Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 VARPIÐ 2 VARPIÐ Filmur vi› Jim Carrey banna›ur í Egyptalandi Bruce Almighty” og “The Matrix Reloaded” banna›ir Seinasti filmurin vi› Jim Carrey “Bruce Almighty” bleiv seinasta fríggjadag banna›ur í Egyptalandi. Madkour Thabit, i› er lei›ari á statsst‡rda films- og útvarpseftirlitinum, fanst at filminum, tí tann eini sjónleikarin leikti leiklutin sum Gud: “Heiti› á filminum - ´Bruce Almighty` - sipar til onkran, sum megnar at gera alt. Tílíkir eginleikar kunnu einans tilskrivast Gudi.” Solei›is seg›i Thabit í einum faksi til The Associated Press. Í summar bleiv “The Matrix Reloaded” eisini banna›ur. Tá var orsøkin í høvu›sheitum átrúna›arlig, men eisini orsaka› av at í filminum var “áhaldandi har›skapur”. Sami Madkour Thabit seg›i tá, at eitt sokalla› filmsrá› vi› 15 filmsatfinnarum, akademikarum, høvundum og sálarfrø›ingum, hev›i lagt fram eitt skriv, har sagt var, at filmurin snú›i seg um átrúna›arlig vi›urskiftir vi›víkjandi tilveruni og skapanini. Uttan at fara í smálutir var› sagt at kreppur fyrr høvdu tiki› seg upp orsaka› av slíkum filmum. Men ein filmsummælari í Egyptalandi, Abdel Fatah, seg›i, at islamiska pressan frammanundan ofta hev›i ført fram, at slíkir filmar, eins og fyrsti parturin av Matrix, eru til fyrimuns fyri zionismuna og at teir l‡sa og birta lív í ziontisk hugskot og hugmyndir. Orsaka› av hesum hava myndugleikarnir veri› sera ansnir, seg›i Abdel Fatah vi› Guardian. Jim Carrey Men aftur til Jim Carrey og filmar hansara, sum koma í vikuni. Á Tv3 í filminum “Ace Ventura 2 - Náttúran kallar”, hevur Jim Carrey høvu›sleiklutin sum tann ørligi djóradetektivurin. Hetta er annar partur um Ace Ventura, sum heitt ver›ur á, um okkurt heilt álvarsligt er áfatt í djóraheiminum. Í hesum filminum skal hann for›a fyri einum kríggi millum tvey ættarfólk djúpt inni í Afriku. Her skal hann finna eina hvíta flogmús og hann ver›ur noyddur at fara ígjøgnum fleiri mannminkandi royndir. The Mask kemur leygarkvøldi› kl. 21.00 á Dr1. Har hevur Jim Carrey leiklutin sum vanligi bankama›urin, Stanley Ipkiss, sum finnir eina grøna masku. Tá hann roynir maskuna broytist alt. Einki er óført, tá hann er í maskuni og maskan kemur eisini væl vi›, eftirsum at hann er skotin í tí vøkru Tinu (Cameron Diaz). Men ta› eru onnur, sum eisini vilja hava fatur í hesi maskuni. Men Jim Carrey er eisini vi› í meiri álvarsomum filmum. Ein av hesum slagnum er sera væl eydna›i filmurin vi› Jim Carry “The Man on the Moon”, sum herfyri var á Tv3. hesin filmurin er um skemtaran Andy Kaufman, sum fær eina dey›iliga sjúku. The Majestic fellir undir dramasjangruna. Filmurin sn‡r seg um handritahøvundan Peter Appleton, sum vaknar 3 C M Y 2 í Lawson aftaná eitt fer›sluóhapp, i› hevur ført vi› sær minnistap. Fleiri í b‡num halda, at hann er burturmisti sonur b‡arinnar og krígshetjan, Luke. B‡urin misti fleiri menn undir 2. Veraldarbardaga. Appleton minnist ikki sítt navn og ivast í, hvør hann er. Men hann livir eitt l‡taleyst lív á einari fullkomnari lygn í Lawson. Men sannleikanum sleppur hann ikki undan... Komandi filmur Eftir tann væl dámda filmin “Bruce Almighty”, ver›ur Jim Carrey vi› í einum størri skemtifilmi, sum skal hava frumframførslu í 2005. Hesin filmurin sn‡r seg um ein US Air Force flogskipara, i› er úti fyri eini álvarsligari vanlukku. Eftir hetta ver›ur hann settur saman aftur, so at hann er hálvur gummi og hálvt menniskja. Hetta er ein satirisk endurgering av amerikanska sjónvarps klassikaranum úr 1970´unum “The Six Million Dollar Man”. Kendi sjónleikarin og uttan iva ein av størstu skemtarunum í 90´unum Jim Carrey er aktuellur á heili trimum rásum í hesi vikuni - tv3+, Dr1 og á Canal+