hósdagur 14. august 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið SOSU
Nr. 152 — 14. AUGUST 1997
- Men fyrst er neyðugt, at vit vinna aftur okkara áræði, sjálvsvirðing og stolt-
leika, segði Jóannes Eidesgaard, m.a. á summarstevnu Javnaðarfloksins á
Sandi 10. august
Kreppan var miskunnarleys og øll ken
Bb. —
frá ferðunum og bera tað longur fram á vegin.
Ikki var tað heilt av tilvild
at okkara fyrsti summar-
fundur úti á bygd bleiv her
heima á Sandi. Tí fyri tað
fyrsta, so er oyggin og stað-
ið her nakað av tí vakrasta,
sum vit eiga í landinum,
men ein onnur orsøk er, at
Javnaðarflokkurin heilt aft-
ur til 1936, við undantak:
av tveimum árum, altíð hev-
ur átt ein løgtingsmann her
í oynni. Trúgvir sum trellið
hava tit verið mótvegis
flokkinum, og tað skulu tit
eiga tékk uppiborna fyri
Lat meg síðan siga, at tað
frøir okkum, at tað mjør a-
skyggj, sum seyg seg ion
yvir oynna í 1993, nú endi-
liga tykist at fara at lætta
Sandoyggin og tað vinnu-
loysið, sum hevur verið so
stórt her í oynni, hevur verið
ein svartur blettur á politik-
aranna samvitsku, men hó-
ast einki úrslit sæst fyrr enn
nú, so skal tó sigast, at roynt
hevur verið bæði á ein og
annan hátt
1 er tað gleðiligt, at
d, sum er eitt
lugnaligum og
tyvøramonn
um, nú tekur stig til at fáa
tur : Sand
YNDI paftur
glediligt, at menn hugsa út
um egið kommunumark og
saman við fólki her í oynni
nú útvega vinnumøguleikar
Tað skal vera mítt ynski
at hetta tiltak fær vind í
seglini, oynni og fólkinum
virkisfúsnum
meira
sum her býr, til gleði og
frama.
Um ikki so langa tíð verð-
ur aftur løgtingsval í Før-
oyum, og flokkarnir fara so
smátt undir valfyrireikingar
Seinasta løgtingsval gjørd-
ist ein lemjandi ósigur hjá
okkum .Tað kostaði okkum
dyrt politiskt at sita við
landsins leiðslu, svárastu
krepputíð, Feroyar hava
upplivað.
Men nú bróta vit upp um
armar og brynja okkum til
at meta ikki bert løgtings-
valinum, men eisini tí
nýggju øldini
Tíðin, vit liva í, er sera
nógv merkt av, at alskyns
viðurskifti skulu kannast í
allar endar og kantar, og vit
hava ein serligan hug til at
sita og viðgera tað, sum far-
ið er. ikki tí, sjálvsagt skulu
vit kanna, um tað er neyð-
ugt, og sjálvsagt skulu vit
læra av tí, sum farið er, men
stórri tydning hevur tað tó,
at vit nú líta frameftir og
fyrireika okkum til at meta
øllum teimum nýggju av
bjóðingunum, sum liggja í
tíðini, sum kemur
Nú vit standa á gåttini til
eina nýggja eld, so skulu vit
vita, at menningin innan eitt
nú samskiftid og kunning
artøknina er so stór og
gongur so skjótt, at hon
kemur at ávirka og broyta
okkara gerandisdag
Nýggjar tíðir og stórar
broytingar krevja, at vit vísa
na vit til høgg so ella so, men vit mugu aftur lyfta høvdid og taka vidførid
eitt kreativt umhugsni. Um-
hugsni til sjálvi at velja og
vraka, umhugsni til at varð-
veita okkara føroyska iden-
titet í einari nýggjari tíð, og
at gera brúk av teimum
nýggju meguleikunum,
tíðin fer at bjóða okkum
