mikudagur 23. juli 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 138 — 23. JULI 1997
Vidmerking
Eru vit í Føroyum, eru vit í
Danmark. eru vit til, ella eru
vit ikki, eru vit føroyingar,
danir ella hvat eru vit. Løg
in spurningur, men, hvat og
hverji eru vit
Tað føroyska samfelagið
er í dag soleiðis fyri, at tað
verður settur spurningur
fram, um tú vilt hava før-
oyskt ella EU koyrikort,
hvat slag av passi skalt tú
hava, føroyskt ella EU pass
Vit flest øll halda okkum
ikki vera limir í EU, og tað
tykist, sum vit í dag hverki
eru eitt ella annað, ja, vit
eru mest sum ikki til. Nakr-
ar oyggjar liggja úti í At-
lantshavinum, sum eita Før-
oyar, tað vita vit, men hvar
tað fólkið hoyrir til, sum her
býr, tað vita vit ikki
Um ikki so langa tíð, tå
verður gjaldoyra, sum er
galdandi í Damark, EU
gjaldoyra, við einum heilt
ødrum kursi enn tann
danska krónan og helst
verður tann danska krónan
burtur, tá teir fyrr ella seinni
skifta til ECYin, hvat gjald-
oyra hava vit tá, og hvenn
kurs skulu vit hava
Vit vita einki, vit hoyra
einki um hvat skal henda á
hesum øki, tað er so undar
ligt og tómt alt, ein hoyrir
ikki politikararnar taka hesi
nógvu avgerandi mál upp á
tungu. Eitt vita vit, og tað
er, at tað verður ein EU lóg
fyri og onnur eftir sett í gildi
í Føroyum
Vit hava verri avtalur við
EU enn Ld. Noreg, sum er
eitt avgjørt nei-land til EU
Vit hava verri fiskirættindi
við Grønland enn Noreg
hevur. hóast vit eru í ríkis
felagsskapi við Grønland
Hverji eru vit?
Eitt veit helst ein og hver,
at sum nú er, so gongur
leiðin so beint inn í EU,
antin vit vilja tað ella ikki
Okkara lítla land, sum
helst ikki er nakað fátækt
land i sær sjålvum, verður í
dag sentraliserad efur EU
mynstri, vit eru við at leggja
alt okkara virksemi í mið
staðargkið og tað tykist sum
okkara buskaparfrødingar
bert mæla til at minka um
fiskiflotan, tað skal fiskast
minni, ja, so nógv minni, at
tað verður skjótt, at eingin
kann liva her í Føroyum av
tí, sum eitur fiskur. Um so
verður, tá liva ikki 45.000
fólk í Føroyum leingi aftur-
at.
Peningur er fingin til
landið fyri at stuðla okkara
vinnulívi. Hann verður bert
nýttur til at sentralisera við
Tað skal verða rundan um
Tórshavn og Skålafjørdin,
tað lønar seg best, siga okk-
ara vísu menn. Men hvussu
við føroyinginum, skal
hann ikki liva í Norðoyggj-
um, í Vágoynni, í Sand-
oynni og Suðuroynni, eru
teir føroyingarnir ov dýrir,
sum búgva á hesum økjum
í landinum?
EU spurningurin er so
sera umráðandi at fáa greiði
á, eg meti at tað verður alt
ov lítið gjørt við hendan
spurningin politiskt, hendan
óvíssan, sum vit nú liva
undir, kann ikki halda fram
Føroyingar stríðast í dag
umymiskar lógir, eins og
tað verður kjakast um, um
menn kunnu giftast við
monnum og kvinnur kunnu
tíðindablaðið
giftast við kvinnum í kirkj-
unum hjá okkum. Eisini
verður kjakast, um foreldur
skulu hava loyvi at geva
børnum sínum ein klams í
afturpartin ella ikki, gud
náði okkum, tað er jú ikki
loyvt at mishandla børn og
skal heldur ikki verda tad,
men men. Kjakast verdur
um >Nólsoyar Påll«, eisini
hevur verið kjakast um
»Olav Halga«. > Teistin< var
tað einaferð eitt skip sum
æt, sum suðuroyingar vildu
hava til suðuroyarsigling
fram um >Smyril<, helst
varð hann seldur, tí ynski
var um at hava hann eftir,
um so var, at annað skipið
skuldi seljast
Eitt skip var viðtíkið at
keypa til nólsoyarsigling,
sum nólsoyingar ikki vildu
hava. Har segði tó legtingið
nei. Tað sama átti at verið
gjørt, tá »Olavur Halgi<
varð seldur fyri einki. Hann
skuldi verið brúktur til ann-
að skip var komið ístaðin,
sum kundi sigla
Nú er so at vóna, at vil
suðuroyingar kunnu hava
»Smyril« til annað skip er
komið ístaðin, tó haldi eg.
at vit hava eitt gott skip og
saktans kunnu hava tað í
nógv ár framyvir, og um so
verður, at:vit í framtíðini
kunnu hava dupulttúrar
hvønn dag í vikuni, so heyði
tað verið gott fyri vinnulívi
og ferðafólk, og eg haldi at
suðuroyingar flest allir tå
vóru nøgdir
Fiskiflotin hevur ilt við at
klára seg og tey flestu skip
ini koma ikki at klára seg,
um so verður, at fløgustud-
ulin verður avtikin í nærm-
astu framtíð. Vit hava bílig
skip í dag, men tey eru gom-
ul og sum nú er eingin
møguleiki at byggja nýggj
skip. Tað verður sagt, at
fiskiflotin skal klára seg
uttan stuðul, um ikki, so má
hann fara á húsagang. Men
hvat so, hvussu klára vit
okkum í Føroyum uttan
skip?
