fríggjadagur 8. august 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Orðaskifti á lágum stigi
Oddagrein
FINGU vit nakra ábending um, at sítandi
samgonga heldur fram, ella um aðrar
landsstýrissamgongur eru í umbúna, eftir
valið næsta summar? Hesar spurningar
kunnu vit seta, nú Logtingið hevur havt
orðaskifti um Olavsøkurødu løgmans.
LATUM okkum tó fyrst sláa fast, at orða-
skifti var á lágum stigi, men tað legði ólav-
søkurødan eisini upp til. Tá tað er sagt,
mugu vit kortini ásanna, at orðaskifti var
nærum bara ein polemikkur um, hvat hvor
hevur gjørt skeivt, ella hvat ikki er gjørt.
BARA fáir logtingslimir stinga eitt sindur
burtur úr, og duga at síggja fram og við-
gera veruleikan sum hann er. - Hvorjar
avbjóðingar standa fyri framman og
hvussu megna vit at loysa hesar spurn-
ingar. - Hvat gera vit, um fiskiskapurin
aftur svíkur? - Hvussu stýra vit eini kom-
andi oljuvinnu? - Ella, hvussu vit endur-
byggja vælferðarsamfelagið, sum misti
nógv klípi í kreppuárunum? Fyri at nevna
nøkur dømi.
VIDVIKJANDI borgarligu samgonguni er
at siga, at fleiri løgtingslimir åsanna, at
samstarvið gongur væl. Eisini tykjast
nógvir av teimum samdir um ein borgar-
ligan politikk á bæði vinnuliga, búskapar-
liga og sosiala okinum. Skúla- og men-
tannarpolitikk hoyrdu vit minni um.
TAÐ kundi bent á, at borgarliga samgong-
an heldur fram, um flokkarnir finna ein
annan løgmann. Edmund Joensen tykist
standa rættiliga einsamallur. Ikki bara í
samgonguni, men eisini í Sambandsflokk-
inum. Hetta skiltist skilliga millum orðini.
Harafturat trívist Sjálvstýrisflokkurin væl
saman við afturhaldspolitikkinum á fleiri
økjum.
HEVDI andstødan nakað alternativ at
bjóða? Lítið og einki. Nógv smámál vóru
nevnd, men eingin ábending sást til eitt
alternativt landsstýri. Loysingarvongurin
er styrktur sambært kanningum, men hið-
ani hómaðist ikki nakað itøkiligt, og Fólka-
flokkurin velur heldur eitt borgarligt sam-
bandsstyri enn eitt meiri sosialdemokrat-
iskt sjálvstýrislandsstýri.
JAVNADARFLOKKURIN tykist ikki at vera
komin yvir skelkin á seinasta valinum ,og
umreðan bendi ikki á, at flokkurin í løtuni
er nóg búgvin at leiða ein sosialdemo-
kratiskan framburðspolitikk, sum eisini má
byggja á ta åsannan, at nógv viðurskifti
mugu broytast í ríkisfelagsskapinum á eini
sjálvbjargingarleið. Einki greitt boð, men
helst heldur sitandi samgonga fram.
Søsialurin
Ábyrgdarslaðstjórk Ly og søla:
Ítrúi: Bertholdsen,
Randi Jacobsen Eiríkur Lindenskov,
Dagny Joensen,
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein,
Edvard Joensen
Jóns Krstan Vang
Eitt sindur um einki
( í sambandi við eitt brot í Degi og viku)
- Og frú Debes Dahl letur sær ikki siga tvær ferðir, tá ið tíðin talar til hennara, tvørtur ímóti, hon kunngerð fyri
høgum og lágum, at Carl Jóhan Jensen er ein æru- og evnaleys munnskemd. Brótið penn hansara. Skerið tunguna
úr heysinum. Sendið so bæði sál og skinn til fjandans og eigi hann hann um aldir og allar ævir, skrivar Carl Johan
Jensen, skald í sambandi við kjakið, ið staðist hevur av ti, hann segði í Degi og Viku týskveldið
Tað krevur ikki nógv. Alv-
aratos. Hálvdrigið orð og
glepsini tú fært aftur boða
skilliga frå, at kjak er 6-
hugsandi her á klettunum,
her „udi det fattige Land
Færg“. Ohugsandi í aðrari
støduhædd enn teirri, har
orå og skil leita hvørt i sina
ætt
Føroyingar eru royndari i
teirri ítrótt, ið rópt verður
at trætast í ødrum londum
og vidhvørt eisini andaligt
streymslit
Tak eitt nú Dimmalætt-
ing, størsta prentaða fjøl-
miðil í landinum, og odda-
greinina, sum ritstjórnin let-
ur standa eftir seg í blað-
num hósdagin tann 7. aug-
ust sum er tann sekstandi
av hundadøgunum ið Harrin
av náði síni hevur vælsign-
að við mjørka og drivið hig-
artil. Men beint sum mjørk-
in lættir av eina letu og
reznið slitir í, so køvir hann
av vid smáligum møsni á
blaðstjórnini hjá Dimma-
lætting. Vit sum minnast
nøkur ár aftur í tíðina, tå ið
blaðið enn var „amtstidende
for Færøerne” vita sjálvandi
hver tað er sum á okkara
teldu- og samnetsdøgum
villir hesi óráð á blaðstjórn-
ina
En rgst fra graven
Og tak Marionnu Debes
Dahl. Hana við. Eisini hon
er åløgd. At vísa seg. Hvat
tað er sum rembist innan í
henni er ikki lætt at gita
Men okkurt av tí er, í brot-
um, komið á prent i Sostal-
inum. M.a. eini boðin: pápa
hennara, landslæknanum H.
