Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: http:/'www.cybernet dk/faroe-news Postkortið hjá fólkaflokkinum Oddagrein FYRI einum tveimum árum síðani reikaðu tveir fólkafloksprofetar kring landið. Teir reikaðu bygd úr bygd við einum fólkaflokslyfti um bruttoskatt, sum m.a. skuldi fora við sær, at sjálvupgávan skuldi rúmast á einum postkorti VIÐ hesi bruttoskattaskipan fólkafloksins skuldu oll fáa minni skatt. Landskassin og kommunur- nar skuldu fáa meiri pening í kassan. Ja, hetta ljóðar sjálvandi logið, men soleiðis søgdu hesir profetarnir. Sjálvuppgávan skuldi gerast so ein- fold og somuleiðis skattingin, at bæði tann al- menna skattaumsitingin og einstaklingurin fingu munandi minni arbeiði av sjálvupp-gávuni Í MEIRA enn eitt ár hevur fólkaflokkurin nú sítið við ábyrgdini av fíggjarmálum og harvið eisini av skattamálum í landsstýrinum. Men enn hevur ongin løntakari kent fyrimunin av ti hálovaða skattaparadísinum hjá fólkaflokkinum. Har er heldur onki at hóma. Bruttoskattaskipanin gjørd- ist ikki nakar lætti fyri palliba. Sjálvuppgávan á einum postkorti merkti í veruleikanum, at skriv- stovuarbeiðið gjørdist munandi størri, bæði hjá almennu skattaumsitingini og hjá tí einstaka. SKATTGJALDARIN, ið áður setti allar sínar frádráttir á sjálvuppgávuna eina ferð um árið, skal nú senda fleiri umsóknir inn um lands- kassastudul til ymiskar útreiðslur, sum hann áður kundi draga frá í skattinum. Hann skal senda umsókn um stuðul til dupult húsarhald, umsókn um stuðul til ferðing millum heim og arbeiðspláss, og er skattgjaldarin sjómaður, skal hann eisini senda umsókn inn um studul til telefonútreiðslur. Her er alt ein sannur ruðuleiki Almenna og privata skattaumsitingin er nógv meira umfatandi enn nakrantíð SERA snildisliga varð bruttoskattaskipanin hjá fólkaflokkinum skipað soleiðis, at lontakarin misti rættin at draga gjøldini frå, sum verða goldin til åvikavist samhaldsfasta og ALS, uttan at landskassastuðul verður latin ístaðin, meðan rætturin hjá B-skattgjaldarum at draga síni inn- gjøld til samhaldsfasta og ALS frá á roknskapin- um varð varðveittur TAÐ hevði miklan skund hjá fólkaflokkinum at fáa eina bruttoskattaskipan setta í verk fyri A- skattgjaldararnar longu frá 1. januar seinast. Sagt varð, at bruttoskattaskipanin fyri B-skatt- gjaldarar skuldi koma eitt ár seinni, og t.v.s. frá 1. januar komandi. Vit fara at minna lands- stýrismannin á, at tíðin styttist, og skal tingið fáa rímuliga tíð at viðgera málið í, eigur hann at fáa framløguna frå hondini nakað skjótt. EITT eiti av eini bruttoskattaskipan hava vit fingið. Men skatturin hjá vanliga løntakaranum gjørdist ikki minni. Skrivliga samskiftiå millum skattgjaldaran og almennu skattaumsitingina er fleirfaldað. Soleiðis síggja tey út í dag — fólka- floks profetiini um sjálvuppgávuna á einum postkorti! Sosialurin Marjun Dalsgaard Atysfjaaraiedstjórt: Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Múller Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Lýsingar og sola: Áki Bertholdsen, Eirikur Lindenskov Dagny Joensen, Grækaris D. Magnussen | Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Utgevari, uppseting og prent: | Sp/t