hósdagur 13. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 216 - 13. november 2003
Nr. 216 - 13. november 2003
9
Hýrurin var góður á
saltfiskavirkinum, tá
ið Sosialurin vitjaði
seinnapartin týsdagin
VITJAN
Orð: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Í gongini á Vaðhorn Sea-
food á Hulki møttu vit ein-
um bilførara hjá Strand-
faraskipum, sum hevði bil-
in standandi í túninum.
Hesin helt fyri, at einasta
heiðurin, hann kundi fáa,
var at verða útnevndur sum
ársins bilførari. Ein annar,
sum eisini kom fram við,
áðrenn vit hittu stjóran, var
truckførari
á
Vaðhorn.
Hann helt, at hann kanska
kundi fingið heiðurin sum
ársins truck-førari.
Jú, longu í gongini
merktu vit góða stemning-
in, nú saltfiskavirkið, Vað-
horn Seafood, er útnevnt at
vera ársins virki 2003.
Vit løgdu leiðina upp
trappurnar. Á vegginum
uppeftir og í gongini uppi á,
hanga vakrar myndir av
saltfiski,
sum
okkara
myndamaður metti, at Per á
Hædd mundi hava tikið.
Á nærmastu skrivstovuni
sat ein fryntlig kvinna, sum
segði, at stjórin, Jógvan
Gregersen, sum situr á inn-
aru skrivstovuni, tosaði í
telefon. Í somu stund ringdi
eisini telefonin hjá skriv-
stovukvinnuni – og so tos-
aðu bæði hon og stjórin í
telefon.
Fáu minuttirnar, vit bíð-
aðu, skoðaðu vit vøkru
myndirnar á vegginum.
Serliga var tað myndin,
sum lýsir botnviðurskiftini
og velduga ryggin norður
gjøgnum Atlantshavið, sum
fangaði
okkara
áhuga.
Flestu
myndirnar,
sum
prýða veggirnar á ársins
virki, eru tó av saltfiski –
hvítu og tjúkku toskafløk-
unum, sum keyparar úti í
heimi vilja gjalda so nógv
fyri.
Stjórin tók væl ímóti
okkum. Sat róligur í stólin-
um og bretti sær á, tá ið vit
trinu innar. Hann tóktist
avslappaður og nøgdur, nú
hansara virki og tey fólk,
sum eru grundarlagið undir
Vaðhorn Seafood, hava nátt
heilt uppá tindin. Lítillátin
helt hann fyri, at nú er so
nógv sagt og skrivað um
virkið…
Tá ið myndamaðurin
vildi hava Jógvan út um og
umborð á ein trolbát niðan-
fyri til myndatøku, var tað
kortini eingin trupulleiki,
hóast vit allir tríggir máttu
toga bátin nærri fyri at
sleppast kundi umborð.
Tað hevði ivaleyst verið
tann besta myndin av øll-
um, tá ið Jógvan Greger-
sen,
myndamaðurin
og
blaðmaðurin stríddust við
at hála skipssíðuna móti
bryggjuni!
Myndamaðurin skipaði
fyri, at nakrar fiskagreipur,
sum hingu á galendaranum
í bakborði, í staðin skuldu
hanga á galendaranum í
stýriborð - og síðan skuldi
Jógvan standa í leytaranum
uttanborðs ávegis uppá
skipsdekkið.
Av bryggjuni fóru vit inn
í pakkihøllina, har bæði
ungar og tilkomnar kvinnur
og einstakir menn stóðu við
bondini og handfóru stóru
og leskiligu toskafløkini,
sum endaðu í snotuligum
eskjum og síðan á plattum.
Eitt sindur undarligt sær
tað út við fyrsta eygnabráð,
at ein lítil krossur stendur á
eskjuni hjá Vaðhorn.
- Tá ið eg byrjaði á virk-
inum og sá eskjurnar, visti
eg heldur ikki, hvat hesin
krossurin merkir, sigur
stjórin.
Men á eskjunum stendur
meira enn ein krossur;
tekning er eisini av fiski og
vaðbeini, og tað er í vað-
beininum, at krossurin er
ritaður. Teir gomlu plagdu
nevniliga at telgja kross í
vaðbeinið, og tað er hesin
krossurin, sum gongur aftur
í eskjunum hjá Vaðhorn.
