Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 — Tað eru bara trý ár síðani, hon lærdi seg at flúgva, tá var hon farin um tey 50. Nú er hon, sjálv- onnur, fyrsta kvinna, sum flyg- ur jórðina runt. Leygardagin millumlendi tey í Havn. Í dag fara tey avstað aftur at fullfora verkið. Ferðin hevur ver- ið ótrúlig, men tað hava eisini verið dramatiskar lotur, tá ið tey vóru bangin og hjartað sló títt. tíðindablaðið SE ry Komin til Føroyar á veg ímóti fleiri heimsmetum: Nr. 150 — Children Tey flestu, sum hava hoyrt um hesi bæði, eru á einum máli um, at tey eru nakað heilt fyri seg. Tað eru enntá tey sum halda, at tey eru fratør. Jennifer # Ó 3 EA Murray og Quentin Smith avmyndað á Havnarkei fyrrapartin i gjár, áðrenn tey fóru til Dimunar. Tá ið tey koma til London fríggjadagin, hava tey sett fleiri heimsmet í lítlu tyrlu síni. Mynd Álvur Haraldsen AK! BERFHOLDSEN Hon sigur, at hon hevur aldrin verið sum onnur konufólk. Hon hevur altíð verið gar- vill Men hevði nakar sagt við Jennifer Murray fyri fimm árum síðani, at hon skuldi fara at læra seg at flúgva, og at hon so skuldi flúgva jørðina runt í eini lítlari tyrl- u, hevði hon sligið tað uppí glens. Hesar síðstu dagarnar hevur hon verið í Havn. Á veg jørðina runt. Í tyrlu. Saman við Quentin Smith, er hon er bara tríggj- ar dagar frå at fullføra sina einastu, verligu stóru av- bjóðing í lívinum Tí fríggjadagin lenda tey bæði aftur í London í lítlu tvey-mans tyrlu síni. Tá hava tey flogið 29.700 fjórðingar kring allan kngtt- in. Og tá hava tey eisini sett fleiri heimsmet og ensk met. Og tey eru longu farin at hugsa um tað næsta ævin- týrið Jennifer Murray er ensk, men hevur búð í Hong Kong í 30 ár, men fyri nøkr- um árum síðani flutti hon heimaftur Lagsbróður hennara á hesi longu ferðini, er Ong- lendingur og útbúgvin flog- skipari. Tað eru ikki meiri enn trý ár síðani, Jennifer lærdi seg at flúgva. Tá var hon komin í ein aldur, tey flestu fara at hugsa um at slaka av. Hon var yvir 50. Flúgva fyri bernini Jennifer Murray sigur, at henni hevur altíð dáma spenning og ævintýr. Og hóast hon hevur ongantíð hevur verið sum aðrar gent- ur, er hetta hennara fyrsta, stóra ævintýr og veruliga avbjóðing. — Áðrenn havi eg fjakkað í Butan og í Nepal, og í 1962, tá ið eg var 21 ára gomul, koyrdi eg í bili heilt norður til Alaska, og tað var altso ikki nakað fyri hamp- iligar gentur tá á døgum, sigur hon. Hendan flogferdin jørd- ina runt er ikki bara fyri at bj6da lagnuni av. — Endamálið vid ferdini var fyrst og fremst at gera okkurt óvanligt tiltak fyri at reisa pening barnahjálpar- felagsskapin, „Save The Children“, og at gera vart við felagsskapin annars Har tey koma, seta tey seg í sambandi við múgv- andi fólk og stórar fyritøkur við áheitan um at stuðla fel- agsskapin Higartil eru tey vælnøgd við undirtøkuna. Bara í Hong Kong lótu fólk 600.000 krónur og mál- ið er, at tey tilsamans fáa útvegað seks milliónir Tey hava eisini nógvar spons -orar, m.a. letur olju- felagið BP bensinid, tey brúka og. flutningsfelagið DHL, hevur eisini hjálpt teimum væl. M.a. fekk DHL útvega teimum ein nýggjan rotor av tyrlusmidjuni í Kaliforn- ia, lika til Saudi Arabia uppå bara 24 timar Tey hava eisini tikið alla 12. AUGUST 1997 ferðina uppá film. latt nu hevur stóra rásin, Discovery víst ferðini stóran áhuga. : ætlar at gera eina sendin 13 pørtum um ferðina krin knøttin Somuleiðis ætlar ein ann að. stórt felag. BBC. at gera undirvísingatilfar um ferð ina til rás 4 Sjålvi eru tey so hugtikin av ferðini, at tey hava tosað um at gera fleiri líknandi ferðir og so gera eina send ing um hvert plássið, tey vitjað, -Heimurin sæð úr Tyrlu-, ella okkurt sovorðið Tey halda. at tað kundi blivid ein spennandi og undirhaldandi réð av send ingum, tí tað eru ikki nógvar sendingar gjørdar úr erva Og tey høvdu onki havt ímóti at byrja við eini send ing um Feroyar, tí tey halda at her er so heilt einastand andi vakurt Føroyar bróta frá ollum ðrum, vit hava sæð. Tá ið vit flugu inn yvir oyggjar nar, vitstu vit ongi orð at seta á ta sjáldsama vøkru sjón, sum opinberaðist fyri okkum, sigur Jennifer Í Føroyum hava tey brúkt høvi at hugt seg eitt sindur um. Tey hava flogið kring um í nordoyggjum, og í gjár fóru tey sudureftur, til Dim unar og Suðuroynna Men treydugt so, tey vóru eisini ein biltúr norðanfyri við Johan Mortensen, bretska konslinum í Føroy um Flogfelagið Føroyar hjålpti tyrluni undir tak, tað fekk hon í einum pakkhús: hjá Skipafelagnum teir dag arnar, tey vóru her Vit kundu ikki funnið okkum eitt betri stað at dvelt nakrar dagar og hvílt okkum í, siga tey bæði Á Tad fær okkum at spyrja um tað ikki er strævið at flúgva so langt og so leingi Nei, tað halda tey ikki Tad er meiri spennandi enn strævið Og hverja ferð, tey hava staðið á jørðin: í einar tvey dagar, kemur ófriður á tey at fáa luft undir veingirnar aftur Triggjar månadir Ferðin kring knøttin hev- ur nú vart í triggjar mánaðir Tað var tann 10 mai, tey fóru úr Onglandi, við kós eysturettir Síðani flugu tey eystur í gjøgnum Evropa, til Egypt alands og Saudi Arabia, hið- ani eysturyvir til India, Burma, Malaysia Filips- oyggjar Serligan tydning hevði tad fyri Jennifer, at tad hepnadist teimum at vera í Honk Kong, tann dagin, hann kom undir kinesiska yvirvøld aftur. Ur Hong Kong gekk leið- in til Taiwan, Japans, fram- við Eysturstrond Russlands, um Beringssund til Alaska, suður igjøgnum Kanada til los Angeles, har tey vitjaðu virkið, sum hevur gjørt tyrl- una. Síðani gekk leiðin tvert- urum USA til Grønlands, tvørturum Grønland, til Ís- lands, hadani til Føroyar. Ur Føroyum gongur ferð- in í morgun til Suðuroyggj- ar, Skotlands, og so suður