Vit fara á hesum summ-
arfundi at nerta við nøkur
av teimum málum, sum
Javnadarflokkurin fer at
leggja dent á at fáa fram t
Arbeiðsloysið verður
allastaðni í Europa sett
ovast á dagsskránna. Einki
legið er í tí, tí bara í ES eru
ikki færri enn 18 mill. fólk
arbeiðsleys
Rætturin til arbeiði er ein
mannarættur, og soleiðis
skulu vit í Føroyum eisini
hugsa. Vit skulu ongantíð
helma í tí stríðnum, fyrr enn
øll, hava fingið eitt arbeiði
Oljuvinnan, sum vit
møguliga eisini standa á
gáttini til, kann skjótt gera
tað, at arbeiðsloysið verður
burtur, og vit standa í somu
stóðu sum í åttatiårunum,
har vit máttu hava útlendska
arbeiðsmegi til landið
Lóggávan um kolvetnis-
málið verður eitt av stór-
málunum, sum løgtingiå fer
at viðgera í heyst
Her mugu vit serliga
leggja okkum eftir, at teir
ágóðar, ein slík vinna kann
koma at geva av sær, koma
okkara landi og øllum fólk-
inum til góðar. Ikki bara
okkum, sum nú liva, men
eisini okkara eftirkomarum
Hevdi tað verið so væl, at
tað land, vit lata frá okkum
til okkara eftirkomarar, er
eitt land vid ognum og litl-
ari ella ongari skuld
„Hevur tú einki at flýggja
uttan ta tómu tægu, ert tú
ein deyður maður<, sigur
tykkara navnframi Heðin
Brú í Fedranna talu
Men tað verður eisini eitt
risamál at seta sær, at hetta
landið, sum vit øll eru so
ómetaliga góð við, so vítt
gjørligt bæði mentunnar-
liga, umhvørvisliga og
vinnuliga og í aðrar mátar
verður varðveitt so órgrt av
tí nýggja, sum møguligt
Hvussu megna vit at
manna okkara fiskifør og
okkara fiskavirkir í kapping
við lokkandi tilboð frá olju-
vinnuni? Norðmenn hava
stórar trupulleikar hesum
viðvíkjandi, hóast teirra
fiskimenn í inntøku liggja
hægri og í skatti lægri
Tí verður tað alneyðugt,
at vit skjótast gjørligt fáa
gjørt okkara fiskivinnu so
mikið lokkandi, at fólkið
stødast
Lokkandi bæði hvat
sjálvum arbeiðinum viðvík-
ur, men eisini lokkandi, hvat
innteku viðvíkur. Tí mugu
vit so ella so koma burtur
úr tí tómgongd, sum vit
hava verið í í nógv Harrans
ár, so at okkara fiskivinna
kann kasta meira av sær. Vit
mugu leggja okkum eftir at
hugsa um krónur heldur enn
tons
Fiskivinnan verður eisini
álitið, tá ið einasti oljudrop
in er upptikin, og tí skal tann
kunnleiki, sum vit hava í
hesi vinnu, varðveitast og
gevast víðari ul yngri ætt
arlið
Besta gáva, vit kunnu
geva uppvaksandi ættar
liðnum, er meguleikin at
nema sær holla útbúgving
Utbúgving er eisini besta
vápnið ímóti arbeiðsloysi
Tiverri eru ábendingar nú
at hóma, um at studulin til
lesandi er so lágur, at vi
skjótt kunnu enda í ti, sum
Javnaðarflokkurin — altíð
hevur barst ímóti, nevniliga
at bert børn hjá teimum væl
bjargaðu sleppa at nema sær
eina útbúgving
Tað er okkara mál, at allur
okkara ungdómur skal eiga
javnbjóðis meguleikar til
holla útbúgving. Lat evnini
ráða
Heðin Brú sigur í einum
ødrum sangi
Vís honum allan tann
víða heim
við ljósi og skuggarond;
lat hann so taka tíðina
við fedranna royndu hond
Várt egna er ikki nóg mikið