Á vitjanini á Vaðhorn
vóru vit eisini inni í høllini,
har fiskurin verður skorin
og saltaður.
Allastaðni vóru fólk í
góðum hýri, og tey høvdu
einki ímóti at lata seg av-
mynda, tá ið »naski« myn-
damaðurin lyfti myndatól-
inum, klikti og streyk fram
við og leitaði sær eftir
næstu »offrun-um«.
Jú, á Vaðhorn Seafood
eru tey errin, og tað hava
tey alla orsøk at vera.
Á veg útaftur av virkin-
um, steðgaðu vit eina løtu á
matstovuni, har diplomið
ella prógvið fyri heiðurin,
sum ársins virki 2003,
hongur.
Stjórin og arbeiðsfor-
maðurin, Jógvan Gregersen
og Jansy Brøðraberg, hildu
fyri, tá ið vit fóru avstað
aftur, at vit skuldu fáa nak-
rar saltaðar lyppur við okk-
um.
- Vit hava tó ikki góðar
royndir við at geva vørur út
av húsinum. Einaferð, Ar-
beiðseftirlitið vitjaði her,
góvu vit teimum lyppur.
Nakrar vikur seinni meld-
aði Arbeiðseftirlitið okkum
og
onnur
virki,
sigur
Jógvan skemtandi.
…
Á Vaðhorn á Strondum,
sum hevur røtur aftur til
seinast í sjeytiárunum, tá ið
Petur Reinert var í væl-
maktini á Eiði, arbeiða smá
40 fólk við at skera, salta
og pakka tosk, longu og
brosmu.
Virkið
keypir
2.500-3.000 tons av ráfiski
um árið, sum verða virkaði
til eini 1.200 tons av salt-
fiski, ið verða seld keypar-
um í eitt nú Spaniu og
Italiu.
Jógvan Gregersen dylur
ikki, at hann er ógvuliga
fegin um heiðurin, sum
teimum er tillutaður.
- Hetta er í fyrsta lagi eitt
herðaklapp og ein viður-
kenning til okkara arbeiðs-
fólk, sum ger eitt gott og
ábyrgdarfult arbeiði.
Vaðhorn Seafood er eitt
lutfalsliga lítið virki, sum
burtur av virkar saltfisk, og
stjórin metir, at støddin á
virkinum kann vera ein
fyrimunur, eitt nú við
innkeypi av fiski, stýringini
av framleiðsluni og tillag-
ing til skiftandi umstøður.
- Føroyskur saltfiskur
hevur sum heild sera gott
orð á sær úti á marknaðinu-
m; hann er tjúkkur og hvít-
ur, og hetta hevur nakað við
toskaslagið undir Føroyum
at gera.
Jógvan vísir á, at í løtuni
er toskurin sum heild ógvu-
liga rak, og tað er næstan
bara fiskurin, ið kemur av
Føroya Banka, sum er væl-
egnaður til saltfisk.
Sum skilst, eru brosman
og longan betur fyri.
- Vit gera nógv fyri okk-
ara viðskiftafólk. Aðalmál-
ið er ein góð vøra og álit
millum okkum sum fram-
leiðara og keypararnar, sig-
ur Jógvan Gregersen, stjóri
á Vaðhorn Seafood.
Tað er Vinnuhúsið, ið
skipar fyri tilnevningini av
ársins virki, og í dóms-
nevndini sita: Arni Poulsen,
aðalstjóri í Vinnumála-
ráðnum, Hjalmar Petersen,
stjóri á trolvirkinum Vón-
ini, Janus Petersen, stjóri í
Føroya
Banka,
Marner
Jacobsen, stjóri í Føroya
Sparikassa
og
Kjartan
Kristiansen, stjóri á Menn-
ingarstovuni.
Tey arbeiða á ársins virki 2003 – Vaðhorn Seafood á Strondum
Stóra pakkihøllin á Vaðhorn Seafood
Jógvan Gregersen er stjóri á Vaðhorn Seafood
Hýrurin var góður, tá ið Sosialurin vitjaði
Fløkini verða saltaði
Toskafløkini eru hvít og tjúkk
Hugagóðar arbeiða tær á ársins virki 2003
C
M
Y
K
9
8