Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 216 - 13. november 2003 Nr. 216 - 13. november 2003 5 Sandvíkingar hava stungið sein sperðil, sum slær øll met og sum verður ringur at taka METSPERÐIL Áki Bertholdsen Nú í flettingini hoyrist nógv um at summi kappast um at hava tann feitasta veðrin. Men hesi seinastu árini hevur eisini ein ávís kapp- ing tikið seg upp um at fáa tann longsta sperðilin. Og nú flettingin er farin afturum, er aftur eitt nýtt føroyskt met sett í sperðl- um. Og tað verður eitt met, sum verður ringt at taka. Tað var, tá ið teir báðir sandvíkingarnir, Álvur Thomsen og Osvald Niel- sen, flettu eina ær, at teir settu sær fyri at royna at fáa sperðilin so langan sum gjørligt í eini roynd at sláa metið. Og væl eydnaðist, tí tá ið sperðilin varð strektur út og máldur, var úrslitið heilar 6, 09 metrar. Gamla metið áttu hvalb- ingar, tí í fjør stungu Thor- stein Thomsen og 10 ára gamli Jón Heini Guð- mundsson sperðilin úr eini ær. Hendan sperðilin fingu teir 6,02 metrar og tað var longsti sperðil nakar vitsti um at siga - til nú, sandvík- ingar løgdu sjey sentimetr- ar afturat metinum. Tók meiri enn tveir tímar Hetta var fyrstu ferð, at teir báðir royna seg í hesum nýggja tjóðarítróttinum, so væl hepnaðist. Men tað tók eisini sína tíð. Tað tók meiri enn ein tíma at venda sperðlinum og meiri enn ein tíma afturat at fylla hann. Men sperðil er kanska so nógv sagt, tí fyri at fá hann so langan, máttu teir taka mestsum allan garnmørin uppí. Men tað mátti allar snild- ir takast í brúk við lunkað- um vatni og sera góðum handalagi og tað gekk til síðst at venda honum. Tað gekk eisini væl at fylla hann. Allar teir frem- stu metrarnar, er hann ógvuliga tunnur, so har vóru pettini smá og onkun- tíð stóð nógv á. Men so hvørt, sum teir komu aftur- eftir, og sperðilin rúmkað- ist, vuksu vónirnar um, at tað skuldi eydnast, og tað gjørdi tað so eisini. Suðuroyarsperðil Sperðilin varð stungin upp á gamlan suðuroyarmáta. Alt tað vanliga, nýrini, lundini, tindin og kjøtpetti hiðani og haðani av krovin- um vóru brúkt at fylla við, men av at hann var so lang- ur, var eisini neyðugt at taka ein bógv av einum lambi at fylla í. Sperðilin hongur nú í hjallinum og ræsir. Tá ið hann er passaligur, verður hann kókaður og etin við eplum afturvið. Gomlu metini í sperðlum áttu suðuroyingar eisini. Í 2000 stungu Rólant Søren- sen og Álvur Enni á Tvør- oyri eisini ein sperðil, ið var 4,95 metrar. Í fyrrárið stungu sandvíkingar ein sperðil úr eini ær hjá Ren- hard Thomsen upp á 5,87 metrar. Ì fjør kom so sperð- ilin fyri fyrstu ferð upp um tað magiska markið upp á seks metrar, tá ið hvalb- ingar stungu ein upp á 6, 02 metrar, men í ár fingu so sandvíkingar lagt enn nakrar sentimetrar afturat. Løgtingið eigur at leggja upp í og seta lóg í gildi, sum bann- ar børnum at ganga úti seint um kvøldið og um næturnar, sigur Rúna Sivertsen. Hon heldur, at hetta hevði vart bæði børn og foreldur ÚTIGONGUBANN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað líkist ongum, at børn og blaðung ganga úti og vála seint um kvøldið og um næturnar. Tað heldur Rúna Sivert- sen, sum er varalimur í løg- tinginum fyri fólkaflokkin í Norðoyggjum. Hon sigur, at tíverri er tað vanlig sjón at síggja børn og blaðung ganga úti og taka lut í náttarlívinum og tað heldur hon er ein stórur vansi fyri børnini. Men hon heldur eisini, at hetta er ein trupulleiki, sum Løgtingið eigur at leggja seg út í. – Løgtingið eigur rætt og slætt at seta eina lóg í gildi, sum bannar børnum og ungum at ganga úti seint á kvøldið og um næturnar, uttan tá ið tey fylgjast við vaksnum fólki. Fyrstu ferð, hon førdi hesi umstríddu sjónarmið fram, var í