- bert stødi at standa á -
Vit eiga at læra av longri
komnum,
íhvar tað so kemur frá
Eitt annað stórmál, sum vit
eisini skulu brúka nógva
orku uppá, er, hvussu vit
frægast tryggja útjaðara-
økinum í Føroyum møgu-
leikan at mennast. Tað er í
løtuni ein sonn politisk her-
ferð mótvegis útjaðaranum,
men eisini sum eitt úrslit av
tíðini gongur menningin á
smáplássum og í útjaðaran-
um skeiva vegin
Her má nakað gerast, sum
veruliga munar
Tað verður somuleiðis
neyðugt, at føroyingar taka
upp spurningin um viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark. Javnaðarflokkur-
in hevur gjørt onkra roynd
til tess at fáa spurningin
reistan á løgtingi, men enn
hevur tað so ikki eydnast
Bæði av virðing fyri okk
um sjálvum, en eisini av
virðing fyri tí ríkisfelags
skapi, sum vit eru í, verður
tað neyðugt, at okkara
gamla Heimastýrislóg verð
ur tíkin upp til viðgerðar í
sátt og semju
Tað er eingin grund til, at
vit renna undan hesum máli
tí hver er betur til hetta ar
beiðið enn júst ein flokkur
sum Javnaðarflokkurin
sum legði lunnarnar undir
verandi skipan
1948
Líkt er eisini til, at sítandi
samgonga nú hevur hug at
longu í
Fólksins vælferð skal
koma í fyrstu rgð
nærkast ES. Ikki tí, at vit
beinleiðis skulu ræðast
henda felagsskap, men vit
mugu ikki lata okkum tøla
av teimum eyðsýndu løtu
vinningum. fyritøkur og
einstaklingar og møguliga
landið alt, kann fáa, meðan
prísurin verður, at rætturin
til sjálvur at taka avgerðir
um egin viðurskifti, verður
tikin frá okkum
Føroyar gjørdist ikki av
sær sjálvum eitt vælferðar
samfelag. Aftan fyri liggja
nógv og tung tek, sum okk
ara politisku forfedrar hava
tikið. Men vælferðin verður
ikki viðlíkahildin og víðari
útbygd, uttan at nýggj tek
verða tikin. Hetta kemur
ikki av sær sjålvum, og tí
má henda sek hava ein for
sprákara. Og tað skal eisini
verða okkara leiklutur
Ein útbygging av trivnad
inum. Ein styrking av sam
haldsfestinum, har vit koma
hverjum ødrum við. Har vit
saman lyfta byrdarnar, har
tey frísku hjálpa teimum
sjúku, har tey sterku hjálpa
teimum veiku, har tey í
bestu árum hjálpa teimum
eldru. Hetta er styrkin í ein
um samfelag, sum byggir
sína vælferð á tað sosial-
demokratisku hugsjónina
Men ein avgjørd fortreyt
fyri, at vit kunna varðveita
og víðari útbyggja vælferð-
ina í Føroyum er, at vit hava
ein sunnan búskap. Vit
mugu læra at húsast við
fíggjarligari ábyrgd. Kravið
er tí, at okkara fíggjarvið-
urskifti verða soleiðis um-
sitin, at vit hava ráð til fram-
haldandi útbyggingar, har
fólksins vælferð kemur í
fyrstu rød.
Men fyrst og fremst er nú
neyðugt, at vit aftur vinna
okkara áræði, sjålvsvirding
og okkara stoltleika.
Kreppan var miskunnar-
leys og øll kenna vit til høgg
so ella so, men vit mugu
aftur lyfta høvdid og taka
vidførid frá ferðunum og
bera tað longur fram á veg-
m
Vit eiga eitt zott land, vit
eiga eitt gott fólk, og Javn-
aðarflokkurin hevur eina
góða sek
Takk fyri, at tit lýddu á
og framhaldandi gott
summar
Jóannes Eidesgaard