leygardagur 26. juli 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 141 — 26. JULI 1997
——
urnar eru so ymiskar. Nógv
av tí er ofta so banalt, men
hinvegin, vit koma ofta út
fyri nógvum, sum er banalt
Annað eru tær syrgiligu
hendingarnar, sum ofta fell
ur í okkara lut at boða frá
Eitt nú at siga fólki frá
deyðsboðum. Tað er nakað,
sum tú ongantíð kanst venja
teg til
Gerst slíkt ikki ein vani
eftir so nógv ár/
Nei, so er ikki. Tað gerst
ongantíð ein vani, og tað
eigur tað heldur ikki. Um
so er, so er stundin komin
at gevast í hesum arbeiði
sigur Kristina
Hon heldur eisini, at tað
er tungt arbeiði, tá vanlukk
ur henda. Hóast løgreglan
ikki beinleiðis kemur í sam
band við lík, so skal hon
skriva um, hví viðkomandi
er deyður, og kanska eisini
staðfesta ábyrgdina
Tað tykist kanska ikki
so kensluborið, og tað kann
gerast vanaarbeiði td. at
máta bremsispor og tílíkt
men kortini er neyðugt at
„nullstilla“ seg aftaná slíkar
arbeiðsuppgávur
Við „nullstilling“ sipar
Kristina Christiansen til, at
tá er neyðugt at fara heim
at hvíla seg og ikki hugsa
um arbeiðið eitt bil
Nú cru telefonirnar aftur
farnar at virka, og friðurin
á stødini: er slitin
Olavsøkan setndur fyri
durum, og tá er nógv ar
beiði, sum skal gerast klárt
áðrenn stevnufólkið kemur
ul Havnar
Kristina stúrir ikki fyri at
vera vakthavandi Olavsøku
aftan
Það er ikki ørdvisi enn
so nógvir aðrir dagar í ári
num. Vit tosa nógv um veð
rið, tí vanliga eru nógv full
tíðindablaðið
fólk, sum skulu takast upp
Er regn og kalt, so skulu
fólkini undir tak, fyri ikki
at kom illa fyri. Er lýtt í
veðrinum, verður hildið
eygað við fólk, men annars
sleppa tey at liggja, ul kenn
ingin rennur av aftur
Fýra klivar eru tøkir, har
vanlig er pláss fyri einum
fólki
A ólavssku hevur ofta
verið neyðugt at leggja tveir
mans í hverja klivu, men so
hava vit eisini madrassir
liggjandi eftir gongini á
stødini, har møguleiki er at
hvíla“ seg, hjá teimum,
sum av ósketni ikki eru førir
fyri at finna heimaftur
Annað er at fylgja við í
hátíðarhaldinum sum fer
fram á ólavseku. Vit eru væl
mannað, og eru til reiðar,
sigur Kristina Christiansen,
sum um telefonina nú fær
boð um okkurt í samband
Kristina Christiansen
Tað er tungt arbeiði, tá
vanlukkur henda og vit t.d
skulu bera fólki
de yðsboð Tað €r nakað
sum tú ongantíð kanst
venja teg við
við drotningavitjanina, men
tað løgregluliga fáa vit einki
at vita um
Í síðstu løtu er avgjørt, at
Dannebrog og Margretha
drotning koma á Havnina
og at drotningin og prins
urin ikki sum ætlað, skuldu
koma við flogfari til Vágar
Neyðugt er at broyta
skránna. Tað er m.a. at fáa
ymiska útgerð, sum skuldi
vera við á mottøkuna í Våg
unum, sum nú skal umskip
ast til Havnar, men tað er
onnur uppgáva hjá Kristinu
Christiansen, sum vit ikki
taka upp á hesum sinni
TRÚLOVILSIS
ING A
STÓRT ÚRVAL % SKI EVERING
Sethús í Hvannasundi
til sólu
Matr. nr 12
Bústaður
Grundøki
Hvannasund
Husastødd
Hæddir Z
Byggiår 1979
Áhugað kunnu venda sær til útlánsdeild sparikassans
í Klaksvík, tlf. 56366
NORÐOYA SPARIKASSI