Løgtinginum í farnu viku. Í farnu viku hevði hon sæti á tingi og tá viðgjørdi Løgtingið ætlanin at leggja barnaverndarøkið undir kommunurnar at umsita. Og tá nevndi Rúna Siv- ertsen møguleikan fyri, at Løgtingið samtykti eina lóg, sum setti útigongubann í gildi fyri børn og ung, eftir eina ávísa klokkutíð. Vit hava biðið hana út- greina hesi sjónarmiðini fyri Sosialinum. Hon sigur, at hetta er galdandi í Ìslandi, at børn og ung hava ikki loyvi at ganga úti seinni enn eitt vist. Og hetta er ein lóg, sum íslendingar hava góðar royndir. – Børn og ung, sum ganga úti og mala er eisini ein trupulleiki í Føroyum og tí átti okkara Løgting at gjørt sum íslendingar og sett eina lóg í gildi sum segði, at eftir eina ávísa klokutíð, hava børn og ung bara loyvi at vera úti, tá ið tey fylgjast við vaksnum fólki, heldur Rúna Sivert- sen. Hon sigur, at í Íslandi er lógin soleiðis orðað, at um veturin hava børn upp til 12 ár ikki loyvi at ganga einsa- møll úti eftir klokkan átta um kvøldið. Børn ímillum 13 og 16 ár hava ikki loyvi at ganga úti eftir klokkan tíggju um kvøldið. Um summarið eru tíðar- freistirnar fluttar tveir tímar fram til ávikavist klokkan 10 og midnátt. Tó fáa børn, sum eru á veg heim frá ítrótti, sam- komum og øðrum felags- lívi, ella tiltøkum, stundir at koma heim, hóast tíðar- freistin er farin. Verjir bæði børn og foreldur Rúna Sivertsen sigur, at tað eru ógvuliga nógvir fyri- munir við eini slíkari lóg. – Børn og blaðung, sum ganga úti og vála seint á kvøldið og um næturnar, eru í nógv størri vanda enn onnur fyri at gera kriminell. – Hetta eru børn, sum mangan kosta samfelagn- um ovurhondss stórar upp- hæddir. Hetta eru børn, sum eru í stóran vanda fyri at gerast atferðartrupul. Og tað eru hesi børnini, sum í stóran mun fylla stovnar av ymsum slagi fyri børn og ung við atferðar- og sosial- um trupulleikum. Og tað eru hesi børnini sum enda í kriminaliteti og sostatt kunnu oyðileggja sær alla tilveruna. Rúna Sivertsen sigur, at tað eru rættiliga nógv børn í Føroyum, sum koma tvørt fyri og hon spyr, hvat er galið í einum landi, sum vit kalla heimsins paradís, tá ið so nógv børn og ung kortini koma illa fyri. Hon heldur, at ein úti- gongulóg kundi verið ein verja hjá bæði foreldrum og børnum. – Tað skerst ikki burtur, at tað eru mong foreldur, sum onkusvegna hava mist tamarhaldið á børnunum av ymsum orsøkum og sostatt standa hjálparleys og ikki fáa børnini inn um kvøld- arnar. – Men hetta kann eisini verja børnini fyri foreldr- um, sum onkusvegna svíkja tey, antin tí tey hava rús- drekka- ella sosialar trupul- leikar, ella trupulleikar av øðrum slagi. Tekur løgregl- an eitt barn ella eitt blað- ungt upp seint á kvøldi, ella um náttina, ber til at fara heim til húsa við tí og kanna eftir, hvussu støðan er heima. – Vísir tað seg, at foreldr- ini onkusvegna ikki eru før fyri at røkja sínar skyldur mótvegis børnunum, ber sostatt til rættiliga tíðliga at taka stig at hjálpa og stuðla bæði børnum og foreldrum aftur á beint. Rúna Sivertsen sigur, at orsøkin til at børn, sum ganga úti og vála um næt- urnar, er, at tey hava foreld- ur, sum onkusvegna ikki megna at liva upp til sína ábyrgd. – Slík børn eru mangan løtt offur fyri alskyns ólevnaði og eru skjót at enda í kriminaliteti og rús- evnistrupulleikum og tað kann spilla teimum alt lív- ið. Hon ivast ikki í, at var útigongubann sett í verk, hevði tað fyribyrgt nógvum av teimum trupulleikum, sum taka seg upp við børn- um og ungum. Og hon heldur, at tá ið okkara næsta grannatjóð, íslendingar, hava eina slíka lóg, kunnu vit eisini hava eina. Nokta ikki børnum at spæla Rúna Sivertsen leggur stór- an dent á, at hon er ikki úti eftir at nokta børnum