upp
Millum annað varð spurt,
hvat hendir teimum, sum
hava keypt ávíst fiskidaga-
tal, um samtykt verður at
skerja samlaða fiskidaga-
talið
— Fær landskassin so end-
urgjaldskrav, varð spurt
Fundurin
Klokkan 15.10 seinnapartin
í gjár stóð so hart á, at av-
gjørt varð at slíta tingfund-
in, so samgongutropparnir
kundu savnast
Stutt áðrenn hetta løgdu
teir tríggir tingmenninir,
Atli Hansen, Oli Jacobsen
og Alvur Zachariasen, upp
aftur eitt broytingaruppskot
fyri tingið. Tað uppskotið
áleggur teimum, ið umseta
(hava fingið tillutad) fiski-
dagar, at fylgja teimum
broytingum, ið meguliga
verða framdar seinni.
Sum skilst er endamálið
við tí broytingaruppskotin-
um at byrgja fyri endur-
gjaldskravi móti landskass-
anum
Beint áðrenn blaðið fór til
prentingar færttis, at teir
triggir, Alvur Zachariasen,
Atli Hansen og Oli Jacob-
sen skjóta upp at lækkar
umsetiligheitina úr 15 árum
niður í 10 ár
(ær fr
Jákup Joensen, tingmaður,
atkvødur ímóti ligarupp-
skotinum um fiskidagar
KVØLDSKRÅIN Á HANDILSSKULANUM
INNSKRIVINGARSEDIL
Skulaårid 1997/98
Fødingardagur
Starv/arbeiðspláss
TIf. arbeiðspláss
Tlf. heima
FHS- STAKROYNDIR | HH- STAKROYNDIR | [merkonom — | - ALMENN FYRISITING Á
FHS- LÆRUGREINIR
Bú- og Roknskapur C
Informatiónsviðgerð C
Enskt II
Enskt C
Dekoration
Marknadarlæra C sein og tænasta
HH- LÆRUGREINIR
Roknskaparlæra/
virkisbúskapur B
Støddfrødi B
Støddtrødi A
MERKONOM
GRUNDLÆRUGREINIR
Skal verða skúlanum i hendi innan 8. august 1997
FØROYA HANDILSSKÚLI - Marknagilsvegur 77 - Postbox 177 - 110 Tórshavn - Telefon 17177 - Telefax 13374
Feroya Handilsskúli, Tórshavn, er vegna summarfrí stongdur frá 7. juli til 4. august 1997