Vit eiga at kunna liva í
hesum landinum, og vit
skulu liva í hesum landin-
um (tey sum vilja), her eru
vit fødd, vit eru flest øll væl
skúlað. bæði so og so, lat
okkum fáa spurningin fram,
antin EU ella ikki EU, tað
má koma fram, soleiðis at
vit vita hvørpt vit eru
Sum leiðin gongur nú, og
eingin sigur nakað, so eru
vit EU borgarar um ikki so
ógvuliga langa tíð. Livst so
spyrst
Jógvan Krosslá,
býráðsformaður
——————M"—"W"""W"
Skráseting Foroya
hevur í dag niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr.
P/F 1669,
P/F AB-Bussar,
100 Tórshavn
Viðtokur broyttar:
22.11.1996
Nýtt navn:
Sp/t AB-Bussar
Kapitalur:
Hækking vid kr. 70.000,00
til kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kr. 70.000,00 við gruns-
hækking
Tekn lur: Felag-
ið verður bundið vid und-
irskrift av einum stjóra,
ella øllum nevndarlimum
i eflag.
Skråseting Føroya
tann 16.07.1997
Kristin Balle
————W.-e.e
Í
|
| standandi fráboðan
| Viðtokur broyttar:
hevur í dag skrásett niðanfyri
|
|
|
Skrásetingar-nr. |
P/F 1807, P/F North |
Line, 100 Tórshavn.
15.03.1997
Nevnd: Farin úr neynd- |
ini: Kári Dalsgaard Pet- |
ersen, Alvastigur 11, 100 |
Tórshavn (formaður).
Komin inn í nevndina: Jó-
annes á Váli, Marknagils-
vegur 57, 100 Tórshavn
(formaður).
Tekn fur: Stjórin
elia ell nevndin undir-
skriva felagsins vegna.
Nevndin kann geva pro-
kura.
Skráseting Foroya
tann 11. juli 1997
' Kristin Balle
|
Í ———"e".
|
| Skråseting Føroya |
Skråseting Føroya
hevur i dag skrásett niðanfyri
| standandi fráboðan
Skrásetingar-nr.
P/F 2378, P/F West
| Fish, 380 Sørvågur.
| Viðtokur broyttar:
21.04.1997
Nevnd:
Farin úr nevndini: Elias
| Jacobsen, 380 Sørvågur
| Komin inn i nevndina:
| Jákup Jógvan á Ørg,
380 Sørvågur
Kapitalur: Hækking við
kr. 5.500,00 til kr.
1.341,600,00
| Inngjaldingarhåttur:
Kontant kr. 5.500,00 til
kurs 100
Skråseting Føroya
tann 11. juli 1997
Kristin Balle
—Þee.
Í
i
I
|
|
|
—2e""
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan
Skrásetingar-nr. P/F 902,
P/F Thomas Dam Heil-
sola, 100 Tórshavn.
Viðtokur broyttar:
27.12.1996
Hjánavn: Thomas Dam
á Hálsi
Kapitalur: Hækking við
kr. 225.000,00 til
kr. 525.000,00.
Inngjaldingarhåttur:
kr. 225.000,00 vid gruns-
hækking
Tekningarreglur: Felag-
ið verður teknað av stjór-
anum og av allari nevnd-
mi
Skråseting Føroya
tann 17. juli 1997
Kristin Balle
———M""—Þ.
P/F Grannskoðaravirkið INPACT
statsaut. revisorar
Roknskaparleiðari
Fyri ein av nýggju kundum okkara, P/F
Sandoy Seafood, søkja vit eftir einum
roknskaparkonum fólki til tvey fiska-
framleiðsluvirkir í Sandoynni, at byrja
umleið 1. september 1997.
Talan er um eitt áhugavert fulltíðarar-
beiði og fevnir m.a. um:
* dagligt bókhalds-, roknskapararbeiði
og avstemming
* umsiting og avstemming av ognar-
og skuldarbókhaldi
* uppseta mánaðarroknskapir og
figgjarætlanir
* figgjarstyring
* menna mannagongdir og edv v.m. á
fíggjarliga okinum
* annars alt vanligt skrivstovuarbeiði
Allar skrásetingar verða dagliga førdar
á teldu, ti er tað avgjørt neyðug, at
umsekjarin hevur góðan praktiskan og
teoretiskan kunnleika til skrivi-, rokni-,
roknskapar- og telduarbeiði. Kunnleiki
til Concord skipanir hevur fyrimun.
Fyri ein, ið kundi hugsað sær eitt sjálv-
stødugt og fjøltåttad arbeiði við góðum
arbeiðsviðurskiftum og góðum persón-
ligum menningarmøguleikum, er hetta
tað rætta starvið, ið setur stór krov til
tann menniskjansliga og fakliga forleik-
an.
Føst løn í samsvar við útbúgving og
royndir verður ásett eftir avtalu millum
viðkomandi og leiðslu felagsins.
Hevur tú áræði, kann virka sjálvstoðugt
og hevur hollar royndir innan bókhalds-
og roknskaparyrki, so er tú tann, vit
sokja.
Nærri fæst at vita við at ringja tlf. 14700
og spyrja eftir Alva Nielsen ella Jógvan
Amonsson.
Skrivlig umsókn við avriti av møgulig-
um prógvum og ummælum verður at
senda innan 1. august 1997 til:
P/F Grannskoðaravirkið
INPACT
statsaut. revisorar
R.C. Effersøesgøta 26 - Postrúm 191 - FR-110 Tórshavn
Tlf. 14700 - Telefax 13815
SUMMARFRI
Skrivstovan er stongd frå månadegi 28.
juli og letur upp aftur 18. august.
Føroya Arbeidarafelag
Tjarnardeild 5,
Postboks 56,
FR-110 Torshavn