leygardagur 9. august 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rblaðstjóri: Lý søla: Dagny Joensen, gear), uppseting og prent: Telefon: 11820
Jan Múller jó omkr Grækaris D. Magnussen | Sp Sosialurin Teletax. 14720
Fyritaksstjóri: Jonhard Hammer Eyðun Klakkstein, Bústaður:
Krisjan D Blaðfólk: Edvard Joensen Argjavegur 26, Argjum e-mail: —
B jórnarfulltrúi: Aki Bertholdsen, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosialur 6 olivant fo
Internet: htp://www.cybernet dk/faroe-news | Randi Jacobsen Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Nú má hugsast um
tað grundleggjandi
— fiskiídnaðin
Oddagrein
EFTIR OLLUM at doma fer Logtingið í dag
endaliga at samtykkja tær ymisku broyting-
arnar, sum skotið er upp at gera í lógini um
vinnukgan fiskiskap.
TALIÐ AV FISKIDOGUM og skipanin við
fiskidøgum, sum kunnu handlast millum
bátar og skip, eru mest umrøddu partarnir,
nú Legtingið hevði tvær drúgvar viðgerðir
um málið.
TAÐ VIL SO VERA, tí talið av fiskidøgum
skuldi verið avgerandi fyri, hvussu nógv
verður fiskað, og skipanin við umsetiligu
fiskidøgunum kann gerast avgerandi fyri,
hvar fiskidagarnir enda.
VANDI ER NEVNILIGA fyri, at sterk reiðar-
avirki, sum sjálvandi fáa vælvild frá banka-
num, kunnu leggja nógv inn undir seg. Hett-
a kann koma at savna nógvar dagar á fáum
hondum og á fáum plássum. Hesin parturin
elvdi ti til harð orð í álitum og rødum.
TAÐ SAMA GJØRDI seg galdandi, tå upp-
skotið um handilskvotur kom fram fyri ein-
um fimm árum síðani. Tá slerdi m. a. Javn-
aðarflokkurin fast, at tilfeingið í sjónum er
ogn Føroya fólks, og at tað ikki skuldi enda
á nekrum fáum hondum, sum tá vóru so
hepnar at hava nøkur veidifør um hendi.
Tað sama ger seg galdandi nú.
SKIPANIN VIÐ FISKIDØGUM er íkki meiri
enn eitt ár, og í Løgtinginum kom fram, at
nógv verður snýtt. Hetta má fáast til lívs við
einum góðum eftirliti, so skip ikki sleppa at
kradda sær fleiri dagar við m. a. at siga seg
royna uttan fyri >ringin<, hóast tey hava
roynt innanfyri.
MEN Í OLLUM HESUM drúgva orðaskifti
saknaðist aftur spurningurin um, hvat vit
vilja við okkara tilfeingi. Skulu vit halda fram
at selja helvtina av fiskinum meira ella
minni óvirkaða ella skulu vit virka fiskin í
Feroyum
VÍST SEGÐI LOGMAÐUR í 6lavsøkurødu-
ni, at nú skal ein skipa setast í verk — men
higartil eru stór virði farin fyri skeyti, og ting-
fólk eru rættiliga tigandi um hendan vinnu-
táttin, sum hevur stóran týdning í ein-
streingjaða búskapi okkara. Javnaðarflokk-
urin hevði stórar hugsjónir ujm hetta mål i
valstríðnum í 1990. — Hevði tað ikki verið
eitt hugskot at arbeitt meira við hesum
grundleggjandi spurninginum, nú nýggj virk-
isskrá skal gerast.
Sosialurin
Lesarabrøv
SESSI
Olavsøku
framsyningin!