Sosialurin Bustadur: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 EN e-mail: sosialur & olivant fo | Oyggjatidindi - eisini køstur hjå Dimmu Tær søgur, sum eru ov »finar« til Oyggjatíðindi, enda í Dimma- lætting, og tær søgur, sum er ov »skitnar« til Dimmalætting, enda í Oyggjatíðindum Blaðstjórin á Oyggjatíðind um hevur fleiri ferðir í les arabrøvum, hann so fint gevur dulnevni >Fólka floksmaður<, »Errin haldari av Oyggjatidindum«, »KlossHans« ella >Lesi hestur«, skrivað eitt og ann að niðursetandi um meg sum persón. Eg veit, at tað er sjálvur blaðstjórin, sum skrivar hesi lesarabræv, tí eg kenni bæði muruna í hon um og skrivihått hansara Eg skal ikki viðmerkja slíka skriving nú, men fari at koma til hana seinni, tá ið hansara privatu viðurskifti eisini verða tíkin við, tú veitst: »cyga fyri eyga og tonn fyri tonn« Orðaljóðið er tað sama sum í greinunum hann skrivar, andin við ella vit kundu sagt luftin Øl henda dulda skriving, sum andar av hatri, undir- lutakenslu, øvundsjuku, einum truplum uppvekstri, stavar helst frá, at eg í bók mini »Ur egnum barmi« havi neynt eitt og annað hissini um starvstíð mína á Oyggjatíðindum, Klein-tíð indum, í fjør sum blaðstjór anum á Lýðarsvegi ikki dámar, hvat tað so er Vónandi fær hann stundir at koma fram við tí nú, tí tað kann ikki vera bert tað at hann skrivaði alt blaðið sjálvur, tá ið hann sat í Geglinum og skrivaði sam ræður við seg sjálvan, um framt øll lesarabrøvini. Og heldur ikki ber tað, at eg gav honum fleiri tips um greinir, m.a. søluprisin á Teistanum Nei, tað má vera okkurt annað og djúpari Tolir einki av sjálvur Hetta er so bara aftur eitt dómi um, at tå 10 tú livir av at skriva um onnur menn- iskju og spilla tey ut, tolir tú einki av sjálvur. Eg kenni muruna í Klein-smiðinum og veit, hvussu lítið hann tolir av Men tað er eingin trupul- leiki at skriva um kristin- lívið hjá ødrum, familjuliv- ið hjá øðrum, afturhaldandi neyna onnur reyvarar. drukkenboltar, bedragarar osfr. Tað skal bara einki skrivast móti tær, harra Klcin-smidur Få ið tú soleiðis nú í skjótt tríati ár hevur livað av at spilt onnur fólk út hongt tey upp í leysari luft, avklætt tey vid fúlum søg um um tey, skotið tey í »Skotinum« við øllum hel vitis pinslum og kallad tey bæði eitt og annað, mást tú røkna við, at einaferð verður sami eiturpílur vend ur móti tær sjálvum Tú hevur í lesarabrøvum í seinastuni slongt um teg við ákoyringum móti mær um mítt privatlív, men hvat við at skriva eitt sindur um, hvussu tað var at gjalda mær mína fritidarløn? At eg mátti fáa sakførara at hjálpa mær at fáa fritidarlønina? Skriva eitt sindur um tað, góði maður Tú hevur í seinastuni skrivað í lesarabrøvum um stuðulin til mínar bókaút- gávur, at eg skal bara halda kjaft, tí eg får >í høvd og reyv<, sum eitt lesarabræv hjá tær nevndist, har tú brúkti dulneyni »Lesilest- ur«, men hvat við at skriva eitt sindur um tíni egnu pen ingavidurskifti við Dimma lætting, at Dimmalætting heldur hondina yvir tær enn, tó at tå skyldar fleiri hundrað túsund krónur fyri prenting? Greið eitt sindur frá hesum. antin í grein ella í lesarabrøvum og spyr, hvussu tað ber til, at tå skalt fáa títt blað prentað