D. Joensen sála, sum í stutt-
um eru tey, at bara tíðin
kann døma. Kann skilja
dumbuna frá korninum
Nú er mær kunnugt um,
at frú Debes Dahl, sum eg
ikki ivist í er eitt valafólk,
altíð hevur hugsað nógv um
tíðina. Eina tíð veit eg kort
ini, ið henni lá serliga nógv
á hjarta, men tann tíðin er
sum so mangt annað í hálv-
fjersunum langt síðani
sokkin í gloymskunar hav.
So tað man vera eina aðra
tíð, hon hugsar um. Frú
Debes Dahl. Ta tíðina sum
kemur, er og fer. Ta tíðina
sum øll kenna. Ta tíðina
sum spekingar í øllum
londum frá tí at Augustin
kirkjufaðir = og — illlisin
høvundur var å døgum og
til denna dag hava hildið
seg vita líuð ella nærum
einki um. Tann tíðin skal,
um boðini handan frá
landslæknanum sála eru
eftirfarandi, geva øllum 6-
rættaðum bókmentaligt
sjålvdømi, bæði frú Debes
Dahl og øllum kvinnum, ið
hava fest orð á blað i Før
oyum tey seinastu tjugu ár-
ini. Annaðhvort hugur sam
svarar við dug ella ikki
Og frú Debes Dahl letur
sær ikki siga tvær ferðir, tå
ið tíðin talar til hennara,
tvørtur ímóti, hon kunngerð
fyri høgum og lágum, at
Carl Jóhan Jensen er ein
æru- og evnaleys munn-
skemd. Brótið penn hans-
ara. Skerið tunguna úr heys-
inum. Sendið so bæði sál og
skinn til fjandans og eigi
hann hann um aldir og allar
ævir
Ein tíð og onnur, segði
maðurin
Men hjá mær gjørst helst
lítð. So hart kreystur sum
eg geri. Eg fari tískil, óskald
og ómennið sum eg eri, at
rýma av landinum undan
dómi og uppibornari revs-
ing. Eg fari sum ein av val-
kyrjunum tekur til, ið hevur
fingið høvdid, men kanska
ikki málið, fyri seg i før-
oyskum bókmentum tey
seinnu árini, at „forfjóna
meg út fgjøgnum hurðina“
meðan væl er og hopi, at eg
sleppi heilur úr teirri gjøgn-
umroysuni.
Vid óforskammaðum
kvødum
í Havn tann 8. august
1997
Carl Jóhan Jensen
1AD EK inn < +
| sjálvmorðsroyn-
i fyri opnar! mikrofon — og
fon tað var einki minni enn |
als
} 'øroy Men t
| ikki i Føroyum. * er
| eina slíka harakiri-roynd, rithøv undurin Kar!
r | .
Johan Jensen gjørdi í SJÓN arpinum týskveld
5. tå hann mælti foroyska bókmentaheim-
in til at seta ráðgevarar, 50 sterri dentur
leg kkurt bleiv utgivi0
; Fyri hann er at vóna, at slíkur ráð
1 på f i r avleið-
evari ikki nakrantíð kemur, ti fy stå avle
kann bert vera, at ikki ein regla aftur
. ;t av ti, Karl Johan sjålvur letur
úr hondum. Ug hansara fatan av hugtakinum
langt við síðuna av, tá hann segði
bert vera spæi
inum
i í sd, tá 0
kundi leggjast á dygd, t
á prent
ingin
verður givin
| mentan va! J
| itrøtt — og serliga fótbólt .
Í se si |-
| Einki kann vera meira spæl enn at seta sam
r svið út orð, ið bert te)
; og fáa givið út orð, W i :
te t snobbandi mentun-
t
T va sett sær sum mál al
arehtun! ella hava set . He
lesa, sum
annaðhvort eru partur av
Brot úr Dimmalætting í gjár