Tá eg frætti, at tann eimi av
tveimum innsendum máln-
ingum var sloppin inn á
framsýningina, var eg fegin
Men hetta vardi einans til
eg sá, hvussu stórt nálareyg-
að hevði verið. Harafturat
vóru verkini ósmakliga
samansett og hongd upp.
uttan at hædd varð tikin fyri,
hverja rúmd tey kravdu. T
d. høvdu smáir málningar
stóra rumd, meðan stórir
málningar ongan avstand
fingu
Mín málningur var bein
leiðis vanvirdur, við tí ván
aligu viðferð hann fekk
Fyri tað fyrsta var hann sett-
ur saman við nýbyrjarum
(Alt gott um nýbyrjarar, tí
onkunstaðni mugu tey byrj-
a, men tað er óhóskand, at
tey fingu upp til fýra verk
við hvor)
Framsýningin heyði verið
meira åhugaverd og rættvis,
um framsýnararnir høvdu
havt eitt fastett tal av verk
um við, t. d. tvey
Fyri tað næsta vóru alt ov
nógvir litfagrir málningar
hongdir upp í sama båsi
(Mín var eisini litfagur)
Hetta hevði við sær, at allir
litirnir flutu saman
Fyri tað triðja stóð eitt
stórt flygel og blokeraði út-
sýnið í tí heldur lítla bási
num. Og síðst, men íkki
min:t, var mín målningur
hongdur so lágt, at tað heyði
verið hóskandi við eini pútu
frammanfyri ella tey akku-
rát tað sama kundu havt sett
hann á gólvið
Sjálvt um eg ikki haldi
mínir innsendu málningar
vera yvirfantastisk lista
verk, haldi eg, at báðir
skuldu havt verið umboð-
aðir, útfrá at flein av ný-
byrjarunum høvdu fleiri
listaverk við hver. — Tó sum
tað var, hevði verið betri,
um eg ongan sendi við
Leikluturin hjá sjónvarp-
inum var sera »partiskur«
og óumfatandi. At umrøda
tvey ella trý listarverk burt-
ur úr eini heilari framsýning
er átaluvert. Í staðin skuldi
verið víst leysliga runt við
tónleiki afturvið, ella møgu-
liga einari >yvirornaðari<
umrødu av framsýningir:
sum heild. Á tann hátt
høvdu sjónvarpshyggjarar
fingið eina breiða mynd av
framsýningini, og luttakar-
arnir høvdu kent seg væl
Tå eg loyvi mær at kriti-
sera framsyningina, er tað
ikki út frá ongum, men út
frå, at tað var tann vikuliga
mannagongdin gjøgnum tey
trý árini, eg gekk á lista-
skúla. Sostatt er listakritikk
ur mær ikki ókendur. Sjálvt
um, sum Olavsøkuframsyn-
ingin bar brá av, hevur ógv-
uliga ymisk >kriteriir< frå
skúla til skúla. Tað, eg havi
gjørt her, er ikki ella krit
ikkur sum so av lista-
verkunum sjålvum, men av
framsyningini f sini heild
Og kritikkur av viðgerðini,
minir og adrir målningar
fingu av »cencurnevndini«
Tað er hóskandi at enda
hetta skriv við formælinum
í eini listasøgub6k, sum
ljóðar:
>Tað er eingin allýsing av
list, einans listaf6lk… «
Harriet Poulsen
—"
Et tu
————————————""naaN———e"
Tað er einki legið, tað er
hugstoytt, at hoyra C. J. Jen-
sen tosa um skrivandi
kvinnur sum eina spillu í
føroyskum bókmentum. At
tað ikki er legið, sigi eg ti
at tað tíverri er í samsvari
við tann kvinnufíggindaliga
hugburðin í fjølmidlunum
her yvirhøvur
Tann måtin C. J. Jensen,
Olavur i Beiti og aðrir
blekkriddarar her å landi
skriva um — f hesum føri
skrivandi — kvinnur eyð-
kennist av vanvirðandi hug-
móð. Kvinnurnar verða ikki
umrøddar sum einstaklingar
men sum ein einlittur massi;
hetta er einki at vera bilsin
um, tí soleiðis verður tosað
um allar bólkar, sum eru
fyri vanbýti ella ikki njóta
virðing, nekarar, børn, før-
oyingar o. o. Í Íslandi var í
70-árunum stórur vøkstur í
talinum á skrivandi kvinn-
um; tá vóru millum kall-
menn teir ummælarar og
høvudnar, sum konsekvent
avvistu »kellingab6ku-
num«; hetta eru 30 ár síðani
og ómetaliga nógv er hent í
Íslandi síðan tá. Men, halló,
eisini í Føroyum er nógv
hent, so turkið dundrið úr
eygunum, teldubendur!
