Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 26. JULI 1997 tíðindablaðið Maria á Dul, fyristóðukvinna á Landssjúkrahúsinum Skal byggja upp starvsfolkadeild Aðalstjórin í Heilsumálastýrinum hevur heitt á Mariu á Dul, fyristóðukvinnu á Landssjúkrahúsinum, um at byggja upp eina starvsfólkadeild - ikki fyri Tinganes, men fyri allan heilsumálasektorin Dagny Joensen Seinastu dagarnar hevur verið tosað um, hvussu við- urskiftini á Landssjúkra húsinum fara at mynda seg frameftir, nú nýggjur bygn aður skal skipast Høgni Joensen, aðalstjóri, våttar, at hann hevur biðið Mariu á Dul standa fyri at byggja upp eina starvs fólkadeild fyri almanna- og heilsusektorin Talan er um eina upp gåvu, sum fyribils bert er ráðgeving. Tað er ikki nógv at gera á Landssjúkahúsi- num í løtuni, meðan bíðað verður eftir umleggingini Í hesum tíðarskeiði kann varafyristødukvinnan Bergljót Ihlen virka sum fyristødukvinna, sigur Høg- ni Joensen Tað hevur ljóðað, at peningur hjá Landssjúkra húsinum skal fylgja við? Hvussu tað? Landssjúk rahúsið, Almannastovan og alt, sum hoyrir undir Heils umálastýrið, er ein og sami stovnur Fyribils starv Ein líður í nýggju skip- anini er, at:vit skulu hava starvsfólkaumsiting, og tað er hetta, sum vit nú fara undir Skal fyristóðukvinnan verða leiðari á starvsfólka deildini? Það er ikki stóða tíkin til enn Fyribils fara vit undir at byggja starvsfólkadeild upp, og tað havi eg biðið Mariu á Dul standa fyri, sig ur Høgni Joensen Maria å Dul hevur just fingið bod um nýggju upp gávuna. Hon sigur, at starv ið er lýst sum eitt projekt Hon skal byrja 18. august men veit ikki enn, hvat hon skal meta til arbeiðis. Bert veit hon, at skrivstova henn ara verður ikki á Lands sjúkrahúsinum Fyribils skal hon arbeiða Maria á Dul, fyristødukvinna á Landssjúkrahúsinum, hevur fingið til uppgávu at byggja upp starvsfólkadeild fyri allar stovnar undir heilsumálastýrinum einsamøll, men við hjálp frá teimum starvsfólkadeild um, sum eru í almanna- og heilsusektorinum Fyribils fari eg at kanna hverjar deildir eru, og um størvini eru í samsvar við sáttmálar og avtalur. Í ávís um førum fari eg eisini at virka summålsvidgerari, sigur Maria á Dul Er uppgávan tíðarar markað? Tad stendur bert í skriv inum frá Heilsumálastýri num, at eg eri fyribils sett til hesa uppgávu, men sann líkt er, at tað ið hvussu so er verður hetta árið út, sigur Maria á Dul, sum fær løn frá Landssjúkrahúsinum í hesum tíðarskeiði Politikarar dystast aftur á Olavsøku Sum fastur táttur hevur verið á Olavsøku nú í nógv ár, fara politikarar aftur at sparka í Gundadali nú á O lavsøku Dystrin verdur sum vant ímillum samgonguna og andstøduna Dysturin hevur ofta verið triðja Olavsøkudag, men í ár er hann framskundaður og verður ístaðin í morgin 27. juli Dysturin verður á ovara velli í Gundadali og hann byrjar klokkan fýra Leivur Hansen. býráðs formaður, fer at siga frå dystinum. Dómari verður Egga Jensen Undan dytstinum, og í hålvleikinum spælir GHM, Fimleikur er - eisini á skránni, tað er liðið hjá Forkili Dahl, sum fer at hita Aftaná dystin fær liðið sum vinnur, steyp Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til deildina hjá mannarættind afelagsskapinum, Amnesty International í Føroyum Altid Olavsøkuaftan Olavsøkudag kl. 14.00—22.30 Hotel Føroyar ynskir ollum eina GÓÐA OLAVSØKU! — Hotel Jó OKEYPIS kl. 16.00—22.30 |fyri børn undir 12 år saman við vaksnum m +R # 0TOVar Tlf. 17500 llt at spåa um Olavsøkuvedrid Sambært forsøgnini í gjár verður turt ólavsókuaftan, men regn ólavsókudag RANDI JACOBSEN Dagarnar undan Olavsøku ganga øll og ynskja, at vedr ið verður gott á Olavsøku, og serliga at tað verður turt Mong hava roynt at fingið karm á Olavsøku Hvussu veðrið fer at verða á Olavsøku, helt ved- urmaðurin Petur Skeel í gjár vera torført at siga, Ú veðurforsagnirnar seinastu dagarnar hava skift alla tíðina Í gjár segði forsøgnin, at tað verður toluliga turt ólav søkuaftan við einum frísk- um loti av suðri og land synningini og onkrum sólarglottum Men ólavsskudag vekur hann indin, og sum frá líður fer at regna. 10-15 stig verða báðar dagarnar - Tað er ikki til at vita, um hetta heldur. Forsegin kann lætt verða ein onnur í morgin, og tað kann tí væl henda, at vit fáa gott Glas søkuvedur báðar dagarnar, sigur Petur Skeel