at verða úti og spæla eitt góð- veðurskvøld, hóast tað verður nakað seint, tí góð- veðurskvøldini eru so fá, at tað skal vera teimum væl- unt at sleppa at spæla úti hesi kvøldini. – Eg eri ikki úti eftir at nokta børnum at spæla í einm grannalagi ella á ein- um fótbóltsvølli, hóast tað verður eitt sindur seint. Tað, eg vil, er at fáa fatur á teimum børnunum, sum meir og minni taka lut í náttarlívinum, tí tað er hvør sítt. – Og hóast talan er um lóg, er tað eisini altíð so- leiðis, at løgrelgan, sum skal útinna lógina, má brúka vit og skil í sínum arbeiði. Og Rúna Sivertsen sigur, at íslendingar kenna onki til, at løgreglan gongur og rekur børn heim, sum spæla úti, hóast tíðarfreistin er farin. Tað eru meiri tey, sum ganga og vála á gøtun- um, sum løgreglan hyggur eftir. Hon leggur afturat, at ein slík lóg er ikki heilt ókend í Føroyum, tí hon var í gildi undir krígnum. Hesin verður ringur at taka Løgtingið skal banna børnum við lóg at ganga úti um náttina Óvitarnir forvitnaðist, tá ið teir frættu, at eitt sperðilsmet var á tapetinum. Her standa teir og eygleiða metsperðilin upp á 6,09 metrar. Frá vinstru eru teir Jens, Olgar, Rúni og Herálvur – Setir løgtingið eina lóg í gildi, sum bannar børnum og ungum at ganga úti seint um kvøld- ið og um náttina, hevði tað verið ein stór hjálp hjá for- eldrum, sum hava mist tamarhaldið á sínum børnum. Tað hevði eisini vart børn fyri for- eldrum, sum svíkja tey, ella sum ikki liva upp til sína ábyrgd, sigur Rúna Sivertsen, sum er varalimur á Føroya Løgtingi Føðideild á markinum Starvsfólkini á føði- deildini angra, at tey fóru undir at savna inn pening til viðlíka- hald á deildini. Tað er ikki loyvt at skipa fyri almennari innsavning uttan við loyvi frá fútanum, men tað hava tey ongantíð biðið um. Fútin tekur kortini ikki málið upp, tí hann heldur talan var um biddarí heldur enn eina al- menna innsavning INNSAVNING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo – Tað var ongantíð mein- ingin at fáa eld í. Starvs- fólkini her skilja væl, hvussu leiðslan raðfestir, og hendan innsavningin var hvørki ætlað at vera vend ímóti leiðsluni ella ímóti politikarum. Hetta var bara ein roynd at taka í egnan barm og sjálv gera okkurt fyri at fáa eitt hugnaligari umhvørvi, sigur Sonja Andersen, deildarleiðari á føðideildini. Eldur kom í skálan, tá starvsfólk á føðideildini í síðstu viku sendu bræv út til fyritøkur kring landið við eini umbøn um at styðja teimum at fríðka um niður- slitnu deildina. Í brævinum biður ein starvsfólkaar- beiðsbólkur um stuðul til viðlíkahald og ábøtur á deildini. Peningurin skuldi brúkast til nýggjar gardin- ur, radio og veggjaprýði. Starvsfólkini ætla at bøta um umhvørvið á øllum sjey stovunum á føðideildini, og arbeiðið skal gerast av fakfólki, skriva tey í bræv- inum. So kom rok í. Um- bønin fekk beinanvegin politikarar at gera sær dælt, og bæði sjúkrahússtjórin og landsstýrismaðurin við heilsumálum kendu seg noyddar at tala at sínum undirsáttum. Ætlanin var at skava 80.000 krónur saman, men tað ber ikki til at fáa upplýst, hvussu fólk og fyritøkur hava tikið ímóti umbønini, og um nakað er komið inn. Einki loyvi Starvsfólkini á føðideildini hava ikki hugsað sær til, hvørjar avleiðingar óseka brævið fór at fáa. Tey hava eftir øll at døma heldur ikki hugsað um, at tey hava ferðast á markinum fyri, hvat er loyvt. Ein lóg frá 1934 fyriskip- ar nevniliga, hvussu tú kanst skipa fyri almennum innsavningum. Tað er bert loyvi at fara undir almennar innsavningar av peningi, um tú fyrst hevur biðið um loyvi frá fútanum. Tað hava starvsfólk á føðideildini ikki gjørt. Í lógini stendur eisini út- greinað, hvat er at skilja sum almenn