Okkara skrivandi kvinnur
verða allar ex catedra strik-
aðar út við einum grovum,
kubbutum men linum penn-
i! Stórsleggjudómurin ljóð-
ar: tær hava rættar mein-
ingar, skeivt mál (skeivt
kyn?) — tær gelda málið —
men hvat meinast við hes-
um? Orsaka, spyr ikki so
nær. Swift, Tolkien og Ende
mugu vera glaðir um ikki
at vera vidgjørdir í hesum
píningarkamarinum. Hoyr-
ið, nýta tit hugtakið kvinn-
ubókmentir, og tað er væl
nýtiligt, so gerið tað ikki so
óvandaligt.
Turið S
MFS hjálpir heimleysum pisum
Ringt er hjá nýggju pisunum at finna
bústað í Danmark. Meginfelag fór-
oyskra studenta er tískil farið undir
bústaðarávísing
Meging føroyskra studenta
hevur frætt frá fólki, sum
flyta niður, at sera trupult
er at finna ein bústað í Dan-
mark beint nú. hetta rakar
tey mongu nýggju lesandi
sum nú eftir summarfrítíð-
ina flyta niður at nema sæ
útbúgving, sera meint
Hevur man ikki skrásett
an bústað í Danmark, ber
ikki til at fáa eit danskt per
sónsnummar, og uttan eitt
slíkt fær man ikki skil á sín-
um studning- og skattavið-
urskiftum. Hetta kann hava
tær óhepnu avleiðingar, at
fyrsta tíðin av lestnaðinum
verður illa ótógvað, ella at
nøkur setast aftur og fara
kortini ikki undir ta útbúgv
ing, tey eru sloppin inn á at
lesa í ár
Fyri at hjálpa teimum
nýggju lesandi sum koma í
neyð hevur MFS avgjørt at
hava eyka opið á skrivstov
uni í summarfrítíðini og
skipa fyri bústaðarávísing
Vit vita enn ikki, hvussu
umfatandi íbúðarneyðin er,
so fyribils lýsa vit eftir í
búðum og kømrum í øllum
lestrarbýum í Danmark
Fólk sum hava eina íbúð
ella eitt kamar, sum tey vilja
leiga út í styttri ella longri
tíð. ella fólk, sum bara vilja
hjálpa lesandi eina tíð við
at hýsa teimum, kunnu
ringja til skrivstovuna hjá
MFS í Keypmannahavn og
verða skrásett sum útleigari
lesandi. sum ikki hava tak
yvir høvdid kunnu venda
sær til MFS og fáa ávíst
hesar útleigarar
Frá 15. august er telefonin
hjá MFS (tle 33250210) op-
in mánádag, mikudag og
friggjadag millum kl 1000
og 2000 danska tíð. Reglu
liga upplatingartíðirnar hjá
MFS byrja aftur |. septemb-
er, og neyndu eyka telefon
tíðir fara úr giidi. Tá verður
skrivstovan í Keypmanna
havn opin mikudag og
fríggjadag millum kl 1600
og 1800 (tlf 33250210), og
í Arhus mikudag millum kl
1600 og 1800, har telefonin
svarar á 86131861. Bústað
arávísingin virkar so leingi
sum tað verður mett at vera
tørvur á tú
Bústaðarávísingin er okk
ara lutur. Tað sum nú hevur
týdning er, at fólk vísa væl
vild og bjóða húsrúm. MFS
hevur eingi kemur at bjóð
sjålvt, og ávísingin er ti
einki verd, um fólk ikki taka
væl ímóti okkara roynd at
hjálpa heimleysu pisunum
sigur nýggi formaðurin í
MFS, Flóvin Eidesgaard í
tíðindaskrivi - og hann legg
ur afturat
Nú ræður um at standa
saman!
MFS sigur tað vera trup
ult hjá nýklaktu pisunum
at finna bústað niðri