so bí liga, fyri bert 4.000 krónur hvert blað? (Sum ett — kuriøsum kundu vit vist til lesarabrøv ini hjá tær nú um studulin til blaðútgávu, sum tú ikki fært, men hetta eru nú gom- ul lesarabrøv, sum verða tíkin fram, tá ið tú ert hart sperdur fíggjarliga, sum eg skilji, tú ert nú) Hentur idiotur Tú hevur skrivað aftur og aftur um, hvussu nógvan rotinskap så hevur avdúkað ella grumsað fram, men sig okkum hvønn? Set navn á hann, so hetta ikki bara er orðaskvaldur, tí sannleikin er tann, at tú hevur einki av- dúkað ella grumsað fram Tú hevur bara verið ein hentur idiotur í spælinum Stóri parturin av grums- inum er komin frá Dimma- lætting, (tað nýggjasta grumsið var greinin um Oyggjaleikamyndirnar), sum meira og minni kann gera við teg sum hon vil, og okkurt havi eg givið tær sjálvandi eisini tann tíð tað var (tær fimm-seks Global- forsíðurnar, sum eru bestu søgur nakrantíð hava staðið í Oyggjatidindum, sum eg skrivaði, og tá tú so tók yvir var einki uttan gor eftir), og so er restin komin frå il loyalum starvsfólkum í al menna sektorinum, sum vit kanska fáa hevi at nevna nøvnini á í ødrum sam bandi, verður ágangurin at bólgna Spell at Dimma ikki Tað er onkur, sum hevur sagt, at Oyggjatíðindi kundu verið eitt gott >blað< Men Oyggjatíðindi verða ongantíð eitt gott »blad«, so leingi Klein-smiðurin stjórnar ti, tí hann dugir ikki at skriva eina grein, eina vanliga tíðindagrein, uttan so at hann blandar gall og gor í hana. Hyggur tú at »bladnum«, ja, eg havi so ilt við at kalla hetta eitt blað, tí tað er eitt egotripp hjá Klein-smidin um ella bara Klein-tidindi, so er alt í blaðnum eitt les- arabræv, ið syrgiliga av speglar eitt syndrað kenslu lív, sum nú roynir at koma sær fram við at harta inn á onnur og gorhegla hjálpar- leyst í eyst og vest Ti var tað spell, at Dimma ikki yvirtók >blaðið< í sín ari tíð og fekk nøkur rætti lig blaðfólk oman á Lýðars- veg, ella hvar ætlanin var at hava redaktiónina. Enntå lay-out av nýggjari forsíðu var gjørt, sum blaðstjóran um á Lýðarsvegi dámdi sera væl Hví skrivaði tú ongantíð um tær samráðingarnar í Klein-tíðindum, Dan Klein, og ætladu yvirtøkuna, men vålkar tær í samrådingum og yvirtøkum hjå ødrum? Td. ert tú altíð skjótur at skriva um lønarvidurskiftini á Sosialinum, eftirstødur, lýsingarpengar o.a Hver er munurin, tá ið tú nú kallar Oyggjatíðindi fyri eitt blað? Skitsera han upp í lesarabrævi ella grein, góði maður Tí vit skulu vera vís í, at lógu Sosialurin og td Norðlýsið í samráðingum, fekk Klein-smidurin ikki lítið burtur úr og neyvan afturhald heldur At enda Nú vóni eg, at blaðstjórin, ið sigur seg ikki vera nakran eingil, fær stundi at seta eitt aftursvar saman, so vit fáa eina leysliga mynd av, hvar hesin maðurin svimur í et- isku sugguni á Lýðarsvegi. um hann loyvir stóru nasa gluggunum at koma undan eitt bil Tí tað er sanniliga eitt og annað, sum átti at fingið eina meira sidiliga viðgerð, heldur tú ikki tað Eg eri so klárur til ein og hvønn dyst við teg, harra blaðstjóri! Og tú skal vera vísur í, at skuffan verður tann sama! Vís teg sum ein mann og goym teg ikki aftan fyri dul- nevnd lesarabræv. Tú hevur eitt heilt »blad« at válka tær i Olavur i Beiti