Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——————— Nr. 149 — 9. AUGUST 1997 tíðindablaðið SX GR "firs KUE á Ein kollfirðingur gjørdist ikki sørt bilsin, tá hann skuldi draga fýra sildagørn hósdagin. Har vóru ongi gørn. Vaktarbáturin Spégvin var farin við teimum GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Sambært lógini um vinnu- ligan fiskiskap ber ikki longur til hjå småbåtum at royna eftir sild, reydsprøku og ødrum fiskasløgum inni á firðunum. Í hvussu er ikki við gørnum Í kunngerð um fiskiskap- in á landleiðunum við fiski- fórum, sum eru skrásett í Føroyum, stendur um veiðu við gørnum í grein 4 millum annað: Veiða við gørnum er ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðum og leiðunum: I. Alt árið innanfyri 30 fjórðingar úr grundlinjun- um. í stykki 2 stendur víðari, at „frá forboðnum eru tó tey fiskifør undantikin, ið hava serloyvi til royndir, sum Fiskirannsóknarstovan skipar fyri.“ Misti gernini Mikukveldið setti ein koll- firðingur fýra gørn inni á Kollafirði. Hetta hevur ver- ið vanligt í mong harrans år. Men bilsin gjørdist koll- firðingurin hósdagin, tá hann skuldi fara at draga gørnini. Har vóru ongi gørn. Seinni frætti maðurin, at vaktarbáturin hjá Vaktar- á Bjargingartænastuni, Spógvin, hevði drigið gørn- ini, og var farin til Havnar við teimum. Djóni Weihe, sum starv- ast hjá Vaktar á Bjargingar- tænastuni, váttar, at hald er lagt á tey fýra gørnini. Hann vísir til kunngerðina, sum bannar allari veiðu við gørnum innan fyri 30 fjórð- ingar. — Vit kunnu ikki gera annað enn fylgja lógini. Vit vistu um gørnini, og tí varð hald lagt á tey, sigur Djóni Weihe við Sosialin Hann sigur, at kemur Spógvin fram á onnur gørn inni á firðunum, so verða tey tíkin. Og tað kann gera tað sama um talan er um sildagørn, reydsprøkugørn ella onnur gørn. Menn harmast Í mong harrans ár hevur verið vanligt hjá monnum at sett bæði silda- og reyð- sprøkugørn. Serliga í Sund- alagnum (Kollafirði, Hós- vík og inni á Hvalvík), og á Skålafjørdinum hevur hetta verið vanligt á hverjum ári. Men nú er so punktum sett við tann møguleikan. Á Vaktar á Bjargingar- tænastuni verður sagt, at skulu smábátar í framtíðini royna við gørnum inni á firðunum, so má okkurt slag av undantaksloyvi gevast. Eitt slíkt undantaksloyvi hevur ongin fingið enn, tað tey vita á Vaktar- & Bjarg- ingartænastuni. Tey vita heldur onki um, hvert tað yvirhøvur ber til at fáa eitt slíkt undantaksloyvi Ein eldri kollfirðingur, vit hava tosað við, harmast um garnabannið — Eg havi sett sildagørn í mong harrans år, og veiðan er farin til privata húsar- haldið. Hetta hevur verið gott íkast, tey árini, nøkur sild hevur verið at fingið, sigur eldri kollfirðingurin Hann vísir eisini á, at hóast lítið hevur verið til av sild okkurt árið, so hevur ávísur hugni ligið í hesum. — Hatta hevur verið partur av bygdarmyndini um sumrarnar, sigur hann. Eisini inni á Skålafjørd- inum harmast tey tíðindini úr Kollafirði. Har hava hummarabátar roynt eftir sild, sum teir hava lagt í rúsurnar. Hetta ber so ikki til longur. Sum stødan er í løtuni sær út til, at broytingar mugu gerast í lógunum, skulu smábátar aftur fáa loyvið at royna við gørnum inni á firðunum Vit royndu í gjár at fáa eina viðmerking frá lands- stýrismanninum við fiski vinnumálum, men tað eydn- aðist ikki. Tað eydnaðist okkum heldur ikki at fáa at vita frá onkrum í fiskivinnu umsitingini, um garnabann- ið er tilætlað, ella um hetta bara er ein „tankasild.“ Annars frættist, at tey á Vaktar & Bjargingartænast- uni hava fryst veiðuna í teimum fýra gørnunum inni á Kollafirði. Hendan dagin var veiðan tó ikki sild, men eitt sjósíl Nú eru tað bara skip sum hesi, ið sleppa at royna eftir sild. Sildaveiðan hjá smábátum á føroysku firðunum er søga, ti sambært løogini um vinnuliga fiskiskap noyðist tú út um 30 fjórðingar, skalt tú roynavið gørnum Í til KFUK og KFUM í Havn Vit sóknast eftir ålitand mannfólki, sum kundi hugsað sær at arbeitt kirkjuligu felegunum KFUK og KFUM í Havn frá 1. oktober 1997 Arbeiðið fevnir um: - leggja fundarskráir - skipa fyri barna- og ungdómsfundum og almennum kristiligum fundum - taka sær av dagliga arbeiðinum í feløgunum trúgvandi konufólki Vit vænta: — at tú hevur hug og dugir at arbeiða við barnum, ungum og eldri — at tú dugir at samstarva við onnur, sum gera eitt sjálvboðið arbeiði í KFUK og KFUM - at tú hevur áræði at taka nýggjar tættir upp í arbeiðinum Løn eftir avtalu Umsóknarfreist: 15. august 1997 Upplýsingar um starvid fåast at venda sær til Jonu Henriksen, skrivara, tlf. 11928 Umsókn vid våmælum skal verða send til KFUK og KFUM i Havn, Postboks 86, 110 Tórshavn KFUMs port 8/97 3 Ólógligt at seta % swivari ørn á firðunum