innsavning. »En indsamling anses som offentlig, når opfordring til at yde bidrag rettes til andre end personer, der er ind- byrdes personlige bekendte eller har særlig tilknytning til personer eller instituti- oner, til fordel for hvilke indsamlingen sker«. Greitt er, at brøvini ikki bara eru farin til kenningar ella stovnar, ið hava serligt tilknýti til barnadeildina, og tí kundi bent á, at inn- savningin kemur undir reglurnar í lógini. Biddaðu pening Fútaskrivstovan kemur kortini føðideildini til hjálpar og lovar einki at gera við málið. Finn Ou- gaard varafúti, sum hevur slík mál um hendi, váttar, at føðideildin ikki hevur biðið um loyvi, men tað heldur hann heldur ikki, at hon átti at gjørt. – Umbønin er vend ímóti heilt ávísum persónum, sum tey vita, hvør er. Hetta er meira at at líkna við at bidda um pengar, og tað er ikki tað sama sum ein al- menn innsavning. Ein al- menn innsavning er at biða alment øll um at geva pen- ing til okkurt ávíst enda- mál. So vit umhugsa als ikki at taka hetta málið upp, sigur Finn Ougaard, vara- fúti. Ein læripengi Starvsfólkini hava ikki skonkt tí ein tanka, at tey vóru á markinum til lógina, og tey ætlaðu heldur ong- antíð at fara aftur um ryggin á leiðsluni. – Hetta varð púra mis- skilt, og vit kunnu øll læra av hesum. Ætlanin var bara at hugna um hjá mammun- um og nýfødda barninum. Hinvegin, so hevur hetta reist eitt gott kjak, og óivað koma nú leiðreglur fyri, hvat er loyvt og ikki at stuðla á einum sjúkrahúsi, sigur Sonja Andersen. Ætlanin var bara at hugna um hjá mammuni og nýfødda barninum, men eldur kom í skálan, tá starvsfólkini á føðideildini bóðu um stuðul til viðlíkahald Mynd: Jens K. Vang Sjúkrahúsið er sum heild gam- alt, og tað sæst inni á deildini, at peningur ikki verður nýttur til viðlíkahald av stovunum, har mammurnar liggja við teirra nýfødda barni. Umhvørvið hev- ur stóran týdning fyri trivnaðin hjá tí einstaka, og vilja vit á barnsburðardeildini royna at betra karmarnar hjá familjuni við tí nýfødda barninum Brot úr brævi frá føðideildini ” MBF eftirlýsir hetjur Aftur í ár fer Meg- infelag teirra brek- aðu at halda al- tjóða handikapp- dagin 3. desember við at heiðra onkr- an, sum hevur gjørt okkurt muna- gott til frama fyri brekað HANDIKAPPDAGUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Veist tú onkran, sum hevur gjørt okkurt ser- liga fyri brekað? So átti tú at boðað Meginfelag teirra brekaðu frá. 3. desember er Altjóða handikappdagur, og hendan dagin hevur MBF heiðrað einum til- taki, sum hevur gjørt tað høgligari at bera brek. Aftur í ár verður farið at heiðra fólkum, og heitt verður tí á fólk um at vísa á persónar ella stovnar, sum tey halda hava heiðurin uppiborn- an. – MBF metir tað hava stóran týdning fyri øll, eisini fólk við breki, at kunna vera saman í sam- felagslívinum uttan darv- andi fysiskar forðingar. MBF hevur tí valt at nýta altjóða handikappdagin til at lata eina viðurkenn- ing til onkran persón ella stovn, sum hevur gjørt eitthvørt munagott, sum sæst og merkist hjá teim- um, ið bera brek, sigur Anna Suffía Durhuus, sum er dagligur leiðari hjá MBF. Higartil hevur MBF latið viðurkenningina fýra ferðir. Fyrstu ferð var í 1995, tá ið Margar- infabrikkin fekk heiður- in fyri at sína umbygg- ing. Í 1999 fekk Strand- ferðslan heiðurin fyri broytingarnar umborð á Smyrli og fyri tekning- ina av komandi suður- oyarferjuni. Í 2001 fekk Pállstova heiðurin, tí tey av sínum eintingum gjørdu eina umbygging, sum var vinarlig ímóti brekaðum. Og í fjør fall heiðurin so til Føroya Sparikassa fyri bygn- ingin yvir við Strond, ið er gjørdur atkomiligur fyri øll. Hvør fær heiðurin í ár, kanst tú vera við til at avgera. C M Y K 5 4